Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 5 Ein kvinna og ein maður vórðu fyri fýra árum síðani helst dømd av órøttum fyri kynsligan ágang fleiri børnum. Málið skal ganga um aftur, tí nú siga dóttir og tveir synir, at tey søgdu ósatt um mammu sína og mann henn- ara LYGNIR Eyðun Klakstein Serligi Kærurætturin hevur gjørt av, at eitt sakarmál ímóti einari kvinnu og manni í Føroyum skal ganga umaftur, tí høvuðs- vitnini í málunum søgdu ósatt. Tíðindastovan Ritzau skrivar, at Eystari Lands- rættur í mai mánaði í 2000 dømdi kvinnuna og mannin seka í at hava kynsliga mis- nýtt fleiri børn. Kvinnan fekk tvey ár í fongsli og maðurin nýggju mánaðir. Hjúnini søgdu seg alla tíðina vera ósek, men rætt- urin valdi at trúgva teimum trimum børnunum, sum greiddu frá um kynsligu misnýtsluna. Viðurkendu lygnir Hjúnini hava sitið dómin, men nú eru nýggjar upplýs- ingar komnar fram í mál- inum, og tað hevur fingið Kærurættin at leggja upp í og áseta nýtt sakarmál. Hetta er sera óvanligt. Gentan og tveir dreingir, sum vóru høvuðsvitni í málinum, hava viðurkent, at tey søgdu ósatt um mammu sína og mann hennara, og at tað var stjúkmamman, sum noyddi tey at lúgva. Eitt ár eftir at Landsrætt- urin kom við sínum dómi, fór dóttirin til løgregluna í Íslandi og segði, at hennara frágreiðing um mammuna var íspunnin. Seinni viður- kendu báðir synirnir eisini, at teir høvdu logið. Kærurætturin heldur, at var hetta komið fram undir sjálvur rættarmálinum, so vóru kvinnan og maður frífunnin, og tí skal nýttar rættarmál verða. Krevja endurgjald Bjørn á Heygum er sakfør- ari hjá manninum, og hann væntar, at málið verður tikið upp aftur í heyst. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Bjørn á Heygum, men hann sigur við Ritzau, at hann roknar við, at kvinnan og maðurin verða frífunnin – Og so fara vit at krevja endurgjald, tí tað er ein natúrliga fylgja av dómin- um, sigur hann við donsku tíðindastovuna. – Tað er nógv, sum bendir á, at tað er hent eitt mistak hjá ákærumyndugleikan- um, í býarrættinum og í landsrættinum, sigur Bjørn á Heygum. Shetland Develop- ment Trust umhugsar at seta eina millión pund afturat í Smyril Line NORRÖNA Hans Kárason Mikkelsen Ein grunnur í Hetlandi kannar møguleikarnar fyri at seta meira pening í Smyril Line, sum kann geva avkast. Tað skrivar Shetland News. Tað er Shetland Development Trust, sum í løtuni kannar føroysk viðurskifti, og hvussu nógv virði Smyril Line skapar í Føroyum. Shetland Development Trust fer møguliga at seta £1 millión í felagið, um- framt tær £4.2 milliónirnar, sum grunnurin setti í Smyril Line fyri trimum árum síðani. – Vit mugu rættvísgera okkara íløgu í Smyril Line. Vit halda, at felagið skapar munandi ágóðar í samband við flutning og ferðavinnu. Men vit vita ikki, hvussu nógv, sigur Neil Grant frá Shetland Development Trust. Hallið hjá Smyril Line í fjør var meir enn 30 milli- ónir krónur, sjálvt um fe- lagið setti met í aktiviteti. Orsøkin er helst, at Smyril Line hevur trupult við at fáa fólk at sigla um vetrar- hálvuna. Men Neil Grant sær ljóst upp á tað, sjálvt um hann bert hevur £2.6 milliónir at ráða yvir næsta ár. Um íløgan í Smyril Line gerst veruleiki, fer £1 millión av teimum £2.6 milliónunum til Smyril Line. – Eg eri sera bergtikin av, hvussu nógv fólk ferðast við Smyril Line ár eftir ár. Og hetta árið er longu mun- andi betri enn undanfarna ár. Um summarið riggar tað sera væl, men trupulleikin liggur um veturin, sigur Neil Grant við Shetland News. Ein millión afturat til Smyril Line Lygnir sendu konu og mann í geglið – Keyparin er prinsipielt tann, sum treytaleyst avgerð, hvør vøra verður keypt og seld kundunum, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum í sambandi við stríðið um ølsøluna í Føroya- húsinum. Hann undirstrikar tó, at málið ikki fevnir um heimildirnar hjá Kappingarráðnum ØLSØLA Heini í Skorini heini@sosialuri.fo Í Sosialinum í gjár gjørdi stjórin á Restorff´s Bryggj- aríi, Johan Mortensen, vart við sína ónøgd um, at Rest- orff´s øl ikki verður selt í Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn. Orsøkin er sambært Johan, at leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein, er privati um- boðsmaðurin í Danmark hjá kappingarneytanum Føroya Bjór. Johan metir tað ikki vera rættvís kapp- ing, at ein leiðari á einum húsi, sum fær stuðul á fíggjarlógini, samstundis er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjór og selur og keypir fyri egna rokning. Martin Fjallstein vísir har- afturímóti á, at teir uttan eydnu hava roynt at selja Restorff´s ølið, og at tað er orsøkin til, at bert