Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 19 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Trøllini spilla fólkaræðið Rógvi Olavson sosiologur Langt áðrenn politiska kjakið flutti seg yvir á sosialu miðlarnar, vóru bæði politologar og samskiftislærd á einum máli um, at internetið hevði eitt ótømandi potentiali, í sambandi við menning av fólkaræði, hóast talan, sjálvandi, er um eitt tvíeggjað svørð. Higartil hevur tað víst seg í Føroyum, at politiskt viðkomandi kjak druknar í skilaleysum og hugtyngjandi trøllagoyggi. A merikonsku skemtarar­nir og sjónvarpsvertirnir John Stewart og Stephen Colbert skipaðu 30. oktober 2010 fyri einari fylking í Washington við heitinum Rally to Restore Sanity, sum, sambært Stewart, skuldi umboða tey 80 prosentini av amerikanarum, sum ikki hava ekstremar politiskar hug­burðar, og sum heldur ikki hava góðar møguleikar at oysa út av sínum skilagóðu moderatu hugsanum. »Skrúðgongan fyri skili« skuldi harvið geva neyðugt mótspæl til harðast rópandi og mest víðgongdu politisku røddirnar í USA. Tann stóra undirtøkan, ikki bara á staðnum, men eisini í einari fylking um skynsemi á sosialu miðl­ unum í langa tíð aftaná, gav mær eina vón um, at enn eru skilagóðir og moderat hugsandi amerikanarar við yvirlutan í USA, hóast vit hoyra lítið til teir, og at afturvendandi skrálararnir á (eftir mínum tykki) óseriøsum tíðindamiðlum sum MSNBC og Fox News kanska ikki eru umboðandi fyri alt fólki. Orðaskiftið avtignað Amerikanska støðan, har skilagóði meirilutin skal leggja oyru ella eygu til illa gjøgnumhugsað gleps frá einum framligum og fjákutum minniluta, er ikki ólík tí føroysku. Hálvt annað ár eftir skilaskrúðgonguna í Washington skrivar Torbjørn Jacobsen í ummælinum av bókini Valið og Valdið hjá Høgna Reistrup og Stefan í Skorini, at ritstjórnað politiskt viðkomandi tilfar er blivið ein trotvøra í okkara døgum, og at: Hevdvunni og klassiski drátt­ urin, ímillum fólkið og tess kjak­ kveikjarar og makthavararnar, flytur seg frá frælsu og skipaðu fjølmiðlunum yvir í eina mangan anarkistiska slóð, eitt óskipað høpi, í sosialum miðlum, - eitt nú á Facebook. Higartil kennist hetta sum ein rættilig devaluering av orðaskiftinum. Kendu kvalifiseraðu kjakkveikjararnir hava eisini roynt seg í hesum miðlum, men sum oftast enda kjakini í útspillandi persónligum grunnbrotum, ið undir­málarar í intelligensi hava sær sum dagdvølju fyri at sleppa av við abstinensurnar av sínum primitivu undirlutakenslum. [sic] Optimisturin í mær hevur hóast hetta gingið við einari (meira og meira) naivari vón um, at polit­ iska kjakið á sosialu miðlunum møguliga skal gjøgnum nakrar byrjanartrupulleikar, og at alfa- útgávan av alnetsfólkaræðinum ivaleyst skjótt fer at koma ístaðin fyri trøllasmittaðu beta-útgávuna. Tíverri er ófrættakenda niður­ støðan hjá Tobba blivin meira og meira sannførandi við árunum. So lágt er dygdin á orðaskiftinum sokkin, at langt er nú ímillum, at eg blaði niður í viðmerkingarnar undir greinunum á føroysku por­ talunum. Orðaskvaldurin kenn­ ist eftirhondini líka skaðiligur fyri bæði sál og kognitivan før­leika, sum fordummandi streymurin av sendingum frá einum av lýsingarplágaðu donsku undirhaldskanalunum. Flestu diktatorar akademikarar?! Eg vænti heldur ikki, at eg hevði sett meg at skriva um henda trupul­leikan, um eg ikki fyri nøkrum døgum síðani av for­vitni skrollaði inn undir eitt lesara­bræv um fiskivinnupolitikk á Vága­ portal­inum, og kom fram á hesa viðmerking: »minnst til at flestu diktatoear sum feldur vóru í 20'undi øld vóru akademikarar.