fríggjadagur 6. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
26
DAGFINN OLSEN
T
á Dánjal Martin Hofgaard
verður biðin um at lýsa
seg sjálvan, ikki sum
ítróttarmann og heims-
meistara í inniróðri, men sum privat-
per són, so má hann hugsa seg um
eina løtu. Og yvirhøvur er heims-
meist arin ikki ein, ið er orsøk til, at
onn ur ikki fáa orðið upp.
- Eg eri friðaligur, havi bæði beinini
á jørð ini. Mær dámar ikki at gera ov
nógv burturúr mær sjálvum. Og eftir
kapp ing ina í Boston hava mong sagt
við meg, at tey vistu als ikki av, at eg
lut tók í inniróðri. Eg eri nokk tað tey
kalla lítillátin, sigur Dánjal Martin
Hof gaard.
Svimjarin setti
sær onnur mál
Dánjal Martin Hofgaard er føddur á
Suðuroyar Sjúkrahúsi 4. maj í 1989,
og er sostatt 25 ára gamal. Hann er
vág bing ur og gekk barnaárini í skúla í
Vági. Barnaárini runni sum hjá børn-
um flest.
- Vit spældu, sum børn flest, men
har var nógvur ítróttur, nógv svimj-
ing, sigur Dánjal Martin, ið er eitt ár
eldri enn barndámsvinurin Pál Joen-
sen, ið tey flestu kenna sum úr mæl-
ing innan svimjing.
Sjálvur svam Dánjal Martin eisi ni
á høgum støði frá 2005 til 2009. Hann
vann heiðursmerki í FM og oyggja-
leikum, og luttók í øðrum kapp ingum,
eins og hann var á landsliðnum í
svimj ing.
Men í 2009 kom kappróður inn
í myndina. Dánjal Martin róði við
Roynd ini Fríðu, og seinni Smyrli og
øðr um bátum við.
Tað var í 2011, at Dánjal Martin
byrj aði at rógva inniróður á maskinu.
Hann luttók á FM og vann. Àrið eftir,
2012, gekk ikki eins væl, tí tá var ikki so
nógv rógving, tí m.a. var nógv arbeiði
á skránni. Men í 2013 kom aftur ferð
á við nógvari venjing.
Hann luttók í HM í 2012 og gjørd-
ist nummar 6 og 2014 og gjørdist
numm a r 9.
- So skuldi okkurt henda. Eg vildi
meira, sigur Dánjal Martin Hofgaard.
- Vit fingu profesionella venj ingar-
skrá frá Eskild Ebbesen. Venjing 7 dag-
ar um vikuna við fullari ferð á. Ongin
hvíludagur kom ímillum. Eisi ni ráddi
um at eta og sova rætt. Tað var gróthørð
venjing líka fram til kapp ingina, sigur
heimsmeistarin úr Vági.
- So gekk leiðin til Boston til
HM í inniróðri. Eg segði í august, at
dreym ur in var HM heiðursmerki,
men eg hevði ikki væntað, at til bar
at vinna, als ikki, sigur Dánjal Martin
Hofgaard.
ONGI LYFTI
ELLA REYP
ÓRÓGVAÐU
RÓGVINGINA
Dánjal Martin Hofgaard úr Vági gjørdist frá degi til dags hetja í Føroyum, tá hann
í Boston gjørdist heimsmeistari í inniróðri. Hann er fyrrverandi landsliðssvimjari,
barndómsvinur og granni hjá Pál Joensen. Hann er sera lítillátin, og er fegin um, at
hann ikki innan kappingina í Boston hevði reypað ella givið lyfti, tí hetta hevði bert
órógvað, sigur heimsmeistarin, famljumaðurin og timburmaðurin av Skálabeiti í Vági
VANGAMYND
Eg tók
eina rógvi-
maskinu í
arbeiðs bilin
og hevði
hana við
Dánjal Martin Hofgaard