Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Løgmaður og milliardirnar Høgni Hoydal Føroya løgmaður hevur talað. Um støðu landsins og framtíðarmál tjóðarinnar. Og hvat var boðskapurin? Jú, aftaná 10 ár við sam­ bands­stýri sigur løgmaður, at Tjóðveldi hevur ábyrgdina av tí dumpaða politikkinum hjá løgmanni og hansara stuðulsflokkum (!) Og hvørji eru ráðini? Jú, løgmaður ætlar sær nú aftur til Danmarkar við húgvuni í hondini. Hann vil nú selja alla okkara sjálvsvirðing og okkara sjálvræði við at fara til Danmarkar at bidda um blokk fyri teir pengar, ið vit sjálv søpla burtur. Um eg ikki visti betur, hevði eg trúð, at hetta var víðgongd satira og grovt skemt. Men hetta er Føroya løgmaður, sum sigur hetta í ramasta álvara. Og tað kunnu vit lata standa eina løtu... ...og síðani geva eitt svar. 10 ár við sam­ bandsstýri Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkurin hava havt ábyrgdina av at stýra landinum og búskapi­num í 10 ár. Á fíggjar­mála­ráð­harra­ sessinum og í løgmans­sess­ inum, har Kaj Leo Johanne­ sen sjálvur hevur sitið sum løgmaður landsins í 6 ár. Vit hava í hesi tíð havt so stórar møguleikar sum onki annað land at byggja upp eina sjálvstøðuga tjóð og ein sjálvberandi búskap. Har okkara ovurhonds ríkidømi kemur øllum til gagns í land­inum við rættvísum og menn­andi politikki og loysnum. Har seinastu árini øll viðurskifti, ið vit ikki hava ræðið á, hava gingið við. Men so illa er stýrt, at teir hava spolað upp undirskot og skuld í landsbúskapinum, sum vit øll skulu gjalda. Meðan ávísir partar í sam­ felag­num hava so stór yvir­ skot sum ongantíð fyrr. Bara meðan Kaj Leo Jo­ hanne­sen hevur verið løg­ maður, er skuldin hjá okkum øllum – hjá landskassanum – økt við 2,4 milliardum krónum. Samstundis er virðið í okkara samlaða bú­ skapi vaksið við meira enn 3 milliardum krónum Tað er eitt satt bragd. Tað krevur heilt serlig evni til at stýra so skeivt at tað eydnast at fáa eitt so vánaligt úrslit. Um onnur fólk høvdu fyri­ reikað seg í áravís og roynt av øllum alvi at røkka so skeivum úrslitum, so rokni eg ikki við, at tey høvdu klárað tað. Men svarið hjá Føroya løgmanni er: Tjóðveldi hevur skyldina og hevur kostað okkum milliardir. Hóast teir komu til fullar kassar og allar møguleikar, tá ið Tjóðveldi varð kveistrað út av landsins leiðslu av hinum flokkunum í 2004. Tað ævinliga gongu­ verkið í heimastýrinum Hetta er altso tað ævin­liga gonguverkið hjá Sam­bands­ flokkinum og Fólka­flokk­ inum: Vit tøma allar kassar. Vit floyta á tjóðina. Vit lata summi fáa framíhjárættindi í landinum, meðan onnur skulu gjalda rokningina. Og so fara til Danmarkar eftir tí, sum manglar í. Á henda hátt kann Sam­ bandsflokkurin við at stýra so illa sum hann ger, skapa myndina av, at vit megna onki sjálv og mugu leggja okkum undir Danmark at bidda pengar. Hann kann framleiða sín egna skeiva veruleika og vónar aftur at vinna val uppá tann óttan og ótryggleikan, ið hann sjálvur skapar. Og Fólkaflokkurin trív­ ist sum smálamb á ný­sprot­ num grasi í hesi skipan. So leingi vit skulu til Dan­ mark­ar eftir pengum, so kann Fólkaflokkurin siga, at okkum nýtist ikki at finna fígging í Føroyum til væl­ ferðarskipanir og til lands­ kassan. Tað kunnu danir orðna, meðan Fólkaflokkurin spælir sær við landskassan. Fólka­flokkurin framleiðir eins og sambandsflokkurin sín egna veruleika, har fólk skulu missa álitið á felags skipanir og samanhaldi, og ístaðin skulu siga: Nei, eg má