Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 7 Helvtin kundi livað Í skrivinum frá lands- læknanum sæst eisini, at av teimum 66 fólk- unum, ið doyðu av ferðsluvanlukkum í tíðarskeiðnum 01.01. 1986 - 31.12.2003, vóru tað: – 9, ið við vissu nýttu trygdarbelti ella hjálm. – 44, ið við vissu ikki nýttu trygdarbelti ella hjálm. – 13 deyðsvanlukkur vóru, har ikki varð upplýst hvørt offrini nýttu seðla ella hjálm. Høgni Debes Joensen, landslækni, metur, at av teimum 44, ið við vissu ikki nýttu bil- belti, kundi umleið helvtin verið bjargað, um tey høvdu sitið í trygdarseðla. Hesi 12 árini, kundi beltið og hjálmurin við øðrum orðum havt bjargað uml. 22 fólkum, sum nærum øll vóru ung- fólk, frá ferðsludeyð- anum. Høvdu tey bara havt spent seg føst, høvdu tey allarhelst ikki doyð á føroysku vegunum. Tað finnast bert tøl yvir tær ferðsluvan- lukkur, har fólk eru deyð. Men umframt tey deyðu, mugu vit eisini hava í huga øll tey, ið hava fingið mein av ferðsluvan- lukkum. Eingi ná- greinilig hagtøl eru yvir ferðsluvanlukkur, har fólk "einans" verða skadd. Høgni Debes Joensen, landslækni hevur tó ein útrokning- arhátt: Fyri hvørt fólk sum doyr, eru eini 25, ið fáa skaða. Av hesum 25, sum fáa skaða, eru 10%, ið fáa álvarsamt mein. Taka við omanfyri- nevndu tøl, síggja vit sostatt, at fyri tey 66, ið eru deyð seinastu 17 árini, eru tað ikki færri enn 1650 fólk, ið eru komin til skaða í ferðsluni. Av teimum eru 165, sum eru álv- arsliga skadd. Hetta eru ræðandi tøl, og landslæknin vil tí staðfesta, hvussu týdningarmikið tað er at upplýsa og minna fólk á, altíð at nýta bilbeltið. Hann vil heita á bæði bilførarar og bilpassagerar, um at minnast til altíð at nýta trygdarseðlan. Bæði á styttri og longri túrum. eys – Vit eru noydd at blíva við og blíva við at ávara um vandan í ferðsluni. Tað er so ótrúliga lætt at gloyma, hvussu skjótt tað í veruleikanum kann verða at koma út fyri eini vanlukku. Tað er bert at traðka eitt sindur á speed- aran, og áðrenn tú veist av, hevur tú gjørt av við onkran, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. – Tí er hesin dagurin ein góð áminning til okkum øll, um at vísa størri varsemi á vegunum, heldur hon MINNINGARDAGUR TEIRRA DEYÐU Í FERðSLUNI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Á Ráðnum fyri Ferðslu- trygd eru tey ógvuliga glað um, at dagur teirra, sum eru farin í ferðsluni, verður tikin í so stórum álvara. – Okkara mál er null- hugsjónin, og vit halda av- gjørt, at hesin dagurin er ein góð áminning til fólk um, hvussu vandamikil ferðslan kann vera. Hann minnir fólk á, hvussu lítið í grundini skal til. Tað er bara at traðka á speedaran eina lítla løtu, og áðrenn tú veist av hevur tú gjørt av við onkran -ella teg sjálvan, sigur Rúna Sivertsen, for- kvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon sigur, at við null- hugsjónini ætla tey at fáa fólk at hugsa seg um, táið tey ferðast í ferðsluni. – Tað fara altíð at verða ferðsluvanlukkur. Summar fært tú heilt einfalt einki gjørt við, tí eingin hevur skyldina, sum so. Tað, sum vit miðja eftir, er at forða teimum vanlukkum, sum henda av ósketni. Av ov nógvari ferð, rúsdrekka ella onkrum tílíkum. Hetta eru alt ting, ið kunnu og mugu broytast, heldur hon. – Tað snýr seg um hugburð. Hyggja vit eitt sindur aftur í