mánadagur 9. mars 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
búskaparfrágreiðingin
Danjal av Rana
Høvuðsavbjóðingin er, at
vit gerast lutfalsliga nógv
fleiri eldri í Føroyum og
hetta leggur eitt størri trýst
á almenna geiran, er kjarn
in í várfrágreiðingini frá
Búskaparráðnum.
Hóast
Búskaparráðið
staðfestir
at álvarsamar avbjóðingar
standa fyri framman, kemur
tað ikki við nøkrum ráðum
um, hvat skal gerast fyri at
betra um støðuna.
Sverri Hansen, formaður
í
Búskaparráðnum,
sigur
seg vera greiðan yvir hes
ar atfinningarnar móti frá
greiðingini, men at hetta er
eitt tilvitað val, ráðið hevur
tikið í hesum føri.
– Vit ynsktu, at frágreiðing
okkara skuldi varpa ljós á
demografisku broytingarnar,
sum standa fyri framman.
Vit bóru ótta fyri, at um
Búskaparráðið kom við ov
nógvum tilmælum, fór fokus
at flyta seg frá avleiðingunum
av demografisku trupulleik
unum til at gerast eitt polit
iskt kjak um tilmælini hjá
ráðnum, og at einkult tilmæli
høvdu fylt ov nógv í kjak
inum, sigur Sverri Hansen.
– Politiska skipanin má
fyrihalda seg til veruliga
trupulleikan,
áðrenn
tað
gevur nakra meining at koma
við uppskotum til loysnir.
Um vit komu við ov nógvum
tilmælum, var vandi fyri, at
politiski myndugleikin ikki
megnaði at fyrihalda seg
til, at vit hava ein grund
leggjandi trupulleika í vænt
aðu demografisku broyting
unum, sigur Sverri Hansen,
sum sipar til, at tá vit gerast
lutfalsliga fleiri eldru, fara
almennu útreiðslurnar at
vaksa nógv, meðan inntøk
urnar væntandi falla.
– Tá tað er sagt, so er
tað neyðugt, at vit taka eitt
kjak um, hvørt vit ynskja at
varðveita tað vælferðarstøði,
vit hava, og hvat vit mugu
gera, fyri at tað skal vera
gjørligt, sigur hann. Sjálvur
heldur Sverri Hansen, at tað
er serliga inntøkusíðuni, vit
mugu hyggja at.
– Skattagrundarlagið í
Føroyum er ikki serliga stórt,
men har eru nøkur ting, sum
kanska kunnu útnýtast betri,
so sum tilfeingisrentan. Bú
skaparráðið vísti í heyst á, at
tilfeingisrentan er rættiliga
stór, og at tað almenna kundi
fingið meiri burtur úr til
feinginum. Spurningurin er
so, um man politiskt vil fara
eftir hesi rentuni, sigur Sverri
Hansen. Búskaparráðið var
fyri atfinningum eftir al
mannakunngeringina av frá
greiðingini um tilfeingisrentu,
men Sverri Hansen sigur, at
hesar atfinningarnar ikki eru
orsøkin til, at Búskaparráðið
ikki kemur til tilmælum
hesaferð.
– Sum áður sagt, so bóru
vit ótta fyri, at tilmæli einans
vildu skugga fyri veruliga
trupulleikanum.
Politiska
leiðslan má ásanna, hvør
trupulleikin
er,
áðrenn
farið verður undir politiska
støðutakan. Um politikkarar
ikki taka frágreiðingarnar
til sín, so kann tað gera
tað sama. Ynski okkara er,
at
politikkarar
seta
seg
við blonkum pappírum og
hyggja at, hvør gongdin í
búskapinum verður við ver
andi politikki, at teir ásanna,
at stóru demografisku broyt
ingarnar eru ein stór avbjóð
ing, og at teir síðani taka
støðu til, hvat teir skulu gera
við trupulleikan, sigur Sverri
Hansen.
Seta høvuðstrupulleikan í miðdepilin
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum heldur, at ov nógv tilmæli
einans høvdu gruggað málið og tikið fokus av høvuðstrupulleikanum,
sum eru avleiðingarnar av stóru demografisku broytingunum.
Danjal av Rana
Johnny í Grótinum eftirlýsir
nøkur
meiri
ítøkilig
boð um loysnir frá Bú
skaparráðnum, heldur enn
einans yvirskipað ráð sum
at broyta skattapolitikkin
og at rationalisera almenna
geiran.
– Framrokningarnar hjá
búskaparráðnum vísa, at
føroyska samfelagið stendur
fyri nøkrum avbjóðingum
og staðfestir, at trupulleikar
eru við verandi skipan. Sam
stundis sigur tað, at hesar
avbjóðingarnar og trupul
leikarnir kunnu loysast, men
geva sjálvi eingin ítøkilig boð,
sigur hann.
Johnny í Grótinum, sum
sjálvur er fyrrverandi for
maður í Búskaparráðnum
(2005), dylur tó ikki fyri,
at tað er ein álvarsom
niðurstøða, Búskaparráðið er
komið fram til. Hann gleðist
um, at Búskaparráðið tekur
problematikkin upp, og at
tað hevur gjørt eina roynd at
sjónliggera upphæddirnar.
– Eitt undirskot á 750
milliónir krónur árliga eru
nógvir pengar. Um alt skal
takast inn í lønarskatti svarar
tað til, at skattaprosentið
hækkaði 10 prosentstig, tað
vil siga, at fólk skuldu goldið
nærum ein fjórðing meiri í
skatti enn tey gera í dag.
