mánadagur 9. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
At lús gerst mótstøðufør,
kemst av, at lýs, sum yvirliva
eina avlúsing, ofta hava egin
leikar ið gera, at tær tola av
lúsingarevnini. Soleiðis gerast
tær eisini mótstøðuførar.
Fiskaaling, sum júst er
komið við einari nýggjari
útgávu
av
Alitíðindum,
ið burtur av viðgerð lúsa
pláguna, vísir í hesi útgávu
á, at fyrsta smittan í einum
alibrúki
aloftast
kemur
uttanífrá.
– Men, tá hesar lýsnar eru
vorðnar kynsbúnar, byrjar
alibrúkið í størri og minni
mun eisini at smitta seg
sjálvt við lús. Tað er sjáld
an, at ein avlúsing megnar
at týna allar lýsnar í ali
brúkinum og tær, ið eru
eftir, tá avlúsað er, verða
tískil grundarlag fyri næsta
ættarliði.
Og soleiðis verða mót
støðuførar lýs aldar.
Smittar ímillum
Lús smittar millum alibrúk.
Tískil kann eitt alibrúk,
sum ongantíð hevur brúkt
evnafrøðilig evni til avlúsing,
eisini hava mótstøðuførar
lýs.
– Hinvegin er tað eisini
smittan uttanífrá, sum kann
tynna út tær mótstøðuføru
lýsnar á einum alibrúki.
Hetta er tó treytað av, at
hesar ikki eru mótstøðuførar
frammanundan.
Fiskaaling vísir á, at skal
lús ikki gerast mótstøðufør,
krevst, at evnafrøðiligu av
lúsingarevnini verða brúkt
við skili.
– Ofta minkar mótstøðu
føri við tíðini, men hetta er
sjálvandi tengt at, at smitt
an uttanífrá ikki er við mót
støðuførum lúsum.
Sera kostnaðarmikið
Á Fiskaaling er ein tænasta,
sum kannar mótstøðuføri
hjá lús. Hetta verður gjørt
við, at lýs verða savnaðar
inni á alibrúkinum, ið ætlar
at lúsa av.
– Hesar lýsnar verða lagd
ar í avlúsingarløg við ym
iskari styrki og út frá, hvussu
nógvar doyggja av viðgerð
ini, verður mett, hvussu
mótstøðuførar lýsnar eru.
Við hesum ber til - longu áðr
enn avlúsing - at meta um, í
hvønn mun avlúsingin fer at
rigga.
Fiskaaling heldur, at hetta
kann vera eitt hent amboð,
bæði fíggjarliga og fyri at at
minka um alingina av mót
støðuførari lús.
Ein av stóru
avbjóðingunum
hjá alivinnuni í
hesum døgum
er, at lús gerst
mótøðufør
mótvegis
evnafrøðiligu
týningar
evnunum, sum
verða brúkt
til avlúsing
Ein lúsa plága hjá alivinnu
Pál Weihe er settur sum adjungeraður professari
á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvís
indi á Fróðskaparsetrinum. Í hesum sambandi
verður almenn samkoma í fyrilestrarhølinum í
Jónas Broncksgøtu 25 fríggjadagin klokkan 15
»Gullbrúdleyp«
sum harumaður
Mikukvøldið
11.
mars
klokkan 20 verður alment
og forvitnisligt harukvøld
í
Fiskivinnuskúlanum
í
Vestmanna, har Eyðfinn
Magnussen fer at greiða
frá úrslitunum frá haru
skjótingini í vetur.
Eftir lítlan steðg eftir
fyrstu framløguna, fer Eyð
finn Magnussen neyvari
at greiða frá haruskjóting
í Vestmanna - um úrslit og
prísir á haruhagum heilt
aftur til 1966, og hann fer
eisini at greiða frá, hvussu
haruveiðan hevur hildnast
í ymisku hagunum seinnu
árini.
Tveir
royndir
haru
skjúttar gjøgnum mong
ár, Jógvan Durhuus og
Petur Højgaard, fara eisini
at greiða frá haruskjót
ing. Teir báðir hava í nógv
ár skotið harur í Dølum.
Í 2013 hevði Jógvan "gull
brúdleyp” sum harumaður.
Hetta var hansara hálv
trýssinstjúgunda ár, har
hann skeyt harur á Dølum,
og hetta varð hátíðarhildið
um kvøldið í húsinum, teir
hava bygt í haganum.
vilmund@sosialurin.fo
Kvívíkar kommuna
bjóðar morgunmat undir
sólarmyrkingini, og tá
verður eisini nýggja
búmerkið hjá kommununi
avdúkað. Tiltakið verður í
nýggjum seyðahúsi omanf
yri bygdina
Lús smittar millum
alibrúk. Tískil kann eitt
alibrúk, sum ongantíð
hevur brúkt evnafrøðilig
evni til avlúsing, eisini
hava mótstøðuførar lýs
Fyrilestur um
sólarmyrking
Sunda kommuna
ger nógv burtur úr
sólarmyrkingini,
sum verður fríggja
morgunin, 20. mars.
Kommunan hevur
givið øllum borgar
unum í kommununi
brillur at brúka
henda morgunin, og
nú hóskvøldið 12.
mars klokkan 19
skipar Sunda bóka
savn fyri fyrilestri
um sólarmyrking.
Tað verður Hanus
Kjølbro, veður
frøðingur, sum fer
at greiða frá um
sólarmyrking, og
hann fer eisini at vísa
á, hvat er áhugavert
at leggja til merkis
henda dagin.
Fyrilesturin er
almennur, og eisini
verður borðrreitt við
drekkamunni, eins og
høvi verður til prát.
vilmund@sosialurin.fo
Vestmenningurin, Jógvan Durhuus, hevur skotið
harur í meira enn fimmti ár, og mikukvøldið fer hann
saman við Eyðfinni Magnussen og Peturi Højgaard
at greiða frá um haruskjóting í Vestmanna