tíðina, síggja vit, at deyðs- tølini í ferðsluni vóru nógv størri fyrr, enn tey eru nú. Eg trúgvi, at lógin um trygdarbelti hevur havt sína ávirkan. Men hug- burðurin er eisini broyttur. T.d. táið tað kemur til rús- drekka. Flestu fólk lata nú bilin standa, um tey smakka sær á. Eisini um tey bara fáa sær eitt glas av víni, sigur Rúna. Dagur teirra, ið eru farin í ferðsluni Í ár er tað 5. ferð, at minn- ingardagurin verður hildin. Tað er Ingi Gunnarson, ið sjálvboðin er primus motor í tiltakinum. Einaferð koyrdi hann einsamallur í bili, á veg til Havnar. Onkursvegna fór hann útav vegnum, og visti ikki til sín, fyrr enn hann vaknaði á sjúkrahúsinum. Síðani henda tilburðin, hevur Ingi livað við varandi meininum, hann fekk. Hendingin gjørdi, at hann tók stig til minningardag teirra, ið farast í ferðsluni, og hann ger alt tað prakt- iska arbeiði í samband við dagin. Hjálp og stuðul fær hann frá Ferðslutrygd. – Vit geva okkum ikki far um hvussu álvarsom ferðslan í veruleikanum er, sigur Rúna. –Vit eru øll bundin av henni, óansæð um vit hava koyrikort ella ikki, men vit hava so lætt við at gloyma vandan, sum allatíðina lúrir, um vit bert eru óansin eitt lítið bil. Táið kjakið um hendan minningardagin var frammi fyri fimm árum síðani, vóru tað ikki øll, ið hildu henda minningardagin vera eitt gott hugskot. Fleiri førdu fram, at ein slíkur dagur fór at virka sum salt í sárið hjá teimum avvarandi, ið hava mist ein kæran í ferðsluni. At teimum ikki tørvaði ein dag, har alt landið minti tey á teirra sorg. Men hetta hevur Rúna einki merkt til. – Eg havi ikki hoyrt um nakran avvarðandi, sum upplivir hendan dagin so- leiðis. Tvørturímóti haldi eg, at dagurin er tann besta áminningin, sum hini ungu kunnu fáa. Tað er veruliga neyðugt at minna ungdóm- in á hvussu álvarsamt og forferdiligt hetta er. At koyra framvið blómunum, kransunum og krossunum, sum liggja framvið vegjað- aran, hevur eina stóra ávirkan á øll. Man fær ein klump í búkin og man sær hvussu skjótt alt kann verða yvirstaðið, greiðir Rúna frá. – Enn er dagurin ikki vorðin almennur minning- ardagur, men tað miðja vit ímóti at hann verður. Ferðslan er jú ein ógvuliga týðandi faktorur í gerand- isdegnum hjá okkum øll- um, og óansæð um vit vilja tað ella ei, so eru vit ein partur av ferðsluni hvørja ferð vit fara út um hurðina. Eg haldi avgjørt, at deyðs- vanlukkur í ferðsluni er eitt so mikið álvarsamt evni, sum rørir eitt heilt samfelag á so stóran hátt, at tað átti at fingið ein almennan minn- ingardag, bæði til minnis um tey, ið fóru, men eisini sum áminning til okkum sum liva, sigur Rúna. Null-hugsjónin Hetta er eitt hugtak, sum hevur íblástur úr Svøríki, og sum Jón Kragesteen, dagligur leiðari í Ferðslu- trygd og Petur Jacob Sig- vardsen, táverandi formað- ur, arbeiddu við. Teir skriv- aðu eitt álit, sum teir lótu løgtinginum. Orðaskiftið í tinginum var sera gott og konstruktivt, og allir ting- limir tóku undir við álitin- um. – Tað var eitt orðaskiftið, sum eg var sera glað um, sigur Rúna. – Tað var veru- liga tosað um málið, og allir tinglimir sóu álvar- semið í tí. Ofta verður kjak- ið í tinginum bert sjóðað niður til at snúgva seg um teknikk og smálutir, men í hesum førinum kom eitt skilagott og álvarsamt kjak burturúr. Tað vóru enntá fleiri løgtingslimir, sum heittu á landstýrismannin um at seta álitið í gildi við lóg, greiðir Rúna frá. Enn er hugsjónin tó ikki sam- tykt á tingið, men Rúna sigur, at vit hóast tað kunnu vænta okkum onkrar broyt- ingar í næstum. – Mær vitandi, fer lands- stýrismaðurin at seta nakrar broytingar í gildi í heyst. Nøkur uppskot til broyting- ar eru, sum eru skjót og løtt at fremja, og hesar broyt- ingar koma so í gildi í heyst. Onkur av broyting- unum, sum lættliga kundi verið framd, er t.d. upp- skotið um royndarkoyri- kortið, sigur Rúna. Null-hugsjónin gongur annars út uppá, at null fólk skulu lata lív í ferðsluni. –Hetta fer allarhelst aldrin at lata seg gera, tí tað eru nakrar vanlukkur, ið ikki kundu verið forðaðar. Men okkara realistiska mál er, at null fólk skulu lata lív av mistøkum hjá bilføraran- um. Eingin skal kunna hava skyldina, tá ið deyðsvan- lukkur henda. Vit mugu broyta hugburð hvat við- víkur ferðsluni. Meiri orðaskiftið vit fáa um evnið, størri er møguleikin at hugburðurin broytist, sigur Rúna Sivertsen at enda. Deyðsvanlukk- ur seinastu 10 árini Yvirlit yvir deyðsvan- lukkur í motorakførum seinastu 10 árini, ífylgi skrivinum frá lands- læknanum. 1994 6 1995 2 1996 4 1997 7 1998 1 1999 7 2000 3 2001 4 2002 2 2003 3 Tilsamans 39 fólk hava latið lív á føroysku vegunum, seinastu 10 árini. eys Sunnudagin 4. juli verða allarhelst fleiri blómutyssi at síggja á føroysku vegunum, har deyðsvanlukkur hava verið. – Hetta er ein góð áminning um vandan,heldur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Savnsmynd Tað kann verða so skjótt Síðst í 60-unum og fyrst í 70-unum vaks talið av bilum í Før- oyum við rúkandi ferð. Hetta hevði nógvar ferðsluvan- lukkur við sær. Í 1974 doyðu 18 føroyingar av vanlukkum, harav 13 av ferðsluvan- lukkum 4. januar hendi ein van- lukka í Hósvík, sum kravdi mannalív. Ein 10 ára gamul genta úr Vestmanna, sum var og ferðaðist í Hósvík, spældi við trimum øðrum børnum, tá hon kom fyri ein lastbil. Hon meiddist so illa, at hon doyði. 11. januar hendi ein ferðsluvanlukka á Skála, tá ein 8 ára gamal drongur, sum var á veg tilhandils, bleiv yvirkoyrdur, tá hann fór rennandi yvir um vegin. Hann fekk so mikið stóran skaða, at hann doyði bein- anvegin. 22. januar hendi ein van- lukka á Glyvrum. Um hálv- gum seks tíðina á kvøldi varð ein 62 ára gamal maður av Nesi yvirkoyrdur aftanífrá av einum persón- bili, uttan fyri skúlan á Glyvrum. Maðurin doyði á staðnum, av snuddinum hann fekk. 25. februar hendi ein ferðsluvanlukka í Runavík. Ein 3 ára gamal drongur varð yvirkoyrdur, tá hann kom undan einum garði og inn á høvuðsvegin. Drong- urin, sum fekk skaða í høvdið, varð fluttur á Landssjúkrahúsið beinan- vegin, men hann var deyð- ur, tá hann kom hagar. 17. mars varð ein 64 ára gomul kona ákoyrd av ein i knallert í Tórsgøtu í Havn. Hon varð uttan vit flutt á Landssjúkrahúsið, har hon stutt eftir doyði. 8. apríl hendi ein ferðslu- vanlukka norðan fyri støð- ina í Mjørkadali, sum kravdi eitt mannalív. Ein vøruvognur, sum kom norðan eftir við tveimum monnum í, fór niðan av vegnum og bóltaði síðan runt. Annar av monnunum, ein var 22 ára gamal havn- armaður, var so illa skadd- ur, at hann doyði stutt eftir. 