Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 Hvussu lat tú at tiltakinum í fjør? Tá ið man fer undir eitt nýtt tiltak, eru altíð nøkur ting, ið kunnu gerast betri, men eg eri væl nøgdur við tiltaki í fjør. Tær ábøturnar, sum skulu gerast, haldi eg eri gjørdar til ársins tiltak. Hvat kundi verið øðrvísi? Millum tær tríggjar høvuðsflokkingarnar, var tað serliga ein trupulleiki við tí opna bólki num. Hann var kanska ov ótýðiligur og ógreiður seinasta ár, men er vorðin greið- ari til ársins FMA. Yvirhøvur er trupult at gera flokkingarnar, tí tað er so ymiskt frá ári til ár hvørjar tónleikaútgávur eru. Tískil verð ur eisini hugt nærri at útgávunum fyri ári, tá ið flokkingarnar skulu gerast. Hvat er títt fremsta minni frá FMA 2014? Heildarmyndin av sjálvum tiltakinum. Eg haldi, at tað var eitt ógvuliga gott og væleydnað tiltak, og tað var ein røtt av gerð ikki at draga sjónvarpið inn í tiltakið bein- an vegin. At fokus ikki var á, at framleiða gott sjónvarp, førdi somuleiðis við sær, at áhoyr ar arnir í salinum fingu eina nógv ríkari tónleikauppliving. Hvat heldur tú um tær nógvu heiðurslønirnar? Tá ið vit hava eitt somikið breitt tón leika- út boð í einum lítlum samfelagi, haldi eg tað vera sera týdningarmikið, at allur tón leik- urin er umboðaður millum ymsu heiðurs - løn ir nar. Tónlistavirðislønirnar, sum hava ver ið latnar fyrr, hava fyri tað mesta heiðra poppi num, ið er ein sjangra, sum longu fær nógv pláss í fjølmiðlunum og verður nógv spæld ur. So tað er at fegnast um, at tær øðr vísi sjangrurnar eisini fáa rúm á einum FMA. Í ár verða tað bert dómararnir, ið avgera hvør fær heiðursløn. Hvør tín hugsan um hetta? Hvørt sms-atkvøður ella dómararatkvøður skulu vera avgerandi, er eitt kjak uttan enda alla staðni – ikki bert í Føroyum. Persónliga eri ógvuliga fegin um, at avgerðirnar liggja hjá dómsnevndunum í ár, sum er ein semja, ið arbeiðsbólkurin er komin fram til. Hvør hevur uppiborið heiður fyri síni tónleikaavrik í ár? Tað er torført hjá mær at siga. Hóast keði- ligar umstøður at liva av tónleiki í Før oy- um, so verði eg á hvørjum ári bilsin um tann nógva góða tónleikin, sum verður fram leiddur. Skuldi eg tikið nakran fram, so vildi eg ynskt, at tey, sum velja at liva av tón leikinum – hóast keðiligar umstøður – fáa eina heiðursløn. Seks skjótir Sunleif Rasmussen Sunleif Rasmussen var annað umboðið fyri tónleikaumhvørvi í arbeiðsbólkinum í fjør, og heldur fram í ár FMA FAKTA • Verður 14. mars í Norðurlandahúsinum • Hildið fyrstu ferð 15. mars 2014 • FMA er samstarv millum Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið • Borið víðari frá Planet Awards • Vertir: Eyðfinn Jensen og Barbara Holm 21 virðislønir innan • Popp-rokk • Country, blues og folk • Jazz, klassiskt, kór, world og instrumentaltónleik • Ársins live framførslu • Ársins nýggi bólkur ella einstaklingur • Ársins framleiðari • Ársins video • Ársins tekstur • Ársins húsi • Ársins átak • Ársins tónleikaheiður