mánadagur 9. mars 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein føroysk KT-skipan er besta loysnin
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin og
formaður í Vinnunevnd
Løgtingsins
Tað altavgerandi fyri eina og
hvørja KT-skipan er, at hon
virkar væl, er brúkaravinarlig,
uppfyllir øll trygdarkrøv og
verjir brúkaran v.m. Tí er
mín spurningur, um vit við
NemID KT-skipanini fáa tað
bestu skipanina fyri føroyska
samfelagið ella um vit draga
ein ”trojanskan hest” inn í
okkara teldukervið.
Nú um dagarnar eru bank
arnir sera aggressivir fyri at
innføra NemID í Føroyum,
og teir næstan ”tvinga” før
oyingar til at brúka hesa
skipanina, tí sagt verður,
at hon er fortreytin fyri, at
vit yvirhøvur kunnu brúka
netbankan.
Og í samband við, at
samgongan er farin undir
arbeiðið at talgilda almennu
Føroyar,
hava
bankarnir
longu bjóða landsstýrinum
at koma uppí hesa útlendsku
NemID-skipan, men sam
gongan hevur takka nei.
Hesum eri eg samdur í, tí tað
er altavgerðandi, at vit kenna
og hava ávirkan á innihaldið
í teirri skipan, sum vald verð
ur.
KT-skipanin
skal
vera
eina góð og trygg skipan,
ið er grundað á og tillagað
føroysk
viðurskifti.
Tað
merkir, at vit tosa um eina
føroyska loysn, har allir upp
lýsingar verða viðgjørdir,
umsitnir og goymdir í Før
oyum á tryggasta hátt, og eg
eri vísur í, at okkara dugna
ligu KT-fólk kunnu veita
bæði peningastovnum og
landinum hesar tænastur, til
kappingarførar prísir.
NemID og bankarnir
NemID er ein KT-skipan,
sum verður brúkt í Danmark,
men
har
er
undirtøkan
fyri skipanini minkandi og
fleiri seta spurnartekin við
skipanina.
Og um so er, at danir
vraka
NemID
skipanina,
(tá skipanin verður boðin
út í 2018), hvørja ávirkan
kemur hetta so at fáa fyri
teir føroysku bankarnar, og
hvussu nógv dýrari verður
tá henda KT-tænasta fyri
bankarnar?
Trojanski hesturin
Vit kenna øll søguna um
trojanska hestin, sum grekar
høvdu gjørt og sett fram, og
sum sá so imponerandi út,
at trojanarnir sjálvir tóku
hann til sín uttan at kenna
”innihaldið” í hestinum, og
hetta bleiv teimum til skaða
og undirgang.
Sjálvur eri eg ímóti, at
vit taka eina KT-skipan, t.d.
NemID til okkara, hvørs
veruliga ”innihald” vit ikki
kenna og næstan onga ávirk
an hava á, og sum fær mink
andi undirtøku av verandi
brúkarum, av skipanini.
Eisini tí, at hetta vil hava
við sær, at vit missa vit
anartung
arbeiðspláss
í
Føroyum, í staðin fyri at
vit eiga at økja um arbeiðs
plássini og menna okkara
KT-vinnu,
umframt
at
vit eiga at seta trygdina í
hásæti við at goyma og verja
persónsupplýsingar hjá øll
um Føroyingum á tryggasta
hátt, og tað er bæði best og
tryggast gjørt her heima í
Føroyum.
Okkara skipanir
Vit hava skipanir sum t.d.
”MínBoks”,
og
”MínLykil”
sum longu eru í brúk av
privatpersónum, virkjum og
stovnum v.m. og hesar hava
víst sítt virði, bæði í góðsku,
nýtslu, trygd, menning v.m.,
og sum eisini eru vælegnaðar
til at kunna umfata bæði al
menna talgilding og digitala
undirskrift, umframt at tær
kunnu tryggja, at trygdin
av øllum upplýsingum er á
hægsta støði.
At KT-skipanirnar eru
gjørdar og upplýsningarnir
verða goymdir í Føroyum, er
í samsvar við viljan hjá Løg
tinginum.
Sjálvur eri eg fyri, at tað
eru føroyingar, ið menna
okkara KT-skipanir, sum eru
neyðugar fyri okkara arbeið
ið at talgilda almenna sek
torin.
Eg vildi gjarna sæð, at
bankarnir, eisini á hesum
økinum
vístu
samfelags
ábyrgd, og vóru við í hesi
áhugaverdu KT-menning í
Føroyum, sum verður veitt
til kappingarførar prísir.
Løgtingið hevur ongantíð samtykt, at veiðiloyvi kunnu keypast og seljast sum handilsvøra millum privat. Kortini
hava Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin framt og vart hesa skipan við at umsita lógina eftir teirra egna høvdi.
Nú gevur Vestergaard øðrum ábyrgdina, sum í mong ár hava roynt at steðga óskilinum í føroysku fiskivinnuni
kjak
Fosturtøkuspurningurin er ikki so svart/hvítur
Annita á
Fríðriksmørk
Vit skulu gera alt fyri at
hava so lágt fosturøkutal
sum møguligt. Men harfrá,
og so til at forbjóða ØLLUM
fosturtøkum, er órealistiskt.
Hvat nú um tann 14 ára
gamla neyðtikna smágentan
er við barn, ella dóttirin, sum
pápin gjørdi við barn.
Fosturtøkuspurningurin
er ikki so einfaldur, sum vit
ofta hava lyndi at gera hann
til.
Tá ið ein er ímóti fostur
tøku, so er tað tí, - má ein
vóna, - at man hevur kenslur
fyri tí ófødda, og man vil
hjálpa tí hjálparleysa. Í so
máta er tað gott og virðiligt
sjónarmið.
Tá ið man so er ímóti
ØLLUM fosturtøkum, so er
man eisini ímóti, at neyð
tikna smágentan skal fáa
fosturtøku og imóti, at hon,
sum er við barn orsakað av
insest; fær fosturtøku.
Nøkur siga so hinvegin, at
fosturtøka skal verða bannað,
uttan tá ið talan er um
ekstrem dømi. Um fosturtøka
er í lagi, tá ið talan er um
ekstrem dømi, hvør skal so
definera, nær graviditeturin
er eitt ekstremt dømi? Er tað
læknin? Politikarin? Pápin?
Familjan?
Ein fosturtøka er altíð
torfør og ongantíð lukkulig.
Men óansæð hvør tekur av
gerðina, so dugi eg ikki at
síggja, hvussu onnur enn
mamman eru betur før fyri
at taka avgerðina.
Tað er altíð trupult at
lóggeva, nær ein fosturtøku
kann verða framd. Hinvegin
um vit lóggeva, at ONGIN
fosturtøka sleppur at verða
framd, so sleppa vit undan at
definera, nær tað er í lagi.
Hesin politikkur avmarkar
tó ikki talið av fosturtøkum.
Tá fer hon, sum er nóg væl
fyri fíggjarliga, og sum vil
hava fosturtøku, av landinum
at fáa hetta gjørt.
Tá fer hon, sum er illa fyri
og ikki hevur fíggjarligan
møguleika at fara av landin
um, at finna sær annan útveg
at fáa hetta framt illegalt.
Og hon, sum er illa fyri
fíggjarliga ella sosialt, men
vil ella er tvingað til at líða
landsins lógir, - hon fær so
fullført graviditetin.
Tá ið hetta er sagt, so er
frí fosturtøka heldur ikki so
svørt/hvít, sum hon onkuntíð
verður gjørd til.
Ein fosturtøkuavgerð er
altíð torfør og eigur tí ong
antíð bara at verða ein av
greiðsluspurningur.
Kvinnan, sum í panikki
kemur til læknan og sigur,
at hon vil hava fosturtøku,
eigur at fáa eitt prát við
læknan um avgerðina og um
avleiðingarnar; og so eigur
hon at fara heim í nakrar
dagar at hugsa seg væl um.
Tá kann tíðin, sum hon
fekk eykað, gera, at hon
kemur til sín sjálvs og hugsar,
at hetta skal eg nokk klára.
Tá er avgerðin um at full
føra graviditetin hennara, og
ikki tí at ein lóg, sigur, at hon
skal.
Tá er avgerðin merkt av
kærleika og umsorgan fyri
komandi nýføðinginum. Og
ikki av eini politiskari løg
tingslóg og avgerð.
Tað ger ikki kjakið um
fosturtøku einfaldari, at fólk
eru ósamd um, nær lívið
byrjar.
Gamla Testamentið hev
ur søguna um Onan, sum
hevur verið tulkað, sum at
Bíblian var ímóti onani, - tí
tá skal lívið byrja eftir hesi
fatan. Í dag er hetta tó ikki
dominerandi fatan – heldur
ikki millum kirkjur og sam
komur. Dominerandi fat
anin um nær lívið byrjar, er
heldur, at tað byrjar antin við
gitna ella við hjartasláttur
hjá barninum í móðurlívi.
Byrjar lívið við gitna, eru
mong í eini tvístøðu, tá ið
talan er um fyribyrging. Nógv
av tí loyvdu fyribyrging,
sum verður útskrivað ger jú
enda á tí gitna egginum. T.d
angribollin og spiralurin og
onkur av p-bollunum.
Kjakið
um
fosturtøku
vísir, at hetta er eitt sárbært
evni. Kenslurnar ganga høgt
og tí verður ofta tosað meir,
enn tað verður lurtað.
Men eg vóni og ynski, at
vit framhaldandi stremba
eftir tí ideella samfelagnum
har m.a. allar mammur við
gleði og kærleika fullføra
sín graviditet, tí tær vilja
tað so fegnar. Tí tær valdu
tað sjálvar. Ikki tí, at ein
lóg forðaði teimum í at taka
fosturtøku.
Tað ideellað samfelagið
finst hinvegin ikki, men vit
eiga kortini at stremba eftir
tí. Men verið realistisk og
gerið tað við kærleika og
umsorgan fyri øllum - eisini
tí ófødda og mammuni.
Fosturtøkuspurningurin er ikki so svart/hvítur