Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Veljarar hjá Javn­að­ar­flokki­ num halda, at Javn­að­ar­ flokk­urin fyrst og fremst skal sam­starva við Tjóðveldi. Tað vísir kanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku. Tølini um sam­ starvsflokkar eru eisini grein­að út á flokkar – tað vil siga, at spurt verður, hvørja hugs­an veljarar hjá ymsu flokku­num hava til sam­ starvs­flokkar. Spurt verður, hvønn flokk (tey kunnu bara velja ein) tey helst síggja flokkin, tey at­kvøða fyri, skal samstarva við. Somuleiðis verður spurt, hvønn flokk tey ikki vilja, at flokk­urin, tey atkvøða fyri, skal fara í samgongu við. Javnaðarveljarar vilja Tjóðveldi Veljararnir hjá Javn­að­ar­ flokkinum vilja fyrst og fremst samstarva við Tjóð­ veldi. Kannignin vísir, at 41,4 pro­sent av veljarunum hjá Javn­að­ar­flokki­num halda, at Javn­að­ar­flokkurin skal sam­ starva við Tjóvðeldi. Næstbestu undirtøkuna hjá javn­aða­r­veljarum sum sam­starvs­flokkur hevur Sam­bands­flokkurin, 26,6 pro­sent. Sum triðja val hjá javn­að­ ar­veljarum eru Framsókn. 3,1 pro­sent av javnaðarveljarum velja sær Framsókn sum fyrsta samstarvsflokk. Bara 2,3 prosent av teim­ um, sum ætla at velja Javn­ að­ar­flokkin, halda at Fólka­ flokk­urin skal verða fyrsta valið sum sam­starvs­flokkur. Skýggja Fólkaflokkin Aksel V. Johannesen, for­mað­ ur Javnaðarfloksins, hevur greiða undirtøku millum sínar veljarar í avgerðini um, at Javnaðarflokkurin ikki skal samstarva við Fólka­ flokk­in. Tí ikki færri enn 69,6 pro­sent av teimum, sum ætla sær at velja Javnaðarflokkin sam­bært kanningini halda, at Javnaðar­flokkurin als ikki skal samstarva við Fólka­ flok­kin. Tá Fólkaflokkurin so av­gjørt er tann flokkurin, sum javnaðarveljarar ikki vilja samstarv við, so er so lítið eftir at býta til hinar flokk­ar­nar. Men á øðrum plássi kemur Tjóðveldi sum tann flokkur, sum javn­að­ar­ veljarar ikki vilja samstarva við, 9,6 prosent. 4,8 prosenst av javnaðarveljarunum siga, at flokkurin ikki skal sam­ starva við Sam­bands­flokkin, og 4,0 vilja ikki samstarv við Miðflokkin. Ja Javnaðarflokk Nei til Tjóðveldi Boðskapurin hjá veljarum Sam­bands­floksins sambært kann­ing­ini er greiður. Meira enn annar hvør velj­ari vil hava samstarv við Javn­að­ar­ flokkin, 51,3 pro­sent, meðan einans tíggjundi­hvør vil hava sam­starv við Fólka­ flokkin, 10,5 pro­sent. 2,6 prosent halda, at flokk­ urin fyrst og fremst skal sam­starva við Miðflokkin, með­an eingin veljari hjá Sam­bandsflokkinum vil sam­starv við Tjóðveldi. Spurdir hvønn flokk, Sam­bands­flokkurin ikki skal samstarva við, siga 43,4 prosent av veljarum flok­ sins Tjóðveldi. Næst­ur á listanum er Fólka­flokk­ur­in. 21,1 prosent av sam­bands­ veljarunum vilja ikki hava, at flokkurin samstarvar við Fólka­flokkin. Tjóðveldi velur Javnaðarflokkin Boðskapurin frá veljarunum hjá Tjóðveldinum er klokku­ klárur. Flokkurin skal velja sam­starv við Javn­að­ar­flokk­ in, og eftir hann Fram­sókn. Tølini eru ávika­vist 66,4 og 7,6 prosent. Tjóðveldisveljarar vil­ja heldur samstarva við Sam­ bands­flokkin enn Fólka­ flokk­in – hóast tølini eru lág: 3,1 prosent vilja sam­starv við Sam­bands­flokk­in og 2,3 pro­sent vilja sam­starv­ið við Fólkaflokkin. Hinvegin er boðskapurin eisini greiður, hvønn tjóð­ veldisveljarar ikki vilja sam­ starva við. Tí 56,5 prosent av veljarum floksins nevna Fólkaflokkin sum flokkin, ið Tjóð­veldi ikki skal samstarva við. Næstur er Sam­bands­ flokkurin, sum tó er væl bet­ ur umtóktur millum Tjóð­ veldisveljarar, tí »bara« 13,7 prosent siga, at Tjóðveldi ikki skal samstarva við Sam­ bandsflokkin. 8,4 prosent av veljarum Tjóð­veldis velja Miðflokkin frá, og 2,3 halda, at Tjóðveldi ikki skal samstarva við Javn­ að­arflokkin. Fólkaflokkurin heldur seg til Sambandið Fólkafloksveljarar vilja nógv heldur samstarva við Sam­ bandsflokkin enn Tjóð­veldi. Sam­bært kann­ing­ini, so vilja 48,4 pro­sent av fólka­floks­ veljarunum samstarva við Sambandsflokkin, meðan bara 12,9 vilja, at Tjóðveldi skal vera samstarvsflokkur Fólka­floksins. 8,1 prosent av veljarum Fólka­floksins vilja hava Javn­að­arflokkin sum sam­ starvsflokk. Tá fólkafloksveljarar verða spurd, hvønn Fólka­ flokk­urin ikki skal samstarva við, so er fyrsta valið Tjóð­ veldi. Tí 40,3 prosent av fólka­floks­veljarunum halda, at Fólkaflokkurin ikki skal fara í samgongu við Tjóð­ veldi. Burtursæð frá Tjó­veldi­ num, so er fyri so vítt ikki nakar flokkurin, ið fólka­ floks­veljarar ikki vilja sam­ starva við. Tí 41,9 prosent av fólka­floksveljarunum nevna ongan flokk, sum Fólka­flokk­ urin ikki skal samstarva við. Til­svarandi tølini fyri Mið­ flokkin, Javnaðarflokkin og Fram­sókn eru rættiliga lág: 6,5 prosent, 4,8 prosent og 3,2 pro­sent. TJÓÐVELDIS­VELJARAR AVNOKTA FÓLKAFLOKKIN Og javnaðarveljarar vilja samstara við Tjóðveldi. Tað eru tvær av niðurstøðunum í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku Landið í síni heild Hvønn flokk sært tú helst flokkin, tú ætlar at velja, fara í samgongu við? (Her ber bert til at nevna ein.) Kategorinavn Kode Antall %Alle %Gyldige Fólkaflokkin 1 19 3.3 3.5 Sambandsflokkin 2 80 14.0 14.8 Javnadarflokkin 3 156 27.3 28.8 Sjálvstýrisflokkin 4 6 1.1 1.1 Tjódveldisflokkin 5 69 12.1 12.7 Midflokkin 6 4 0.7 0.7 Framsókn 7 15 2.6 2.8 Veit ikki/vil ikki svara 8 157 27.5 29.0 Ógreitt 9 36 6.3 6.6 - - 29 5.1 Sum 571 100.0 100.0 Landið í síni heild Er nakar ávísur flokkur, tú ikki vilt flokkin, tú ætlar at velja, at fara í samgongu við? (Her ber bert til at nevna ein.) Kategorinavn Kode Antall %Alle %Gyldige Fólkaflokkin 1 203 35.6 38.9 Sambandsflokkin 2 32 5.6 6.1 Javnadarflokkin 3 10 1.8 1.9 Tjódveldisflokkin 5 89 15.6 17.0 Midflokkin 6 31 5.4 5.9 Framsókn 7 3 0.5 0.6 Nei 8 101 17.7 19.3 Veit ikki/vil ikki svara 9 53 9.3 10.2 Ógreitt 99 19 3.3 - - - 30 5.3 Sum 571 100.0 100.0 VELJARAKANNING