leygardagur 3. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 125 - 3. juli 2004
Nr. 125 - 3. juli 2004
3
Til jóla stendur eitt
spildurnýtt Mazda-
hús liðugt við Vegin
Langa í Hoyvík
BILAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað sigur Mazda Motor
Danmark í tíðindaskrivi í
sambandi við, at Bilasølan
v/Øssur Johannesen í gjár
tók yvir umboðið fyri
Mazda í Føroyum, sum
Johannus Berg hevur havt
síðani 1968.
– Útnevningin av nýggja
Mazda-umboðnum í Før-
oyum er eitt lið í eini
organisatiónsbroyting, har
sølan av Mazda í Føroyum
verður løgd undir Mazda
Skandinavien við tilvísing
til danska Mazda-innflyt-
aran, Mazda Motor Dan-
mark, sigur Jannik Olsen
frá Mazda Motor Danmark.
– Bilasølan v/Øssur Jo-
hannesen, sum framman-
undan umboðar merkini
VW, Audi og Seat, er farin í
gongd við at byggja eitt
sjálvstøðugt Mazda-hús,
sum skal hýsa bilasøluni
hjá Mazda í Føroyum.
Nýggja Mazdahúsið skal
standa liðugt til jóla, verður
sagt í tíðindaskrivinum frá
Mazda Motor Danmark.
Víðari verður sagt frá
danska Mazda-innflytar-
anum, at broytingin í orga-
nisatiónini og tilnevningin
av nýggjum Mazda-for-
handlara í Føroyum eisini
merkir, at allar garanti- og
reklamatiónsumvalingar
upp á Mazda-bilar frá 1.
juli at rokna bara kunnu
gerast hjá Bilasøluni v/
Øssur Johannesen.
– Dagførda, modernaða
verkstaðið undir leiðslu av
Anton Jacobsen og Jakku
Guttesen fer frá byrjan at
hava tveir útbúnar Mazda-
serfrøðingar. Samstundis er
søla, tænasta og skrokk-
verkstað savnað á einum
stað, sigur Jannik Olsen frá
Mazda Motor Danmark.
Øssur skal byggja
Mazda-hús
Øssur Johannesen fer nú at
byggja ein bygning, sum skal
hýsa mazda-søluni, á
økinum við Vegin Langa, har
Bilasølan heldur til.
Bygningurin skal standa
liðugur til jóla
Mynd: Jens Kristian Vang
Út í heim at hitta javnaldrar
Elsti bilur í Føroyum, 89
ára gamli Ford T bilurin
hjá Hans Elmar Poulsen á
Vatnsoyrum, fór fríggja-
morgunin til Danmarkar
við Norrönu, har hann
skal hitta javnaldrar
FERÐING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Vit verða eini 12-13 gamlir
Ford T bilar, sum hittast til Ford
T treff nærindis Thisted í Norð-
urjútlandi næsta vikuskifti, sigur
Hans Elmar Poulsen, sum eigur
elsta bilin í landinum, ein Ford T
frá 1915.
Hans Elmar Poulsen hevur
stóran áhuga fyri gomlum bilum,
og hann fann hendan bilin í
Danmark, tá hann fyri 12 árum
síðani leitaði eftir einum Ford T
lastvogni, sama slag sum fyrsti
bilurin, ið kom til Føroya í 1922.
Seinni fann hann lastvognin, ið
er júst sama slag bilur, sum tann,
ið Johannes Olsen og Júst
Sivertsen fingu til Føroya 6. mai
í 1922.
Hans Elmar Poulsen í bíðirøðini til
Norrönu í gjáramorgunin í gamla
Ford T bilinum, sum verður 90 ára
gamal í november næsta ár
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
3
2