mánadagur 16. februar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
menn flogbóltur
Pætur Albinus
Meðan tað ikki sást í kvinnu
finaluni, at tað stóð nógv
upp á spæl, so vóru nervarnir
uttaná hjá monnunum við
dystarbyrjan. Nógvar villur
vóru at síggja fyrstu løtuna,
men hinvegin gjørdi hvørki
liðið fleiri enn hitt og tað
gekk sostatt púra javnt á.
Munurin var ongantíð meiri
enn tað eina stigið fyrr enn
SÍ legði seg á odda 14-11. Tá
tók ÍF time-out og spakuliga
vann ÍF seg inn aftur í dystin.
Tað var serliga blokkurin,
sum riggaði væl hjá ÍF hesa
løtuna, og tað bar teir eisini á
mál í hesum fyrsta settinum.
Teir vunnu nevniliga 25-21 og
løgdu seg harvið á odda 1-0 í
settum.
SÍ javnaði
SÍ kom væl frá byrjan í øðr
um setti. Hetta høvdu teir
eisini fyri neyðini, um ÍF
ikki skuldi leggja seg á odda
2-0 og harvið nærum avgera
dystin. Men júst sum teir
vóru um at byggja sær eina
góða leiðslu, so miseydnaðist
spælið so mikið, at ÍF fór
langt framum. Venjarin hjá
SÍ, Kristian Mikkelsen, var
sera ónøgdur og í einum
time-out gav hann leikar
unum ein ordans vals.
Frá at hava virkað púra
uppgevandi funnu teir nú
aftur viljan og við nógvum
bóltum á rað javnaðu teir
til 22-22. Settið gjørdist sera
spennandi, men við støðuna
24-24 hevði SÍ teir betru nerv
arnar og vann tað 26-24.
1-1 í settum.
Sørvingar omaná
Í triðja setti sást, at tað var
SÍ, sum hevði vunnið sær
sálarliga yvirtakið í dyst
inum. Teir vóru á odda so at
siga alla tíðina, bara við frá
viki við støðuna 17-17, tá ið
ÍF slapp upp á javnt. Longri
sluppu teir tó ikki, tí SÍ gjørdi
bart og vann hetta settið 25-
20. Frá at hava verið ávegis
at verið afturúr 2-0 í settum,
hevði SÍ brádliga vent øllum
á høvdið og var nú á odda 2-1
í settum.
Tað var ein útskifting,
sum gjørdi útslagið hjá SÍ.
Veteranurin Rajko Petrovic
varð settur á vøllin, og hann
skapti meiri stabilitet og stóð
seg væl í blokkinum. Somu
leiðis spældi John Olivar
Edvardsson sera væl í álops
spælinum.
Móttøkurnar
vóru góðar hjá SÍ og høvdu
teir møguleikan at seta álop
ini væl upp einamest til ein
reyðgløðandi John Olivar.
ÍF javnaði
SÍ fekk aftur eina góða byrj
an upp á settið í fjórða setti,
og tá ið teir vóru á odda 10-5
bendi alt á, at teir vóru væl
ávegis steypagullinum. Men
júst sum tað sá somikið bjart
út hjá sørvingum, so rapaði
fullkomiliga fyri teimum –
ÍF vann heili sjey bóltar á rað
kom á odda 12-10.
SÍ vann seg framum aftur
við einum bólti, men tað
var ÍF, sum heilt greitt var
betur fyri seinnu helvtina av
hesum settinum og eisini av
gjørdi tað við 25-19.
Hjá SÍ lá framhaldandi
nógv ábyrgd á herðunum hjá
John Olivari Edvardssyni,
meðan Boban Ilic av álvara
vísti sítt virði hjá fuglfirðing
um og avgjørdi fleiri bóltar.
Avgerandi sett
Í avgerandi setti hevði SÍ
lítla munin, ið skilti liðini
bæði. Fyri tað mesta var SÍ
frammanfyri við einum ella
tveimum bóltum, og tá ið lið
ini bæði nærkaðust teimum
15 stigunum uttan at ÍF fekk
samband við SÍ, bendi alt á
tann bógvin, at gullið skuldi
fara til Miðvágs. Hóast sør
vingar hildu seg hava vunnið
15-12 og áskoðarar runnu á
vøllin, so máttu hesir rekast
av aftur vøllinum, tí at dóm
Eins og í kvinnufinaluni, so gjørdist talan um ein
gysara í steypafinaluni hjá monnum. ÍF hevði
bast SÍ í finaluni undanfarnu tvey árini, men
hesaferð eydnaðist tað sørvingum at vinna ímóti
fuglfirðingum við minst møguliga muninum
Loksins
bragdaði hjá
sørvingum
Eftir tætta finalu: