mánadagur 16. februar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
YVIRGANGUR Í KEYPMANNAHAVN
Síðan 1977 hava fleiri yvirgangsatsóknir verið í Danmark. Serliga í árunum 1977-1985 fóru
fleiri yvirgangsatsóknir fram, ið vóru grundaðar á politiska sannføring.
Fyri muhammedtekningarnar í 2005:
Desembur 1972- maj 1989: Blekingharkaliðið gjørdi um seg í 1970- og 80´unum.
Blekingharkaliðið framdi politisk brotsverk, ið høvdu vinstravend endamál. Harkaliðið
stuðlaði Fólkafylgingini fyri loysing í Palestina (PFLP) og framdi nógvar yvirgangsatsøknir.
Hin mest álvarsama yvirgangsatsóknin var í 1988, tá ein 22-ára gamal løgreglumaður doyði
av eini skothending.
22 juli 1985: Hendan dagin fór hin álvarsamasta yvirgangsatsókn fram í nýggjari tíð. Tvær
bumbur vórðu sprongdar í Keypmannahavn – ein varð sprongd móti einari jødiskari synagogu
og ein móti einum amerikonskum flogfelagi. Fýra menn vórðu handtiknir, og allir høvdu
tilknýti til yvirgangsfelagsskapin Islamisk Jihad. Ein sivilur persónur doyði, og 32 vórðu
løstaðir.
Eftir Muhammedtekningarnar í 2005:
27. oktobur 2005: 17-ára gamli Abdul Basit Abu-Lifa verður dømdur sjey ára
fongsulsrevsing fyri at leggja ætlanir um yvirgangsatsókn.
5. septembur 2006: Hammad Khürshid og Abdoulghani Tokhi verða dømdir fyri
yvirgangsroyndir. Hammad Khürshid varð dømdur 12 ára fongsulsrevsing og Abdoulghani
Tokhi fær átta ára fongsulsrevsing.
1. januar 2010: Ein somaliskur maður roynir at fremja yvirgang á Muhammed-teknaran Kurt
Westergaard.
10. septembur 2010: Ein bumba verður sprongd á Hotel Jørgensen í Keypmannahavn.
Yvirgangsmaðurin varð dømdur 12 ára fongsulsrevsing.
Desembur 2010: Fýra millitantir islamistar verða dømdir 12 ára fongsulsrevsing fyri at
leggja ætlanir um yvirgangsatsókn á redaktiónina hjá Jyllands Posten í Keypmannahavn.
14-15. februar 2015: 22-ára gamli Omar Abdel Hamid-Hussein er undir illgruna fyri at
hava dripið tvey sivil fólk og løstað fimm løgregufólk í tveimum yvirgangsatsóknum í
Keypmannahavn. Hetta er blóðugasta yvirgangsatsóknin síðan 1985.
Kelda: www.b.dk
Fakta:
Yvirgangur
í revsilógini
Eftir 11. Septembur 2001 gjørdi danska stjórnin av, at yvirgangur skuldi allýsast í donsku
revsilógini. Grein 114 varð orðað í 2002, og í 2006 kom sokallaði yvirgangspakkin í
verk. Yvirgangsatsóknir verða revsaðar eftir grein 114 í revsilógini, og revsingin er hørð.
Verður mann revsaður fyri eina yvirgangsatsókn, kann revsingin vera upp til lívlanga
fongsulsrevsing. Treytin fyri at verða dømdur eftir grein 114 er millum annað, at atsóknin
hevur til endamáls at ræða eina tjóð ella at atsóknin av órøttum hevur til endamáls at noyða
ella forða eini tjóð at gera eina ávísa gerð. Harafturat verður atsóknin dømd harðari, um hon
inniber eitt ella fleiri av pettunum, ið eru nevnd niðanfyri:
1) manndráp (§237)
2) ógvusligan harðskap (§245 og §246)
3) frælsisskerjing (§261)
4) tarn av ferðslutrygdini (§181, stk.1) órógv av almennum ferðasambandi (§193, stk. 1)
ella grovt herverk (§291, stk. 2), sum kann seta mannalív í váða
5) rán av flutningstóli (§183 a.)
6) brot á vápnalógina (§192 a.)
7) eldáseting (§180), spreinging v.m (§183, stk.1 og 2), heilsuskaðilig dálking
(§186, stk. 1 og §187, stk. 1)
8) varðveitsla ella nýtsla av geislavirknum evnum (§ 192 b)
Kelda: www.themis.dk
Danmark og
yvirgangur
Fakta:
yvirgangsmaðurin handan
tey bæði drápini. Hann doyr
á staðnum. Omar Abdel
Hamid-Hussein bleiv 22-ára
gamal.
– Hetta er ikki tað Dan
mark, vit ynskja, sigur dans
ki forsætisráðharrin, Helle
Thorning Schmidt, tá hon
dagin eftir tær báðar yvir
gangsatsóknirnar stendur á
Krystalgade – ein sunnudag,
ið av mongum er doyptur
»hin svarti sunnudagurin«.
Leygardagin
tann
14.
februar gjørdist ein søgu
ligur
leygardagur
-
ein
leydardagur, tá Danmark
varð áloðið og tá framsøgu
frælsið varð álopið. Framyvir
fara danir óivað ikki at minn
ast 14. februar vegna Valen
tine´s Day, men heldur sum
leygardagurin tann 14. febru
ar, tá Danmark yvir eina
nátt broyttist. Danir fara
at minnast hendan dagin,
sum gjørdi, at tá teir eisini
kundu siga #JeSuisCharlie
og #JeSuisDanois – eg eri
Charlie, og eg eri dani.