bert hugsa um, hvat er best fyri meg. Tjóðskapar- og fullveldisrørslan hevur skapt ríkidømi Løgmaður dittar sær eis­ini at geva Tjóðveldi og full­ veldisrørsluni í Føroy­um skyld­ina fyri ta milliarda­ undir­skotið, sum hann hevur staðið fyri. Til tað er bert at vísa á nakrar søguligar veruleikar: 1. Fullveldissamgongan frá 1998-2003 hevði yvirskot hvørt einasta ár og rindaði uttanlandsskuldina niður. Samstundis vóru stór tøk tikin til rættvísar skipanir í samfelagnum, og Føroyar vóru á veg til at byggja eitt sjálvbjargið og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rinda fyri við okk­ara ovurhonds stóra rikidømi og møguleikum, tá ið vit verða javnsett mill­um onnur. 2. Síðani vit tóku ábyrgdina í 2001 og gjørdu okkum leys av meiri enn helvtini av danska blokkinum, er okkara samlaði búskapur – t.e. øll tey virði, ið vit skapa sjálv – meira enn tví­faldaður. 3. Í áttatiárunum – frá 1980 til 1992 – mistu Før­oy­ ar 13 milliardir í ein­um ábyrgdarleysum bú­skapar­ politikki, har boðskapurin um, at Danmark skuldi verja og bjarga okkum, helt dansinum gangandi. 4. Allar tær stóru inntøk­ur­ nar og tað ríkidømið, ið vit eiga í dag, eru skapt­ar við miðvísum stríði hjá tjóðskapar og full­veldis­ rørsluni. Tjóð­veldis­flok­ kurin strídd­ist einsa­mall­ur í mong ár fyri, at vit fingu egið fiski­mark og ræðið á okk­ara lovandi ríki­dømið í havinum. Sam­bands­flokk­ urin var hart ímóti øll árini og segði ongan kunna liva av nøkrum á føroysku grunn­unum. Í dag breggj­ ar løg­maður sær av tí ríki­ dømi, ið hansara flokk­ur als ikki vildi hava. 5. Tað sama er at siga um und­ir­grundina, útbúgv­ ing­armøguleikar í Før­oy­ um, at útbyggja infra­kerv­ ið í Føroyum og alt annað, sum í dag er grundar­lagið undir okkara fram­tíðar­ møguleikum. Sam­bands­ flokkurin hevur stríðst við hond og fót ímóti. Tí hann vildi vera við, at tað fór at kosta okkum og at tað var betri, at Danmark skuldi taka sær av tí. 6. Løgmaður heldur nýggj­árs­ røður um okkara mentan og mál. Og um tey ótrúligu frambrot, sum okkara lista­fólk, ítróttarfólk og vinnu­fólk skapa úti í heimi fyri Føroyar. Men sam­ bands­politikkurin hevur í einum og øllum stríðst ímóti at vit hava egið mál og mentan. Og at vit kunnu umboða okkum sjálv úti í heimi og at vit sjálv kunnu hava beinleiðis atgongd til heimsins møgu­leikar. Samanumtikið hev­ur tjóð­ skapar- og fullveldis­rørslan skapt okkum teir møguleikar og tað ófatiliga ríkidømið, ið vit hava møguleikan at eiga í Føroyum. Og sum ongin vil sleppa í dag. Hvat kostar sam­ bands­politikkurin? Sambandspolitikkur hevur ikki bert kostað okkum milli­ ardir og óteljandi menn­ingar­ møguleikar við síni stóru mót­støðu ímóti øllum fram­ stigum, sum vit sjálv skapa. Ístaðin hevur sambands­ poli­tikkurin trúttað aftur og aftur, at okkara framtíð, ríki­dømi og vælferð liggur í tí, sum vit skulu fáa úr Danmark. Tað kostar ikki bert milli­ ardir. Men tað kostar sjálvs­ virðing og vantandi saman­ hald um at byggja upp tað, ið vit øll kunnu vera errin av og hava álit á. Og tað skapar eina fastlæsta heima­stýris­ skip­an, har vit eru farin á heys­in fleiri ferð við fullum blokk­stuðli. Og har ávísir valds­flokkar kunnu dusa sær og senda rokningina til mein­iga fólkið. Vit kunnu aftur byggja sjálvstøðuga tjóð Men vit kunnu gera nakað við tað. Vit kunnu aftur seta okkum tað mál at byggja upp eina sjálvstøðuga tjóð, har øll hava somu rættindi og møguleikar. Og har vit standa saman um at gjalda