mánadagur 16. februar 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
ítróttur
Framvegis 10 í fremstu røð
Trygvi verður nú tiltakslimur
Uppskotið hjá FC Suðuroy um
at víðka bestu mansdeildina til
12 lið varð tikið av skrá, áðrenn
tað kom til atkvøðugreiðslu
Valið av tiltakslimum gjørdist heilt spennandi, tá aðalfundurin hjá FSF varð hildin leygardagin.
Teir báðir starvsnevndarlimirnir, sum ikki vórðu afturvaldir, fingu ístaðin sess sum tiltakslmir
Jákup Mørk
Eitt av stóru málunum á
aðalfundinum hjá FSF um
vikuskiftið var uppskotið hjá
FC Suðuroy, sum skeyt upp,
at besta mansdeildin verður
víðkað til 12 lið.
Orðaskiftið
um
málið
gjørdist tó ikki tað heilt
stóra. Eftir øllum at døma
var semja um at uppskotið
enn ikki var búgvið til støðu
takan, og tí varð tað tikið
av skránni aftur. Ein orsøk
til, at málið varð tikið av
skránni aftur, var, at upp
skotsstillararnir mettu, at
varð uppskotið felt, fór tað
at ganga lang tíð, áðrenn
líknandi uppskot sá dags
ins ljós aftur, og tí varð mett
skilabest, at eingin atkvøðu
greiðsla var um hetta á hes
um sinni.
Semja var tó um, at upp
skotið verður viðgjørt seinni
í ár, tá formansfundur verð
ur á skránni.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað var longu undan aðal
fundinum greitt, at tveir
nýggir nevndarlimir skuldu
í nevndina hjá FSF.
Síðani satt rok var um
bæði starvsnevnd og aðal
skrivara fyri fimm árum
síðani, hevur semja verið
millum
feløgini
um,
at
nevndarumboðini hava eitt
frammanundan ásett landa
frøðiligt býti.
Í Havn hevur Heðin D.
Poulsen verið nevndarum
boðið seinastu fýra árini,
men tað stóð longu undan
fundinum greitt, at Fróði
Danielsen verður nýggjur
maður í hansara stað.
Eisini í Eysturoynni fór
skifti fram. Tað hevur verið
ein ávís ónøgd millum fleiri
av feløgunum um, at Trygvi
Mortensen helt fast um
nevndarsessin, eftir at hann
varð settur sum høvuðs
venjari hjá NSÍ. Ikki minst
varð ført fram, at fleiri mettu
hann ógegnugan, tá hann
røkti slíkan álitissess í einum
felags, samstundis sum hann
var starvsnevndarlimur í
FSF.
Tá freistin at seta fram
uppskot til nevndarvalið
var runnin, stóð greitt, at
Kristmund Johannesen av
Skála skuldi verða nýggi
maðurin hjá Eysturoynni.
Triði
nevndarlimurin,
sum stóð fyri valið, var
Jógvan Páll Joensen, sum
er nevndarumboð hjá feløg
unum í Vágum. Feløgini
høvdu eisini skotið upp,
at hann helt fram í starvs
nevndini, og soleiðis varð
tann spurningurin avgreidd
ur uttan nakað hóvasták.
Sjálvt nevndarvalið varð
soleiðis avgreitt uttan at
kvøðugreiðslu, men tá til
takslimir
skuldu
veljast,
gjørdist talan um kampval.
Her vóru trý uppskot til
teir báðar sessirnar. Heðin D.
Poulsen var eitt av hesum, og
hann kom mest sum syngj
andi inn við 29 atkvøðum.
Hinir báðir, sum vóru
í
uppskoti,
vóru
Trygvi
Mortensen, sum altso varð
hildin nóg gegnugur til sessin
sum tiltakslim, og so Karl
Vidtfeldt, sum annars var
ein teirra, sum varð ofraður,
tá stóra uppruddingin varð
framd fyri fimm árum síðani.
Og skal metast eftir at
kvøðunum, so vóru feløgini
eitt sindur í villareiði um,
hvønn teirra tey skuldu velja.
Valið fall tó at enda á Trygva,
sum við 17 atkvøðum hevði
eina atkvøðu meira enn
kappingarneytin av Sandi.
jakup@sosialurin.fo
fótbóltur
Myndir: FSF