Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 11 Vegna Føroya Pedagogfelag Jarvin Feilberg Hansen, formaður Tað verður javnan framført, bæði í løgtinginum og í fjølmiðlunum, hvussu ser- liga væl tað hevur eydnast at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita. Barnaansingin er tað fyrsta økið, sum er lagt út til kommunurnar at umsita. Landspolitikkarar ásettu karmarnar við nýggju dag- stovnalógini, áðrenn økið var lagt út, men ikki kann sigast at teir hava sæð til, at karmarnir eru samsvarandi lógini - heldur tvørturímóti. Dagstovnalógin ásetur, at tað skulu vera í minsta lagi 2/3 námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólka- tímar á hvørjum stovni. Støðan ídag er júst tann øvugta, og tað gongur við rúkandi ferð tann skeiva vegin. Tørvur er á umleið 160 pedagogum úti á dag- stovnunum. Hóast hetta, so verður bert tikin ein flokk- ur inn á pedagogútbúgving- ina. Tvs.,at skúlin tekur færri pedagognæmingar inn enn hvat nýggju stovn- arnir hava tørv á. Serstak- liga sæst, at tey smærru plássini hava sera torført at fáa útbúnar námsfrøðingar í starv. Føroya Pedagogfelag hevur gjørt Mentamálaráð- num varugan við hetta í fleiri ár, men tað tykist ikki sum um politiski viljin er til staðar at loysa henda trupulleika. Ein annar álvarsligur trupulleiki eru teir góð- kennandi myndugleikarnir. Fleiri dagstovnar eru ikki góðkendir av heilsumynd- ugleikum, brunaumsjón og arbeiðseftirlitinum. Vit spyrja mangan okk- um sjálvi, hvar teir góð- kennandi myndugleikarnir eru, tá tað snýr seg um viðurskifti hjá børnunum og starvsfólkunum á dag- stovnunum. - Er tað veru- liga so, at vit í Føroyum ikki raðfesta børn okkara hægri ! Hvat viðvíkur umsiting av dagstovnunum, hava tær stóru kommunurnar egnu sosialu deild - og hava tí sjálvsagt nógv størri møgu- leikar at seta seg inn í barnansingarviðurskiftini - og hava eisini størri fíggjar- liga orku enn tær smærri kommunurnar. Tórshavnar Kommuna hevur í fjølmiðlunum lov- að, at tað verður veitt ans- ingartrygd til øll børn í Tórshavnar Kommunu aftaná 1. august 2004 - tað er jú val í ár. Fleiri nýggir stovnar eru bygdir, sum eru klárir at taka í nýtslu 1. august - men tað verður lítið og einki hugsað um hvørji fólk skulu starvast á hesum nýggju dagstovnun- um. Harafturat roynir Tórs- havnar Kommuna nú av øllum alvi at trýsta fleiri og fleiri børn inn á stovnarnar við tí úrslitið, at børnini og tey, ið starvast á stovnun- um, hava sera vánalig kor at búleikast undir. Harafturat eru tað hølis- viðurskiftini á dagstovnun- um. Føroya Pedagogfelag kann eisini her staðfesta, at krøvini als ikki verða hild- in. Vit undrast eisini á, hví raðfestingin/viljin at fáa nøktandi karmar til børn og starvsfólkini, sum hava ábyrgdina av okkara dýra- bara tilfeingið - børnini - ikki verður sett hægri. Endamálsorðingin í Dag- stovnalógini er væl orðað. - men hvat so ! Rætt er, at nógvir góðir nýggir stovnar eru bygdir, men tíðin er komin, har vit mugu seta dygdina/ kvali- tetin á dagsskránna. Vit liva eisini í einari tíð, har fleiri og fleiri foreldur og avvarandi seta krøv til dagliga innihaldið á stovn- unum. Um ikki teir polit- isku myndugleikarnar gera nakað, verða tað tey, sum framyvir koma at seta krøv- ini. Børnini hava krav uppá at fáa eina so góða byrjan uppá lívið sum til ber - og við tað, at tey eru í »varð- veitslu« á dagstovnum meginpartin av degnum - mugu karmarnir vera so góðir, mennandi og tryggir, sum til ber. Okkara vón er, at bæði landspolitikkarar og kommunalpolitikkarar veruliga fara at seta luppin á umstøðurnar og viður- skiftini úti á dagstovnun- um. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur boðað frá, at hann í komandi ólavsøku- tingsetu fer at seta út í kortið ein fólkaheilsupolitikk, sum av álvara skal seta fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum í fokus. Hesum stigi kunnu allir føroyingar, uttan undantak, tora vit at siga, taka fult og heilt undir við. Fólka- heilsan er nakað, sum viðvíkur okkum øllum, og hana verður tað ongantíð tosað ella skrivað nóg nógv um. Sjálvandi verður tað gjørt eitt stórt arbeiði frá ymsum síðum at fyribyrgja sjúkum og at grøða sjúkur. Men tað er líkasum, at alt ov mong av okkum geva sær ov lítið fær um týdningin av hesum. Tá tað verður endurtikið aftur og aftur, hvussu vandamikil royking er, uppliva vit kortini eina líkasælu og apati. Tað er sum um at tosað verður fyri deyvum oyrum. Tá tosað verður um, hvussu stóran týdning motión og rørsla hevur fyri hvønn einstakan av okkum, møta vit aftur somu líkasælu. Ein hevur eftirhondini eina kenslu av, at líka mikið, hvussu nógv verður tosað, ráðgivið og ávarað um heilsuvandarnar í okkara gerandisdegi, so fer hetta bara framvið uttan at flestu okkara geva tí veruliga gætur. Hatta rakar ikki meg, hatta viðkemur ikki mær. Soleiðís er hugsanarhátturin í mongum førum. Hóast hagtølini vísa, at vit øll kunnu gerast offur fyri ymsum sjúkum, um vit ikki ansa okkum og lurta. Nú verður oftani sagt, at øll hesi ráðini og ávaring- arnar og eisini forboðini bara eru av tí ringa. Hvat skulu tey til. Er hetta ikki eitt frítt samfelag, har hvør eigur og kann gera sum hann ella hon vil! Tað er kanska nettupp henda múrin, henda barrieran, sum fólk í vælferðarsamfeløgunum í Vesturheiminum, eiga at royna at koma upp um. Tvs. eina sjálvrann- sakan, har man gevur eins egna lívi og lívinum hjá sínum næstu størri ans. At framstandandi politikarar vilja gera eina betri fólkaheilsu til sítt hjartamál er alla æru vert. Og hesum eiga vit øll at taka undir við og stuðla. Og tí skal landsstýrismaðurin, sum nú av álvara og á ein menniskjansligan hátt vil seta ljóskastaran á fólka- heilsuna hjá øllum føroyingum, fáa okkara fulla stuðul. Her hava vit sum miðil eisini ein týðandi leiklut. Hitt stóra blaðið tók herfyri upp táttin um fólkaheilsu, sum varð viðgjørd í fleiri sera áhugaverdum greinum. Vit vilja fegnir fylgja tropp og geva okkara íkast eisini til slíka greinarøð og harvið vera við til at gera arbeiðið hjá myndugleikunum lættari og betri. So vónandi fara okkara lesarar í framtíðini at síggja meira til júst spurningin um fólkaheilsu føroyinga. DAGSINS MEINING Sosialurin Fólkaheilsan í fokus VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Børn og starvsfólk á dagstovnum fyri vanbýti Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Tað eru fá lond í heiminum, hvar ið tað almenna er við í so stórum parti av vinnu- fyritøkunum sum í Føroy- um. Hetta er ein støða, sum vit eiga at sleppa okkum burturúr sum skjótast, tí við hesum bygnaðinum verður ábyrgdin og hugurin at ganga nýggjar leiðir tikin frá einstaklingunum. Tað er Sambandsfloksins áskoðan, at allar vinnufyri- tøkur, sum virka undir van- ligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar. Al- menni leikluturin í vinnu- politikkinum eigur at vera avmarkaður til at skapa vinnuni góðar karmar og at verja onnur samfelagsatlit. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um einskiljing- ar, men lítið er komið burt- urúr, tí semja var ikki mill- um undanfarnu samgongu- flokkar, um hvussu hetta skuldi gerast. Verandi sam- gonga hevur felt niður í samgonguskjalið, at parta- brøv í almennum fyritøk- um, sum til dømis Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banka og LÍV kunnu verða boðin út til almenningin og strategiskar íleggjarar, har tað kann gerast við fyri- muni. Nú er tað upp til okkum politikarar at fremja hesi orð í verki. Caragata álitið vísti á nógvar møguleikar at ein- skilja almennar føroyskar fyritøkur, men sjálvt enda- málið við teimum einskilj- ingunum var at vinna landskassanum pening at fíggja fullveldið við. Hetta gevur onga meining, tí endamálið við einskiljing- um eigur at vera eitt ynski um at skapa framdrift í fe- løgunum. Tað skapar sunna og virðismikla ábyrgdar- kenslu, at einstaklingurin fær loyvi at vísa, hvat hann dugir til, og tað góða úr- slitið hjá einstaklinginum fer sjálvandi at koma sam- felagnum til góðar. Vit eiga tí at skunda undir einskiljingar av al- mennum fyritøkum, tí tað kann ikki vera rætt, at tað almenna skal liggja í vinnuligari kapping við privatar. Einskiljingar hægstu prioritering Jón Kristjánsson kann ikki uttan víðari kopiera stovnsmetingar av sílum á Leitisvatni og Fjallavatni til at umfata toskin á føroyska Landgrunninum Eyðfinn Magnussen Biologur, Fróðskaparsetur Føroya E-mial eydfinnM@Setur.fo Tað eru helst eingin per- sónur í nýggjari tíð, sum hevur havt so stóra ávirkan á føroyska samfelagið, sum íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson. Tey seinru árini hava hansara tilmæli um føroysku fiska- stovnarnar vigað rættuliga tungt, tá avgerðir eru tiknar um, hvussu nógv kann fisk- ast á føroyska landgrunn- inum. Útgangsstøðið hjá Jón Kristjansson er, at ov lítið er til av føði er til fisk- in. Við at tynna út í stovn- inum verður meira føði til fiskin, ið eftir er. Fiskurin veksur skjótari, og til- gongdin verður betur. Hetta er eisini vanligt fyri fisk í feskvatni, so sum síl og laks, menn eru ikki so av- gerandi fyri fisk, sum livir í havinum. Føðitrot á feskvatni Í feskvatni er vanliga ikki nóg mikið av føði, at fisk- urin kann vaksa seg heilt stóran. Tí er neyðugt, at bæði laksur og síl mugu út á sjógv, skulu tey gerast stór. Seinri venda tey so aftur til áirnar at gýta. Laksur, sum verður gýttur í føroysku áunum, livir har tey fyrstu umleið 3 árini. Hesi 3 árini vaksa laksa- maðkapirrurnar einans einar 15 cm. Eftir hetta fara tær á sjógv. Har er nóg mikið av føði, og eftir bert einum ári, veksur laksurin frá 15 cm til einar 60 cm. Hjá sílum er fyribrigdið hitt sama. Ikki øll síl hava møgu- leika at koma á sjógv Síl sum hava møguleika at koma út á sjógv, kunna ger- ast stór. Tað eru tó ikki øll síl, sum hava hendan møguleika. Í summum vøtnum er sambandið við sjógvin so vánaligt, at sílini antin ikki kunna svimja út á sjógv, ella, um tey gera tað, ikki kunnu koma aftur í vatnið. Eitt eyðkenni fyri hesi síl er, at tey ikki gerast serliga stór. Dømið um tílík vøtn í