Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ingolf S. Olsen - PRESS Heldur enn at gremja okkum um, at so nógvir føroyingar ar beiða og rinda skatt uttan- lands og samstundis njóta gott av teimum somu al- mennu tænastunum her heima sum skattgjaldandi før oy ing ar nir, so áttu vit at fegnast um, at tann ferðandi arbeiðs megin hóast alt ikki rým ir heilt. Tað heldur Her mann Oskar s son, bú skap ar frøð ing- ur og granskari á Fróð skap- ar setri num. Tí grundleggjandi trupul- leikin er ikki, at fólk leita sær uttan lands at arbeiða, men at vit ikki megna at skapa arbeiðs pláss til hesi fólkini í okkara egna landi. Sanna sorgarsøgan - Hetta er hin sanna sorgar- søgan, at føroyski bú skap- ur in ikki er nóg sterkur til at skapa vinnumøguleikar til øll tey sum búgva í landinum og vilja upp í vinnuna. Tað merkir millum annað, at hvør ki føroyskir ella út- lendsk ir íleggjarar hóma nakr an vinning við at gera íløgur í Føroyum. Tað merkir eisini, at fíggingarstovnar ikki halda, at arbeiðspláss í Før oyum eru før fyri at svara láns rentu na, sum annars er sera lág, og fremst av øllum mer k ir tað, at ongin sær vakstr ar potensialið í tí fólki, sum her býr, tí tilfeingi, vit ráða yvir, ella tí samfelagi, vit saman hava skapt, sigur hann. Men higartil hevur ongin ligið eftirá orsakað av hesi støðu ni, so hví kalla tað eina sorgar søgu? - Tí støðan sigur okkum nakað um samfelagið, um bú skap in, sum er ein sorgar- søga, og sum kanska er ein fyri boðan um, at her eru ringar tíðir í væntu. Ver- ri enn tær, sum hava ver ið. Støðan er tann, at vit higar- til hava megnað at hild ið eitt livistøði ájavnt onnur granna lond, men at akkurát hesi evnini eru hótt, tí verða ong ar íløgur gjørdar, og ar- beiðs fjøldin ikki skapar virði inni í okkara egna búskapi, so fer at ganga skeivan veg. Tá hava vit púra mist lívs- kraft ina sum samfelag. Hetta er sanna sorgarsøgan, sigur Her mann Oskarsson. Búskaparliga er tað nevni- liga stórur munur á, hvar og hvussu fólk fáa sína inntøku. - Tey, sum búgva í Før oy- um og hava arbeiði í landi- num, brúka sjálvandi eisini pengar og gera íløgur, um- framt at tey gjalda skatt til at fíggja almenna húsar- hald ið. Men fremst av øllum leg g ja tey eftir seg eitt heilt produkt, sum hevur nyttu- virði og søluvirði, sigur Her- mann Oskarsson. Fólk rýma Spurningurin er so, hví støð- an í Føroyum er soleiðis, sum hon er. - Ongin veit við vissu, hví vit í dag hava so fá arbeiðs pláss í mun til stødd ina á arbeiðsfjøldini, men støðan er tann, at við arbeiðsloysinum og tali- num á teimum, sum a r beiða uttanlands, mangla arbeiðs- pláss til eini 10 – 15 prosent av arbeiðsfjøldini, sigur Her- mann Oskarsson. Hann vísir á, at tá eru tey ikki roknað uppí, sum stinga í sekkin og rýma av landi- num, og tey, sum eru far- in uttanlands at nema sær út búgv ing, men ikki koma heim aft ur. - Vit missa javnt og samt ein part av fólkinum úr arbeiðsfjøldini, tí tey rýma av landinum. Hesi eru horvin úr búskapinum, og leggja tí einki eftir seg her. Men tíbetur er tað so, at fleiri av teimum, sum einki arbeiði hava fingið her heima, í staðin hava funnið sær arbeiði uttanlands, men kort ini verða búgvandi í Før- oy um. Hesi eru tíbetur ikki horv in úr búskapinum, og eru tí partur av potensiellu arbeiðs fjøldini. Haraftrat eru tey brúkarar, sum geva sítt íkast til búskapin, tá tey keypa og gera íløgur, hó ast bara fá teirra gjalda skatt her, sigur Hermann Oskars- son. Talið av herbúgvandi før oy ing um, sum arbeiða uttan lands, er vaksið støðugt sein astu árini, og sambært Her manni Oskarsson eru ár ligu lønargjaldingarnar uttan eftir til føroyskar borg- ar ar nú helst væl oman fyri eina milliard krónur, sum svar ar til eini 10-15 prosent av øll um lønargjaldingunum. Ikki teirra skuld Hann leggur dent á, at mál ið er í tveimum pørtum. Annar part urin snýr seg um ein- stak lingin, og hin snýr seg um búskapin – um landið sum heild. Og tað er fullkomiliga skeiv adressa at leggja eftir ein stak lingum, sum fara uttan lands at sigla ella ar- beiða á landi, heldur hann. - Einstaklingurin, sum fer uttan lands at arbeiða, ger ikki annað enn at halda lív í sær sjálvum og síni familju. Tað høvdu øll gjørt, um neyðugt var, og ongin skal last ast fyri tað. Harafturat hava tey syrgt fyri ikki at ligg ja nøkrum til last, tí tey eru før fyri at breyðføða seg og síni, hóast tey so ikki gjalda skatt í Føroyum. Men tað er so ikki teirra skuld, men í samsvari við millum- tjóða sáttmálar. Og tað sama er gald andi, tá tey ikki gjalda skatt í Føroyum. Tað er ikki teirra skuld, og tað skal eing in lasta teimum fyri, tí tað er púra í samsvari við millum tjóða sáttmálarnar um skatting av arbeiði um landa mark, sigur Hermann Oskars son. Loysnir finnast Sjálvt um ilt er at finna nakra ein falda frágreiðing uppá, hví føroyski búskapurin ikki hev ur megnað at skapa nóg mik ið av arbeiðsplássum til alla arbeiðsfjøldina, so er Her mann Oskarsson ikki ráða leysur, tá tað snýr seg um at gera átøk at betra um støðu na frameftir – fremst av øllum at fáa ein stóran part av teimum heimaftur, sum er rýmd ella ikki vilja heim aftur eftir loknan lest- ur. - Onkrir batar eru longu EIN SORGAR- SØGA UM FØROYSKA BÚSKAPIN At føroyingar fara uttanlands at arbeiða er bara eitt sjúkueyðkenni fyri eina nógv meira álvarsama støðu, nevniliga at føroyski búskapurin er ov veikur til at skapa arbeiði og vinnumøguleikar til øll. Tað er hin sanna sorgarsøgan, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og granskari