Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 9 115 ár fara í søguna Í heyst letur handilin, Niðri á Møl, í Skála- vík aftur. – Jú eg fari at sakna handilin nógv. Tað verður ómetaliga løgið hjá mær at verða noydd- ur at keypa inn aðra- staðni enn í handl- inum, sigur Bjarni Dalsgaard, eigari av 115 ára gamla handlinum KRAMBÚð LETUR AFTUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinni í heyst letur handil- in, Niðri á Møl, í Skálavík aftur. Handilin er 115 ára gamal, og ein varðið í Skálavíkar søgu. Síðan 1889 hevur Dalsgaard- familjan rikið handilin. Tað var abbi núverandi eigaran, Bjarna Dalsgaard, ið fór undir handilsvirksemi í Skálavík fyri 115 árum síð- an. Núverandi eigarin hev- ur knýttur at handlinum seinastu 35 árini. – Tað er ein sannroynd, at tørvurin fyri handilinum ikki er hin sami longur. Fólkatalið er nógv minkað, og fáar ungar familjur leggjast afturat í bygdini. Tað ávirkar eisini søluna nógv, at fólk hava bil og kunnu tí lætt ferðast til aðrar bygdir á oynni ella fara av oynni at keypa inn, sigur Bjarni Dalsgaard. Løgið Bjarni Dalsgaard dylir ikki fyri, at tað er ein løgin kensla, nú familjufyritøkan stendur á gáttini til at lata aftur. – Jú eg fari at sakna handilin nógv. Tað verður ómetaliga løgið hjá mær at verður noyddur at keypa inn aðrastaðni enn í handil- inum, greiðir hann frá. Spurdur, um fjórða ættar- liðið ikki hevur áhugað í handilinum, svarar Bjarni, at persónliga hevur hann ongantíð havt feriu, um- framt at flestu leygardag- arnir fara við handilinum, og hesum lívi sýnir unga ættarliðið ongan áhuga fyri. Burtur við Bjarni Dalsgaard heldur lítið um núverandi prís- kapping. Hann heldur, at kappingin er burtur úr vón og viti. Hann nevnir ger- andisvørurnar sum kaffi og døgurðamat, sum flestu handlar eru noyddir at selja uttan nakran vinning. – Prískappingin er vit- leys. Ber ikki til at selja gerandisvørur uttan vinn- ing, sigur tað seg sjálvt, at tað verður torført at reka ein handil. Tað er drepandi fyri handlarnar, at hesar vørur altíð verða seldar fyri tilboðsprís, heldur hann Ikki tómhentur Umframt handil, hevur bygningurin Niðri á Møl rúma posthúsi og rús- drekkasølu. Bjarni Dals- gaard er leiðari á Rús- drekkasølu Landsins á Sandoynni, og henda leik- lut heldur hann fram at røkja, tá handilin letur aftur í heyst. Hann er eisini um- boðsmaður hjá Føroya Bjór á Sandoynni og hesum fer hann eisini at halda fram við. – viðmerking í sam- bandi við Minningar- dag teirra deyðu í ferðsluni sunnudagin 4. juli 2004 Minningardagurin í ár er hin fimti, sum verður hildin, síðani byrjað varð í 2000. Hesi fýra árini eru 14 fólk deyð í ferðsluni Før- oyum, samstundis sum umleið 250 fólk eru skrá- sett hjá løgregluni at hava fingið skaða. Av teimum fjúrtan vóru tvey eldri enn 30 ár, tvey millum 25 og 30 ár og tíggju millum 17 og 22 ár. Nullhugsjónin Í løgtinginum 13. apríl 2004 var aðalorðaskifti um Nullhugsjónina, sum miðar eftir: • at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, • at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið." Tað var full undirtøka mill- um løgtingsmenn fyri Null- hugsjónini. Men, sum tað sæst, er enn langt á mál og skal nakað henda, mugu ítøkilig stig verða tikin, tað er ikki nóg mikið við føgr- um orðum. Løgtingið hevur enn eftir at samtykkja Nullhugsjón- ina, og at skipa fyri, at ein ferðslutrygdarætlan fyri tjóðina verður sett út í kortið. Tað eru nógv mál, ið liggja á láni, men uttan iva eigur