Føroya Bjór verður selt í miðdepl- inum fyri útisetar í Dan- mark. Í blaðnum í gjár kámað- ust møguliga mørkini mill- um ein almennan stovn og ein sjálvognarstovn. Før- oyahúsið er ein sjálvognar- stovnur, sum bæði vinnur gjøgnum egið virksemi, men sum eisini fær 1,5 millión á fíggjarlógini í stuðuli frá Mentamálaráðn- um árliga. Viðvíkjandi ábyrgd broytist støðan munandi, tá talan er um ein sjálvognarstovn heldur enn ein almennan stovn, sum beinleiðis er tengdur at landsstýrinum. Keyparin ger av Ein partur í ósemjuni mill- um Johan Mortensen og Martin Fjallstein, leiðara í Føroyahúsinum, er at finna í spurninginum, hvørt talan er um rættvísa og javnbjóð- is kapping, tá Restorff ikki sleppur at selja í Føroya- húsinum, sum verður stuðl- að við almennum peningi. Spurdur, um hann kann greiða frá ásetingunum í kappingarlógini, og hvønn myndugleika Kappingar- ráðið hevur, sigur Terje Sigurðsson á Kappingar- ráðnum, at heimildirnar hjá ráðnum og føroyska kapp- ingarlógin bert fevna um Føroyar, og at ráðið tí ikki kann ávirka viðurskifti í t.d. Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn. Terje Sigurðs- son vísir í hesum høpi á prinsipiellu kappingaráset- ingarnar. – Prinsipielt er tað keyp- arin, sum avgerð, hvør vøra verður keypt og seld til kundarnar, er ítøkiliga svar- ið hjá Terja Sigurðsson. Hann sigur sostatt, at ein keypari hevur fullar heim- ildir at keypa og selja, sum mett verður er best. Skerd kapping Men Terje vísir eisini á, at eitt ávíst rák í ølheiminum setur kappingina í vanda. – Tað er ein alt greiðari tendensur, at tað er bein- leiðis samband millum bryggjaríini og sølustøðini, og tað er við til at skerja kappingina. Vit hava eisini líknandi dømi um hetta í Havn, har okkurt sølustað bert selur Føroya Bjór, meðan annað bert selur Restorff, sigur Terje Sig- urðsson á Kappingarráðn- um. At ein keypari úr Dan- mark keypir vørur úr Før- oyum at selja, og at hann velur at keypa frá einum einstøkum leverandøri, er tí sambært Terja ikki í stríð við nakrar kappingarreglur. Samstundis fevnir føroyska kappingarlógin í hesum føri ikki um hetta einstaka málið. Tí ynskir Terje ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið um øl- stríðið og Føroyahúsið, men vísir hann bert til prinsipiellu reglurnar um kapping. Hesar reglur tykjast eftir øllum at døma ikki verða í stríð við framferðarháttin í Føroyahúsinum. Kappingarráðið: Keyparin fullan avgerðarrætt – Prinsipielt er tað keyparin, sum treytaleyst avgerð, hvør vøra verður keypt og seld til kundarnar, sigur Terji Sigurðsson á Kappingarráðnumí sambandið við ølstríðið og ølsøluna í Føroyahúsinumí Keypmannahavn Mynd: Jens Kristian Vang Nevndin eigur at svara Mentamálaráðharr in hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið um Føroyahúsið og ónøgdina hjá Johan Mortensen, men hann heldur tað ávirka støðuna munandi, at Føroyahúsið er ein sjálvognarstovnur og ikki ein almennur stovnur ØLSØLA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo – Mangt verður ein spurdur um sum mentamálaráðharri, eru fyrstu orðini hjá Jógvan á Lakjuni, tá viðmerk- ingar skulu fáast frá honum um ølsøluna í Føroyahúsinum, sum Restorff´s Bryggjarí ikki sleppur at selja øl í. – Mær hevði dámt best, um teir als ikki drukku øl, sigur Jógvan á Lakjuni flennandi, áðrenn hann fer yvir í tann meiri álvarsama andan. Sjálvognarstovnur Mentamálaráðharrin kastar ljós á ognarviðurskiftini kring Føroyahúsið, sum broyt- ir munandi um støðuna og ákærurnar frá Johan Mortensen. – Føroyahúsið er ikki ein almennur stovnur, men ein sjálvognarstovnur, sum fær stuðul frá okkum. Tí hevur leiðarin og nevndin í størri mun egnan avgerðarrætt at gera, sum mett verður er best, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann leggur dent á, at alt sjálvandi skal fara rættvíst og regluliga fram, eisini tá tað kemur til sølu í Føroyahúsinum. – Men eg haldi, at tað er rættari at spyrja umboð í nevndini fyri Føroyahúsið, tí tað er nevndin, sum hevur evsta myndugleikan og varar av húsinum, sigur mentamálaráðharrin at enda. – Føroyahúsið er ikki ein almennur stovnur, men ein sjálvognarstovnur, sum fær stuðul frá okkum. Tí hava teir í størri mun egnan avgerðarrætt, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri Eingin nevnd Tíverri eydnaðist ikki at fáa fatur á formanninum í nevndini í Føroyahúsinum, Tormóði Stórá, í sam- bandi við málið um ølsøluna í úti-setahúsinum í Keypmannahavn. Sum sjálv-ognarstovnur hevði tað helst verið mest nærliggjandi at fáa viðmerkingar frá evstu ábyrgdini fyri Føroyahúsinum, men hetta læt seg tíverri ikki gera. Hís C M Y K 5 4