Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 KJAK Tóra við Keldu Samfelagið broytist alsamt, og tað ger gerandisdagurin hjá børnum og vaksnum eisini. Á mangan hátt er samfelagið í dag fjølbroyttari enn nakrantíð við fleiri av­ bjóð­i­ngum og møguleikum – serliga fyri tey vaksnu. Hvør­ ji krøv seta hesar broyt­ing­ar børnunum. Grundleggjandi fyri­ treyt­ir broytast ikki Vit vita, at børn í røttum um­ støðum og við røttu av­bjóð­ ingunum ikki kunnu annað enn mennast og læra. Mong hava sett orð á júst hetta, og um vit lurta eftir danska gransk­ara­num Knud Illeris, kann læring verða lýst sum ein tilgongd, har børnini og­ na sær vitan, kunnleika og evni ígjøgnum upplivingar og royndir tey fáa, tá ið tey taka lut í og geva sítt íkast í sam­spæli við onnur. Hóast samfelagið broytist, so broytast grundleggjandi fyri­treytirnar fyri at læra og menn­ast sum menniskja ikki – og fara neyvan nakrantíð at gera tað. Lýsingin hjá Illeris sig­ur nakað um hvussu, men einki um hvør kann ella skal stan­da fyri at skapa karm­ar­ nar hjá børnum at læra og mennast. Foreldur og námsfrøðingar Spontant hugsa vit, at tað sjálv­sagt fyrst og fremst eru foreldrini. Hinvegin er veru­leikin í dag, at flestu børn verða, bara nakrar mán­að­ir gomul, skrivað inn í eina skipan, sum meira ella minni tekur yvir partar av gerandis­degnum, ímeðan for­eldrini gera sítt. Vit hava kallað barnatilboðið ansing, men í dag verður tað kallað men­nandi dagtilboð. Í áhugaverdum práti í KVF seinasta mánadag um fyrs­tu námsfrøðingarnar, sum fingu prógv fyri 25 ár­ um síðani, varð prátað um, hvussu tíðirnar eru broyttar hesi árini. Forkvinnan í Pedagogfelagnum varð endur­givin fyri at siga: “Út­búgvingin sum náms­ frøð­ingur er sam­felags­ligi grundar­steinurin, og tann týdn­ing­armesti lær­dóm­ur­ in nakar kann nema sær.” Víðari segði hon, at hetta er tí, at arbeiðið, sum peda­ gog­ar útinna í dag er jú frá grund­ini av, frá tí barnið er nær sagt nýføtt og allan vegin uppeftir heilt upp í vaksna­mannalívið (tosar her um øll arbeiðsøki teirra við ungum og eldri), so eru náms­frøðingar um tey, og skulu læra tey, og menna tey, ella skapa karmar rund­ an um børnini, sum gera, at tey kunnu mennast og læra at blíva góðir sam­felags­ borgarar. Læra at vera saman við øðrum, læra at taka atlit til hvønn annan, vera góð við hvønn annan og sleppa at vera skapandi... Ilt er at vera ósamd, men ilt er eisini at síggja, hvar markið fyri ábyrgdini hjá “sam­felagnum” av barna­lívi­ num gongur? Hóast vit vita, at børn í røttum umstøðum ikki kunnu annað enn menn­ ast og læra, so ger tað ikki tað sama, hvørjum tey eru mest saman við. Sjálvsagt er gott og onkun­tíð neyðugt við góð­ um ráðum og viljanum at vera vegleiðari hjá for­eldr­ um. Tó er arbeiðið sum náms­frøð­ingur ein vinnu­ veg­ur og ikki eitt kall, og við at traðka um hetta markið, kann broytingin óviljað taka sjálvs­álitið frá foreldrunum, sum fara at ivast í for­eldra­ leiklutinum, og hvør í veru­ leikanum hevur størst týdn­ ing fyri barnið. Hvør er uppalari Forkvinnan er ikki í iva, at for­eldrini eiga ábyrgdina at uppala børn, og at foreldrini altíð vilja vera kjarnin í upp­a­lingini hjá børnunum, men, sigur hon víðari, tað er eingin ivi um, “at børn eru í dag øgiliga nógvar tím­ar á dagstovni, og teir tímar­ nir tey eru heima eru kan­ ska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin, men tað, sum er týdn­ing­armikið í hesum er hendan eyðmýktin, sum peda­gog­urin hevur fyri mentan­ini og tilveruni hjá familju­ni og hjá barninum, at tað sleppur at vera tað, sum tað er, heimanífrá og allíkavæl eisini verður styrkt til at vera nakað saman við øðrum t.v.s. nakað í sær sjálvum og nakað saman við øðrum.” Av sonnum hugvekjandi orð, at børn í dag eru øgiliga nógvar tímar á dagstovni, og teir tímarnir tey eru heima eru kanska øgiliga fáir, hvar tey eru vakin. Prátið í útvarps­stovuni fer víðari, og spurn­ing­ur verður ikki setur við útsøg­n­ina, sum hugsandi er góð­tikin, tí soleiðis liva vit bara í dag. Ikki minni hugvekjandi er júst broytingin, sum for­ kvinn­an fyrr í prátinum vísir á: “Samfelagsgongdin og samfelagsmenningin hon krevur sítt, og tað er øgi­liga týdningarmikið, at útbúgvingin (hjá náms­frøð­ ing­unu­m) fylgir við, soleiðis at vit hava pedagogar, sum eru brynjaðir til ta tíðina, sum teir skulu arbeiða í og ábyrgdin á tí einstaka, mann kann siga, at einstaklinga hugsan­in í samfelagnum í dag setir øgiliga stór krøv til, at tú skalt arbeiða við menn­ing­ini hjá hvørjum ein­støk­um, tú hevur stóra ábyrgd fyri, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg...” Dugnaligir námsfrøðingar, men... Spurningurin, eg siti eftir við, er, hvar halda vit for­ eldra­leikluturin steðgar, og hvat byrjar samfelagið at eta seg inn á ábyrgdina hjá for­ eldru­num? Um eg hugsi sum mamma, so hugsi eg ikki, at onnur vaks­in eiga at síggja tað sum sína uppgávu at mynda mítt barn, sjálvt um eg kann geva forkvinnuni rætt, tá ið hon sigur: “Eg ivist onga løtu í, at foreldur hava verið ómeta­liga glað fyri at fáa tann økta kapasitetin inn í lívið hjá teirra børnum.” Ja, eg havi verið ómetaliga glað fyri dugnalig fólk, sum hava ver­ið og eru um børn míni nakr­ar tímar um dagin. Tey hava veruliga gjørt arbeiðið væl, og børnini fara heilt víst at hava nógv góð minnir frá dag­røktini, barnagarðinum og frí­tíð­ars­kúlanum. Men ongantíð havi eg sæð hesa uppgávuna sum kompensa­tión fyri mína frá­ veru at vera foreldur. Hugsi, at vit eiga at lata fo­r­eld­ur vera foreldur – bæði hjá smábørnum og hjá skúla­ børnum – og eiga ábyrgd­ina. Hvørjar avbjóðingar tosa vit um Sum víst verður til, so er tað ein avbjóðing, at børn í dag eru nógv á stovni, og halda vit tá, at barnalívið er nøktandi? Vit vita, at mong børn hava longri “arbeiðs­ dag” enn foreldrini, og eru troytt av degnum, tá ið tey verða avheintað. Halda vit, at tað er í lagi, at samfelagið tek­ur yvir og átekur sær upp­gávu­na, hvussu lívið hjá tí einstaka formar seg? Vit vita ikki, tí tosað verð­ ur ikki