Føroyum eru Leitis- vatn á Vágoynni, Stóravatn á Sandoynni og Toftavatn í Eysturoynni. Í Leitisvatni eru sílini 15-30 cm long, á Toftavatni 25-35 cm meðan tey á Stóravatni eru 20-40 cm long. Sílini á Stóravatni eru ikki bara tey størstu. Har er eisini nógv mest til, og tey eru eisini tey feitast sílini í hesum 3 vøtnunum. Vøksturin hjá sílum Hvussu stór sílini gerast í teimum ymisku vøtnunum, er í høvuðsheitum treytað at 2 faktorum. Gróðurin av plantuplanktonni í vatnin- um, og hvussu nóg síl eru at eta føðina. Gróðurin er stýrdur av føðslusøltunu (gjødningi). Eru nógv føðslusøltir í vatninum, er eisini nógv føði. Serliga er tað fosfor, ið tarnar gróðr- inum í vøtnum. Grundin til, at sílini á Stóravatni bæði eru stór og eisini nógv í tali, er helst tað ríka fuglalívið, ið finst á vatninum. Fugl- urin skítur í vatni. Skarnið inniheldur nógv fosfor, sum skapar góð gróðrarlíkindi hjá planktu plantonninum. Dømi við sílunum í Stóra- vatni vísir, at tað saktans ber til, bæði at hava nógv og stór síl í einum vatni. Bara nokk er at eta. »Tusindbrødre« At ov nógv er til av fiski í mun til føðina er eitt van- ligt fyribrigdi í vøtnum. Í Danmark verður hetta fyri- brigdið nevnt »tusind- brødre«. Felags eyðkenni fyri »tusindbrødre«-fiska- stovnar er, at tað bert eru smáir og klænir fiskar. Hes- in fiskur hevur lítlan áhuga hjá frítíðarfisskarum. Bøt- ast kann um støddina við at sleppa rovfiskum (t. d. geddum) í tílík vøtn. Rov- fiskarnir eta burtur av teim- um smáu fiskunum. Stovn- urin verður minni, so vøksturin hjá teimum, ið eftir eru, verður betur. At fiskað verður í ríkiligt mát í tílíkum vøtnum hevur somu ávirkan. Jón Kristjánsson ikki fremmandur í Føroyum Jón Kristjánsson hevur fyrr arbeitt í Føroyum. Hetta var í 1978. Tá gjørdi hann kanningar av sílunum á Leitisvatni og á Fjallavatni. Kanningin hevði sum endamál at lýsa vøksturin og livilíkindini hjá sílunum í hesum báðum vøtnunum. Ein frágreiðing er skrivað um kanningarnar. Hon finst eisini í einari føroyskari týðing hjá Ólavi Poulsen av Vatnsoyrum. Niðurstøðan hjá Jón Kristjánsson er, at alt og nógv síl eru í vøtn- unum. Ov lítil føði er í part, og tí vaksa sílini so seint. Fyri at betra um stovnin, sigur Jón Kristjánsson: »... er neyðugt at byrja mikla veiði í báðum vøtnunum, og tá serliga í Leitisvatni. Vanligt er at fiska við tráðu, men tað er ikki nóg mikið. Tað má eisini fiskast við gørnum« Hesin ráðini kenna vit aftur. Hetta er júst tað sama, sum hann sigur um toskastovnin á føroyska landgrunninum. Grundarlagið undir tilmælinum er skeivt Ráðini hjá Jón Kristjánsson um stovnsrøktina av sílun- um á Leitisvatni og Fjalla- vatni eru ivaleyst skilagóð, menn kunnu ikki uttan víðari brúkast fyri føroyska toskin. Grundin er, at her er talan um heilt ymiskar vistskipanir. Vøtn eru nógv meira einsháttað enn havið. Fiskur í vøtnum hevur ikki somu ferðingarmøguleikar sum í havinum. Hann kann ikki fara til onnur økir ella út á djúpt vatn. Í havinum er sjáldan føðimangul. Gamaní kann tað til tíðir vera minni at eta, so at fiskurin gerst rak og veksur seinri, men tað er ikki so, at toskurin kann fleirfalda sína longd eftir stuttari tíð, við at svimja til onnur økir. Tá útgangsstøðið í stovnsmetingunum hjá Jón Kristjánsson er skeivt, verður úrslitið hareftir. Tí er tað spell, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir