Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fer at fella um 7 prosent, talið av teimum undir 20 fellur umleið 13 prosent og talið av 20 til 69 ára gomlum fer at fella meira enn 20 prosent. Aldursbólkurin 20 til 69 ár er tann mest inntøkugevandi aldursbólkurin fyri tað al­ menna, og tí ávirkar hetta fallið væntaðu inntøkurnar nakað. Sí mynd I 3 og mynd II 1. Trupulleikin er, at teir mest útreiðslukrevjandi bólk­arnir fyri tað almenna eru tey í pensónsaldri, og hesir aldurs­bólkar vaksa ómeta­liga nógv komandi árini. Talið á teimum yvir 70 fer at vaksa við 86 prosentum, meðan talið á teimum yvir 80 fer at vaksa við yvir 140 prosentum. Sí talvu II 1. Búskaparráðið hevur sam­an við Almanna­mála­ ráðnum, Heilsumálaráðnum og Mentamálaráðnum rokn­ að seg fram til, hvat hvør árgangur kostar tí almenna, og har er einki at taka feil av. Myndin vísir at útreiðslurnar fyri hvønn íbúgva vaksa nógv, jú eldri fólk blíva. Hetta merkir sjálvandi, at jú størri lutfallið av teimum eldru verð­ur í samfelagnum, jú hægri verða útreiðslurnar. Sí mynd II 7. Hetta er avbjóðingin hjá landsins myndugleikum, hvussu skulu øktu útreiðsl­ urnar fíggjast. Tá talið av teimum yvir 70, sum eru tey, sum kosta landskassanum mest, økist í so ógvusligan mun, hvaðani skal fíggingin av hesum útreiðslunum koma? Búskaparráðið sjálvt kem­ur ikki við nøkr­um tilmæl­um í hesum um­fari, men Sverri Hansen, for­ maður, nevndi fleiri ferðir undir framløguni av frágreið­ ingini, møguleikan at gera sum grønlendarar og danir og seta eina vælferðar- og skattanevnd at taka støðu til, hvørjum støði okkara vælferðarsamfelag skal liggja á í framtíðini og hvørjar tæn­ asturm tað almenna skal veita. Møguliga skulu inntøkur­ nar vaksa, møguliga skulu al­mennu útreiðslurnar minka. Eftir stendur tó, at føroyski búskapurin mangl­ ar 750 milliónir um árið, sam­bært frágreiðingini frá Búskaparráðnum. búskaparfrágreiðingin Haldføris­ indikator Samanfatar við einum %-tali fíggjarligu haldførisgóðskuna hjá einum almennum geira. Negativt virði merkir minni gott haldføri, og positivt virði gott haldføri. Virðið á haldførisindikatorinum í prosentum vísir hvussu stór fíggjarpolitisk tillaging í prosentum av BTÚ skal til, fyri at nettoskuld almenna geirans skal vera óbroytt. Haldføris­ indikatorar hjá øðrum londum Føroyar -5 Danmark 0 Grønland -5,75 Kekkia -5,6 Belgia -7,4 Kypros -8,2 Slovakia -7,6 Luksemburg -9,7 Niðurlond -5,9 Stórabretland -5,2 Týskland, Svøríki, Estland, Italia, Lettland og Frakland eru hava eina líknandi haldførisstøðu sum Danmark.