mánadagur 16. februar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
– Eg eri ein frísinnaður og
eldhugaður
føroyingur,
sum
eg
einaferð
lýsti
meg sjálvan í einum stíli í
studentaskúlanum.
Eins
og amerikanarar, haldi eg,
at fólk skulu verða politisk
aktiv fyri at fáa ávirkan
sum veljarar og borgarar. Eg
havi tað, sum mín fyrimynd,
Winston Churchill, segði:
Fólk skulu fyrst hava sína eg
nu sannføring, og síðani velja
flokkin, sum passar teimum
best – um neyðugt, so vel av
nýggjum. Tí fólkaræðið krev
ur, at fólk kunnu umbestem
ma seg.
37
ára
gamli
Kári
á
Rógvi hevur tikið fast um
stýrisvølin
á
sjálvstýris
skútuni. Eftir gott og væl
trý ár sum tingmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin,
bíðar
hann eftir størstu persónligu
avbjóðingini sum politikari.
Flokkurin,
sum
Jóannes
Patursson stovnaði í 1906 og
myndaði í fýra áratíggju, og
sum Edward Mitens, Hilmar
Kass og aðrir seinni hava
stjórnað, fyrireikar seg so
smátt til løgtingsvalið, sum
verður í seinasta lagi um 14
mánaðir.
Oddamaðurin í flokkinum
er nú Kári á Rógvi, framfýsni
akademikarin úr Havn við
teimum stóru oyrunum.
Eftir
átta
ár
sum
formaður, mynstraði Kári
P. Højgaard av í farna mán
aði. Hóvligi og jarðbundni
arbeiðsmaðurin av Skála
fjørðinum helt, at tíðin var
búgvin at lata meira liberala
bóklingin úr høvuðsstaðnum
sleppa framat.
Kári á Rógvi kom flúgv
andi á ting á valinum í 2008.
Á einari tekning við stóru
oyrunum og slagorðunum
“Eg lurti eftir tær”, var
undirtøkan fyri honum stór.
Við 572 atkvøðum var hann
toppskjúttin hjá Sjálvstýris
flokkinum.
Hann sigur nú, at hann
bjóðaði seg fram í sjálvverju.
Politiska skipanin og rað
festingin var so av lagi, at
hann hevði ikki kunnað hugt
í eyguni á sínum børnum og
sagt, hví hann einki gjørdi, tá
hann hevði møguleikan.
Men Kári á Rógvi tók av.
Nú hevur hann tikið við sum
formaður, og samstundis eru
politisku
tannáringaárini
liðug, sum hann tekur til.
– Tað er sum í veruliga
lívinum. Tannáringurin kann
vera trúgvur móti egnum
sannføringum og siga tingini
við stórum bókstavum, men
hann hevur oftast lítla ávirk
an. Tann vaksni má býta
seg í tunguna viðhvørt og
lata sum einki, men hann
fær størri ávirkan. Eg vóni,
at næsta val gevur okk
um fleiri nýggjar politisk
ar tannáringar, sum kunnu
siga tingini bart út, sigur for
maðurin í Sjálvstýrisflokki
num.
Kári á Rógvi hevur brett
upp ermar. Tingmanningin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum
næsta løgtingsval skal tví
faldast, úr tveimum og upp
í fýra.
Happingin
Stóru og sjáldsomu oyrini
á Kára vóru funnin fressur
hjá hinum skúlabørunum
fyrstu skúlaárini. Í náðileysa
skúlagarðinum var hann við
jøvnum millumbilum mintur
á, at hann líktist ikki hinum
børnunum. Lýsingarorð sum
‘flúgvaraoyru’ og ‘Dumbo’
regnaðu stundum oman yvir
gløgga og nærlagda argja
drongin, sum fór keddur til
hús.
Kári staðfesti skjótt, at
tað tænti ongum endamáli
at taka synd í sær sjálvum.
Hugsunarsami
drongurin
lærdi at seta spurnartekin
við alt, og brádliga snaraði
hann øllum á høvdið. Stóru
oyruni vórðu keldan til, at
hann fór at undrast stórliga.
Tað undraði hann, hví út
sjónd hevur so stóran týdni
ng fyri fólk. Og tá hann fór at
skemta við oyrunum og gera
hinum børnunum greitt, at
hann skuldi skriva sær happ
ingina aftan fyri oyrað, var
tað ikki eins stuttligt at arga
hann longur.
– Eg eri ikki harmur um
oyruni. Tey eru frálík, ikki
minst at avdúka grunn og
ónd fólk, sum ikki síggja inn
ara virðið í menniskjum, sig
ur Kári á Rógvi.
Lítlibeiggin Heri á Rógvi
er 10 ár yngri enn Kári. Hann
lýsir beiggja sín sum heil
hjartaðan og sjáldsaman.
Kári hevur ongantíð havt
áhuga fyri ítrótti, og hann
kundi ongantíð erpa sær av
at hava vunnið heiðursmerki
í fótbólti og hondbólti, sum
hinir dreingirnir í skúlanum.