Johnny í Grótinum sig
ur, at hóast vit sjálvandi
eiga at hyggja at, hvussu al
mennu útreiðslurnar kunnu
minka og inntøkurnar veksa,
so mugu vit eisini hyggja
at
demografiska
trupul
leikanum, sum Búskaparráðið
eisini leggur serligan dent á í
frágreiðing síni.
– Vit kunnu ikki stara
okkum blind upp á at knokk
royta tey, sum búgva í Før
oyum, ella at spara innan
almenna geiran. Vit mugu
eisini hyggja at, hvussu vit
kunnu fáa fólk at støðast her,
og hvussu vit kunnu draga
tey ungu aftur til Føroya,
sigur hann.
Stóra avbjóðingin liggur
nevniliga í hesum, at før
oyska samfelagið blívir við
at siva ung fólk.
– Tað sum drívir hetta
stóra varandi undirskotið
er, at vit ikki megna at
draga tey ungu aftur til
Føroya eftir lokna útbúgv
ing, sigur Johnny í Grótin
um, sum eftirlýsir, at polit
iska skipanin tekur til sín
nakrar av teimum tilráð
ingum, ið vóru gjørd í álit
inum “Fólkaflyting og fólka
vøkstur,” ið varð skrivað í
2013.
– Í álitinum standa nøkur
rættiliga ítøkilig uppskot,
men enn eru einki framt av
teimum, sum vóru raðfest
sum nummar eitt til fimm,
sigur Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur. Tá Bú
skaparráðið nú hevur ment
eitt rokniamboð til at lýsa
avbjóðingarnar við fíggjar
liga haldførinum, hevði tað
eisini verið hóskandi, at
tey í komandi frágreiðing
eisini komu við og eftir
roknaðu nøkur ítøkilig boð
upp á loysnir upp á avbjóð
ingarnar.
Mugu draga tey ungu aftur til Føroya
Størsti vekleikin við frágreiðingini frá Búskaparráðnum, er at har eru
eingi boð upp á loysnir, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.
Danjal av Rana
Jørgen Niclasen er greiður
yvir tær væntaðu demo
grafisku
broytingarnar
og hædd verður tikin fyri
teimum í arbeiðinum við
komandi fíggjarkørmum,
sum skulu leggjast fram
innan 1. apríl. Tað sigur
Jørgen Niclasen, tá hann
verður spurdur um at gera
viðmerkingar til frágreið
ingina frá Búskaparráðnum.
Hann sigur tó, at í Fíggjar
málaráðnum meta tey ikki,
at talan er um 750 milliónir,
sum fara at mangla í, men
at upphæddin verður um
leið 300 milliónir.
– Búskaparráðið bygg
ir sína frágreiðing á fram
rokningarnar
hjá
Hag
stovuni,
sum
vísa,
at
fólkatalið fer at minka við
sjey prosentum framyvir.
Tey
tølini,
vit
nýta
í
Fíggjarmálaráðnum
eru
nakað bjartskygdari, og
taka hædd fyri, at fólkatalið
er vaksið seinastu tíðina,
sigur
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, og minnir á, at
orsøkin til at framløgan
hjá Búskaparráðnum er
fyrst í mars, júst er fyri,
at Fíggjarmálaráðið skal
hava møguleika at taka
ráðini til sín í arbeiðinum
við fíggjarkørmunum, sum
skulu leggjast fram innan
1. apríl.
Jørgen Niclasen sigur, at
eingin ivi er um, at okkurt
má gerast, og at tiltøk mugu
setast í verk beinanvegin.
– Vit sleppa ikki undan
eini pensjónsnýskipan og
øðrum tiltøkum. Avbjóð
ingin er her og nú, ikki um
35 ár. Okkurt má gerast,
men tíbetur vænta vit, at
upphæddin er nakað lægri
enn tann, sum Búskapar
ráðið førir fram.
Búskaparráðið mælir til,
at okkurt verður gjørt fyri
at hækka inntøkurnar, men
hesum er Jørgen Niclasen
ikki samdur í.
– Eg skilji ikki, hví heim
ini runt landið skulu hava
minni, fyri at tað almenna
skal hava meira. Tí haldi
eg, at vit mugu heldur
hyggja at møguleikanum
at tálma útreiðslurnar hjá
tí almenna, heldur enn at
økja almennu inntøkurnar.
Tó so, allarhelst er neyðugt
at gera eitt sindur av báð
um, sigur hann.
– Skulu vit seta tiltøk
í verk fyri at finna 750
milliónir krónur, so verð
ur tað eitt sjokk fyri sam
felagið, og eg vænti, at
fólkatalið hevði minkað
væl meiri, enn framrokn
ingarnar frá Hagstovuni
vísa til.
Jørgen Niclasen gleðist
tó um, at Búskaparráðið
hevur sett spurningin um
demografisku broytingar
nar á breddan.
–
Frágreiðingin
vísir
at vit mugu seta fokus á
fólkatalið, á at skapa fólka
vøkstur. Tað sæst týðiliga,
at væntaða minkingin er
av fólki í arbeiðsførum
aldri. Tað er altavgerandi
fyri fíggjarliga haldførið
í framtíðini, at fólkatalið
veksur, og vit politikkarar
mugu taka hesar avbjóð
ingarnar í størsta álvara,
sigur hann.
Avbjóðingin
er her og nú
Jørgen Niclasen sigur, at hann
er samdur við niðurstøðuni
hjá Búskaparráðnum, men
at Fíggjarmálaráðið metir, at
talið er ov høgt. Talan er um
nærri 300 milliónir, sambært
Fíggjarmálaráðnum.