Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 40 E itt øgiligt skil, verri enn ringt, ið bleiv. Annaðhvørt fólk hevur serligar avbjóðingar og/ella serligan tørv. Regnskjólsorð fyri øll tey heitini, sum vóru brúkt fyrr, men nú eru vorðin tað, tey rópa politiskt ókor­rekt. Serligur tørvur er so nógv. Nøkur hava tann serliga tørv at ganga niðan á Sornfelli og aka omanaftur, hóast vegur er allan vegin niðan og oman aftur. Nakrir minuttir í Degi og viku um tað, og so var kommunu­kassin víðopin. Óført, at samfelagið er so væl fyri, at tað kann hjálpa øllum. Tað er heldur ikki tí, at annað­hvørt fólk er strongt. Gamla og ljóta orðið var stress. Arbeiðið ger fólk strongd. Krøvini á arbeiðsplássinum. Leiðslurnar hava onga skyld. Tey best egnaðu ger­ast leið­ar­ar. Eing­in ivi um tað. Sjálvi hava tey strongdu sjálv­ andi onga skyld. Og so eru bara politik­ar­ar­nir eftir at tveita skyldina á. Men politikarar eru eisini strong­dir av øll­um krøv­ un­um um pengar. Øll krevja, men eingin vil lata. Tað kallast væl­ferð. Fólk gerast strongd, tá kravt verðu­r av teim­um, at tey arbeiða í ar­beiðs­tíðini í staðin fyri at roykja, drekka kaffi, fundast, snakka og gera í feysbukkuna. Fakfeløg billa sær síðani inn, at ein lóg fer at gera av við alla strongd, so krevja, at politikararnir gera lógina. Og so lova teir at gera lóg­ina. Og tey, sum ikki longu eru strongd inn at sálini, gerast strongd av at bíða eftir lógini um sálar­ligt ar­beiðsumhvørvi. Sálarligt arbeiðs­um­hvørvi er nýggjasta herrópið. Arbeið­sumhvørvið fer illa við sálini. Sjálvandi eru vánaligar leiðslur, tí tær eru ikki til, ikki orsøkin til ringa umhvørvið hjá sálini, tá hon er til ar­ beiðis. Orsøkin er eingin lóg. Lógir hava eina heilt serliga avbjóðing, sum krevur ein serligan tørv, pengar. Og pengar eru ikki. Ikki til slíkt sum sálar­røkt. Hana orðna kirkjan og øll hini frelsaraliðini. Hví ikki byrja hvønn arbeiðsdag við morgunsálmi og bøn á leið eitt korter til níggju ella tíggju (tá eru tey flestu komin)? So fær sálin frið og styrk at standa móti áganginum frá arbeiðsplássinum. Eitt sálarligt servistjekk hvønn gerandismorgun. Gott fyri trivnaðin. Øll arbeiðspláss hava ivaleyst onkran, sum dugur faðirvár uttanat, sum kann biðja fyri. Okkurt arbeiðspláss er enntá so væl fyri at hava sín egna húskandteol. Byrjið arbeiðsdagin við sálarbót og strongdin sníkir seg út gjøgnum neyðdyrnar og verður ikki vend har. Heldur ikki á arbeiðsplássum, sum bera orð fyri at venda øllum, sum ikki arbeiða har, í durunum, ella í hurð­ini, sum tey siga. Svinghurðarnar spara landinum nógvar pengar, og starvs­ fólk­ini eru í minni vanda fyri at ger­ast strongd. Eg haldi tó, at bestu ráðini móti strongd eru ongar ambisjónir at hava yvirhøvur. Tey eru bestu heimaráðini. Eg brúki tey sjálvur, og eg eri ikki strongd­ur. Fólk gerast strongd, tí tey megna ikki at lúka síni egnu krøv aftur at krøv­un­um hjá arbeiðsplássinum. Tey eru framasøkin, tey hava ambi­sjónir. Og slíkt kemur aftur um brekku, gjøg­num neyðdyrnar uttan sving­hurð. Ein onnur leið at sleppa undan strongdini er at køva alla vón um, at lívið hevur eina meining. Tí tað hevur lívið ikki. Lívið er ein óskipaður vavgreytur av tilvild og høpisloysi uttan kanel og róma. Tú kemur, steðgar á eina løtu, og fer so aftur. Og tað fáa hvørki pengar ella lógir broytt, enn minni fakfeløg við sínum trivnaðarkanningum ella HR- ídnaðurin við øllum sínum tilboðum um sálarhjálp. Hon kostar, tann hjálpin. Tað ger sálarbótin hjá fólkakirkjuni eisini, 0,6 prosent í limagjaldi hjá teimum, sum har eru. Virkar hon ikki, ber ikki til at fáa pengarnar aftur. Strongd av stressi Eyðun Samuelsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Yrki: Sølumaður hjá Dimmu - hondbóltsdómari Bústaður: Hoyvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Professionellur fótbóltsleikari. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – Hvussu fittir og raskir vit í veruleikanum eru í køkinum. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? – At tað ikki altíð er líka nemt, sum tá man er barn. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Í gjárkvøldið, tá eg legði meg at sova, droymdi eg, at eg vildi so illa pissa. Tá eg so vaknaði í morgun, fór eg beint á wc – so tað má sigast at vera seinasti dreymur, sum bleiv til veruleika. Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg ... ... stovnað mína egnu fyritøku. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – At konufólk lurtaðu meira eftir mannfólki Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Minnist ikki. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: – Man skal telja uppí 2, áðrenn man svarar. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um: – At eg ongantíð fái tíð til at gera ting, eg fegin vil, so sum at vitja vinfólk. Enda setningin: Føroyingar burdu... ... tikið LOYSING !!! baksíðan