fríggjadagur 6. mars 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
18
KJAK
KLUMMAN
Hevur tú eina
vekingar-
rørslu?
J
anuar og februar eru vanliga heldur tungir og
myrkir. Ein tíð á árinum, har dýnan kærkomin
vinur.
Men hóast sólarmyrking er fyri framman,
so gongur móti ljósari tíðum. Lættari er at vakna og
liva.
Vanliga seta vit vekingarrørslur í samband við
andaligt virksemi.
Men um vit nú eru eitt sindur meira ítøkilig, meira
gerandislig, og nærri hesum jarðiska heimi, hava vit
so ikki øll eina vekingarrørslu?
Eina rørslu, ið mest sum av sær sjálvum hoyrur
morgninum til? Tað kann vera, tá vit rætta okkum
eftir vekjaranum, tá vit morguntung strekkja okkum,
ella tá vit spakuliga vekja børnini.
Alt hetta er av sonnum eisini rørslur, ið hoyra
veking og morgunstundini til.
Men tá vit nú eru komin á føtur, so má eg siga,
at tað ikki er morgunroðin, ið litar restina av júst
hesum morginum, tí eg má mála myndina við eitt
sindur myrkari litum.
Tað er nevniliga so, at eg vil vera trúgvur mótvegis
landslagnum. Politiska landslagnum.
Men tað er, sum gerst myndin alt ov myrk. Tað
tykist, sum máli eg somu klettar og fjøll aftur og
aftur. Og gjáirnar, ja tær gerast bara størri og djúpari.
Tað er sum verði eg drigin inn í myndina, hendan
ófrættakenda heim, ið als ikki er, sum eg ætlaði hann.
Pensilin vil ikki sum eg.
Har eru persónar á myndini, nakrir heilt fáir,
men tað er, sum stýra teir tjúkku strokunum, so at
pensilin málar grov mørk á bæði sjógvi og landi.
Og knappliga er tað, sum eri eg útfyri eini veking.
Hetta er politiska sólarmyrkingin, ið eg eri í fer við
at mála: ein heim, har fá síggjast, ráða og eiga, og har
mørkini verða sett í bø, haga og sjógvi, so lutast kann
út til teirra, ið frammanundan hava.
Og gjáirnar, tær skilja hesi fámentu, ið eru tey
meirmentu, frá teimum mongu minnimentu.
Nei, her má veking til, so hesin ófrættakendi
dreymaheimur hvørvur, og gerst ein lívsmynd: her
krevst ein vekingarrørsla.
Eg sveiggi tjúkkum pensli, strúki aftur og fram,
geri rembingar og smyrji tjúkt uppá.
Og fáu rembingarnar skapa knappliga nýggjan
morgun, har morgunroðin boðar frá rísandi sól,
og mín sann, um tað ikki er, sum er meira javnvág
komin í myndina, og lív sæst aftur, har áður var oyði
og myrkt.
Jú, vit kunnu øll gera rembingar og vekingar
rørslur á morgni, so dagurin gerst liviligari. Tað ber
til, og so er tað helst sunt eisini.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Dagfinn
Olsen
Jákup Mørk
Tað er kostn
a ð a rs t ø ð i ð
fyri miðilin,
sum er avger
andi, tá lýs
ingarprísir
skulu sammetast út frá ein
um kappingarbarometri
Sum fyrrverandi partaeigari og
stjóri í P/F Miðlafelagnum eri
eg kanska ikki heilt gegnigur
í míni fatan av spurninginum,
nú Kringvarpið enn einaferð
hevur dumpað prísirnar í eini
roynd at tekkjast lýsarum.
Loyvi mær kortini at
koma við eini viðmerking til
tað, sum Kringvarpsstjórin,
Dia Midjord, førir fram í mið
vikuútgávuni av Sosialinum.
Hetta sum svar til stjóran fyri
KissFM, Voxbotn og Rás2, ið
vil vera við, at Kringvarpið við
prísdumping høggur bein
ini undan privatu útvarps
støðunum.
Í síni viðmerking sigur Dia,
at talan má verða um rættvísa
samanbering av prísum, fyri
síðani at samanbera ymsu
pakkarnar hjá Kringvarpinum
og Miðlar.fo.
Eitt er, at Dia »gloymir«,
at hann samanber prísirnar
hjá eini rás, sum røkkur til
hvønn krók í landinum, við
tríggjar rásir, harav ein er á
leið landsdekkandi, meðan
hinar eru lokalradio.
Meira týdningarmkið, so
er sæð úr einum kappingar
sjónarmiði – einasta log
iska samanberingin, at prís
irnir verða settar í mun til
kostnaðarstøðið á einstøku
miðlunum. Í eini kappingar
støðu verður jú altíð roynt
at laga prísirnar soleiðis,
at samlaða sølan verður
nakað hægri enn samlaðu
inntøkurnar. Tí er tað í út
gangsstøðinum fullkomuliga
líkamikið, um prísirnir hjá
Kringvarpinum er 5 ferðir,
20 ferðir ella 100 ferðir so
høgir sum hjá Miðlar.fo. Tað
áhugaverda er, hvør prísurin
er í mun til kostnaðarstøðið.