eitt tað fyrsta at vera at gera serligt royndar- koyrikort við tilhoyrandi víðkaðari útbúgving til tey ungu. Jón Kragesteen dagligur leiðari, Ferðslutrygd Tað er ein sannroynd, at veruliga talið á teimum, sum fáa skaða í ferðsluni er hægri, enn talið hjá løg- regluni, tí tað eru ikki allir skaðar, sum verða meldaðir til løgregluna. Tað er tíverri so, at tað enn ikki er atkom- andi til tølini hjá sjúkra- húsverkinum yvir skadd, hvussu nógv eru álvarsliga skadd, hvussu nógv eru minni skadd o.s.fr. Fyri at fáa eina hóming av støðuni, kunnu vit tó nýta útrokningarháttin hjá Høgna Debes Joensen landslækna, sum sigur, at fyri hvørt fólk, sum doyr í ferðsluni, vera eini 25 fólk skadd, og av hesum fáa um 10% álvarsligt mein. So- leiðis kunnu vit rokna, at um 400 fólk eru komin til skaða í ferðsluni síðani Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni var fyrstu ferð í 2000. Harav fingu um 40 fólk álvarsligt var- andi mein. Siga vit at, umstøðurnar í ferðsluni næstu fimm árini vera tær somu, sum tær hava verið seinastu árini kunnu vit vera bangin fyri, at tá ið 10. Minningardagur teirra deyðu verður hildin, hava 20 fólk afturat hava látið lív í ferðsluni. Av hes- um verða eini fimtan/ sekstan í aldrinum 17 til 22 ár! Eini 500 verða fólk skadd og um 50 av teimum fáa álvarsligt mein. Hetta eru ræðandi tøl, men veruleikin! Tí hevur tað skund, at samtykkja Nullhugsjónina, soleiðis at vit fáa eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar við greiðum mál- setningi Talvan yvir skadd, álvarsliga skadd og deyð 1994 til 2003 og meting 2004 til 2009 Avleiðingarnar av ferðsluvan- lukkum breiða seg sum ringar í sjónum Tá ið tosað verður um ferðsluvanlukkur, verð- ur vanliga fyrst og fremst tosað um tey, sum farast. Men veru- leikin er, at ferðsluvan- lukkur ganga ikki bara út yvir ferðsluoffurið, tí at avleiðingarnar breiða seg sum ringar í sjónum. Hvørja ferð eitt fólk brádliga doyr av eini ferðsluvanlukku, eru tað fleiri fólk, ið verða álv- arsliga rakt. Sjálvsagt verða tey nærmastu, t.d. foreldur, hjúnafelagar, gentan ella drongurin, systkin, ommur og abb- ar serliga hart rakt. Men eisini familja, vinir, skúlafelagar, arbeiðsfe- lagar og onnur verða merkt fyri lívið. Orsøkin er jú, at umframt at fáa skelk av ógvusligu hendingini, so missa tey uttan ávaring eitt fólk, sum hevði stóran týdn- ing fyri tey. Ferðsluvanlukkur raka eisini fólk, sum als ikki kenna ferðsluoffur- ið sjálvt. Tað var bara tilvildin sum gjørdi, at tey t.d. vóru nær hjá, tá ið vanlukkan hendi. Og er talan er um, at eitt ávíst fólk var atvoldin til at ferðsluvanlukkan hendi, er tað sjálvsagt, at hetta fær stóra ávirk- an á lívið hjá viðkom- andi eftir tað. Nógv koma so dánt fyri seg aftur eftir skelk- in, hóast at tey ongantíð gloyma. Men nógv eru eisini, sum skulu hava langa tíð at fáa dagin at vera bara nøkulunda vanligan aftur. Men summi koma ongantíð í rættlag aftur og vera m.a. óarbeiðsfør og merkt av tunglyndi. Nullhugsjónin og hvat so? 0 1 2 3 4 5 6 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 2010 2012 2014 2016 2018 D ey¶ m i¶al pr. 5 r U m eingin broyting Nullhugsj nin 1 ) 2 ) 3 ) 2014 Tali dey um l kk 40% 1) Deyð í miðal um árið pr. 5 undanfarnu ár 2) Mett gongd útfrá teimum 5 undanfarnu árunum, um eingi avgerandi tiltøk verða sett í verk 3) Í Nullhugsjónini verður sett sum mál, at í eitt 10 ára skeið, í 2014 skal talið av álvarsligum vanlukkum lækka í minsta lagi 40%. Við hesari