taka ráðini hjá honum í so stórum álvara. Fastheldur Jón Kristjánsson um, at lívshátturin hjá feskvatn- fiski kann førast yvir á føroyska toskin, hýsuna og upsan, eigur hann at koma við upplýsingum, sum kunna staðfesta, at hetta er so. Jón Kristjánsson endar frágreiðing sína um sílini á Leitisvatni og Fjallavatni við at koma við ráðum um, hvussu veiðitrýstið á vøtnunum kann økjast, so meira fæst burtur úr. Hann endar frágreiðingina sína við at siga: »Tá til tað kemur, eri eg til reiðar, um neyðugt, at veita leiðbeining fyri at nýta vøtnini betur« Kanska átti Jón Krist- jánsson at hildið seg til Leitisvatn og Fjallavatn. Ólavsøku- gudstæn- astan Christian M. Poulsen Fall mær fyri bróstið at ólavsøkugudstænastan skal haldast á útlendsk- um máli. Vælvitandi, at Gud skilir øll mál, so má eitt mark verða fyri »koloniini«. Regin Eikhólm Í trojanska krígnum (1200 f. kr.), tá býarmúrurin var grisku hermonnunum ov høgur, funnu grikkar upp á snildir, ið vit kenna sum »Trojanski hesturin«. Hest- urin sá meinaleysur út og skuldi eitast at vera ein offurgáva til Athenu, krígs- og vísdóms gudinna grikka. Góðvarnir trojanar lótu henda sakleyst útsíggjandi træhestin sleppa inn um Trojanska verjumúrin, men hetta gjørdist teirra enda- liga, tí hesturin vísti seg at vera fullur av valdsjúkum griskum hermonnum, sum við hesi snildu ráðagerð kundu taka valdið í Troja. Ráðstevnan, »Hovedet på blokken«, á Christiansborg herfyri, sum danskt fíggjaði norðuratlansbólkurin skip- aði fyri, er hugfrøðisliga ikki ólík omanfyristand- andi. Síðani sitandi sam- gonga - við kvalifiseraðum meirluta av Føroya fólki aftan fyri seg - fór út í Tinganes, er demokratiski múrurin heima í Føroyum vorðin Høgna Hoydal (HH) ov høgur. Við bert 25% aftan fyri seg og í andstøðu er HH í dag reelt uttan ávirkan í føroyskum poli- tikki. Tann tíðin er farin, tá møguligt var at útnevna seg sjálvan til hentleika minist- ara í loysing ella hissini føroyskum lógarsmíði og at brúka tíggjutals mill. krón- ur upp á eina »Hvítubók«, sum helst er mest »farv- aða« ministarahondbók í friðartíð. Trojanski ráðstevnu hesturin Fyri at skapa mest møguligt rumbul í tí annars demo- kratiskt vælvirkandi ríkis- felagsskapinum vóru sjálvssøknu snildarráðini hjá HH - uttan um Landsstýrið - at taka mest viðkvæma mál millum Føroyar og Danmark upp til viðgerðar innan fyri múrar- nar á sjálvari Christians- borg, og »legalt« fáa kom- petent fólk at røða um og/ ella uttan um eitt viðkvæmt evni, nevniliga blokkin. Formaðurin í búskapar- ráðum og onnur við honum hoppaðu galant inn í »Trojanska ráðstevnu hest- in« hjá HH og komu so- leiðis uttan nakað hóvasták inn um múrarnar. Trupul- leikin hjá hesum fólkum og ikki minst hjá formannin- um í búskaparráðum er ikki, hvat tey søgdu ella ikki søgdu, men at tey lótu seg tøla til at fara inn í »Trojanska ráðstevnu hest- in« og vera við til at bróta niður álitið millum sitandi landsstýrið og ríkisstjórn- ina. Eftir »ráðstevnuna« noyðist Landsstýrið at brúka nógva óneyðuga tíð og orku fyri at kyrra og fáa arbeiðsfrið í ríkisfelags- skapinum, umframt at skula liva við tí negativu umtalu og illgitingum sum fylgja í kjalarvørrinum. At dríta í egið reiður Fyri HH er hetta ein tilvitað process og tænir einans til at seta lús í pelsin hjá ríkisfelagsskapinum. Sjálv- ur gjørdi HH sær dælt