mánadagur 16. februar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Føroyar hava sett sær sum
mál at gerast eitt munandi
grønari samfelag.
SEV ger í løtuni stórar
íløgur í vindmyllur og eina
streymgoymslustøð,
men
framvegis er bert ein brøk
partur av sethúsunum í Før
oyum hitaði við el.
Allarflestu sethús hava
framvegis oljufýringar, sum
árliga slúka olju. Sagt verð
ur, at Í Føroyum eru á leið
20.000 oljufýringar. Hesar
oljufýringar brúka árliga
60.000 tons av olju, sum er
millum ein triðing og ein
fjóðring av samlaðu før
oysku oljunýtsluni.
Hesin veruleikin hevur
fingið Bjørt Samuelsen til
vegna
Tjóðveldi
at
seta
fram uppskot um, at meir
virðisgjaldið verður avtikið
av hitapumpum og øðrum
tøknligum skipanum, sum
gera, at føroysk húsarhald
ikki longur verða hitað við
olju.
90 prosent er olja
Í 2013 var meira enn 90 pro
sent av allari orku, vit brúka
olja ella fossilir brennievnir.
Vit innfluttu 245.000 tons
av olju í 2013 og hetta kostaði
á leið eina milljard krónur.
-Við uppskoti um at taka
burtur mvg av grønari tøkni
og orkuskipanum til upphit
ing av sethúsum og bygning
um verður mett, at tað gerst
munandi meira eggjandi at
gera íløgur í jarðhita, hita
pumpur, sólorku ella aðrar
grønar hitaskipanir. Upp
skotið verður sostatt lagt
fram, fyri at fáa nakað at
henda skjótt á hesum øki,
sigur Bjørt Samuelsen í við
merkingunum til uppskotið.
Hvussu nógv avtøkan av
meirvirðisgjaldinum fer at
kosta, er torført at siga, tí tað
hongur sjálvandi saman við,
hvussu nógv fara at brúka
hendan møguleikan.
Hinvegin stendur tað fast,
at við at fleiri og fleiri fáa
sær hitaskipanir, sum ikki
eru knýttar at innfluttari
olju, so fer hetta at ávirka
útreiðslurnar til innflutning
sum heild.
Alt uppskotið um at fáa
føroysku húsarhaldini til at
brúka meira el enn olju er
knýtt at útbyggingarætlan
unum hjá SEV. SEV hevur
gjørt eina Visjón 2030, tá
ætlanin er, at øll elorka, skal
vera grøn.
Samfelagið fær gagn av
hesari útbygging um húsar
haldini fáa sær elriknar hita
skipanir, heldur enn tær
oljufýringar, sum standa í
flestu húsum í dag.
Uppskotið frá Tjóðveldi
fær 1. Viðgerð í tinginum 25.
februar.
Árni Gregersen
Millum 10 og 15 prosent av
allari olju í Føroyum verður
brúkt í ferðslunui á landi.
Tí hevur Bjørt Samuelsen
vegna Tjóðveldi lagt fram
uppskot um leinga tíðar
skeiðið, har el- og vetnibilar
verða frítiknir fyri avgjald
við fimm árum til 2020.
Sjálvt um tað gongur
ómetaliga seint at innflyta
el-bilar til Føroyar, so veksur
talið av elriknum bilum
kring heimin og flestu stóru
bilverksmiðjurnar eru farnar
at gera bilar, sum antin verða
riknir við el ella við brint.
Í Føroyum koyra bert
heilt fáir elbilar. Prísurin
og praktiskar forðingar eru
helst høvuðsorsøkin til, at
hetta er so, men eisini menn
ingin av bilunum hevur ging
ið seinni enn væntað.
Í Føroyum eru heldur
ongar løðistøðir settar upp
enn.
Transportøkonomisk
Institut í Noreg hevur gjørt
kanningar sum vísa, at á 90
prosentum av vegstrekk
junum í Noreg ber væl til
at koyra við elbilum. Í løtu
ni eru 20 prosent av seldu
bilunum í Noreg elbilar.
Áður hevur veirð víst
á, at elriknir bilar hava tað
truplari í Føroyum enn í
Danmark, tí her eru nógvar
brekkur, sum krevja orku.
Harafturat regnar illa og her
er kalt, og tað ger, at battarí
ini halda streymin í styttri
tíð.
Norska kanningin vísir tó
á, at tað ber væl tilat brúka
elbilar í Noreg og tað eigur
at kunna samanberast við
viðurskiftini í Føroyum. Ein
annar fyrimunur í Føroyum
er, at vegalongdirnar eru
stuttar.
-Føroyar eiga at gera
eina miðvísa ætlan fyri at
fáa bilparkina at koyra upp
á grøna orku. Tað er lætt at
seta realistisk mál fyri hes
um og krevur fremst av
øllum politiskan vilja, sigur
Bjørt Samuelsen í viðmerk
ingum til uppskotið.
Tvær loysnir tykast at
vera í menningini av orku
vinarligum bilum: el og brint.
Bjørt Samuelsen skrivar,
at ivasamt er um tað loysir
seg at gera eitt net til løð
ingar av báðum í einum
og mælir tí til, at elbilarnir
verða raðfestir fyrst og løði
støðir til hesar bilar settar
upp kring landið.
DREYMUR OG UPPSKOT
UM GRØNARI FØROYAR
Serliga fer tað at muna um vit í
framtíðini fara at hita sethúsini
við el heldur enn við olju
Tjóðveldi vil leingja freistina,
har el-bilar sleppa undan
avgjøldum í Føroyum
Vil betra kortini fyri
el-bilar í Føroyum
Innflutningurin
av elbilum er
sera lítil. Teir eru
dýrir og ongar
løðistøðir finnast
enn í Føroyum
Bjørt Samuelsen hevur
vegna Tjóðveldi lagt uppskot
fram um leingja tíðina, ahr
elbilar sleppa undan mvg