gongd verður komið niður á Null í 20031 Talvan yvir skadd, álvarsliga skadd og deyð 1994 til 2003 og meting 2004 til 2009 0 20 40 60 80 100 120 140 160 180 200 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 D ey¶ 1994 til 2003 Skadd 1994 til 2003 lvarsliga skadd 1994 til 2003 M ett dey¶ 2004 til 2009 M ett skadd 2004 til 2009 M ett lvarsliga skadd 2004 til 2009 Ferðsluhagtølini siga ikki allan sannleikan – sjúkrahústøl vanta! Sørvágs Kommuna og Bíggjar Sóknar Kommuna verða ein kommuna frá 1. janu- ar 2005. Sáttmálin um samanleggingina varð undirskrivaður í Tindhólmi hóskvøldið KOMMUNU- SAMANLEGGING Edvard Joensen Í Tindhólmi: So er tað endaliga staðfest, at tað verða tríggjar komm- unur í Vágum frá 1. januar 2005. Sáttmálin um at leggja Sørvágs Kommunu og Bíggja Sóknar Komm- unu saman, varð undir- skrivðaður í Tindhólmi tann 1. juli. Nýggja kommunan fer at eita Sørvágs Kommuna og fevnir um alt øki uttan fyri fossarnar, sum renna úr Sørvágsvatni og Fjalla- vatni. Bøsdalafoss fyri sunnan og Reipsáfoss fyri norðan. Tað verða sjey limir í nýggja bygdarráðn- um. Tað eru tríggir færri, enn tað eru í báðum bygd- arráðunum í dag. Eina 84 merkur verður nýggja kommunan, roknaði onkur út í Tindhólmi hetta kvøldið. Og teir, sum mor- gírigastir vóru, funnu beinanveg útav, at um nú Mykines eisini var við, hevði hetta ivaleyst verðið størsta markatalskommun- an í landinum.Tó fekst hetta ikki váttað soleiðis upp á standandi fót. Arbeitt hevur verið við hesi samanleggingini í eini tvey ár ella so, segði borg- arstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvan Páll Joensen, eftir at undirskriv- að var. Málið hevur verið til fólkaatkvøðu í Bø og Gásadali, har ein meiriluti samtykti at leggja saman. Mikukvøldið var bygdar- ráðsfundur um málið, har bygdarráðið einmælt sam- tykti samanlegginina, og so var bert eftir at skriva undir. Gjørt varð av at skriva undir í Tindhólmi. – Hetta er symbolskt, greiðir Jógvan Páll Joensen frá. Hoyvíkingar áttu Tind- hólm í gomlum døgum, men vágamenn vildu hava hann vestur. Tí tóku sør- vingar og bíggjarmenn seg saman um at keypa hann aftur. Hetta samstarv bar frukt, og vit vóna somu- leiðis, at hetta nýggja sam- starvið millum sørvingar og bíggjarfólk fer at verða fruktargott. So hildið varð, at tað var rætt at byrja júst í Tindhólmi. At báðir borgarstjórarnir, sum skrivaðu undir saman- leggingina í Tindhólmi hós- kvøldið, vóna, at hildið verður fram við samanlegg- ing í Vágum, duldu teir ikki fyri á samkomuni, sum var í samband við undirskriv- ingina. Bæði Eivin Jacobsen og Jógvan Páll Joensen mæltu hinum báðum kommunun- um í oynni, Miðvágs og Sandavágs kommunum, til at hugsa álvarsliga um møguleikan at gera allar Vágar til eina stóra kommu- nu. Eisini umboðini fyri Sandavágs kommunu og Felagskommununa í Vág- um, sum vóru gestir á há- tíðarhaldinum í Tindhólmi, søgdu við Sosialin, at tey halda tað vera rætt at taka málið upp og viðgera tað í álvara. Tey løgdu tó dent á, at tað verður eingin avgerð tikin í hesum valskeiðnum, sum er úti á nýggjárinum. Men tað er rætt at taka mál- ið upp í samband við kom- andi kommunuval, eru kommunalpolitikarar í Vágum samdir um. Vesturvón kom aftur úr Barentshavinum hósdagin. Teir hava 690 tons av flaki inni, sum skipið er til Eng- lands við um viku- skiftið FISKIVINNA Edvard Joensen Sørvági: Vesturvón kom aftur úr Barentshavinum hósdagin. Teir hava fingið 690 tons, sum reiðarin metir hava eitt virði upp á