í felag fyri okkara vælferð og menning. Vit hava so ríkar møgu­ leikar, at tá ið teir verða loystir úr hafti, fer ongin at skilja, at henda greinin ikki bygdi á skemt, men á tað sum landsins politiski ovasti veruliga hevur sagt. P.S. Um onkur heldur, at eg eri íðan og bersøgin við Sam­ bands­flokkin og hansara politikk, so taki eg fegin ímóti ítøkiligum dømum um, at Sambandsflokkurin hevur stríðst fyri onkrum máli ella eini visjón, sum vit í dag eru fegin og errin um og halda vera sjálvsagda fyri fram­ tíðina. Sambandspolitikkur kostar ikki bert milliardir – men óteljandi møguleikar, felags tøk og sjálvsvirðing. Og saman við Fólkaflokkinum framleiðir Sambandspolitikkurin sín egna ótta og eitt sjálvsøkni, sum skal forða okkum at standa saman um at byggja einar frælsar Føroyar fyri øll Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður Sum helst so mong onnur havi eg hildið tað ljóðað ógvuliga løgið, at Føroyar javnan skulu ganga til “próvtøku” hjá ST í sam­ bandi við javnstøðu – og eg havi eisini havt mis­ tanka um, at hetta er ikki av tí góða. Og nú, ein frágreiðing aftur er komin, havi eg hug at spyrja, um endamálið á ein ella annan hátt er at undirgrava tað føroyska fólkaræðið? Nú havi eg ikki lisið alla frágreiðingina, men bara við at lesa fráboðanina, sum lá á onkrum portali í morgun, sæst, at hend­ an ST-nevndin ikki so frægt sum veit av, at Før­ oyar hava egnan lóg­gávu­ myndugleika – at hon ikki veit av, at í Føroyum verð­ur eingin lóg sett í gildi, uttan at okkara egna lóggávuting, Føroya Løg­ting, hevur samtykt hana! Hetta vísir bara, hvussu langt við síðuna av henda sokallaða “próvtøkan” má vera! Nevndin skjýtur nevni­ liga upp, at Danmark (?!) skal umhugsa at end­ur­ skoða síni sjónar­mið um galdandi fostur­tøku­lóg­ gávu í Føroyum, tí fostur­ tøku­lóggávan í Føroyum ikki er tann sama sum í Dan­mark og Grønlandi. Hetta er stór skomm og óhugnaligt! Ein nevnd undir sjálvum Sameindu Tjóðum mælir til, at eitt lóggávuting í einum øðr­ um landi skal lóggeva í Føroyum! Hvat er hetta fyri nakað? Og so at mæla til, at vit fáa somu lóggávu sum í Grønlandi og Danmark! Í Grønlandi er støðan so syndarlig á hesum øki­num, at har eru líka nógvar fosturtøkur sum nýføðingar. Og í Danmark er tað so galið, at umframt øll tey 15000 fostrini, sum árliga verða týnd í móðurlívi, eru tey nú farin so langt sum at velja tey allar veikastu frá, fostur við down-syndromi verða næstan øll dripin – ein órein­skapur uttan líka!! Er tað hetta, tey vilja hava Danmark at fáa okk­um at gjøgnumføra í Før­oy­um? Eg haldi, at onkur má koma við einari frá­greiðing og einari um­ bering! Í ST-frágreiðingini síggi eg eisini, at hetta ógreiða og óunniliga hugtakið “gender mainstreaming” verður nýtt, og at nevndin mælir til at geva lgbt-arum full rættindi, og hon mælir eisini til, at vit royna at broyta siðbundnar fat­ anir (?!) av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í sam­felagnum. – Hetta ljóðar ófrættakent! Og haraftrat koma tey við einari ódemokratiskari áheitan á okkum um at umhugsa at fáa eina kvotu­skipan í lag fyri at fleiri kvinnur upp í poli­ tikk! Eg má spyrja: Hvør situr í hesi nevndini í ST? Eru tilmælini nakað, sum tey sjálv finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar úr Føroyum? – Vóni ikki, at tað er so galið, at tá ið mann sær, at tað ikki ber til at fáa sínar hugsjónir ígjøgnum í løgtinginum, ja, so fer mann til ST at forklaga! Hvat gera vit í ST ??