av tí eftirfylgjandi negativu skriving í donsku bløðun- um og vísti á, at nú vilja danir hava loysing. Tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, og tað kennist sárt at annað av okkara fólkatingsumboðum nærm- ast hevur atferð sum ein antiføroyingur. HH gekk á odda fyri at minka blokkin við 366 mill. kr. og lovaði, at al- ternativar inntøkur skuldu koma ístaðin, men tað vóru bert orð. Og orð eru heldur ikki tað sum spindoktarin hjá HH manglar nú um dagarnar. Øll sum ditta sær at hava eina fatan um »Hovedet på blokken« ráð- stevnuna, og ikki eru samd við HH, fáa gall og gor oyst yvir seg frá spindoktarin- um, og tað uttan mun til, um tú ert ein vitandi og vælargumenterandi útiseti ella ein seriøsur blaðstjóri her heima. Demokratiskt frælsi og lívsfrælsi Demokratiskt frælsi er at kunna fara frá møguleika til veruleika, og tað frælsið hevur Føroya fólk longu í dag. Lívsfrælsi haraftur- ímóti krevur, at bæði fys- iskar-, sosialar- og fíggjar- ligar umstøður eru til stað- ar. Okkara lítilleiki og ein- streingjaða vinnulív ger okkum viðkvom fyri á- virkan uttanífrá, og tí vil ein størri felagsskapur eitt nú ríkisfelagsskapurin hava eina stabiliserandi ávirkan á okkara lívsfrælsi, ikki bara takka verið blokkinum men eisini. At føroyingar sum heild eru glaðir fyri tey rættindi, ið felagskapurin gevur, sæst millum annað av, at í 2003 útskrivaði Fútaskrivstovan 6344 pass harav 2/3 vóru EU pass. At nútíðarmenniskja vel- ur felagsskap við lívsfrælsi fram um ideologiskt ein- mansveldi er EU eitt tal- andi dømi um, eins og fólk- ið í Hesti einmælt valdi fe- lagskap við Havnina og harvið størri lívsfrælsi. Eisini í Serbia hevur mann nú slept stagneraðu natio- nalistisku kósini og vendir sær móti felagskapinum í EU. Nationalistisk frælsistáta Tað eru mong tekin í sól og mána, at HH hevur somu uppskrift til sítt ágangandi nationalistiska loysingar frælsi (frelsu), sum chef- ideologurin í London hevði til sítt tilætlaða kommun- ista frælsi (frelsu) fyri Før- oya fólk. Teirra frælsistáta er eitt ideologiskt einmans- veldi (kommunisma/natio- nalisma) uttan um ta demo- kratisku processina og utt- an atlit til føroyskt lívs- frælsi yvirhøvir. Vit vita, at kommunisman hevði verið fatal fyri Føroyar, og tað er onki sum talar fyri, at nationalisman hjá HH hevði verið betri. Nýggjari europeisk søga lærir okk- um, at ágangandi national- isman er kamuflerað makt- girnd og hevur lítið til fe- lags við okkara demokrat- isku siðvenju. Hetta veit altjóða dómstólurin í Haag alt um. Ódemokratiskur tjóð- skaparligur dominansur Tað er ein útbreidd fatan, at okkara almennu loftmiðlar hava stuðlað meiri undir loysingarhallan tíðindaflut- ning enn undir felagsskaps- sinnaðan tíðindaflutning. Hanus Kamban, rithøvund- ur, sum fekk mentanarvirð- isløn landsins í ár, sigur í blaðsamrøðu í Sosialinnum 2/6-04, »at tjóðskaparliga umboðanin í føroyska mentanarlívinum er ov sjónlig og ávirkandi«. Møguliga er grund til at halda, at tað finnast fleiri smáir »Trojanskir hestar« runt um, og tí eigur Føroya fólk ikki bara at lata standa til, men vísa ábyrgd fyri tí demokratiska samfelag og tess lívsfrælsi, sum vit í felagsskapi hava uppbygt og eru góð við. Trojanski hesturin hjá Høgna Hoydal nú náddur Christinsborg! Stovnsmetingarnar hjá Jón Kristjánsson byggja á skeivt grundarlag C M Y K 11 10