Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 750 milliónir resta í búskaparfrágreiðingin Búskaparráðið staðfestir í várfrágreiðing síni, at væntaðu demografisku broytingarnar krevja, at fíggjarligar tillagingar verða gjørdar í almenna geiranum áljóðandi 750 milliónur krónur ella 5 prosent av BTÚ Danjal av Rana Várfrágreiðing Búskaparráð­ sins er býtt í tveir partar. Fyrri parturin er ein kon­ jun­k­turmeting av før­ oyska búskapinum í løt­ uni, við serligum denti á bú­skaparvøksturin. Seinni part­urin er ein greining av fíggjar­liga haldførinum hjá al­menna geiranum. –­ Ein øgilig orka lagt í hetta arbeiðið, sigur Sverri Hansen, formaður í Bú­ skapar­ráðnum. Hann sigur at hetta er fyrstu ferð, at almennar og kommunalar útreiðslur eru roknaðar fyri hvønn árgang, tað vil siga, hvat hvør árgangur kostar tí almenna. – Tað var eitt av mínum málum, tá eg gjørdist for­mað­ ur í Búskaparráðnum, at vit skuldu gera eina hald­føris­ greining fyri Føroyar, sigur Sverri Hansen, sum vísir á, at slíkar haldførisgreiningar eru vanligar í øðrum londum. – Nú er hendan greiningin gjørd, og eg vænti, hon verð­ ur eitt virðismikið tól í fram­tíðini, tí so hvørt sum nýggj tøl eru tøk kann hald­ førisgreiningin dagfør­ast, sigur hann. Búskaparvøksturin Búskaparvøksturin í 2013 var 7,5 prosent. Í 2014 var vøksturin 4,1 prosent, meðan fyri 2015 og 2016 væntast hann at verða ávikavist 2,5 og 2,2 prosent. Lønargjaldingarnar vuksu við 3,7 prosentum í 2014 og væntast at vaksa við 2,5 prosentum í 2015 og 2,3 prosentum í 2016. Sí mynd I 34. Búskaparráðið sigur, at síðani fíggjarkreppuna og til 2012 hevur gongdin í bú­ skapinum verið merkt av lítlum búskaparvøkstri, und­an­tikið árini 2010 og 2013. Sam­stundis hevur lands­ kassin havt stórt hall. ­– Tað, sum hevur hildið uppi búskaparvøkstrinum sein­astu árini, er serliga prís­ gongdin á útfluttum alilaksi, gongdin í útflutninginum annars, gongdin í íløgu­ virk­seminum og gongdin í privatu nýtslunim, skrivar Bú­skapar­ráðið, men ávarar um, at føroyska pensjóns­ skip­anin kann avmarka vøkst­urin í privatu nýsluni upp á longri sikt, eins og at tað er avmarkað, hvussu nógv alivinnan og inn­tøk­ ur­nar frá pelagisku fiski­ vinn­uni kunnu vaksa. Eisini vísir Búskaparráðið á, at ein vaksandi partur av búskapar­ vøkstrinum fellur kapital­ ánarunum í lut og ikki løn­ takarum. Fremsta atvoldin til stóra búskaparvøksturin í 2013 var prísvøksturin hjá útflutta alilaksinum. Hesin stóð fyri umleið helvtini av BTÚ- vøkstr­inum í 2013. Sí mynd I 5. Johnny í Grótinum, bú­ skapar­frøðingur, vísir á, at tað als ikki er nakað løgið í, at vøksturin í BTÚ minkar nakað. – Ein 7,5 prosent vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni, sum vit sóu í 2013, er at líkna við kinesiskar tilstandir, og er sera óvanligt á okkara leiðum. At vøksturin nú normaliserar seg á umleið tveimum prosentum er púra vanligt, sigur hann. Búskaparráðið hevur nakrar atfinningar móti førda politikkinum innan almenna nýtslu og íløgur. Hon vísir á, at almenna nýtslan og íløgurnar hava verið kon­ junkturviðgangandi, at tá nógv hevur verið í kassanum, hevur nógv verið brúkt og øvugt, og at hetta hevur økt um sveiggini í búskapinum. Búskaparráðið vónar, at tað almenna ikki fer at halda á við hesum politikkinum, men heldur fer at leggja seg eftir einum politikki, ið roynir at minka um sveiggini í búskapinum. Annars viðmerkir Bú­ skapar­ráðið, at meðan netto­ ognin hjá almenna geiranum var 2,5 milliardir í 2007, nærk­ ast hon 0 í 2014. Haldførisútrokningin Hetta er fyrstu ferð, at ein haldførisútrokning er gjørd fyri føroyska búskapin. Ein haldførisútrokning er ein samanfating av fram­ rokn­ingum av almennum útreiðslum og inntøkum og BTÚ, við støði í millum øðrum eini fólkatalsframskriving. Einfalt sagt, so verður hald­ førisgóðskan roknað út frá eini samanbering av væntaðu almennu inntøkunum og útreiðslunum. Í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru fram­rokningar gjørdar til 2051. Haldførisútrokningarnar taka millum annað atlit til, hvussu nógv hvør persónur í miðal í hvørjum árgangi kostaði í 2012. Er úrslitið av haldføris greiningini positivt, merkir tað, at væntaðu almennu inntøkurnar kunnu rinda fyri framtíðar almennu út­ reiðslurnar. Er úrslitið nega­ tivt merkir tað vanliga, at búskaparpolitisk tiltøk mugu setast í verk, tí at gongdin ikki er haldbar. Útrokningarnar eru ein sonevnd baseline-útrokn­ing, sum merkir, at fram­rokn­ ingarnar leggja sum grundar­ lag, at verandi politikkur heldur á uttan broytingar. Og niðurstøðan hjá Bú­ skaparránum er greið – verandi gongd er ikki hald­ bar. Haldførisindikatorin hjá føroyska búskapinum er -5. Hetta merkir at føroyski búskapurin skal tillagast við 5 prosentum av BTÚ fyri at nettoskuld/-ogn tess almenna skal verða óbroytt. 5 prosent av BTÚ svarar í 2015 til 750 milliónir krónur. Við øðrum orðum, 750 milliónir krónur mangla í í føroyska búskapinum fyri at almenni geirin ikki skal fella í skuld. – Talan er um, at útreiðsl­ urnar vaksa frá inntøkunum. Demografisku broytingarnar trýsta útreiðslurnar sum prosent av BTÚ uppeftir, og inntøkurnar sum prosent av BTÚ kunnu ikki halda tørn, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni. Sí mynd: Inntøkur og Útreiðslur í % av BTÚ 1998-2051. Her sæst, at meðan inn­ tøkurnar fara at standa í stað, um ikki munagóð tiltøk verða sett í verk, fara útreiðslurnar at veksa úr 54 prosentum av BTÚ í 2013 til 61 prosent av BTÚ í 2050. Úrslitið av hesum verður eitt vaksandi hall í prosentum av BTÚ. Sí mynd: Úrslit almenna geirans í % av BTÚ 1998-2051. Tey eldru gerast fleiri Stóra avbjóðingin eru av­ leiðingarnar av demo­graf­ isku broyt­ingunum. Fram­ rokningar hjá Hagstovuni vísa, at samlaða fólkatalið Framhald á næstu síðu