mánadagur 16. februar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Gitte Klein, lærari
Alt fleiri skúlar hava sein
astu tíðina keypt næming
unum teldlar. Í hesum sam
bandi havi eg hugt eftir,
hvat endamálið er við hesi
milliónaútreiðslu,
tí
tað
er givið, at lítið kjak hev
ur verið um, hvørt tað er
tað rætta at gera ella ikki.
Danska PISA-kanningin frá
2012 vísir (og so kann mann
halda um PISA, sum mann
vil), at næmingar, sum hava
teldlar sum undirvísingartól,
klára seg verri enn teir næm
ingar, sum ikki hava, og aðrar
kanningar benda á, at teldilin
í besta føri ikki ger støðuna
hjá vælvirkandi næmingi
num verri.
Multitasking
Tá mann velur at geva næm
ingum í fyrsta flokki teldlar,
haldi eg tað vera áhugav
ert at hyggja at heilamenn
ingini.
Granskarar
ávara
nevniliga um, at børn undir
tvey ár als ikki skulu síggja
skerm – yvirhøvur. Orsøkin
er tann, at fyrstu árini veks
ur heilin nógv, og barnið
skal læra eina rúgvu. Situr
barnið við skermi, fer tíðin
undan, og tað lærir ikki
onnur týdningarmikil ting.
Eitt annað, sum hendir, er,
at heilin venur seg við tey
skjótu skiftini, sum eru á
skerminum. Heilin lærir, at
ein seyður glitrar, syngur og
dansar. Tá barnið sostatt fer
niðan í hagan og hyggur at
einum veruligum seyði, keðir
tað seg, tí heilin hevur lært, at
tað skal meiri til. Kanningar
vísa, at børn, sum hyggja
í skerm, áðrenn tey eru
tvey ár, økja sannlíkindini
fyri at fáa trupulleikar við
uppmerkseminum, tá tey
seinni fara í skúla. Harum
framt framgongur, at týði
ligt samband er millum
skermnýtslu og evnini at
hugsavna seg, tað vil siga, jú
meiri skerm, børnini sígg
ja, truplari verður tað at
hugsavna seg um eitt nú
at lesa og rokna. Orsøkin
er, at tey venja heilan við,
at alt skal ganga skjótt fyri
seg. Men læring er ein sein
process, og tá heilin veruliga
skal læra nakað nýtt og
seinni duga at brúka tað,
krevur tað hugsavning. Jú
meiri skerm børnini sostatt
síggja,
meiri
stimbran
krevur heilin fyri ikki at
keða seg. Ein teldil gevur
næminginum góðar møgu
leikar at spæla ymisk spøl og
soleiðis venja heilan við skjót
skifti, sum aftur ber við sær
trupulleikar at hugsavna seg
og læra.
Teldil sum motivatión
Á heimasíðunum hjá skúlu
num stendur millum lítið
og einki um endamálið við
at geva næmingunum hvør
sín teldil, men eg fann tó ein
skúla, sum hevur gjørt sær
nakrar tankar um, hví tey
skulu gera hesa umfatandi
íløgu, og fari eg her at hyggja
nærri at hesum punktum. Á
heimasíðuni hjá skúlanum
stendur millum annað:
Vit liva í eini broytingar
tið, har ið tað gongur sera
skjótt við menningini á KT-
økinum, og børnini eru skjót
at tilpassa seg til teir nýggju
møguleikarnar, sum eru ein
partur av teirra gerandisdegi,
og skúlin fer at fáa tað trupl
ari við at fanga næmingar
nar, um skúlin ikki fylgir við
á KT-økinum.
Sambært
hesi
útsøgn
snýr tað seg sostatt um, at
ein orsøk til at geva næm
ingunum teldil, er, at skúlin
ynskir at “fanga” næming
arnar. Orðið “fanga” leiðir
tankarnar aftur á motivatión
– tað vil siga, at teldilin
onkursvegna skal motivera
næmingar at læra.
Eitt hitt mest nýtta ástøð
ið um motivatión er Self-
determination theory (Deci
& Ryan, 2000), sum lýsir
motivatión sum annaðhvørt
uttara ella innara motiva
tión. Tá ein persónur er inn
ara motiveraður, ger hann
eitt hvørt av egnum hugi,
tí tað gevur honum okkurt
at gera tað. Tá mann er
innara
motiveraður,
lær
ir mann mest og er í flow.
Tá ein persónur er uttara
motiveraður, kemur motiva
tiónin ikki innanífrá, men er
stýrd av onkrum útifrá. Tann
uttara motivatiónin verður
aftur býtt í fýra, har mann er
meiri ella minni stýrdur av tí,
sum kemur útifrá.
Nýta
vit
ástøðið
í
samband við eina undir
vísingarstøðu,
er
besta
undirvísingarstøðan
tann,
har næmingurin er innara
motiveraður fyri at læra.
