Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Vit spældu heilt ótrúliga illa í dag. SÍ spældi væl og teir vunnu uppiborið. Til lukku til teir. Bartal Eliasen, silvurvinnari við ÍF Lagt til rættis: Tróndur Arge Andrea Pirlo: I think therefore I Play Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Andrea Pirlo er ein tann mest elskaði fótbóltsspælarin í hesi øldini í altjóða fót­ bólti. Hann er saman við fót­bólts­spælarum sum Xavi Hernandez úr Barcelona og Paul Scholes úr Manchester United, eitt slag av fót­bólts­ spælarum, sum tað ikki eru nógvir av. Í bókini greiðir italski miðvallarin frá nøkr­ um av hasara størstu og ring­astu løtunum í fótbólts­ lív­inum hjá honum. Hann hevur roynt at vunnið HM við Italia og Champions League við AC Milan, men hann hevur eisini roynt at brent eitt brotsspark í eini Champions League finalu. Ein finalan, sum hann sigur ikki gevur meining, og sum næstan tók fótbóltshugan frá eleganta miðvallaranum. Tað var Champions League finalan í 2005, tá AC Milan var á odda 3-0 í hálvleikinum, men endaði við at tapa upp á brots­sparkskapping. Hann hevur somuleiðis roynt at skotið eitt av teimum frekastu brotsspørkunum, tá hann í EM endaspælinum í 2012 gjørdi ein »Panenka«, ið er at lyfta bóltin mitt í málið. Hetta gjørdi hann móti Ong­landi, men tað var ein heilt serlig orsøk til at hann valdi at gera tað. Andrea Pirlo hevur ein heldur øðr­ vísi hug­burð til lívið og fót­ bóltin. Hann er ein, sum hugsar nógv um lívið, men sam­stundis, so elskar hann at spæla Playstation saman við Alessandro Nesta. Les hana um... Um tú javnan leitar eftir Andrea Pirlo á Youtube, um tú fjepp­ari av italsku fótbólti ella fekst autograf frá hon­ um, tá italska landsliðið var í Føroyum. Ikki lesa hana um... Tú ikki hevur nakran áhuga fyri italskum fótóblti, ella orkar at huga um tankarnar aftanfyri eina avgerð. Hvussu er hon at lesa... Hon er skrivað upp á ein eitt sindur serligan hátt, har inn­ gangurin ikki gevur meining fyrr enn tú hevur lisið allan kapitulin. Tí mást tú fylgja eitt sindur við, tá tú lesur. Hvat sigur tú? Føroyingar tykjast hava meiri áhuga fyri enskum fót­bólti og Premier League røvara­ søgum, har menn ganga á pub og roksast. Hendan bókin er ikki av sama slag, men avgjørt verd at lesa um tú dámar Andrea Pirlo ella italskan fótbólt. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvør vann steypafinaluna hjá kvinnum í flogbólti? 2 Hvat fyri felag legði fram uppskot um at økja Effodeildina upp í 12 lið? 3 Hvør er í útsettu finaluni í Klaksvíkskappingini? 4 Hvør vann steypafinaluna hjá monnum í flogbólti? 5 Heimskendi fótbóltsspælarin, Cristiano Ronaldo, hevði umstríddan føðingardagin herfyri. Hvussu nógv ár er hann nú? 6 FSF hevði aðalfund leygardagin. Hvat nummar aðalfundur var hetta í søguni hjá FSF? 7 Jónas Tór Næs hevur umframt B36 og EB/Streymi, umboðað tvey onnur feløg í bestu deildini í fótbólti, hvørjum? 8 Hvør er viðkomandi á myndini? Quizzin, svar: 1: Dráttur, 2: FC Suðuroy, 3: HB-KÍ, 4: ÍF, 5. 30 ár, 6: 36. aðalfundurin, FSF er stóvnað í 1979, 7: AB (2007) og NSÍ (2008), 8: Bartal Eliasen Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Andrea Pirlo er altjóða viður­kendur fótbóltsspælari, sum hevur vunnið tað mesta, sum tú kanst vinna. Hann vann HM við Italia í 2006 og Champions League við AC Milan í 2007. Hann fær serliga viður­kenning fyri at vera so elegantur, sum hann er á vøllinum. Hann hevur bara spælt í italskum fótbólti, men hevur verið á veg til bæði Barcelona og Real Madrid. Í dag spælir hann við Juventus og vinnur eitt meistaraheiti fyri og annað eftir. ★★★★★★ Hvat var hæddar­ punktið í 2014 og hví? Hæddarpunktið var av­gjørt steypadysturin ímóti NSÍ. Vit vóru aftanfyri 0-3 til tað vóru 12 minuttir eftir. Síð­ani avgjørdu vit dystin í longdu leiktiðini. Eitt come­back av teimum stóru. Eis­ini var tað eitt fan­tast­iskt upp­livilsi, at fáa sátt­mala við Jammer­ bugt FC, og ar­beiða saman við dugna­lig­um venjara og spælarum. Av­gjørt ein tíð, har eg lærdi eina rúgvu. Hvat var tað ringasta í 2014 og hví? Sum heild var 2014 eitt jaligt upplivilsi. Eg haldi, at so leingi tú ert frískur og kann fara á vøllin uttan trupul­ leik­ar, so skal tú kenna teg hepnan og njóta tídina best gjørligt. Havt fyri mál hevur tú sett tær fyri 2015? Fyri 2015 havi eg sett mær sum mál, at verða ein týð­andi apælari her í FC Suðuroy, og vónandi fara vit saman sum lið, at fáa eitt gott kapp­ing­ar­ ár. Nú havi eg vant vid teim­ um nakrar ferðir, og eg eri bilsin av hvussu góðir teir eru. So eg eri avgjørt við gott mót. Hvat gleðir tú teg mest til í 2015? 2015 verður avgjørt eitt øðr­ vísi ár, tí eg eri fluttur til Suður­oyar at spæla. Tað er ein stór broyting fra tí eg eri van­ur við. Fólkini eru blíð og lið­ið sær spennandi út, so eg síggi fram til tað heila. Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd? Jákup Mikkelsen. Ikki bara ein fan­tast­iskur spæl­ari, men eis­ini ótruliga fittur og hjálp­samur uttan­fyri vøll­ in. Havi ver­ið so held­ig­ur, at hava spælt sam­an við hon­um á lands­lið­num og ÍF. Altíð verið klárur at tosa og hjálpa teimum ungu, um brúk hevur verið fyri tí. Ein føroysk legenda. Navn: Høgni Madsen Føddur/Aldur: 4. feburar 1985 /30 ár Ítróttargrein: Fótbóltur – Eg haldi at vit spæla betri flogbólt enn ÍF, men okkara niðurtúrar eru størri enn teirra. Í dag hava vit tó betri kondi enn fuglfirðingar. Kristian Mikkelsen, venjari hjá SÍ monnum, sum vunnu 3-2 á ÍF í steypafinaluni í flogbólti – 805 milliónir fólk lýða av hungursneyð. Næstu ferð tú hugsar um meg, hugsa so heldur um tey. Zlatan Ibrahimovic í nýggjari lýsing fyri WFP (United Nations World Food Program) ?