Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Vælgerandi fótbóltur Sunnudagin verður ársins stórsteypadystur í fótbólti spældur á ovara vølli í Gundadali millum B36 og Víking. Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa í felag fyri dystinum, og ágóðin fer til vælgerandi endamál, sum í ár er Fountainhúsið Hetta er níggjunda árið á rað, at Lions Club í Føroyum saman við Fótbólts­sam­bandi Føroya skipar fyri stór­ steypa­dysti millum føroya­ meistararnar og steypa­ vinn­ararnar frá árinum fyri, og í ár stendur ársins fyrsti al­menni fótbóltsdystur ímillum meist­ar­arnar úr B36 og steypa­vinn­ararnar úr Víkingi. Eins og í øðrum londum, har spældir verða slíkir »Charity Shield-dystir«, eru tvinni endamál við dyst­ inum, og í fyrra lagi kann eitt nýtt kappingarár verða skotið í gongd við dysti mill­um tey bæði liðini, sum vunnu tað, spælt var um síðsta kappingarár. Dystur, sum verður á ovara vølli í Gundadali sunnu­dagin 22. februar klokkan 15, hevur sjálv­andi áhuga millum viðhalds­fólk­ ini hjá liðunum, ið spæla hann, men er eisini eitt gylt høvi til at forvitnast og taka pulsin, nú fótbóltsárið 2015 nærkast við bæði lands- og steypakapping. Í øðrum lagi verða peng­ar savnaðir inn til vælgerandi endamál frá teimum inn­ tøk­um, stór­steypa­dysturin gevur. Í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin frá stór­ steypa­dystinum skal fara til Fountain­húsið, sum heldur til í Heinesenshúsi í Havn og hevur verið í gongd í eitt lítið ár. Fountainhúsið Endamálið við Fountain­ hús­inum er at geva fólki við sálar­ligum avbjóðingum eina mein­ings­fulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til. Hvør ein­stakur verður stuðlaður til at skapa nakrar positivar og varandi broytingar, so møgu­leikin at megna arbeiði ella skúla og ein so sjálv­ støð­ugan gerandisdag sum gjørligt, verður betri. Virksemið í Fountain­ húsinum byrjaði í apríl í fjør, og er talan um eina sjálv­ støð­uga verkætlan yvir trý ár, hvørs høvuðsendamál er at kanna tørvin. Fountain­ húsið, sum er ein sjálv­støð­ ugur felagsskapur, hevur eitt stýri, ið fylgir við og hevur eftilit við gongdini hjá Fountain­húsinum. Sum sagt, skipa Fótbólts­ samband Føroya og Lions Club í Føroyum í felag fyri stór­steypadystinum, so Fót­ bóltssambandið tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, út­vega heiðursmerki, bólt­ ar, atgongumerki og at fáa steypið til vega. Lions Club í Føroyum tekur sær av tí prakt­iska, so sum inn­krevj­ ing, trygdarfólki og nógvum av tí, ið vanliga er upp til heima­liðið at skipa fyri. Hetta er aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men er samstundis fjórðu ferð, at Víkingur er annað av lið­unum í ársins fyrstu fótbólts­finalu, sum B36 vann fyrstu ferðina í 2007, men sum Víkingur enn eigur á at vinna. Atgongumerkini kosta 80 krónur, sum er stað sama sum til ein vanligan dyst í bestu deildini, og eisini ber til í hálvleikinum at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum. post@sosialurin.fo 2007 B36 - HB 1-1 (1-1) 0-1: Rókur av Fløtum Jespersen, 2. 1-1: Fróði Benjaminsen, 15. Brotssparkskapping: 2-1: Jákup Mikkelsen, B36 2-2: Christian Høgni Jacobsen, HB 3-2: Fróði Benjaminsen, B36 3-3: Jákup á Borg, HB 4-3: Alex José dos Santos, B36 4-3: Páll Mohr Joensen, HB (brendi) 5-4: Mikkjal K. Thomassen, B36 5-4: Rasmus Nolsøe, HB 6-4: Allan Mørkøre, B36 2008 NSÍ - EB/Streymur 4-0 (0-0) 1-0: Jónhard Frederiksberg, 56. 2-0: Óli Hansen, 66. 3-0: Øssur M. Dalbúð, 76. 4-0: Sjúrður Jacobsen, 80. 2009 EB/Streymur - HB 1-3 (0-1) 0-1: Hans á Lag, 4. 0-2: Páll Mohr Joensen, 47. 1-2: Brian Olsen, 83. 1-3: Rógvi Poulsen, 85. 2010 HB - Víkingur 2-1 (1-0) 1-0: Fróði Benjaminsen, 10. 1-1: Finnur Justinussen, 54. 2-1: Rógvi Poulsen, 85. 2011 HB - EB/Streymur 0-2 (0-1) 0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29. 0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49. 2012 B36 - EB/Streymur 1-2 (1-0) 1-0: Símun Joensen, 10. 1-1: Hans Pauli Samuelsen, 60. 1-2: Arnbjørn T. Hansen, 93. 2013 EB/Streymur - Víkingur 1-0 (1-0) 1-0: Niels Pauli B. Danielsen, 43. 2014 HB - Víkingur 1-2 (0-1) 0-1: Bárður J. Hansen, 26. 1-1: Fróði Benjaminsen, 52. 1-2: Bárður J. Hansen, 78. Stórsteypadystir: Mynd: Álvur Haraldsen