« [sic] Trongdin at svara tílíkum við­ merkingum ger seg serliga galdandi, tá ið faktamanipulatiónin er so grell sum omanfyri, men eg haldi meg, sum oftast, aftur. Valið millum at svara ella ikki at svara í hesum føri er ein sokallað »lose-lose« støða. Svari eg ikki, heldur viðmerkjarin væntandi ótálmaður fram við spjaðingini av ósannindum. Svari eg honum, legitimeri eg hann onkursvegna sum kjakara, hóast ætlanin er at afturvísa hansara søguligu fávitsku, hansara mangl­ andi forvitni um einføld fakta, og harvið hansara manglandi førleika at koma við virðismiklum ískoyti til politiska kjakið. At ein so søguliga skeiv fatan kann eksistera í einum upplýstum fólkaræði er áhugavert í sær sjálv­um. Eitt annað er, at saman við møguleikanum at skjóta við­ merkingar út í cyberspace, hevur internetkollveltingin eisini givið viðmerkjaranum allar neyðugar hentleikar at kanna, um pástand­ urin er rættur, men at hesin møgu­leikin ikki verður brúktur. Sjálvandi skal kjakið vera opið hjá øllum uttan mun til útbúgving ella yrki. Jú fjølbroyttari, jú betri. Men tá ið hugurin at viðmerkja gerst størri enn hugurin at eftirkanna trúvirðið í egnum upplýsingum, áttu alarmklokkurnar hjá við­ merkjaranum at ringt, tí annars gera viðmerkingarnar størri skaða enn gagn. Semiotiska ruskplássið Miðlagranskarar og granskarar í politiskum samskifti byrjaðu at umrøða spurningin um sambandið millum internetið og almenna rúmið longu í 90 árunum. Í 00 árunum byrjaðu mainstream miðlarnir eisini at tosa um, hvussu internetið kann styrkja fólkaræðið, og í dag munnu flestu luttakarar á sosialum miðlum vera samdir í, at politiska kjakið er atkomiligari enn nakrantíð áður. Burturbeiningin av hesum avmarkingum hevur tó eina meira og meira sjónliga skuggasíðu. Málsliga støðið og substansurin í innleggunum í gomlu føroysku dagbløðunum var sum heild nógv hægri enn skjótt orðaðu, like-søkjandi og innihaldsfátøku útsagnirnar á dagsins sosialu miðlum. Politiska orðaskiftið – serliga tað, sum ofta stingur seg upp í sambandi við greinar á tíðindaportalunum – er blivið til eitt semiotiskt ruskpláss, har langt er millum viðkomandi viðmerkingar, og har hugurin at sóknast eftir kveikjandi og perspektiverandi kjaki er fánandi. Okkum tørvar, at eginkritikkurin og persónliga redaktionella ábyrgd­ in, sum eyðkendi lesarabrøv í gomlu dagbløðunum, eisini fer at gera seg galdandi fyri viðmerkingar á netinum. Okkum tørvar eina kjakmentan, har viðmerkjarar ikki viðmerkja fyri at viðmerkja, men leggja seg eftir, at hvør einasta viðmerking er eitt virðismikið íkast til kjakið. Okkum tørvar eina fylking fyri moderatum hugsanarhátti og gerandisskynsemi, eins og Stewart og Colbert skipaðu fyri á sinni. Okkum tørvar eina uppgerð við róp og skrál fávitskuna, sum tekur hugin frá skilafólki at halda seg framat politiska kjakinum, og sum harvið hevur eina niðurbrótandi ávirkan á fólkaræðið. Okkum tørvar eina kjakmentan, har viðmerkjarar ikki viðmerkja fyri at viðmerkja, men leggja seg eftir, at hvør einasta viðmerking er eitt virðismikið íkast til kjakið