fríggjadagur 6. mars 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
39
Ikki við: Evrard Blé (fóturin)
Nýggjur: Kenan Hajdarević
(loyvini eru komin upp á pláss)
Ikki við:
Adeshina Lawal (leikbann,
longd ikki staðfest enn), Nenad
Saric (ryggurin, 2 vikur), Jan
Ellingsgaard (burturstaddur)
Ivasamur:
Clayton Soares (Spælaraloyvi)
Ikki við: Kristin R. Mouritsen
(burturstaddur, 1,5 mánað),
Hørður M. Mohr (burturstaddur,
2 mánaðir)
Við aftur: Beinir Ellefsen
Ikki við: Albert Adu (leikbann),
Martin Tausen (leikbann)
Nýggjur: Franck O. Able (klárur,
fingið arbeiðsloyvi)
Ivasamir: Jón Áki Jacobsen
(knæið), Ari K. Poulsen (fóturin),
Mamuka Toronjadze (loyvið),
Valerian Lobashvili (loyvið)
Við aftur: John T. Poulsen
(burturstaddur)
Nýggjur: Christian Ibeagha
(Loyvini komin upp á pláss)
fyrsta umfari vóru partur av 2-2
javn leikum. Hóast fuglfirðingar vóru
framman fyri 2-0 í Gøtu, so vóru teir
ikki misnøgdir við úrslitið. HB var
tvær ferðir frammanfyri á heimavølli
ímóti AB, og í HB fjaldu teir ikki vón-
brotið.
-Vit ætla okkum at vinna hvørja
ferð og serliga í Gundadali. Vit kunnu
gleðast um, at nú er hol sett á kapp-
ingina, men annars kunnu vit ikki
gleða okkum um avrikið ímóti AB,
sig ur miðvallarin Levi Hanssen. Hann
held u r ikki, at teir kunnu brúka tað
til so nógv, at Fróði Benjaminsen ikki
var við, og at Christian R. Mouritsen
tíð liga í 2. hálvleiki noyddist av vølli-
num.
-Vit vóru ikki nóg raskir at pressa
fram ímóti dystarenda, og vit mynd-
aðu ikki nóg nógvar mál møgu leik ar.
Tað skulu vit verða betri til.
Nýggi ÍF venjarin Aleksandar
Jovevic fegnast um vitjanina í Sarpu-
gerði, og hann gleðir seg til sunnu-
dagin:
At spæla ímóti HB er altíð stórt.
Hug burð urin hjá okkara monnum
var sera góður í Gøtu, og eg ivist ikki
í, at spælararnir verða uppsettir ímóti
HB. Tað er stórur saknur, at Adeshina
Lawal er leikbannaður, og at Nenad
Saric er skaddur. Kappingin um pláss-
ini er stór, og teir, sum nú fáa møgu-
leik an, eru uppsettir at vísa, at tað er
dug ur í teimum.
Spiltu seg burtur
B36-VÍKINGUR: PÁLL AUGUSTINUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 16.45
Meistararnir í B36 fáa seint seinna-
partin sunnudagin vitjan av steypa-
vinnarunum í Víkingi. Bæði liðini
fingu í fyrsta umfari eitt stig á heima-
vølli. Felags fyri bæði liðini er, at tey
kendu seg at tapa tvey stig heldur
enn at vinna eitt stig:
-Vit gleða okkum til at spæla ímóti
Vík ingi á okkara heimavølli. At vit týs-
kvøldið spældu á Tórsvølli vísti seg at
vera eitt mistak. Har vóru ikki um-
støð ur til eitt tvey samanspæl, og tað
bar illa til at spæla stikkbóltar. Eftir
steðgin vístu vit góðan hugburð, tá ið
vit vóru tíggju ímóti ellivu og kortini
press aðu. Henda hugburðin skulu vit
hava við okkum ímóti Víkingi, sig ur
Jákup á Borg, hjálparvenjari og lið for-
mað ur í B36.
Víkinga venjarin Sigfríður
Clement sen iðrar seg um, at hansara
menn ikki vunnu fulla úrtøku ímóti
ÍF. Undan ferðini suður í Gundadal
velur hann tó at síggja tað frá posi-
tivu síðuni:
-At vit megnaðu at svara aftur og
javna, hóast vit vóru aftanfyri 2-0, sig-
ur mær, at hugburðurin er góður. Vit
hava vant sera nógv í vetur, og fram
ímóti dystarenda sást, at vit eru væl
fyri likamliga. Vit høvdu møguleika at
skora sigursmálið, men marginalirnir
vóru ikki við. Nú er avbjóðingin
meist ar ar nir á útivølli, og tað er
spenn andi uppgáva.
Í fjør var talan um minnisríka
upp gerð, tá ið Víkingur í triðja umfari
vitjaði B36, og úrslitið varð 2-2. Tá um-
setti Jákup á Borg brotsspark til mál
fyri B36 í evstu løtu. Hetta stigið var
kær komið, tá ið tað í heyst varð talt
upp, og B36 vann FM við einum stigi
framman fyri næsta avbjóðaran!