Tað vil siga, hann fer undir
arbeiðið, tí hann kennir, at
tað gevur honum nakað.
Men eingin er innara moti
veraður alla tíð, og tí kann
minni eisini gera tað. Trupul
leikin, tá tosað verður um
motivatión, er tó, at kann
ingar vísa, at um mann er
innara motiveraður fyri at
gera eitt hvørt og síðani fær
eina gularót fyri at gera tað,
sum mann annars er moti
veraður til at gera fyri einki,
so gongur tað út yvir motiva
tiónina og elvir til, at motiva
tiónin fellur. Venda vit aftur
til teldlarnar sum motivatión
fyri at læra, kunnu teldlarnir
sambært hesum elva til, at
næmingar, sum eru innara
motiveraðir fyri at læra,
verða minni motiveraðir, tí
teir fáa eina gularót (teldilin)
afturfyri.
Men hvat so við teimum
næmingum,
sum
eru
ómotiveraðir? Kann teldilin
nýtast sum gularót til teirra?
Odder
kommuna
hevur
gingið undan í Danmark, tá
tað snýr seg um teldlar til
næmingar. Í fjør varð eitt
úrslit av, hvussu tað hevur
gingist við at nýta teldlar
í
studentaskúlunum,
al
mannakunngjørt. Tað vísti,
at teldilin einans virkar moti
verandi í byrjanini. So skjótt
nýggjheitsvirðið er farið, og
fokus á umheimin minkar,
minkar motivatiónin eisini.
Við øðrum orðum megnar
teldilin hvørki at motivera
teir næmingar, sum eru illa
fyri ella teir, sum er væl fyri.
Teldilin megnar sostatt ikki
at liva upp til endamálið at
“fanga” næmingarnar.
Tá vit hava beint burtur
endamálið at nýta teldil í
undirvísindini, tí hann skal
motivera
næmingarnar,
verður farið eitt stig víðari at
hyggja at næsta punktinum.
Teldilin skal
lyfta støðið
Skúlin sigur á heimasíðu
sínari, at teldilin fer at lyfta
støðið í undirvísingini – ser
liga hjá teimum børnum,
sum hava tungt við at læra.
Ein teldil kann í sjálvum
sær ongantíð lyfta nakað
støði – tað eru ikki talgildu
amboðini, sum lyfta, men tal
gildu amboðini geva rúm fyri
øðrvísi undirvísing. Mann
fær ta fatan, at teldlunýtslan
snýr seg um at finna røttu
appirnar og soleiðis gera
undirvísingina
góða
og
motiverandi.
Men
stór
kanning frá 2012 vísir, at tær
flestu appirnar eru mentar
á slíkan hátt, at tær venja
ein førleika eitt nú tabel
og eru tøkniligt glitur. Tær
eru fínar, um tú skalt duga
okkurt uttanat her og nú,
men skal vitanin goymast, so
tú kanst brúka hana eitt nú
kritiskt, so røkka appirnar
ikki endamálinum.
Sum er, verður teldilin
í mongum førum nýttur
sum lesibók – tað vil siga, at
næmingurin sleppur undan
eini tungari tasku og í staðin
hevur bøkurnar á teldlinum.
Granskingarúrslit
vísa,
at næmingar, sum lesa tekst
á skermi, ikki skilja tekst
in eins væl, sum tá hann
verður lisin á pappíri. Tá
tú lesur á skermi, er neyð
ugt at skrolla. Hetta, at gera
tvey ting samtíðis, ger, at
heilin multitaskar. Multi
tasking elvir aftur til, at
heilin
fatanarliga
verður
ovbyrjaður. Ljósið á teldli
num elvir til møði, eins og
fatanin av, hvussu langur
teksturin er, og hvar ávis
ting hava staðið í tekstinum,
mangla.
Umframt
hetta
ávirkar manglandi kenslan
av sjálvari bókini ella pappíri
num eisini fatanina. Eitt ann
að, sum ger seg galdandi, er,
at børn, sum lesa á skermi,
oftari kenna strongd og
møði, tí skermurin krevur
meiri av teimum fatanarliga
(Mangen,
Walgermo
&
Brønnick, 2013).
Gransking vísir, at tá tað
snýr seg um truplan tekst,
tað vil siga tekst, ið krevur, at
næmingurin hugsar seg um,
skilur hann nógv betri tað,
sum verður lisið á pappíri.
Er teksturin stuttur og lætt
ur, megna næmingar at
svara rætt upp á spurningar
viðvíkjandi innihaldi, men
teir næmingar, sum hava
lisið á pappíri, skilja tekstin
nógv betri enn næmingar,
sum hava lisið á skermi.
