mánadagur 16. februar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Pál Joensen, størsta ítróttarstjørnan Føroyar
nakrantíð hava átt. Óli Johannesen, fyrsti føroy
ingurin at spæla 83 fótbóltslandsdystir. Tað enn
metið – tó nú saman við Fróða Benjaminsen.
Hetta eru bara tvey greið dømir um, at suður
oyggin eigur nøkur av okkara størstu ítróttarfólkum.
Tí er tað alneyðugt, at vit lurta væl, tá eitt neyðarróp
kemur úr suðri. Hesa ferð er tað FC Suðuroy, sum
ynskir at økja bestu deildina í fótbólti upp í 12 lið.
Fyri fáum árum síðani, so var tað TB, sum kom við
sama ynski. Argumentini eru tey somu, og tað er
eitt greitt neyðarróp um at fáa suðuroynna við í
fótbóltsfamiljuna.
Tað eru argumentir bæði fyri og ímóti at økja
Effodeildina upp í 12 lið. Tað taki eg ikki støðu til
her, men eg haldi tað er alneyðugt at vit lurta eftir
hvat verður sagt. Vit eru undir hálvthundrað túsund
fólk í Føroyum, so vit hava ikki ráð, at nakað økið
í landinum verður forsømt, tá vit skulu menna
ítróttarfólk.
Ójavnin í umstøðunum kom fyri so vítt eisini
fram í steypakappingini í hondbólti. Enn eitt tekin
um, at tað eru frustratiónir, sum ítróttarføroyar má
taka fyrilit fyri. her skal tó sigast, at HSF júst hevur
tikið atlit til VB. Tað er at gleðast um.
Ríkt ítróttarlív í suðri
Umframt Pál Joensen og Óla Johannesen, so eru
dømini so nógv. Jón Hestoy hevur gingið á odda bæði
sum svimjari, sum formaður í svimjisambandinum
og nú sum altjóða dómari. Kvinnurnar hjá VB hava
verið partur av nøkrum av teimum mest spennandi
dystunum, sum hondbóltur hevur havt at bjóða.
Uttan VB var kvinnuhondbóltur fátækur.
Bara um vikuskiftið var flogbóltsliðið TB partur
av fleiri steypafinalum á kvinnusíðini, og tær vunnu
eisini tvey steypagull.
Fótbólturin í suðri hevur eisini ment nakrar
av okkara bestu fótbóltsspælarum. Fyri uttan Óla
Johannesen so kunnu menn sum Jan Allan Müller,
Rúni Nolsøe, Pól Thorsteinsson, og Símun Samuelsen
eisini nevnast. Allir føroyskir landsliðsspælarar.
Bæði Lukasz og Adrian Cieslewicz hava somuleiðis
ment seg við at spæla fótbólt har suðri.
Tað er tó ikki bara á vøllinum ella í hylinum, at
suðringar ganga á odda. Í løtuni er fyrsti svimji
hylurin við altjóða mátum við at gerast veruleiki. Eg
ivist ikki í, at havnarmenn koma sjabbandi aftaná
og gera ein størri og flottari svimjihyl, men tað er
bara tí at suðringar komu við sínum fyrst. Tað er eitt
satt bragd, at tankarnir har suðri eru gjørdir um til
veruleika.
Eisini eru tveir av okkara fremstu uttan fyri
vøllin úr suðri. Jón Bjarnason, sum hevur vant Pál
Joensen í nógv ár, og so Magni Mohr, ið arbeiðir og
hevur arbeitt saman við nøkrum av teimum størstu
og fremstu fótbóltsfeløgunum í heiminum sum
ítróttarfysiolog.
Menn sum Tomislav Sivic og Krzysztof
Popczynski broyttu føroyskan fótbólt, tá teir komu
til Føroyar sum bæði spælarar og venjarar. Hvør fekk
teir til landið?
Nú havi eg sjálvandi ikki nevnt øll – hvørki
ítróttargeinar ella persónar, men hetta er bara nøkur
av teimum nøvnunum og feløgunum, sum eg kann
koma í tankar um beint her og nú.
Tað stutt av tí langa er, at vit skylda suðringum
at lurta eftir, tá teir koma við sínum sjónarmiðum, tí
undir torførum umstøðum hava teir givið ítróttinum
í hesum landinum nógv!
Mugu taka
neyðarrópini
í álvara
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Slóðbrótandi
flyting fyri FCS
H71 bjóðar av
til finalusessin
Júst
sum
in.fo
skrivaði
fríggjadagin,
so
verður
Høgni Madsen partur av
hópinum hjá FC Suðuroy
komandi kappingarár. Høgni
var annars ávegis til HB, tá
havnarfelagið hálsaði um.
Høgni
Madsen
spældi
farna kappingarár við EB/
Streymi í fyrru hálvu, og
við Jammerbugt í Danmark
í seinnu hálvu. Hann hevur
eisini umhugsað møguleikan
at fara aftur til Maltan at
royna seg, har hann hevur
spælt fyrr.
Símun Samuelsen, spæl
andi hjálparvenjari hjá HB,
heldur fyri at talan er um
eina slóðbrótandi flyting í
føroyskum. Tað segði hann í
Fótbóltspanelinum, sum var
á Rás2 fríggjadagin.
– Eg kann ikki minnast,
at ein so stórur profilur sum
Høgni Madsen hevur skift
til eitt felag í suðri, uttan at
hava havt tilknýti til felagið
ella umhvørvið fyrr, sigur
Símun
Samulesen,
sum
sjálvur er uppvaksin í Vági
og spældi við VB sum yngri.
Úr FC Suðuroy verður tó
boðað frá, at Noah Olawale
Ojuola úr Nigera, sum hevur
vant við felagnum í eina tíð,
er farin av landinum aftur.
– Hann hevði onkur óav
kláraði viðurskifti við felagið
hjá sær í Malta, sum ikki
stóðu til at loysa, sigur Julius
Vest Joensen, formaður í FC
Suðuroy.
Í staðin kemur Christian
Ibeagha,
sum
somuleiðis
er miðverji úr Nigeria, at
royndarvenja við FC Suður
oy. Felagið hevur í løt
uni
Mamuka
Toronjadze
og
Valerian
Lobashvili
úr Georgia somuleiðis til
royndarvenjing.
trondur@sosialurin.fo
Hoyvíkingar
hava
leingi
verið í hølunum á Kyndli í
stríðnum um at røkka einum
sessi í FM-finaluni, og skuldi
hesin møguleikin framvegis
standa opin, so var alneyð
ugt við sigri í gjár. Og hetta
eydnaðist hjá hoyvíkingum,
tá teir vunnu rættiliga sann
førandi.
Munurin
var
sjáldan
tann heilt stóri, men eftir
at vertirnir seinastu løtuna
undan steðginum togaðu
avstað,
mengaði
Kyndil
ongan tíð av álvara at svara
aftur. Trý og fýra mál vóru
støðugt á muni, og so kundu
fjeppararnir hjá heimalið
num fegnast, tá stigini vórðu
veruleiki.
Besti málskjútti hjá H71
var Mark L. Marcher, sum
skeyt 7 mál. David Edvardsen
skeyt 6 av málunum hjá
Kyndli.
Á Skála vann StÍF sann
førandi sigur á Team Klaks
vík.
trondur@sosialurin.fo
Úrslitini í gjár:
Menn:
H71-Kyndil 22-18 (11-8)
StÍF-Team Klaksvík 31-24
Kvinnur:
StÍF – VB: 26-17
Stjørnan – Kyndil: 14-28