Hugburðurin er
framúr góður
AB-TB: ALEX TROLEIS
SUNNUDAGIN KL. 14.00
Oddbjørn Joensen og hansara menn
fóru sunnudagin úr Gundadali við 2-2
og einum stigi ímóti favorittunum í
HB. Tað fegnaðust teir uttanfyri ánna
um, tí HB varð roknað at vera stórur
favorittur.
Nú eigur AB heimavøll ímóti upp-
flytaru num í TB. Hóast tvøramenn
síðstu løtuna vóru níggju ímóti ellivu
KÍ spælarum, so iðra teir seg um, at
tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn
eitt stig í 1-1 javnleikinum:
-Vit eru undirtippaðir hvørja ferð,
men vit hava eina góða kenslu. Páll
Guðlaugs son megnar at fáa okkum
av álvara at stríðast fyri søkini, og tað
fer vónandi at bera langt. Aðal mál ið
hjá okkum er at sleppa undan niður-
flyt ing, og tað rokna vit avgjørt við fer
at eydnast, sigur Teitur Justinussen
hjá TB.
Jógvan Skeel Nolsøe var annar av
AB málskjúttunum í Gundadali:
-Sjálvsálitið hevur stóran týdning.
Ímóti HB sóu vit í 1. hálvleiki, at vit
megnaðu væl at spæla upp ímóti
teimum, og tað sást aftur á avrikinum
í 2. hálvleiki, tá ið vit stríddust sera
nógv. Hetta skulu vit byggja víðari
á, nú tá ið TB kemur at vitja okkum,
sigur Jógvan Skeel Nolsøe.
Í AB vóna teir, at tað tíðliga í
kappingini fer at laga seg so mikið
væl, at tað fer at síggjast, at AB ikki
longur skal stríðast fyri at sleppa
undan vandanum at flyta niður.
Nú sleppa útlendingarnir
upp í part
KÍ-FC SUÐUROY: EILER RASMUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Tað er synd at siga, at kappingarskráin
er blíð við uppflytararnar í FC Suður-
oy. Í fyrsta umfari vóru teir í Runavík,
har teir uttan útlendsku spælararnar
løgdu rygg til 6-1 tap, og í 2. umfari
skulu teir norður til Klaksvíkar.
-Vit vóru øgiliga skerdir ímóti NSÍ,
tí allir tríggir útlendsku spælararnir,
sum hava verið við í fyrireikingunum,
sótu uttanfyri, tí loyvini ikki vóru
kom in upp á pláss. Tað bar roker ing-
ar og broytingar við sær, og tá vit so
fingu tvey mál ímóti okkum bein an-
veg in og trý mál ímóti okkum í løtu-
ni kring steðgin, so var ikki so nógv
at gera. Hetta var undirstriking av,
hvussu stórur munur er á bestu og
næst bestu deildini. Nú hava vit lagt
hatta afturum okkum. Vit royna at
vera positivir, og vit gleða okkum at
fara til Klaksvíkar, har tað bæði er
tor ført og hugaligt at spæla, tí har
møta nógvir áskoðarar. Tað verður
neyvan á útivølli, at vit fara at vinna
sigr ar nar, og vit verða nøgdir, um vit
hava eitt stig suður aftur við okkum,
sigur Jón Krosslá Poulsen, ein av fáu
spælarunum hjá FC Suðuroy, ið hev-
ur royndir í bestu deildini.
Í Klaksvík iðra teir seg um, at tað
ikki eydnaðist at vinna í Trongisvági,
har KÍ var frammanfyri, inntil tað
varð javnt við sjáldsomum sjálvmáli.
-Vit vóru omaná í 1. hálvleiki, men
so mistu vit takið. At vit ikki megnaðu
at vinna, tá ið vit vóru ellivu ímóti
níggju var vónbrot, sigur KÍ málverjin
Mein hardt Joensen.
Petur Andreasen var fremsti
mað ur í 1. hálvleiki ímóti TB. Páll A.
Klettskarð, sum hevur verið skaða-
dar vaður, spældi í 2. hálvleiki. Sunnu-
dag in verður hann aftur í fremstu
røð, har hann verður undir liðini á
Kenan Hajdarević, sum er tøkur, eftir
at loyv ini eru komin upp á pláss.
Einki er at ivast í, at KÍ frá fyrsta
bríksli fer at seta gestirnar undir stórt
trýst.
Ikki við: Ev
Ikki við:
Ikki við: Kr
Ikki við: Al
Ivasamir: J
KÍ
ÍF
AB
TB
FC SUÐUROY
Eff odeildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
NSÍ
1
1
0
0
6
1
+5
3
2
Víkingur
1
0
1
0
2
2
0
1
3
ÍF
1
0
1
0
2
2
0
1
4
HB
1
0
1
0
2
2
0
1
5
AB
1
0
1
0
2
2
0
1
6
TB
1
0
1
0
1
1
0
1
7
KÍ
1
0
1
0
1
1
0
1
8
EB/Streymur
1
0
1
0
1
1
0
1
9
B36
1
0
1
0
1
1
0
1
10 FC Suðuroy
1
0
0
1
1
6
-5
0