(Mangen,
Walgermo
&
Brønnick, 2013). Tað, sum
næmingar lesa á pappíri,
festir seg sostatt betri, eins
og næmingar duga betri at
nýta vitanina. Mann kann
siga, at vitanin, ið verður
ognað á skermi, er ein vitan,
sum ikki kann brúkast til
annað enn her og nú at svara
rætt ella skeivt upp á eitt
spurnaskema, og gevur ikki
eitt djúpri innlit í tað lærda.
Easy come easy go.
Teldilin elvir ikki til, at
næmingurin lærir at hugsa
sjálvstøðugt og kritiskt. Tað,
sum veruliga flytur næming
in, er relatiónin millum hann,
læraran og hinar næmingar
nar og sostatt ikki tøknin.
Teldilin sum
arbeiðsamboð
Ein annar stórur trupulleiki
er, at teldilin gevur næm
inginum
nógvar
aðrar
møguleikar. Við teldlinum er
tað nevniliga sera lætt bara
líka at spæla MineCraft ella
fara inn á facebook, serliga
í støðum, tá teksturin er
trupul. Hesir møguleikar
ganga aftur út yvir fatanina,
og tað, sum tú lesur, tí tú
ikki ert hugsavnaður í tí, tú
gert. Tey flestu vaksnu vita,
hvussu skjótt tað er líka at
kanna
teldupost,
meðan
mann ger okkurt annað, og
tað sama gera børnini.
Eftirmetingin av tiltaki
num í Odder kommunu
vísti, at teldilin er lættur at
flyta, og at hetta elvir til, at
næmingar kunnu taka hann
við sær alla staðni á skúla
num. Hann er skjótur at
tendra, og battaríið heldur
ein
skúladag.
Hinvegin
verður fýlst at, at teldlinum
manglar
eitt
veruligt
knappaborð, og at tað er
trupult at arbeiða við tí,
sum er. Tað, sum serliga
gjørdi teldlin óegnaðan, var,
at næmingar ofta vórðu
ørkymlaðir og illa órógvaðir
av øllum teimum møgu
leikum teldilin gevur at gera
onnur ting.
Viðmæli
Skulu vit so hava skúla utt
an tøkni? Sjálvandi skulu
vit ikki tað – tøknin er frá
lík, tá hon verður nýtt við
skili. Men at halda, at tað at
geva næmingunum hvør sín
teldil og síðani hava undir
vísing sum vant bara við
hesum miðli, flytur als einki.
Granskarar eru samdir um,
at sum er, eru appirnar til
teldilin ikki við til at gera
næmingar til sjálvstøðugt
hugsandi
menniskju.
At
brúka teldilin sum lesiamboð
er heldur ikki hóskandi, um
tey skulu kunna gagnnýta
tað, tey lesa. Tøknin kann
tvørturímóti nýtast, eitt nú
til at lata næmingar gera
upptøkur og framleiða tilfar,
tí hann er lættur at taka við
sær, eins og onkrar skipanir
eru mentar til næmingar,
sum hava trupult við at lesa,
men til tað er ikki neyðugt, at
allir næmingar fáa ein teldil
at umsita sjálvir, tí í teirri
løtu tú gevur næminginum
ein teldil, hevur hann sum
sagt møguleika fyri størri
skermnýtslu,
sum
aftur
gongur út yvir hugsavning
og læring.
Skúlar,
sum
umhugsa
at lata næmingarnar hava
teldil, eiga at lata hann ligg
ja í skúlanum, soleiðis at
hann bert verður nýttur í
sambandi við serliga undir
vísing og ikki í fríløtum.
Næmingarnir nýta skerm
ein stóran part av degnum
sum er, og tað gongur aftur
út yvir innlæringina.
Lærarar, sum starvast á
skúlum, har tráðleyst net er,
vita, at næmingar, sum hava
netsamband, sita at kalla alt
fríkorterið og hyggja nið
ur í skermin. Hetta elvir til
manglandi
veruliga
nær
veru við floksfelagar og
gongur út yvir teirra sosiala
førleika – har samskift verð
ur andlit til andlits – kann
nevna, at empatisku evnini
hjá børnum seinastu árini
er minkað við 75%, har tann
størsta minkingin er farin
fram seinastu 10 árini. Tí er
tað umráðandi, at næmingar
– serliga teir yngru – ikki sita
við teldlinum í fríkorterun
um, men heldur nýta tíð og
orku upp á veruligt sam
band.
Latið vera við at nýta
teldilin sum gularót við eitt
nú at lova næmingunum at
nýta hann, tá annað arbeiðið
er liðugt. Hetta kann elva til,
at næmingarnir skunda sær
at gera uppgávuna, og so er
einki vunnið.
Eitt er, at teldlarnir kosta
nógvar
pengar,
pengar,
sum skúlin kundi nýtt til
onnur ting: upplivingar og
undirvísingartilfar til dømis.
Men tann stóra prísin rinda
næmingarnir,
sum
fáa
lættari atgongd til skerm –
bæði heima og í skúla.
Teldlar í skúlunum - ein
óumhugsað og ógrundað íløga