mánadagur 16. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
kvinnur flogbóltur
Pætur Albinus
Hóast umstøðurnar vóru
heldur óvandar í mun til
hvat tær annars eru vanar
við í øllum øðrum dystum,
so vóru ikki nakrir byrjunar
nervar at hóma. Dysturin
byrjaði ógvuliga javnur, og
tað var einki at taka seg
aftur í, at støðið var høgt.
Fleiri drúgvir og spennandi
bóltar fóru nærum aðru
hvørja ferð til hvørt liðið, og
tað vóru ikki fleiri enn tvey
stig á muni fyrr enn ímóti
endanum av settinum. Tað
var tó mest Dráttur, sum var
omaná, og hóast TB javnaði
aftur til støðuna 18-18, so
streyk Dráttur avstað at
enda og vann fyrsta sett 25-
19.
Hjá TB var tað, sum vænt
að, Gudrid Nolsøe, ið var
ógvuliga eyðsýnd. Bóltarnir
vórðu flest allir settir upp til
hana, fyri síðani at bólturin
varð avgjørdur til annað
liðið. Hjá Drátti kom 16 ára
gamla
Anna
Súnadóttir
Hansen væl frá byrjan, og
vóru tað serliga servur henn
ara, ið sótu væl.
TB javnaði
Í øðrum setti vóru aðrir
bollar komnir í suppuna hjá
TB. Tær løgdu fyri sum eitt
ódnarveður og komu skjótt
á odda 4-1, tá ið venjarin hjá
Drátti, Ragnar í Haralds
stovu, varð noyddur at taka
time-out fyri at fáa skil upp á
tingini. TB helt munin til 7-4,
men tá kom fjáltur í spælið
hjá TB, og hóast time-out
sluppu tær ikki undan at
koma afturút 7-9. TB ress
aðist tó við aftur og við støð
una 9-9 var alt púra opið
aftur og sera spennandi.
Hesa løtuna fekk TB
spælið at koyra, og tað úrs
litaði seg í eini lutfalsliga
stórari leiðslu áljóðandi 15-11,
men aftur hesaferð tveittu
tær leiðsluna fyri borð og
løtu seinni var Dráttur á
odda 16-15. Tað bendi á tann
bógvin, at Dráttur skuldi
leggja seg á odda 2-0 í settum
tá ið tær vóru á odda 23-21,
men eftir eitt time-out við
moralskum práti frá guru
Gudrid Nolsøe fann TB sítt
eyðkenda spæl fram og vann
teir næstu fýra bóltarnar
og harvið settið 25-23. Settið
endaði við eini kanónservu
frá Marin Dimon, og hetta
var kanska ávaringarskotið
til vágagenturnar um, at nú
vóru TB-genturnar heitar. 1-1
í settum!
Stórspæl
Aftur í triðja setti kom TB
best frá byrjan. 3-0 var
støðan, men tað var eins og
eingin slapp avstað við stór
ari leiðslu í hesum dystinum.
Eiheldur tá ið TB var á odda
10-6, tí tá trein Jórunn
Elisdóttir Vang fram við fýra
góðum servum, ið fekk TB at
standa á halinum, og so var
brádliga 10-10.
TB kom aftur á odda 13-
10, men tá kom besta løtan í
dystinum hjá Drátti, sum við
stórspæli legði seg á odda
heili 21-15. Leiðsluni hildu
tær fast um og vunnu settið
25-20, soleiðis at tær nú vóru
á odda 2-1.
TB svarar aftur
TB hevur fyrr í ár framt
comeback, so hóast Dráttur
var á odda 2-1, so máttu tær
vera á tærnum og hugsavna
seg í fjórða. Tær fingu tó ikki
vart fyri at TB aftur hesaferð
fekk framúr byrjan, og við
fýra framúr servum servaði
Gudrid Nolsøe TB á odda 4-0.
Steypafinalan hjá kvinnum gjørdist ein sannur
gysari. Dráttur var á odda bæði 1-0 og 2-1 í
settum, men TB noktaði at geva seg og neyðugt
var við einum 5. og avgerandi setti. Her var
gongdin aftur jøvn, men Dráttur dró longra stráðið
og vann sítt fyrsta steypagull síðani 2007
Dráttur
vann steypa
gullið eftir
rimmar finalu