Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 Eirikur Lindenskov – Eg eri rættilga ónøgd við førda politikkin hjá Sjálv­ stýris­flokkinum. Øll val­evn­ ini hjá flokkinum á seinasta vali hava boðað mær frá, at tey venda flokkinum baki og vilja ikki stilla uppaftur, og eg havi møtt nógvum veljar­ um, sum siga, at tey angra, at tey atkvøddu fyri mær sein­ ast og gera greitt, at tað gera tey ikki aftur. Soleiðis endurgav in.fo Kristi­annu Winther Poulsen at siga á landsfundinum hjá Sjálv­stýrisflokkinum í vetur. Og nú hevur Kristianna Winther Poulsen tikið av­leið­ ing­ar­nar. Hon hevur meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum og hevur biðið um limaskap í Javn­aðarflokkinum. – Eg føli, at eg eri tann sama, men at Sjálv­stýris­ flokkurin ikki er tann sami. Eg er grundleggjandi ósamd við politisku linjuni hjá flokkinum, sum er linjan hjá formanninum, Kára P. Høj­gaard, sigur Kristianna Winther Poulsen. – Eg havi stríðst innan­ floks, men tað er ómøguligt at vinna ljóð fyri mínum sjón­ar­miðum, sigur Kristi­ anna Winther Poulsen, sum fyri fyrstu ferð stillaði upp til løgtingsvalið í 2011. Fýra tingfólk er rýmd úr Sjálvstýrisflokkinum sein­astu árini fyri at gerast virkin í øðrum flokk­um. Umframt Kristiannu Winther Poulsen, so eru trý fyrrverandi ting­fólk, sum øll hava verið for­ menn floksins, rýmd úr flokki­num fyri at gerast virk­in í øðrum flokkum. Kristianna Winther Poul­sen hevur fleri ferðir havt sæti á tingi hetta val­skeið­ið. Hon hevði fast sæti fyrri hálvu í 2013 fyri Jógv­an Skorheim, sum hevði sæti fyri Kára P. Høj­gaard, sum varð lands­ stýris­maður. Sámal Petur í Grund, sum var formaður flok­ sins til 2002, tá hann ikki varð afturvaldur, stillaði í 2011 upp fyri Framsókn og er virkin har. Helena Dam á Neyst­a­bø, sum var floks­formaður og løg­ tingskvinna floksins frá 1990 til 2002 fór úr flokkinum í 2002 og meldaði seg upp í Javn­að­ ar­flokkin. Hon varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 2008-2011. Í 2012 varð hon vald í Tórshavnar Býráð fyri Javnaðarflokkin. Lasse Klein, sum varð ting­maður frá 1984-1994 og formaður frá 1988-1994, fór í 1994 úr flokkinum og sleit samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóð­veldi og Sjálv­stýris­ flokkin. Hann stillaði í 1994 upp fyri Kristi­liga Fólkaflokkin og varð valdur. Lasse Klein er nú aftur virkin í Sjálv­stýris­ flokkinum sum floks­ skrivari. Kristianna Winther Poulsen 2015 í Javn­ aðarflokkin Sámal Petur í Grund 2011 í Framsókn Helena Dam á Neystabø í 2002 í Javnaðarflokkin Lasse Klein í 1996 í Kristiliga Fólkaflokkin Vit kunnu siga, at politikkur er í blóðinum hjá Kristiannu Winther Poul­sen. Í faðirætt var abbi henn­ara, Niels Winther Poulsen í Skopun, lands­ stýris­maður fyri Sjálv­ stýris­flokk­in frá 1959-67, og langa­bbin, Johan Hendrik Poul­sen úr Skopun var løg­tings­maður fyri Sjálv­ stýris­flokkin í 1907-08 og frá 1916-32. Í móðurætt er tað borg­ar­ligur politikkur, sum hevur sett síni spor. Mammubeiggarnir Pauli Ellefsen, sum var ting­ maður frá 1974-90 og løg­ maður frá 1981-85, og Svend Aage Ellefsen, sum var løg­ tings­maður frá 1980-1994 og lands­stýrismaður frá 1991- 93. Aftur at tí So politikkur er ikki ókend­ur í familjuni henn­ ara – heldur ikki politskar ósemj­ur. Eirikur Lindenskov – Eg harmist um, at tað tynnist í vinarskara. Tað sigur Kári P. Høj­ gaard, tá vit spyrja hann um støðuna, nú Kristi­anna Winther Poulsen hev­ur meld­að