– Skúlin hevur ongantíð
verið honum ein avbjóðing,
tí hann hevur loyst upp-
gávurnar sum einki. Men
tað gav honum ikki somu
viðurkenning, sum tá hinir
høvdu
vunnið
føroya
meistaraheitið í fótbólti. Tá
hann fór undir hægri lest
ur kom hann meira til sín
rætt, sigur Heri á Rógvi, og
leggur afturat, at Kári hev
ur ongantíð hugsað um sið
bundnu føroysku normar
nar, men heldur hevur gjørt
tað, hann tímir best.
Framburðsrørslan
sum fyrimynd
Kári var sera samansettur
sum tannáringur. Umframt
at røkja sínar dagligu skyld
ur í skúlanum, var hann
skóti, og honum dámdi væl
at ganga í kirkju og sunnu
dagsskúla. Tíðin fór hinvegin
mest við at fáast við seyð og
at lesa bøkur.
Orðaskiftini í samfelags
flokkinum í Hoydølum vóru
ofta hvøss og beinrakin.
Kári sat í somu hølum sum
Ben Arabo, Joel undir Leiti
num,
Jóannes
Jacobsen,
Hans
Ellefsen,
Christian
Danielsen, Birgir Kass, Olav
Guttesen og aðrir og vardi
síni sjónarmið. Lærumeistari
var Christian Ihlen. Kári
gjørdi tá manngarð um fram
burðsrørsluna.
Framburðsfelagið
varð
stovnað í 1903 við sjónarmið
um um javnstøðu, skúla og
búskaparmenning, frælsi og
tjóðskap. Framburðsfelagið
er stóra fyrimyndin hjá Kára.
Felagsskapurin
er
gloymdi upprunin til før
oyskan flokspolitikk, har
framburðsinnað fólk vóru
við, og sum seinni fóru í báð
ar teir nýggju flokkarnar í
1906. Sorgarsogan er, sam
bært Kára, at vit mistu tað
savnandi Framburðsfelagið,
sum fekk fólk vald í 1903 og
vann valið í 1905, men syndr
aðist á valinum í 1906.
– Vit fingu óhepna flokka
býtið, sum hevði við sær, at
vit fingu ongantíð reinan
frælslyntan framburðsflokk
aftur, sigur Kári á Rógvi.
Tjóðveldi hevur ongantíð
verið
hansara
rørsla.
Republikk og suverenitetur –
fullveldi - eru abstrakt navn
orð í hansara hugaheimi,
sum ikki siga honum nakað.
– Eg vil, at vit ráða
sjálvi. Vilja danir eiga hatta
hálvreligiøsa
hugtakið,
mugu teir gjarna fyri mær.
Men teir skulu gjalda fyri
tað. Tá høvi býðst, kunnu
vit lýsa okkum óheft fyri at
fáa mest møguliga altjóða
viðurkenning, men enn er
landið ikki førleikament til
tess, heldur Kári á Rógvi.
Formaðurin
í
Sjálvstýrisflokkinum
er
millum
hægst
útbúnu
løgfrøðingarnar í Føroyum.
Kári
vardi
í
fjør
sína
PHD-ritgerð
við
Háskóla
Íslands. Tað er ofta sagt um
løgfrøðina, at hon er turr,
keðilig og tung. Kári á Rógvi
tekur ikki reiðiliga undir við
tí.
– Justianus er turrur
sum mjøl og má sum alt
annað skolast niður við øli!
So
tekur
Tonglatummas
til. Nei, álvara, turr jura eitt
ógvuliga
skandinaviskt
fyribrigdi. Orsøkin er tann
miseydnaða
positivisman.
Aðrastaðni er lógkunnleiki
fakið hjá teimum, sum vilja
broyta og betra. Til dømis
eru flestu tingfólkini í USA
lógkøn, men tey hava tikið
aðra útbúgving fyrst, sum
ger
teirra
løgfrøðingar
so
fjølbroyttar
og
førar
fyri
at
loysa
landsins
vandamál og avbjóðingar,
sigur Kári á Rógvi, og vísir
á stóra áhugan fyri jura á
Fróðskaparsetrinum.
– Løgfrøðin er viðkomandi
fyri meiniga málsviðgeran
Í sambandi við, at Kári á Rógvi, professari og fyrrverandi løgtingsmaður, andaðist leygardagin, endurprenta
vit portrett av honum, sum Uni Holm Johannesen skrivaði í Sosialinum 12. november 2010
FØROYINGAR
DYRKA OV
NÓGV TAPARAN
Hann heldur, at føroyingar dyrka ofta taparan og rópa vinnarar fyri arrogantar. Hann heldur, at
vit krevja ov lítið av okkara tingfólkum. Hann saknar politikk í føroyskum politikki. Hann hevur
avdúkað ónd og grunn fólk við sínum stóru oyrum. Hann heldur ikki, at hann er arrogantur.
Og hann verður stressaður av tí, sum hann ikki fær frá hondini. Hann er Kári á Rógvi