Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 27 Rógvimaskinu við til arbeiðis Í 2012 fór Dánjal Martin í læru sum timb ur maður. Hann verður útlærdur í 2016. - Tað er nógv , ið skal hóska saman: ar beiði, familja og venjing. Men øll hava verið lagalig. Eg eri ofta sloppin tíð liga frá arbeiði fyri at kunna venja, og heima hava tey lagað seg eftir tí, og bíða til eg eri komin heim um 18-19 tíð ina, sigur Dánjal Martin, ið hevur damu og eina dóttur, ið er 1 ára gomul. - Nú er tað, sum er alt hetta vert alt stríð og hóvastók, og familjan hevur gloymt allar tímarnar, ið eru farn ir til venj ing. Nú fegnast øll, sigur heims- meist arin. Tá fregnast verður, hvørt ein søga er sonn, sum sigur, at hann hevur havt rógvimaskinu við til arbeiðis, sigur Dánjal Martin: - Vit arbeiddu á Sandoynni. Vit lógu ofta veðurfastir, og eg plagdi at venja í Havn á kvøldi, og koma aftur eftir miðnátt til Sandoynna. Hetta var stræv ið, so eg tók eina rógvimaskinu í ar beiðsbilin og hevði hana við, og vandi so í stovuni eftir arbeiðstið, minn ist Dánjal Martin. Meistarar av Skálabeiti Dánjal Martin Hofgaard og Pál Joen- sen hava báðir skrivað seg í heims- søgu na innan ítrótt. Báðir koma teir av Skálabeiti í Vági. Barndómsvinir, grann ar, ið hava spælt saman og svom ið saman, og enn venja teir sam- an, um høvi er til tess. Og mangur hevur havt á munni, at eitt er, at ein bygd fostrar tvey so stór ítrótt ar nøvn, men at bæði so eru úr sama býlingi, uppvaksnir lið um lið, tað er óhoyrt. - Tað eigur ikki at bera til, at ein bygd sum Vágur – og nærri lýst býlingurin á Skálabeiti, fostr ar tveir úrmælingar, sigur Dánjal Martin. - Pál sendi mær eisini boð eftir HM í Boston: ”Tað er á Skála beiti ein skal búgva”. Hetta vóru stuttu boðini, smíl ist Dánjal Martin, og legg ur afturat, at skemtiligir vág bing ar vilja vera við, at tað er vatnið har á leiðini, ið ger munin. Missir ikki fótafestið Spurdur um áhugamál, so sig ur Dánjal Martin, at tey eru Ítrótt ur, familja og arbeiði. - Rúm er snøgt sagt ikki fyri so nógvum øðrum. Og eg eri longu byrjaður at venja aftur til HM næsta ár, og til enska meistara heitið 29.mars. Og so í bát í summar, umframt aðrar smæri altjóða kappingar, sigur Dánjal Martin. Men hvussu er so at gerast heims- meistari og kendur yvir eina nátt? - Tað er ringt at svølgja. At eg havi vunnið er ikki veruliga við at ganga upp fyri mær, fyrr enn nú, sigur Dánjal Martin. Og ein partur av at gerast heims- meistari, er at práta við miðl ar nar. - Eg dugi kanska ikki heilt at handafar hetta so væl enn. At vera so nógv frammi í ljósi num er ein løgin kensla. Men tað gongur betur og betur, og ofta ganga somu spurningar aft ur, men løgið er t.d. at fara til handils, og fólk koma til ein fyri at heilsa uppá og práta. Hetta skal ein venja seg við. Men eg missi ikki fótafestið, og eg eri sum sagt heldur lítillátin, sig ur Dánjal Martin. - Eg vildi tíbetur ikki siga so nógv innan kappingina í Boston, ongi lyfti og onki reyp, og tað var eg glaður fyri, tá harðast leikaði á, tí so var onki tílíkt sum órógvaði í høvdinum, tá á stóð, sigur Dánjal Martin. Krevur vilja Kann ein siga, at tú ert ein van lig ur ítróttarmaður, ella skal serligur vilji til at koma so langt? - At seta seg einsamallur við maskinuna fleiri ferður um vikuna, krevur ein øgiligan vilja. Ein sær nógv ung, ið blaka frá sær, men um fleiri vóru líka seriøs, sum eg, so áttu Føroyar fleiri meistarar, tí fleiri hava størri potentiali, enn eg. Tí eri eg vísur í, sigur Dánjal Martin Hofgaard. - Men tað er hart kropsliga og sálarliga, kanska serliga sál ar liga, tí ein er einsamallur alla tíð ina, sigur Dánjal Martin. Eitt tíðarskeið í lívinum Heimsmeistarin úr Vági hevur ikki lagt ætlanir fleiri ár fram í tíðina. - Hetta er eitt tíðarskeið í lívi num, og eg havi ikki lagt ætlanir fleiri ár fram. Onk ur hevur nevnt OL, men so skal ein helst til Dan mark ar, men hetta liggur als ikki í kortunum, sigur heims meist arin í inniróðri, Danjal Martin Hofgaard, ið gleðir seg til at royna seg í altjóða kappingum, ið eru fyri framman. FAKTA:  Dánjal Martin Hofgaard  25 ár og úr Vági. Heimsmeistari í inniróðri 2015.  Í læru sum timburmaður hjá Suðursmíð.  Verður útlærdur í 2016.  Daman eitur Lilja Schrøter og eitt ára gamla dótturin eitur Ronja.  Barndómsvinur og fyrrverandi svimjifelagi við Pál Joensen. Báðir eru teir uppvaksnir á Skálabeiti í Vági.  Bilur: Ein gamal bláur Mazda 6  Telefon: Samsung Galaxy S4  Næstu kappingar: FM 14. mars og enska meistaraheitið 29. mars.  HM í inniróðri hevur verið hildið í umleið 34 ár. »Um fleiri vóru líka seriøs, sum eg, so áttu Føroyar fleiri meistarar, tí fleiri hava størri potentiali enn eg«