Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 40 E in journalistur á Berlingske Tidende, sum blaðið kall­ aðist tá, áðrenn tað gjørd­ist trendysmart at strika seinna avoldaða liðin, skrivaði klummu um herferð sína móti mor­snigl­inum. Hann hevði varnast morsniglar í garðinum, journalistar eru skarpir eygleiðarar, tað vita øll. Eitt kvøldið mannaði hann seg so upp at fara út at týna óbodna gestin, miskunnarleyst og ikki minni náðileyst. Hevði eins og onnur lisið um øll góðu heimaráðini móti hesum snykuta sníki, eisini tey seriøsu vísindaligu og so hand­ ilslýsingarnar. Kortini hevði hann ikki brynjað seg so væl út at drepa dreparasniglarnar. Átti einki øl inni, sum hann unti snigl­unum, og heldur einki grovt salt var í køkinum. Men hann fann upp á ráð kortini, góð ráð, helt hann sjálvur. Hann tók ein spaka, og við honum kvetti hann morsniglarnar í helvt. Ótespiligt. Allar atgerðir móti skaðadjórum eru ótespi­ ligar, sama, hvussu nógv føtt, tey eru, ella um tey eingi bein hava. Til arbeiðis dag­in eftir reyp­aði hann sjálv­andi av bragdi sínum til hann fekk at vita, at bragðið var dára­verk. Tí tá hann kvetti snigilin í helvt, sluppu eggini við sniglaungunum út. Fyri hvønn dripnan vaksnan morsnigil gav hann upp í spannir av øðrum lív. Ung­arnir í eggunum livdu, hóast mamman var í tveimum steindeyðum pørtum. Hendan danska klumman um týning datt mær í hug, tí í kjallaranum hjá mær eru nú so nógvar skinflugur. Ikki nógvar í senn. Men so hvørt, eg geri av við tær, koma fleiri, tvær ella tríggjar hvørja ferð, tá eg eri farin. Annan hvønn dag drepi eg nakrar, tað geri eg nú. Fyrr plagdi eg at lata vindeygað upp, so tær sluppu út í øllum góðum, livandi. Men tann miskunnsemin er ikki longur, tí eg havi fingið tann para­noida tankan, at tær koma bara innaftur, livandi. So nú er deyðarevsingin vís, hvørja ferð. Men hvaðani koma tær? Spøkja tær? Hvørja ferð, eg havi beint fyri nøkrum, eru aðrar har tveir dagar seinni. Havi hugsað um at seta upp eitt vakmyndatól, sum kanska kann av­ dúka, hvaðan hesi svørtu flog­kykt koma. Men tað er ov nógv roks og krevur øll møgulig loyvi og skriv­stovu­ veldi. Hetta virkar sum ein skipað sjikana hjá hesum lorta lortaflugum. At onkur yvirfluga skipar fyri og sendir tvær, tríggjar, fýra út í rúmið hvønn dag ella annanhvønn. Havi eisini hugsað um eitur av onkrum slagi. Men neyvan er tað ein góð loysn, hóast haldfør. Skal eisini sigast, at enn eru flug­ urnar lættar at raka, várgleðin hevur ikki hertikið tær enn. Oftast fáast tær í fyrsta høgginum. Eg havi ikki talt, hvussu nógvar eru falnar, seti ikki flugubein fyri hvørja, sum leggur beinini. Minnist ikki, hvussu starvsfelagin á Berlingske Tidende slapp av við dreparasniglarnar, kanska tapti hann kríggið. Sjálvur havi eg umhugsað kemiskt kríggj móti skinflugunum. At brúka evnafrøðina í kríggi er vist forboðið sambært onkrari ST viðtøku, men hon er effektiv. Eitt kallast Kill It, okkurt annað DTD, klistrutir lepar eru at heingja í fluguhædd, og nerva­gass sigst eisini virka bæði skjótt og væl. Minnir meg samstundis um meist­ ara­verkið hjá Kauris­mäki um kvinnuna á svávul­pinna­verk­smiðjuni. Tá hon, Iiris, hevur avgjørt at løna ilt aftur við illum, fer hon í eina krambúð at keypa rottueitur. Dialogurin millum hana og kramb­ a­gentuna er gott dømi um frálíku mini­ malismuna hjá finska leik­stjóranum: Iiris: rottueitur. Krambagentan: stóran ella lítlan pakka? Iiris: stóran. Iiris fær pakkan við eitrinum og spyr: hvat ger tað? Krambagentan svarar: drepur. Nú fari at at vita, um nakrir flugu­ frensar eru eftir í neðra at drepa. Fluguknepparí í neðra Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Teknmálstulkur Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Frisør ella hermaður. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – Meira tú veit, meira verður væntað av tær at vita, so best at vita sum minst. Og um vit eru súrar, so spyr ikki hví, men keyp okkum skógvar og sig orsaka. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? – At tað er einki skeg at vera vaksin, og at hatta við, at man sjálvur sleppur at bestemma alt, passar ikki. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Dreymur... Eg byrjaði at syngja í kóri aftur aftaná nóóógv ár í útlegd, tað er jú fantastiskt. Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg … … sum regul, so er tað so, at um eg ikki tori okkurt, so royni eg at gera tað kortini. Men um eg skuldi nevnt okkurt, sum eg vil tora betur, so er tað at loyva øðrum at ráða yvir mær – men altso ikki uppá ein sovornan 50 shades of gray máta ella nakað! Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um fólk góvu hvør øðrum meira klemm og minnið skeld! Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Eg haldi at tað var í juni í fjør, tá eg kom heim til Føroya eftir lokna útbúgving, og nógv av mínum kæru, vinir og familja stóðu inni í stovuni og tóku meg á bóli við einari lítlari veitslu. Eg virkaði nokk mest súr og líkaglað, men til tykkara ið vóru við, eg meini tað: 1000 takk! Tað seinasta, tú hevur lært, er at: – Ikki ganga í hálku í hálum skóm … tað endar við heilaskjálvta. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú: – Ikki dugi at taka meg saman at gera tey tingini, ið liggja á láni, men bara skúgvi tey til viks. Enda setningin: Føroyingar burdu … … latið seg nógv betur í, so høvdu fólk ikki verið so forkølað altíð! BAKSÍÐAN Svanna Hentze í Gong