Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 Á Vága Kunningarstovu hava tey úr at gera, nú dagurin til sólarmyrking nærkast. – Tað fer nógv at henda í Vágum hesar dagar, og vágafólk og ferðafólk annars, sum leita sær í Vágar, fara at hava nógvar møguleikar, bæði útferðarmøguleikar og møguleikar at vitja ymisk tiltøk og framsýningar. Tað sigur Marin Hentze á Vága Kunningarstovu. Hon vísir á, at høvi verður hjá ferðafólki at vitja út til Mykinesar og í Tindhólm, og høvi verður eisini at fara fleiri túrar við Lakeside á Sørvágsvatni. Marin Hentze sigur, at rættiliga stórur áhugi er fyri sólarmyrkingini. – Vágar er jú fyrsta stað, sum ferðafólkini, ið flúgva til Føroya, koma til, og tí er tað ikki so løgið, at fleiri teirra hava hug at steðga her - og upp­liva sólarmyrkingina í Vágum. Ymiskir møguleikar Í Vágum fara tey at skipa fyri ymiskum tiltøkum alla vikuna, sum sólarmyrkingin er. Hetta verða alt almenn til­tøk, bæði fyri vágafólk, før­oyingar annars og fyri útlendingar. – Vit hava merkt stóran áhuga, har fólk, sum koma til Føroya, ynskja at fáa eitt lokalt og autentiskt upp­ livilsi. Úr rúgvuni av tiltøkum, sum verða í Vágum um hes­ ar dagar, vísir Marin á, at sólargudstænasta verður í Miðvágs kirkju hóskvøldið 19. mars klokkan 19 við prestinum, Ingu Poulsen Dam, og eisini verður konsert við Blátt Gras, Gretu Svabo Bech og Peturi Pállson. – Vit fara eisini at skipa fyri gongutúrum eftir Vørð­ unum, sum er millum Vatns­ oyrar og Miðvág. Hetta verður við ferðaleiðara, og her er ætlanin at vera mitt á gøtuni, har sólin eigur at síggjast væl. Á hestbaki Marin Hentze sigur, at tey fara eisini at skipa fyri einum túri á hestbaki vest­ur Bøstalafoss. Hesin túrur byrjar um somu tíð sum gongutúrurin eftir Vørðunum, og ætlanin er at verða á Bøsdalafossi klokkan 9.30. – Hetta verður eisini við ferðaleiðara, og á hesum túrinum verður spennandi at síggja, hvussu hestarnir fara at reagera upp á sólar­ myrkingina. Ætlanin er, at tíggju hestar verða við á ferðini, men vit umhugsa eisini, at fólk møguliga kunnu koma við til gongu. Í øllum førum er greitt, at tað verður eitt avmarkað tal av fólk við á hesi ferðini vestur á Bøstalafoss, sigur hon. Longu tíðliga í vetur gjørd­ist greitt, at Páll Hansen fór at halda fram sum formaður í Maskin­ meistarafelagnum. Tá freistin at stilla upp sum for­mansvalevni var úti, hevði eingin limur boðað frá uppstilling. Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin 7. mars, og her varð formelt staðfest, at Páll Hansen heldur fram sum formaður. Regin Olsen varð aftur­ valdur í nevndina, og Jóhan Weihe er nývaldur. Úr nevndini í Maskin­ meistara­felagnum fór  Jón F. Johansen. Í nevndini sita nú Páll Hansen, formaður, Jóan Petur Patursson, John Høj­ sted, Regin Olsen og Jóhan Weihe. Tiltakslimir eru Jón F. Johansen og Petur Egholm. vilmund@sosialurin.fo Vága Kunningarstova fer at skipa fyri einum hópi av tiltøkum, gongutúrum, útferðum og ymiskum framsýningum í vikuni, tá sólarmyrkingin verður Jóhan Weihe er nývaldur í nevndini hjá Maskinmeistarafelagnum Á hestbaki undir sólarmyrkingini Páll heldur fram Suðuroyar Barna­ vernd­artæn­asta hevur sett Carol Symphor úr Vági í starv sum sálar­ frøðingur. Hon er 25 ára gomul, hev­ur út­búgv­ ing frá Køben­havns Universitet og byrjar í starvinum 1. august í ár Herfyri var Silver Copenhagen á Funningsfirði. Hetta er ivaleyst størsta far, sum hevur ligið við bryggju í bygdini. Umborð hevði skipið plattatimbur, tvíkiljur til KJ og pakning til russiskan trolara Minkandi veiða í bestu fiskitíð – Partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er aftur smáligur, og partrolararnir fáa eisini lítið av hvítum fiski. Tað veit Fiska­markn­ aður Føroya at siga. – Tríggir djúpvatns­ trolarar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og kongafisk. Tveir, sum fiska upsa, koma inn at landa fyrst í vikuni. Tann triði landar møguliga síðst í vikuni. Lagt verður aftrat, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar svartkalva og kongafiski, helst landar miðskeiðis í vikuni. – Restin av djúpvatns­ trolarunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur, tá veðrið batnar.  Fríggjadagin, tá Fiska­marknaður Føroya gjørdi sínar metingar, lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Teir fara út aftur, tá veðrið batnar. Bara trý línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. – Vit vænta, at eitt – møguliga tvey – línu­skip koma inn at landa í vikuni. Skipini hava mest av toski, hýsu og longu. Tvey línuskip eru undir Íslandi, og tey fara væntandi at landa har yviri. Hesi skipini fáa mest av toski, hýsu og longu.  Útlitini til útróður eru einki serlig hesa vikuna. – Streymviðurskiftini eru góð, men veður­ vánirnar eru ringar, veit Fiskamarknaður Føroya at siga. vilmund@sosialurin.fo Myndin, sum Maskinmeistarafelagið eigur, er tikin á aðalfundi felagsins leygardagin