Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Árni Gregersen Hvussu skal føroyska heilsu­ verkið síggja út í framtíðini? Hvat skal tað kosta? Hvussu skal tað skipast? Hetta eru spurnignar, sum eiga at verða svaraðir í ein­ari menningarætlan fyri kom­ andi a´rini. Neyðugt er eisini at hava eina visjón fyri, hvat ætlanin er vi sjúkrahúsinum komandi árini. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið til samtykar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri tingið eina heildarmennignarætlan fyri heilsuverkið. Í frágreiðingini eigur eis­ ini at verða sligið fæst, hvørji tilboð, føroyska sjúkra­hús­ verið eigur at lata borg­ar­ un­um, sumher búgva og í stuttum eisini siga á hvørjum støði sjúkrahúsverkið skal vera. Menningarætlanin skal eisini gera eina meting av hvat tað fer at kosta at bera so í bandi, at støðið á sjúkra­ húsinum í Føroyum svarar til støðið í hinum norð­an­lond­ unum. Avbjóðingar Føroyska heilsuverkið hevur ómetaliga stórar avbjóðingar. Tað er torført at hava nóg mikið av serlæknum ar­beið­ andi í Føroyum - og spurn­ ingurin er eisini hvussu nógv­ir serlæknar skulu starv­ast fast í Føroyum. Í uppskotinum hjá Tjóð­ veldi verður fleiri staðir víst á, at talið av serlæknum í Føroyum eigur at vera mun­ andi hægri, verður saman­ borið við talið av serlæknum í Danmark ella í Íslandi. Føroyar eru tó eitt serligt øki, tí her búgva bert smá 50.000 fólk. Á fleiri sjúkraøkjum eru serlæknar til sjúkur, har bert millum 1 og 10 sjúklingar eru í Føroyum. Hetta er ger, at Føroyar eru eitt ov lítið øki hjá einum serlækna at arbeiða. Talið av sjúklingum er so lágt, at tað á ongan hátt er nóg mikið til at halda serfrøðina hjá serlæknum við líka. Tí keypir føroyska heilsu­ verkið fyri meira enn 100 milljónir krónur í tænastum frá serlæknum. Serfrøðin verður fyrst og fremst keypt frá Ríkis­ sjúkrahúsinum í Keyp­ manna­havn, men nakað verð­ ur eisini keypt úr Íslandi. Hetta verður fyri tað mesta gjørt á tann hátt, at læknar úr Danmark koma til Føroyar og virka her nakrar vikur ella mánaðir um árið. – Ein partur av arbeiðinum við menningarætlanini fyri heilsu­verkið má tí vera at útgreina, á hvønn hátt sjúkra­hús­verkið í størri mun kann keypa tænasturnar, har fremsta serfrøðin finst uttan­lands – ikki einans í Dan­mark. Serliga er tørvur á breiðari møguleika fyri viðgerð uttanlands, tá talan er um sjáldsamar diagnosur, har fáir serfrøðingar finn­ast, skrivar Tjóðveldi í við­merk­ ingunum til uppskotið til sam­tyktar. Fysiskar útbyggingar Í uppskotinum frá Tjóðveldi verður víst á, at stórar út­ bygg­ingar eru settar í gond á Lands­sjúkrahúsinum, eins og útbygt eisini verður í Klaks­vík. Á Tvøroyri er viðurskiftini nýmótans, so í veruleikanum eru karmarnir á góðari leið. Tað sum politiska skip­an­in skal taka støðu til, er á hvørj­ um støði sjúkra­hús­verkið skal vera komandi árini. Tørvurin á fígging til heilsu­verkið kann vera ómetti­ligur, tí alla tíðina koma nýggir viðgerðarhættir og nýggjur heilivágur. Tí er neyðugt at seta greið mál fyri, hvat tað er heilsu­ verkið skal kunna gera og hvussu nógv tað skal kosta. – Partur av menningar­ ætlanini eigur tí at vera at gera eina meting av, hvør fíggjarorka er neyðug at røkka settum málum fyri heilsu­verkið. Sjálvandi eigur hetta eisini at fevna um ætlan fyri, hvussu heilsuverkið verður rikið so rationelt og effektivt, sum til ber, so hvør króna fer til mest møguliga heilsutænastu til borgararn, skrivar Tjóðveldi. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, so um tað verður samtykt í tinginum, so er tað landsstýrið og harvið landsstýrismaðurin við heils­u­málum, Karsten Hansen, sum skal gera visjón og menn­ingarætlan fyri sjúkra­húsverkið. Nýggj visjón eigur at gerast fyri føroyska sjúkrahúsverkið Føroyska sjúktahúsverkið stendur á einum vegamóti. Tí er neyðugt at gera eina menningarætlan fyri komandi árini Ferðavinnan eigur at fáa betri kor Fysisku karmarnir eru – ella verða – nóg góðir. Spurningurin er, hvat heilsuverkið skal bjóða borgarunum Nógvur peningur er sett­ur av til at menna før­oysku ferðavinnuna, men framvegis eru forð­ ingar, sum ger at vøkst­ urin ikki gerst nóg stórur og gongur nóg skjótt. Tað heldur Framsókn, sum hevur lagt tvey upp­skot til samtyktar fyri tingið, sum skal bøta um hesi viðurskiftini. Í 2013 samtykti Løg­ tingið at lækka ferða­av­ gjaldi til 65 krónur, men samstundis var eisini mælt til, at avgjaldið varð avtikið komandi trý árini. Í viðmerkingunum sig­ur Framsókn, at ferða­ vinnan er spírandi og tí er avgerandi, at ferða­ seðl­arnir er so bíligir sum til ber. Um vikuskiftiðð boð­ aði Vága Floghavn frá, at avgjaldið, sum flog­ vøllurin tekur lækkar 20 krónur fyri hvønn ferða­ seðil. MVG burtur Sami flokkur hevur eis­ini eitt uppskot til samtyktar, su mælir til, at mvg á matstovum verð­ur lækkað ella heilt tikið burtur. Grundgevingarnar hanga eisini saman við, at ferðavinnan eigur at mennast enn meira. Fram­sókn skrivar, at í há­árstíðini er alt útselt. Tí eigur meira at fáast burtur úr tíðini sum eru báðumegin við háárs­ tíðini. – Men har eru vit í kapping við onnur, sum longu hava lækkað ella tikið mvg av hesum tæn­ astum burtur. Tað ger, at Føroyar eru dýrari og tí ofta verða valdar frá, sigur Framsókn. Bæði Framsókn og vinnan sjálv vísir eisini til, at hetta er ein vinna, sum gevur ungfólki ar­ beiðið. Ungfólki, sum ofta hevur brúk fyri at ar­beiða í styttri tíðar­ skeið. Uppskotini frá fram­ sókn eru bæði uppskot til samtyktar. Skal ferðavinnan mennast av álvara, so má ferðaavgjaldið burtur og mvg á matstovum og gistingarhúsum lækka ella takast burtur Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg hava lagt uppskot fram um at gera eina mennignarætlan fyri sjúkrahúsverkið