seg úr Sjálv­stýris­ flokki­num. – Í Sjálvstýrisflokkinum er vítt til veggja, og sjón­ar­ mið­ini kunnu vera ymisk. Kristianna Winther Poul­sen hevur havt nógvar møgu­ leik­ar at gera seg galdandi, hon hevur sitið á tingi ein stóran part av hesum valskeiði, so hon hevur havt sína ávirkan, sigur Kári P. Højgaard. – Sum eg skilji, so eru tað ser­liga tey etisku virðini, sum hava fingið hana at fara. Men tað skilji eg ikki rættiliga, tí har hevur verið vanligt, at tað ikki hevur verið eit floks­mál, sigur hann. Men hann vísir eisini á onn­ur mál, sum hon hevur nevnt í brævinum, hon hev­ur skrivað til flokkin í sam­bandi við, at hon hevur meldað seg út. Hesi eru eitt nú hand­far­ ingin av ávísum málum, so sum byggimálið hjá Varða­ num Pelagic á Tvør­oyri, fólka­at­kvøð­an um kom­ munu­samanleggin og Skála­ fjarð­ar­tunnilin. – Málið á Tvøroyri var neyðugt, um vit skuldu fáa makrelveiðina upp á land. Hini málini vóru mál, sum vóru greitt avtalað í sam­ gongu­skjalinum, so har var so lítið at gera, sigur Kári P. Højgaard. Um linjuna hjá flokkinum sig­ur Kári P. Højgaard, at hann hevur roynt at bygt á tað, sum Hilmar Kass og Sjálvstýrisflokkurin stóðu fyri. Hann sigur, at Sjálv­ stýris­flokkurin er ein sár­ bar­ur flokkur, tí hann hevur bara ein tingmann. – Tað er sjálvani sárt hjá ein­um lítlum flokki at missa odda­fólk, og tað harmist eg um. Men eg havi sagt við Kristi­onnu, at eg ynski henni alt tað besta á lívsleiðini. – Frá mær eru í øllum førum »no bad feelings«, sig­ ur Kári P. Højgaard. Nógv eru rýmd Politikk í blóðinum Sárt at missa oddafólk Kári P. Højgaard harmast at missa Kristiannu Winther Poulsen Kristianna stillar upp fyri Javnaðarflokkin – Eg føli, at eg eri tann sama, men at Sjálvstýrisflokkurin er broyttur, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum hevur meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum og meldað seg inn í Javnaðarflokkin Hon sigur, at hon hevur veru­liga roynt at gjørt vart við seg, men har var einki at gera. Hon sigur, at øll fólk­ini, sum stillaðu upp í Suður­ streym­oy til seinasta val eru burtur, og tí er einki meira hjá henni at gera í Sjálv­ stýrisflokkinum, tá flokk­ur­ in ikki vil annað enn tað, sum forma ðurin vil. Henni dámar væl at fáast við politikk, og hon hevur rættiliga fingið blóð upp á tonna hetta tíðarskeiðið, hon hevur verið virkin síðani síðs­ta val. – Eg ætli mær ikki at gevast í politikki, og vil fegin halda fram. Men eg fái ikki hildið fram í Sjálv­stýris­ flokkinum, tí eg eri ikki samd við linjuna hjá Kára P. Høj­gaard, sigur Kristianna Winther Poulsen. Hon hevur tí biðið um limaskap í Javn­að­ar­flokki­ num, og verða boð eftir hen­ ni, so stillar hon upp har. – Eg havi havt sera gott samstarv við Aksel V. Johannesen og øll hini í Javn­að­ar­flokkinum, ta tíð­ ina eg havi verið á tingi. Mær dámar væl hugsjónina hjá Javnaðarflokkinum, og eg føli, at hetta er flokkurin, sum best umboðar tað, sum eg standi fyri, sigur Kristi­ anna Winther Poulsen. Spurd hvar hon hoyrir heima á politiska vinstra- høgra­skala­num, so kallar hon seg ein mið-vinstra politikar­ara. Um politisku viður­skiftini við Danmark sigur hon, at hon er sjálv­ stýris­sinnað og heldur, at vit før­o­yingar eiga í størstan mun at klára okkum sjálvi. – Men eg haldi, at vit fyrst og fremst eiga at tryggja væl­ ferðina í Føroyum og virka fyri einum rættvísum býti av samfelagsvirðunum, og eg síggi ikki fullveldi sum málið, sig­ur hon.