mánadagur 16. februar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
ítróttur
flogbóltur kvinnur
TB - Dráttur 2-3
(19-25, 25-23, 20-25, 25-17, 11-15)
TB
Femja Mortensen
Marin Dimon
Halldis Michelsen
Rannvá Berg í Heiðunum
Bára H. Jacobsen
Teresa Magnussen
Gunnvør Joensen
Katrin Petersen
Rebekka Magnussen
Gudrid Nolsøe
Sharon Holm
Julia Mortensen
Sofía Maria Ferjá
Sofía Berg í Heiðunum
Venjari: Gudrid Nolsøe
Dráttur
Joan Johannesen
Helga Nordendal
Sólgerð Henriksen
Kristina Mouritsen
Petra Súnadóttir Hansen
Ruth Thomassen
Bettleyð Ellingsgaard
Anna Súnadóttir Hansen
Herberg á Mýrini
Hildigunn Poulsen
Barbara Herdalur Poulsen
Jórunn Elisdóttir Vang
Venjari: Ragnar í Haraldsstovu
Ein av mest eyðsýndu leik
arunum hjá Drátti í finaluni
var Helga Nordendal, sum
á kantinum var ein støðug
hóttan í álopinum. Hon var
sum vera man ovurfegin um
sigurin.
– Hetta var fantastiskt og
virkuliga stuttligt. Eg havi
ikki verið so nógv við í ár, og
byrjaði at venja nú januar.
Tað er fantastiskt sum tær
ungu hava tikið seg fram
og tikið ábyrgd. Saman við
teimum rutineraðu, so var
tað nokk í dag, segði Helga
og metti, at breiddin gjørdi
útslagið:
– Munurin í dag var
breiddin. Tær hava nógvar
ungar fantastiskar leikarar
og Gudrid bar tað langt í dag,
men tað var ikki nokk bara
við henni, segði hon og stað
festi:
– Tað er ein styrki at hava
góða breidd. Vit hava ein
góðan bonk, meðan tær hava
nógvar ungar á bonkinum.
Hesum var venjari henna,
Ragnar í Haraldsstovu, púra
samdur í:
– Eg haldi, at vit høvdu
breiðari hóp. TB hevur eisini
nógv gott fólk, men eg haldi
okkara royndu leikarar vóru
fleiri í tali, og tað var tað, sum
avgjørdi, segði hann við Rás 2
eftir dystin.
albinus@sosialurin.fo
Meðan høvuðsvenjarin hjá
TB, Gudrid Nolsøe, sjálv
spælir á vøllinum, er tað
Patrik Johannesen, sum stýr
ir frá síðulinjuni. Hann helt,
at tær hjá TB blivu bangnar
tá ið á stóð.
– Eg haldi, at tær blivu
bangnar at spæla tá ið tær
vóru aftanfyri 12-9, og tað
var tað, sum avgjørdi dystin,
segði hann við Rás 2 eftir
dystin.
Eisini vóru tað vantandi
royndirnar, sum var teimum
ein meinbogi, metti hann.
– Tað eru Katrin og
Gudrid, sum hava royndir.
Hinar hava bara verið á
U-landsliðum, men tað kann
ikki brúkast til nógv at
snakka um rutinu her. Tað
hevur avgjørt verið ein mun
ur í dag, helt hann.
Hann varð at enda biðin
um at lýsa styrkirnar hjá
Drátti.
– Tað er tað, at tær fáa alt
upp. Gudrid bombaði fleiri
bóltar yvir um, men tær fáa
alt upp og kempa altíð, segði
Patrik.
Breiddin
var munurin
Tær fáa
alt upp
Helga Nordendal
Patrik Johannesen
Eitt gott grundarlag undir
settinum, og tá ið TB nú
eisini fekk sítt spæl at rigga,
so hugdu tær seg ikki um
bak – tær struku tær avstað
og komu á odda 9-2, 12-3, 14-
6, 17-8 og soleiðis helt støðan
sær til TB vann fjórða sett
trygt 25-17.
Tískil var greitt, at neyð
ugt var við einum fimta og
avgerandi setti fyri at finna
út av hvaðar steypagullið
skuldi fara.
Drama
Í avgerandi setti var tað
loksins Dráttur, sum fekk
bestu byrjanina upp á eitt
sett. Tær komu á odda 4-1,
tá ið TB tók time-out fyri
at steðga gongdini hjá mót
støðuleikarunum og fyri at
fáa betri greiðu á sítt egna
spæl. Dráttur helt tó leingi
fast um leiðsluna, men tá ið
TB minkaði heilt niður í 10-9
var vandi kanska vandi fyri,
at fjáltur kom í Drátt, men
soleiðis varð als ikki. Heldur
hinvegin vístu tær seg at
vera suverenar í tí avgjørt
mest avgerandi løtuni, og við
15-11 í hesum avgerandi sett
inum kundu tær hálsfevnast
og fegnast um ein 3-2-sigur.
Ein rimmar finala var at
enda komin, har Dráttur dró
longra stráðið og tryggjaði
sær fyrsta steypagullið síð
ani 2007.
Dagsins
leikarar
vóru,
kosnar av flogbóltssamband
inum, hjá TB veteranurin
Gudrid Nolsøe og hjá Drátti
bara 16 ára gamla Anna
Súnadóttir Hansen.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen