Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fyrsta umfar í næstbestu deildini var á skránni hetta vikuskiftið. Tað eru B68, Skála, 07Vestur, B71 og MB, sum hava møguleika at flyta upp. B68 og Skála fluttu í fjør niður. Tey bæði vunnu í fyrsta umfari á heimavølli. B68 vann trivaligan 4-1 sigur á næstbesta liðnum hjá KÍ. Skála vann 3-1 á næstbesta liðnum hjá Víkingi. B71 flutti í fjør upp, og sandoyingar løgdu sera bragdliga fyri á heimavølli ímóti MB, sum eisini flutti upp í fjør. 07Vestur legði seg við 6-1 heimasigri á B36 í dag heilt upp á toppin. Einasta uppgerðin millum næstbestu liðini hjá teimum feløgum var á Argjum, har AB vann 2-1 á NSÍ, sum skoraði fyrst. Súni Fríði Barbá vandi í fjør MB. Nú er hann venjari á Toftum. B68 venjarin sigur seg vera væl nøgdan við trivaliga heimasigurin ímóti KÍ, har fleiri, sum tvey tey seinastu árini hava verið á besta liðnum, spældu við: -Hjá okkum eru nógvir nýggir á liðnum. Eitt nú er miðvøllurin mest sum nýggjur. Eg var væl nøgdur við avrikið og úrslitið ímóti KÍ, sum hevði fleiri góðar spælarar á liðnum. Vit royna at byggja lokalt lið upp. Ímóti KÍ vóru átta, sum eru uppvaksnir á Svangaskarði, á liðnum. Hvør er favorittur at flyta upp? Fimm lið hava møguleikan. Umframt okkum eru tað Skála, 07Vestur, MB og B71. Vit hava spælt onkrar venjingardystir, og eg havi sæð onkrar av kappingarneytunum. Mest samanspælda liðið er Skála, ið hevur nógvar á liðnum, sum eisini vóru við í fjør. Veteranarnir Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen vóru ikki við ímóti Víkingi. Um teir fara at spæla, so verður Skála uppaftur stinnari. Fleiri boð eru um hitt plássið, sum gevur rætt til uppflyting. Tá hugsi eg um 07Vestur og B68, men eg havi eisini varðhugan av, at B71 er væl stinnari, enn liðið var í fjør. Eitt nú tí Símun Rógvi Hansen verjir málið, og tí Høgni Midjord aftur er í barndómsfelagnum, sigur Súni Fríði Barbá. Annað umfar verður leygardagin, tá ið skráin sær soleiðis út: KÍ-AB, B36-B68, NSÍ-B71, MB-Víkingur og Skála-07Vestur. B68 venjarin: SKÁLA ER FAVORITTUR 1.UMFAR: LEYGARDAGIN B68-KÍ 4-1 (3-0) 1-0: Kristian Anton Andreassen 21. 2-0: Óli H. Olsen br 35. 3-0: Andrias á Líknargøtu 41. 4-0: Óli H. Olsen 61. 4-1: Jógvan Isaksen br 71. Skála-Víkingur 3-1 (2-1) 0-1: Sámal J. Joensen 2. 1-1: Brian Jacobsen 35. 2-1: Brian Jacobsen 40. 3-1: Petur Pauli Mikkelsen 80. B71-MB 4-1 (2-0) 1-0: Tummas Pauli Olsen 26. 2-0: Rúni Høgnesen 38. 3-0: Bjørgfinnur Winther 58. 4-0: Ari M. Olsen 78. 4-1: Magni Joensen 82. SUNNUDAGIN 07Vestur-B36 6-1 (2-1) 0-1: sjálvmál 9. 1-1: Holgar Djurhuus 28. 2-1: sjálvmál 39. 3-1: Gunleif Olsen 66. 4-1: Hørður H. Johansen 87. 5-1: Sjúrður Ellefsen 90. 6-1: Torstein Mýlingstind 91. AB-NSÍ 2-1 (0-0) 0-1: Bjarti Kristiansen 75. 1-1: Martin Midjord 77. 2-1: Bjartur Kjærbo 82. Súni Fríði Barbá heldur, at tað talar fyri Skála, at skiftingarnar har hava verið fáar síðani niðurflytingina