16. apríl á morgni hendi ein ferðsluvanlukka í Klaksvík, sum kravdi eitt mannalív. Ein bilur við fýra fólkum fór út av bryggjuni á Stongunum. Tað eydn- aðist øllum, uttan einum 17 ára gomlum drongi, at sleppa úr bilinum, áðrenn hann fór til botns. 24. mai hendi ein ferðslu- vanlukka í Trongisvági, sum kravdi eitt mannalív. Ein 58 ára gamal maður úr Øravík kom um morgunin koyrandi á motorsúkklu á veg til arbeiðis, tá hann rendi saman við ein persón- bil. Stoyturin var so harður, at maðurin doyði á stað- num. 5. juni fór ein syndarligur tilburður fram við Leyna- vatn, tá ein bilur koyrdi út í vatnið og sakk. Í bilinum vóru eini hjún og 14 ára gamli sonur teirra. Bilurin fór út av marbakkanum og sakk á 10 metra dýpi. For- eldrini bjargaðust, meðan líkið av dronginum varð funnið tveir tímar seinni. 14. juli hendi ein ferslu- vanlukka á Elduvíkar- vegnum, tá ein 28 ára gamal maður úr Elduvík fór út av vegnum í bili sínum og á sjógv. Hann var drukn- aður, tá froskmenn tóku hann upp aftur. Í desember 1974 hendi ein syndarlig ferðsluvan- lukka í Havn sum kravdi trý mannalív. Um hálvgum sekstiðina um kvøldið fór ein persónbilur út av bryggjuni í Vágsbotni og á sjógv. Í bilinum vóru fimm fólk. Eini foreldur við trim- um synum. 9 ára gamli son- urin og pápin bjargaðust, meðan mamman og tveir synir, annar 7 og hin 5 ára gamlir, doyðu. Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1974 Fyri 30 árum síðan: 13 føroyingar doyðu av ferðsluvanlukku í 1974 Ein ferðsluvanlukka er ein ógvuslig hend- ing, ið kann hava varandi sálarligar trupulleikar við sær. Men møguleiki er hjá fólki at fáa sálarfrøði- liga kreppuhjálp KREPPUHJÁLP Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Hvørja ferð, eitt fólk doyr í ferðsluni, er tað ein ógvus- lig og skelkandi hending. Ein slíkur skelkur kann hava varandi sálarligar trupulleikar við sær, ikki bara hjá teimum avvarð- andi ella nærmastu, men eisini teimum, ið eru vitni til eina slíka ferðsluvan- lukku. Men tað er hjálp at fáa, tí í oktobur mánaði 2001 skrivaðu Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og felagið Før- oyskir Sálarfrøðingar undir sáttmála um ískoyti til sálarfrøðiliga kreppuhjálp. – Tey eru ikki so fá, sum antin hava verið við í ferðsluvanlukkum, hava mist ein kæran ella ein, ið tey kenna, sum venda sær til okkara, sigur Anna Debes Hentze, sum er ein av teimum, ið kann veita sálarfrøðiliga kreppuhjálp. Hon sigur, at í Føroyum hevur tað ikki verið sið- venja at leita sær sálarhjálp, tí tað er nakað, vit mugu klára sjálvi. Og tað eru eisini fleiri, ið klára at koma gjøgnum skelkin og missin sjálvi. – Men tað eru fólk, ið hava fingið so stóran skelk, at tey hava fyri neyðini at fáa serkøna hjálp. – Summi hava ógvuliga ilt við at lata seg upp fyri øðrum, og tað kann vera sera stríggið at syrgja í einsemi; tá er gott at kunna koma til ein, tú ikki kennir, og sum tú veitst hevur fulla tagnarskyldu, sigur hon. Á apotekunum kring landið og hjá kommunu- læknunum finst ein faldari við upplýsingum um, hvussu tú kanst fáa hesa hjálp. Eisini kanst tú fara inn á heimasíðuna, www.psykolog.fo Tungt at syrgja í einsemi – Tey eru ikki so fá, sum antin hava verið við í ferðsluvanlukkum, hava mist ein kæran ella ein, tey kenna, ið venda sær til okkara, sigur Anna Debes Hentze, sum er ein av teimum, ið kann veita sálarfrøðiliga kreppuhjálp Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6