Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jákup Mørk VB og Neistin vóru tvær ferðir í eldinum um viku­ skiftið. Fyrra umfarið hjá teimum varð spælt fríggjakvøldið í Vági, og har slapp Neistin av­stað við tveimum stigum. Hjá VB var hetta seinasti møguleikin yvirhøvur, um tær skuldu halda fast í eini minstu vón um at røkka ein­ um plássi í FM-finaluni. Undan steðginum var VB eisini væl við, og var tað ikki fyri eina stórspælandi Fríðu Petersen í Neista-málinum, so kundu vertirnir eisini ver­ ið á odda í steðginum. Men hetta broyttist full­komliga eftir steðgin. VB fann ongan tíð somu rútm­una í spælinum, og tá Neista-verjan og – málverji framvegis stóðu væl, skrædnaði av álvara millum liðini. Longu sunnudagin hevði VB aftur heimadyst. Aftur var tað havnarlið, sum kom á vitjan, og leingi var líkt til, at heldur ikki hesaferð skuldi sig­urin fáast til høldar. Kyndil hevur havt ein minni niðurtúr seinastu vik­ ur­nar, men hann tóktist væl og virðiliga steðgaður fyrstu 50 minuttirnar ella so. Kyndil var tá odda við fimm málum, men seinastu 10 minuttirnar steðgaði fullkomuliga upp hjá teimum. VB át seg nærri og nærri, men Kyndil hevði framvegis avgerðina í egnari hond, tá tær fingu brotskast, með­an støðan var 17-18. Tá eydn­að­ ist tó ikki hjá Ásleyg at senda kúluna í kassan, og í næst seinasta minuttinum fekk VB ístaðin dystarbóltin, tá tær fingu brotskast. Gintare var ísakøld, tá hon skuldi skjóta, og so var fagn­að­ urin ovurstórur hjá VB. Tað kann vera, at tær ikki hava møguleika at røkka finaluni, men tá ein sigur verð­ur vunn­in út frá slíkum for­ treyt­um, so skal gleðin vera sjón­lig hjá spælarunum. Avgjørdu eftir steðgin Sunundagin vóru Neistin og VÍF eisini í eldinum, og felags fyri tey bæði var, at paragraffirnar vórðu ordn­ aðar eftir steðgin. Í Havn var Stjørnan á vitjan hjá Neistanum, og her skuldi heimaliðið brúka ein hálvleik fyri at fáa dystar- og ferðamøðina frá suður­ oyarferðini úr kropp­inum. Í steðginum var munurin bara tað eina málið, men sein­asta hálvan tíman rudd­ aðu Neista-kvinnur full­ komu­liga borðið. Og á Skála var dystar­ gongd­in á leið meinlík, um­ enn munurin ikki gjørdist heilt so stórur. VÍF hevði hevði stórar trupul­leikar undan steðg­ inum, tá StÍf hótti við at endur­taka sigurin frá fyrsta um­far­inum. Eftir steðgin var tó skil komið á hjá teimum gulu, sum við einum góðum avriki otaðu seg framat Kyndli. Komandi umfarið spæl­ir VÍF á heimavølli móti Neista­ num. Í løtuni eru hesi liðini, sum tykjast mest sannlíku boð upp á FM-finalistarnar, og tí bendir alt á, at vit fáa eina sera spennandi og intensa uppgerð í Vest­ manna. jakup@sosialurin.fo Hondbóltur Úrslitini um vikuskiftið Hvonn-deildin 06.03 VB - Neistin 16-24 (8-9) 08.03 VB - Kyndil 19-18 (8-10) 08.03 Neistin - Stjørnan 36-18 (15-14) 08.03 StÍF - VÍF 24-29 (16-13) Komandi dystir: 11.03 Kyndil - StÍF 15.03 VÍF - Neistin 15.03 Søljan - VB Enn heldur Kyndil fast um annaðplássið á talvuni, men við tapinum í Vági er Kyndil nú av álvara undir trýsti Nú er trýstið á Kyndli Myndir: Álvur Haraldsen Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 19 15 - 1 - 3 544 360 184 31 2 Kyndil 19 13 - 2 - 4 473 344 129 28 3 VÍF 18 13 - 0 - 5 529 379 150 26 4 VB 18 10 - 1 - 7 453 382 71 21 5 StÍF 19 8 - 0 - 11 437 413 24 16 6 Stjørnan 19 4 - 0 - 15 359 508 -149 8 7 Søljan 18 0 - 0 - 18 177 586 -409 0