Uttan at hava innlit í
rakstrartølini fyri Miðlar.fo,
so er eitt kvalificerað skot, at
samlaðu útreiðslurnar eru
onkra staðni millum 4 og 5 mió
kr. Við øðrum orðum skulu
tær tríggjar útvarpsstøðirnar
hjá fyritøkuni so ella so selja
lýsingar fyri hesa upphædd, og
sjálvandi verða lýsingaprísir
og –pakkar ásettir í mun til
hetta.
Skal
ein
sammeting
gerast út frá hesum, so
er
fígg jarætlanin
hjá
Kringvarpinum samansett
av fleiri ymsum faktorum.
Í fíggjarlógini fyri 2014 var
budgetteraði raksturin 58 mió
kr. Hartil kemur íløgujáttan,
játtan til rakstur og nýgerð av
sendineti, játtan til talgilding
og avskrivingar av støðisogn.
Soleiðis fer samlaða talið helst
at líkjast nøkrum, sum byrjar
við einum 8-tali.
Allir hesir faktorar mugu
takast við, tí hjá eini privatari
útvarpsstøðu er talan um
postar, sum skulu fíggjast við
teimum lýsingarpengum, sum
koma inn.
Gott nokk eru hesir pengar
eisini til sjónvarpsvirksemið,
men tað er neyvan heilt av leið
at gita, at helmingurin ella so
av hesum fer til útvarpsvirk
semið.
Nú ber til at samanbera.
Mett eftir einum sjónarmiði
um javnbjóðis kapping,
so skuldu lýsingarnar hjá
Kringvarpinum kosta á leið
9-10 ferðir tað, sum tær gera
hjá Miðlar.fo. So tá Dia Midjord
sigur, at prísirnir hjá KvF eru
5-6 ferðir dýrari, so eru teir
altso framvegis eini 40-50%
lægri, enn teir áttu at verið.
Og so kundi eg kanska
lagt afturat, at tað sjáldan
er ein gongd leið at dumpa
prísin í eini roynd at vinna
inntøkur. Tað kann væl vera, at
lýsingarnar gerast fleiri í tali,
og kanska skapa tær tá fleiri
inntøkur til provisiónslønt
sølufólk. Men tær skapa ikki
fleiri inntøkur til stovnin. Ein
veruleiki, sum Dia átti at skilt,
nú tey í fleiri umførum hava
roynt seg við príslækkanum,
uttan at hetta hevur havt
stórvegis positiva ávirkan.
ES. Haldi annars slettis ikki, at
Kringvarpið skal hava lýsingar.
Tað skaðar trúðvirðið hjá
stovninum. Tað skapar eina
økta kommercialisering av
tí, sum skuldi verið okkara
fremsti mentanarberi, og tað
máðar støðið undan privatu
miðlunum, sum annars
skulu vera við til at skapa eitt
fjøltáttað miðlalandslag.
Dia vrøvlar um prísir
Bjarni Djurholm
Um dagarnar
kom soljóð
andi skriv frá
tíðindaleiðar
anum í KvF til
floksformenn
inar:
»Nú stundar bæði til løgtings-
og fólkatingsval, og Kring
varpið ynskir at hátíðarhalda
fólkaræðið saman við velj
arunum og sjálvsagt tykkum.
Tí vil eg fegin hava ein
fund við tykkum. Helst longu í
næstu viku, tó ikki mikudagin.
Tað tekur ein lítlan tíma
pr. formann. Ynskiligt er,
at tit hava valsamskiparan
hjá flokkinum við. Eg greiði
tykkum frá, hvussu vit ætla
at skipa valdekningin og val
kvøldini á øllum miðlapallum.
Viðmerkingar frá tykkum eru
sjálvsagt vælkomnar! Eisini
skulu praktisk viðurskifti av
stemmast.
Vit gera eisini vallýsingar
klárar til sjónvarpið, so mynda
fólk verður møguliga við til
fundin.
Vinarliga
Liljan Weihe
Tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya«
Ikki kann sigast annað, enn at
KvF sýnir serligan atburð, nú
miðilin boðar frá, at ætlanin
er at »hátíðarhalda fólka
ræðið saman við veljarunum
og sjálvsagt flokkunum......«.
Tað er ikki meira enn vika
síðani at leiðsla, tíðindaleiðari
og tíðindafólk vórðu dømd
eftir revsilógini fyri æru
meiðing - ein dómur, sum av
løgfrøðingum varð lýstur at
vera sjáldsama greiður, har
tey dømdu vóru lýst at hava
jagstrað landsstýrismann
grovliga av órøttum – og vóru
dømd samsvarandi.
Spurningurin er, hevur
KvF onga sjálvrannsakan? Er
eingin sjálvsagi? Snýr alt seg
um sjálvsprísan, nú tíðinda
leiðarin ósmæðin bjóðar til
»fólkaræðiligt hátíðarhald
saman við KvF«?
Hvar hevur fólkaræðiliga
virðingin í KvF verið fyri lógliga
valda meirilutanum á tingi,
lógliga valda landsstýrinum og
fólkaræðiligu mannagongd
unum farnu trý árini?
Og so at koma útvið 8 mðr.
áðrenn valið við innbjóðing
at fyrireika valini komandi!
Ætlar tíðindaleiðarin nú
eisini at útskriva løgtings- og
fólkatingsval?
Hvat munnu hinir miðlar
nir siga til, at KvF longu bjóðar
at gera vallýsingar klárar til
sjónvarpið?
Tosaði nakar um kapp
ingaravlaging?
Haldi, at nú má onkur
vakna.
Skal KvF nú eisini hátíðar
halda fólkaræðið?