mánadagur 16. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Har ljós brenna fá undir lágari lon
sæst gjølla tá eitt av teim slóknar.”
Hesi orðini hjá J. H. O. Djurhuus runnu
mær straks í hug, tá ið eg fekk ringu boðini
um, at Kári á Rógvi var farin um sýn bert
41 ára gamal. Deyður av herviligari sjúku.
Tað er altíð ein sorgarleikur, tá ið ung
kona missir mannin og børnini pápan.
Tað er næstan einki verri. Tað er eisini
ein sorgarleikur fyri Fróðskaparsetur
Føroya at hava mist ein av sínum frems
tu slóðarum, tá tað um gransking og
undirvísing í lóg ræður. Kári var aka
demikari og universitetsmaður um ein
háls, tað var í akademia, hann hoyrdi
heima, og tað var har, brúk var fyri hon
um.
Kári var sera arbeiðssamur, væl be
gávaður, hugsaði sjálvstøðugt sum fáur
og stakk upp úr fjøldini. Vit komu í síni
tíð at starvast neyvt saman í Grundlógar
nevndini. Kári var tað løgfrøðiliga álitið
og arbeiddi fyri fleiri. Nevndin kom á mál,
og politiska skipanin fekk eitt álit at taka
støðu til og viðgera.
Tað vísti seg skjótt, at Kári eisini hevði
tev fyri vísindaligum løgfrøðiligum ar
beiði og var ein góður analytikari, sum ikki
var tamdur av løgfrøðiligari vanahugsan.
Tað var tí gleðiligt, at hann fór undir
granskaraútbúgving og eftir rættiliga
stuttari tíð vann sær doktaranavnabót
við Háskóla Íslands og helt á at granska.
Umframt at vera í starvi á Setrinum var
hann eisini gestalærari á Háskúlanum í
Akureyri.
Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdist
Kári professari í løgfrøði við Fróðskapar
setrið.
Frammanundan
hevði
hann
starvast sum lektari og lagt lunnar undir
grundskeið í lóg. Eitt skeið, sum hevur
verið mongum til stóra nyttu. Farið varð
eisini undir masterskeið í lóg, og framtíðin
hjá løgfrøði á Setrinum tyktist bjørt, men
skjótt er Harranum um.
Missurin hjá Setrinum er tí ómetaliga
stórur. Tað er ein tragedia, at hann ikki er
longur, tí Kári var tað dragandi lokomotiv
ið. Tað kom sum eitt sjokk, tá vit frættu,
at hann hevði fingið álvarsliga sjúku at
dragast við. Tað tykist í skrivandi løtu
so óveruligt, so hugtungt og so syrgiligt,
at hann ikki er meira. Vit, starvsfelagar
hansara og studentarnir, fara ikki longur
at merkja hansara spei og humor og hans
ara gløgga vit. Kári á Rógvi var meira enn
tey flestu. Hann var sín egni.
Er tað sárt hjá Setrinum at hava mist
ein slóðara sum Kára á Rógvi, so kann
tað ikki berast saman við tann persónliga
missin hjá konu og børnum, foreldrum og
systkjum og familju Kára. Okkara tankar
eru hjá teimum.
Við hesum fáu orðum vilja vit á Setrinum
sýna okkara samkenslu og minnast Kára
á Rógvi.
Jóan Pauli Joensen
Leygardagin 14. februar komu sorgar
boðini um, at Kári á Rógvi, professari á
Fróðskaparsetri Føroya, ikki longur var
okkara millum. Bert 41 ára gamal mátti
hann lúta fyri ringari sjúku.
Hóast Kári nú fór alt ov ungur, hevur
hann í sínum stutta lívi lagt eftir seg fleiri
spor og bygt fleiri varðar, enn tey flestu
gera eitt langt lív.
Kári var undangongumaður innan sítt
øki. Sum doktari í lóg legði hann á Fróð
skaparsetri Føroya lunnar undir løgfrøði
ligan lesnað, og mong eru tey, sum hava
havt gleði av hesum. Hann legði dent á,
at fakini innan løgfrøðina eisini vórðu
bjóðað út alment, og nógv eru tey, sum
hava eftirútbúgvið seg við at taka stak
skeið innan ymisk øki.
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag er tað
serliga arbeiðið hjá Kára innan føroyskan
arbeiðsrætt, sum hevur havt týdning.
Kári legði stóra orku í at fáa útgreinað
og niðurfest føroyska arbeiðsrættin við
sínum eyðkennum og siðvenjum. Onki
er at ivast í, at øll tey mongu, hann hevur
undirvíst innan hetta fak, eru komin at
skilja føroyska arbeiðsrættin og føroyska
arbeiðsmarknaðin munandi betur.