einar 18-20 milliónir krónur. Vesturvón skuldi fríggja- kvøldið fara til Immingham at leggja upp, sigur Ólavur Petersen, reiðari. Hann sig- ur, at prísurin er hækkaður eitt sindur, síðan seinasta túr, og pundið stendur eis- ini væl, sigur hann. Vesturvón hevur verið í russiskum sjógvi hendan túrin. Har eru umleið hálvt- annaðhundrað tons eftir, sum teir ætla at fara eftir í heyst. Norska kvotan varð fiskað tann fyrra túrin, teir gjørdu í vár. Hendan túrin hava teir verið knappar triggjar mán- ar burtur. Nú verður steðg- að heima, meðan skipið fer til Englands og síðan verður gjørt klárt aftur. – So hetta passar so frá- líka væl, at nú fáa teir eisini Vestanstevnuna við, sigur Ólavur Petersen. Næsta túr fer Vesturvón til Grønlands at fiska svartkalva, sigur reiðarin. Føroyingar eiga kvotu und- ir Vesturgrønlandi, og henni fara teir eftir. Eisini er ein royndarkvota eftir toski undir Eysturgrøn- landi, og har ber eisini til at fiska eitt sindur av svart- kalva afturvið. Tað er býtt soleiðis, greiðir Ólavur Petersen frá, at Vesturvón vanliga plagar at sleppa til Grønlands eftir svartkalvanum, og hinir flakatrolararnir fara í Irm- ingarhavið, tá teir ikki eru eystanfyri. Kommunusamanlegging undirskrivað Vesturvón afturkomin Snellubátarnir eru farnir til Íslands teir upsanum, teir eiga har yviri. Eisini onk- ur av teimum smærru heldur seg framat FISKIVINNA Edvard Joensen Vágar: Snellubátarnir eru farnir ella eru við at fara til Íslands eftir upsanum í summar. Frá onkrum, sum er har yviri, frættist, at hóast veðrið hevur verið heldur ólagaligt onkran av seinnu døgunum, er fiski- skapurin ikki heilt av lagið kortini. Onkran seinnapart er onkur teirra komin upp í eini 13.000 pund av upsa, siga teir frá. Ein av bátunum, sum hevur Íslandsloyvi, er 20 tonsarin Oddbjørg, sum nýliga varð seldur úr Skopun til Sandavágs. Hósdagin vóru teir á Miðvági eftir ísi og ætl- aðu so beinleiðis til Ís- lands, greiðir Eisenberg Hansen, skipari, frá. Teir hava verið á Bank- anum, nú áðrenn farið verður til Íslands, men har royndist einki serligt, sig- ur Eisenberg. Teir eru tríggir mans við, men tá teir koma til Íslands, fáa teir tveir mans afturat umborð, sigur hann. – Hetta eru tó mestsum turistar, flennir hann. Leiðarin á sjómansheim- inum í Reykjavík, sum er fyrrverandi eigari av Oddbjørg, og ein annar, sum so fegnir vilja sleppa ein túr. Og tað sleppa teir so, sigur Eisenberg, sum leggur afturat, at teir ætla at landa har yviri. Kvotan er ikki so stór. Tað er partafelagið Fossá í Sandavági, um hevur keypt Oddbjørg úr Skopun. Fossá eigur fremmanundan línuskipið Venus, og hann hevur nú fingið partar av fiskiloyv- inum hjá Oddbjørg. Nevniliga línudagarnar, soleiðis at Oddbjørg nú burtur av roynir við snellu. Til Íslands við snellu 20 tonsarin Oddbjørg var hósdagin á Miðvági eftir ísi. Teir fara tríggir mans til Íslands við henni at royna eftir upsa Mynd: Edvard Joensen Vesturvón kom á Sørvág hósdagin við 690 tonsum av flaki, sum teir hava fingið í russiskum sjógvi. Veiðan verður løgd upp í Immingham Mynd: Edvard Joensen Tvey hugnalig hús eru í Tindhólmi. Skrivað varð undir í gamla húsinum. Aftan á varð farið niðan í nýggja húsið í Tindhólmi, har stutt borðhald varð Mynd: Edvard Joensen Borgarstjóranir í Sørvági og Bø skrivaðu fyrstir undir sáttmálan um kommunusamanleggingina. Síðan skrivaðu allir hinir bygdarráðslimirnir í báðum kommununum undir Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8