Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 og borgaran. Um øll kenna lóg­ina, nærkast vit einum veru­ligum fólkaræði, og ikki minst rættvísi. Og tá er alt ann­að keðiligt, sigur hann. Ikki arrogantur Formaðurin í Sjálv­stýris­ flokki­num verður ofta skírd­ ur tann gløggi og arroganti løg­frøðingurin. Sum aka­ demik­arin, sum tilvitað tosar nið­ur á onnur. Sum dømi helgaðu ákæru­r­nar oman yvir Kára á Rógvi, tá hann hartaði ein løg­frøðing í umsitingini fyri at hava verið ov óformell, tí løgfrøðingurin byrjaði ein teldupost við at skriva “Hey Kári”. Tað hevur síðan ver­ið tikið skemtandi til, at hansara oyru eru bara til pynt, tí hann lurtar bara eft­ ir sær sjálvum, og ongum øðr­um. Per Højgaard, sam­skiftis­ rá­ð­gevi, heldur, at Kári á Rógvi leitar framvegis eftir sín­um stíli, og at tað kann vera ørkymlandi. Sjálvur kennir Kári á Rógvi seg ikki aftur í at­finn­ ing­un­um, at hann er arro­ gant­ur. – Eg eri ikki arrogantur. Tað er sum við oyrunum. Hini skulu hava okkurt at rópa eftir, tí tey duga ikki at svara mínum lesarabrøvum. Eg eri í grundini ikki annað enn Pál Joensen. Tað eru helst summi, sum rópa eft­ir honum, at hann er arro­gant­ ur ella okkurt annað. Legg til merk­is, at vit noyddust báðir av landinum at fáa neyðugu venjingina. Føroyingar virða ikki vinnarar, og vit skilja ikki, at rættir vinnarar eru fremst av øllum sera arbeiðs­ sam­ir. Ikki hástórir, sigur hann. Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi hava mann­að tingsessirnar hjá Sjálv­stýris­ flokkinum í hesum val­skeið­ num. Fyrrverandi for­mað­ urin heldur ikki, at mað­urin, sum hevur loyst hann av í for­mansessinum, er arro­ gantur. – Hansara útbúgving ger, at hann hevur ein øðrvísi sam­skiftishátt. Vit hava sjálv­sagt havt sera tætt sam­band í okkara politiska ar­beiði seinastu árini, og eg havi ongantíð upplivað hann sum arrogantan, sigur Kári P. Højgaard. Lítlibeiggin Heri á Rógvi skil­ir partvís, hví stóribeiggin verð­ur stundum lagdur und­ ir at vera hástórur. Kári kun­di verið meira greiður í sínum samskifti, heldur hann. – Kári hevur savnað sær eina rúgvu av vitan, og hans­ ara fakliga støði er sera høgt. Tað er av somu orsøk nátúr­ ligt, at hann er øðrvísi, tá hann er frammi alment. Tað er kanska okkurt, hann skal arbeiða við. Men tað hev­ ur einki við arrogansu at gera. Kári vil, at úrslitini tala sína søk. Hann dugir kans­ ka politiska spælið ov illa í so máta, tí hann hevur ikki áhuga fyri at vera populist­ iskur og selja seg og sín polit­iska boðskap fyri ein og hvønn prís, sigur Heri á Rógvi. Seyðamaðurin Gerandisdagurin hjá Kára kann tykjast einstáttaður. Hann ferðast dagliga mill­ um snurrandi myndatól, mikr­o­fonir, roknskapartøl, há­tíð­ar­ligar fundir og lógar­ upp­skot. Tá hann ikki er upp­tik­in av tingarbeiði, stend­ur hann framman fyri skúla­talvu­ni við hvítum kriti í hondini og undirvísir á Fróð­skapar­setrinum. Men tá hann er burtur frá dagliga resinum, dámar hon­ um best at fáast við seyð. Hann hevur verið haga­ stýris­limur, og tá Zacharias Wang legði frá sær sum for­ mað­ur í Óðalsfelagnum, var tað við orðunum ‘vit skulu nú velja formann – eg haldi, vit velja bara Kára.’ – So var eg brádliga odd­ viti hjá landsins moldátarum og knæbøndum, sum okkara øvunda­r­menn taka til. Eg royni altíð at taka við ábyrgd og taka mítt tørn, men eg royni eisini at takka fyri meg rættstundis. Um fólka­ ræðið skal rigga, so mugu øll taka um endan í stýrum og nevndum í stovn­um, feløgum og hjá myndug­leik­ um. Tað krevur sam­skipan og samstarvsevni at sita í ein­um stýri. Tú lærir at skilja mill­um egin áhugamál og og felags gagn, sigur hann. Kári er ofta stressaður av tí, sum ikki fæst frá hond­ini. Hann minnir seg stundum á, at hann er ikki í sam­gongu, ikki í valbólki við sam­ gongu­na og ikki partur av fíggj­ar­lógarsemjuni, tí tey fólk­ini mugu vera nakað so ómenniskja­sliga strongd av tí, sum liggur á láni, heldur hann. Kári gavst sum formaður í Javnstøðunevndini í 2008. Hann er nú formaður í Orða­ bóka­grunninum og nevnd­ar­ for­maður í Fasta Gerðarætti. Føroyingar dyrka taparan Tað hevur mestsum verið bíð­að eftir, at Kári á Rógvi setti seg í formansessin í Sjálv­stýrisflokkinum. Og hann sigur seg vita, hvørja kós Sjálvstýrisflokkurin skal halda. Flokkurin stevnir móti framburði, miðvísum sosial­politikki, sum hjálpir teim­um óhepnu aftur á føt­ur, sjálvberandi búskapi og upplýstum stýri. Hann held­ur, at fleiri politikarar reka bara ørindapolitikk, og tí er Kári skjótur, greiður og hvassorðaður, tá hann verð­ ur spurd­ur, hvat vantar í før­ oysk­um politikki. – Politikkur! Vit krevja ikki av okkara tingfólkum, at tey vísa kunnleika til stjórn og dygdir. Vit dyrka held­ur taparan og tað lokala umboðið, sum at kalla vinnur ein lutaseðil at ferð­ ast og hugna sær fyri í nøk­ ur ár. Minni skil er á, meira politikarin tvassar, jú betur. Um hann er falleraður fiska­ seljari ella rørleggjari, sum hev­ur koyrt eina kommunu á heysin, so er alt praktfult. – Flestu tingfólkini bjóða seg ikki fram, tí tey vilja stýra landinum, men at ganga ørindi fyri fólk og sita í teimum nevndum, har ørindi kunnu gangast. Róm­ verjar tosaðu um cursus honor­um, heiðurskósina, at roy­na at sita stutt í øllum høg­um embætum. Tað kann sam­metast við at ganga tær ymsu ódnirnar á fjalli. Tað manglar fullkomiliga hjá okkum. Flestu tingfólk fyri­reika seg ikki at flyta og átaka sær aðrar sessir, og koma tí ongantíð runt í skipan­ini. – Hygg at løgmanni, sum nær um ongar viðkomandi roynd­ir hevur, og sum aftur og aftur spælir uppá, at ‘nú er hann ikki…’. Álvaratos! Skip­ ar­ar mugu søkja sær loðs, um teir ikki kenna farvatnið. Um teir hava fingið skiparakjans, so hava teir ábyrgdina, og kunnu ikki sleppa undan henni við at siga, at ‘nú eri eg ikki navigatørur’. Ert tú á brúnni, so ert tú á brúnni, sigur Kári á Rógvi, sum veit, at hann skal gera skjótt av at vinna flokkin fram, tí allir floksformenn hava sín sein­ asta søludag. – Eg livi sjálvur upp á læn­ ta tíð, sigur Kári á Rógvi. FAKTA: - Kári á Rógvi er føddur 4. mai í 1973. Hann er 37 ára gamal. - Hann er giftur við Jóhonnu á Rógvi. Saman eiga tey tveir synir: Braga og Brestir. - Kári stillaði upp til fólkatingsvalið í 2007, men varð ikki valdur. Hann var fyrstvaldur fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum í 2008 við 572 atkvøðum. - Hann varð settur sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya í september 2008. - Hann er av hægst útbúnu løgfrøðingunum í Føroyum. - Cand.jur. frá Københavns Universitet í 1998. - Master of Laws (LL.M.) frá Aberdeen University í 1999. - Doktari í lóg (PhD), var liðugur við sína PHD-ritgerð, og vardi hana í 2009 við Háskóla Íslands í Íslandi. Ritgerðin hevði heitið ‘West Nordic Constitutional Judicial Review.’ - Umframt løgtingsarbeiðið, undirvísir hann á Fróðskaparsetrinum - Hann var eisini deildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1. februar til 1. november í ár