Sum formaður í nevndini sum fyrireik
aði Fasta Gerðarrætt legði Kári eitt ógvu
liga stórt arbeiði í at fáa semju um Fasta
Gerðarrættin, sum tað eydnaðist at seta
á stovn í 2006. Eisini aftaná at Gerðar
rætturin varð stovnaður, gjørdi Kári sum
nevndarformaður nógv fyri at fáa hann
at virka, og hann legði dent á týdningin av
at økja kunnleikan til Gerðarrættin.
Kári var arbeiðssamur og gløggur mað
ur. Honum dámdi væl eina góða søgu og
var ikki seinur við tí speiska men góðlynta
orðinum.
Hetta gjørdi tað lætt og mangan skemt
ingarsamt at vera saman við honum. Men
hetta ger eisini meiningsloysið og tóm
rúmið so ógvuliga stórt.
Vísindamaðurin,
samstarvsfelagin
og menniskja Kári á Rógvi verður nógv
saknaður.
Í djúpastu samkenslu við tykkum,
ið eftir sita, lýsa vit við hesum frið yvir
minnið um Kára á Rógvi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kári á Rógvi
in memoriam
Kári á Rógvi,
professari, farin
Mangan sanna vit gamla orðatak
ið: “Skjótt er Harranum um”.
Tað var við sorg, at vit frættu
tíðindi um, at Kári á Rógvi, bert 41
ára gamal, eftir stutta sjúkralegu -
ikki longur var okkara millum.
Hann var føddur 4. mai 1973.
Eg lærdi Kára á Rógvi at kenna,
tá hann kom í starv sum skrivari
í Sjálvstýrisflokkinum og eingin
ivi var um, at politisku eyðkenn
ir hansara vóru serstøk. Við sínari
útbúgving sum løgfrøðingur og
serligu vitan um samfelagsvið
urskiftini, var hann ein hollur
stuðul í løgtingsarbeiði Sjálv
stýrisfloksins, og nógv lógarupp
skot komu frá hansara hond.
Hann var góður verskaps
maður og virdi mál og mentan.
Náttúran, jørð og seyðahald hevði
hansara stóra áhuga og eitt av
hansara mongu álitisstørvum, var
sum formaður í Óðalsfelagnum.
Kári á Rógvi stillaði upp fyri
Sjálvstýrisflokkin
á
løgtings
valinum 2008 og hann bleiv vald
ur tingmaður, við sera góðum
valúrslitið. Hann varð formaður
Sjálvstýrisfloksins frá oktober
2010 til november 2011. Hann røk
ti fleiri álitissessir á Føroya Løg
tingi,
m.a.
Mentanarnevndini,
Uttanlandsnevndini, limir í § 25
nevnd stjórnarskipan, limur í §
25 nevnd tingskipan v.m. Kári
á Rógvi var útbúgvin løgfrøð
ingur frá Københavns Universi
tet í 1998 og útbúgvin doktari
(ph.d.) í løgfrøði. Hann vardi ph.d.
ritgerðina á Háskóla Íslands í
2009. Hin 1. mars 2014 varð hann
settur í starv sum professari á
Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn
hetta tíðarskeið hevði hann starv
ast á Fróðskaparsetrinum sum
lektari á Søgu- og samfelagsdeild
ini frá 2008 til 28. februar 2014.
Eisini skal nevnast at hann var
skrivari í Grundlógarnevndini og
næstformaður í Stýrisskipanar-
nevndini. Hann var við til at fyri
reika lógarkarmin undir fasta
gerðarættinum, og høvundur og
medhøvundur til fleiri bøkur og
lógarrit. Hevur harumframt havt
fleiri onnur álitisstørv t.d. formað
ur í Javnstøðunevndini og Fasta
Gerðarættinum. Nú hevði Kári
fingið álitisstarvið sum virkandi
dómari við Eystara Landsrætt.
Leikluturin hjá Kára á Rógvi,
sum virkin í Sjálvstýrisflokkinum,
verður ongantíð gloymdur.
Kári var sonur Eyðun á Rógvi
og Sunnevu Dalsgaard á Argjum.
Hann giftist við Jóhannu á Rógvi
(f. Kristiansen), tey eiga trý børn:
Bragi, Brest og Bryndis.
Sorgin og saknurin er stórur
hjá tær Jóhannu, børnunum, for
eldrum og vinum. Harrin signi og
styrki tykkum í sváru døgunum,
sum liggja fyri framman við ein
um orði úr Halgubók.
Men vit vilja ikki, brøður, at tit
skulu vera óvitandi um, hvussu er
við teimum, ið sovnað eru - fyri at
tit skulu ikki syrgja sum hini, ið
onga vón eiga.
Vit vilja á hendan hátt takka fyri
samstarv og samarbeiði og fara
altíð at minnast Kára á Rógvi við
æru, og lýsa frið yvir minni hans
ara.
Kári P. Højgaard,
form. Sjálvstýrisfloksins
KENDUR SJÁLVSTÝRISMAÐUR FARIN
Minningarorð um
Kára á Rógvi