nógv um evnið, men námsfrøðingarnir eru óivað nøgdir, tí hetta er arbeiði teirra, sum teir eisini gera væl. Men hvat við teim­ um, sum eiga børnini, sum vilja vera meira saman við foreldrunum? Vit eru kanska bláoygd og halda, at náms­frøðingarnir duga eins væl og vit at vera saman við børnum okkara, og við hes­ um hugsa vit minni um, at fráveran okkara gerst prís­ ur­in barnið má gjalda fyri lívið, vit liva. Er stovnsbarnið gjaldið fyri lívið, tey vaksnu liva Brýrnar hava sera nógv at siga fyri útsjóndina og væl­ veruna, flottar brýr kunnu virka sum ein sonn andlits­ lyft­ing, ímeðan forkertar brýr kunnu tyngja og eldra um andlitið. Summi hava ov tunnar brýr, mangla nøkur hár, ella hava orsaka sjúku ella hjá árin av kemoterapi mist brýr­nar Eitt andlit uttan brýr mangl­ar karakter, soleiðis sigur Beinta Lassen frá Ergo Væl­veru, sum seinasti árini hevur bjóða Permanent Make Up til brýr, eyeliner og varrar. Beinta Lassen er fyrsti og einasti føroyingur, við serútbúgvingini Micro­ blad­ing innan Permanent Make Up. Beinta hevur verið uttan­ landa, og tikið útbúgvingina hjá heimskenda Branko Babic úr Serbia. Fyri at fáa góð­kenn­ingina, krevst at tú ert útbúgvin linergistur áðr­ enn, og meistrar at gera 3d brýr / hárstrikur við mask­ inu frammanundan. Við Microblading verða farvu pigmentini koyrd í húðina, við serligum ”micro bløð­um”, ongin mask­ina verð­ur brúkt til Micro­bla-d­ ing, men eitt lítið manuelt tól og er arbeiði eitt sætt han­d­ verk. Við Microblading, er gjør­ ligt at gera hárstrikurnar nógv tynri og náttúrligari enn við 3D brýr gjørdar við mask­inu. Longu hava fleiri glaðir før­oy­ingar ogna sær micro­ blad­aðar brýr hjá Beintu hjá Ergo Vælveru. Aftur­meld­ing­ arnar f­rá kundinum eru sera jaligar ”Nú kann eg sova 20-30 minuttir longri um morgn­ar­ nar, eg plagdi at tekna mínar brýr hvønn morgun, og tók tað langa tíð”. ”Nú kann eg endiliga svim­ja aftur, av tí at eg bert hevði hálvar brýr, havi eg ikki svomi seinastu mongu árini ”. ”Kemoterapi gjørdi at eg misti brýr og vippur. Brýrnar gera at eg síggi meira frísk út”. ”Úrslitið er so sera náttúr­ ligt, eg má sjálv røra við, fyri at vita hvat er míni ordilig hár og hvat er tatovera” Hett­ar er nakað av tí sum kundarnir hava melda aftur við, sigur microbladarin hjá Ergo Beinta Lassen. Tað er sera umráðandi, at brýrnar eru soleiðis sum kundin ynskir tað, tí verður nógv tíð brúkt framm­anu­ ndan, uppá at tek­na formin upp og velja rætta litin, áðrenn veruliga ar­beið­ið byrjar, sigur Beinta. Við­gerð­ in verður altíð gjørd í tveim­ um, og eru báð­ar við­gerð­ir írokn­a­ðar prísi­num. Microblading er tíl tín, ið ynskir flottar brýr, sum mangl­ar hár, manglar fyllu ella als ongin hár hevur. Hvussu leingi úrslitið heldur, av­hong­ur altíð av húðini, við­mælt verður at uppfríska brýn­ar einaferð árliga við Micro­blading. Ergo koyrir við serligum tilboðum til tey sum uppfríska teirra Perm­a­nent Make Up ella Microblading. Microblading – tað nýggjasta innan Permanent Make Up