Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 ítróttur Jákup Mørk Meðan VÍF rennur avstað, so stríðast Hoyvíkingar og Kyndil um rættin til at spæla FM-finalu móti VÍF. Tað hevur verið myndin í skjótt nógvar vikur, og tann myndin broyttist einki hesa­ ferð. Eitt mál er nóg mikið Størsti spenningurin var á Hálsi í Havn, har H71 vitjaði Neistan. Í steypakappingini varð talan um tvær sera tætt­ar hálvfinalur millum hesi bæði liðini, og dysturin sunnu­dagin varð ikki minni tættur. Eina løtu eftir steðgin tóktist Neistin hava hug at leypa avstað, men tað eydn­ aðist kortini hjá H71 at stríða seg aftur, soleiðis at teir at enda høvdu akkurát tað mál­ ið meira, sum gav stigini við sær. Við sigrinum eru H71 og Kyndil framvegis jøvn í stig­ um, men hoyvíkingar hava betri úrtøkuna í innnanhýsis dyst­unum, og tí standa teir í løtuni við øðrum fótinum í FM-finaluni. Greiddu skylduna Kyndil spældi sín dyst longu leygardagin, tá teir grønu vóru á vitjan hjá Team Klaks­ vík. Her vann Kyndil uttan tað heilt stóra hóvastákið, og setningurin hjá teimum er nú fyrst og fremst at halda tørn við H71, og síð­ ani at vinna innanhýsis uppgerðina. Tann dysturin verður spæld­ur á Hálsi um tvær vik­ur, og sum gongdin er nú, so er eingin ivi um, at talan verð­ur um fullsetta høll og høgan puls á vøllinum. Vestmenningar kunnu fram­vegis ikki kenna seg heilt vísar í sínum finalu­ sessi, men tað fer nú av álvara at ganga tann vegin. Teir hava alt árið verið odda­ lið, og sunnudagin góvu teir aftur prógv um, at teir skulu roknast sum sterkasta liðið í land­inum í løtuni. StÍF hevur annars ofta arg­að VÍF, men frá byrjan til enda vóru teir á heima­lið­ num eftirbátar. Tað eru framvegis bara trý stig frá VÍF og niður á triðja plássið, men tað er eitt sindur trupult at síggja, hvussu vestmenningarnir kunnu missa hesa leiðsluna, nú bara fimm umfør eru eftir jakup@sosialurin.fo Hondbóltur Úrslitini um vikuskiftið Atlantic Airways-deildin 07.03 Team Klaksvík - Kyndil 21-29 (7-11) 08.03 Neistin - H71 24-25 (11-12) 08.03 StÍF - VÍF 21-28 (8-13) Komandi dystir: 11.03 Kyndil - StÍF 14.03 KÍF - Team Klaksvík 15.03 VÍF - Neistin H71 gevur seg ikki í royndunum at vinna sær pláss í FM-finaluni. Hesa ferð stríddu teir seg akkurát fram um Neistan Hoyvíkingar hanga í Myndir: Álvur Haraldsen Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 19 15 - 0 - 4 537 441 96 30 2 H71 19 13 - 1 - 5 490 412 78 27 3 Kyndil 19 13 - 1 - 5 445 388 57 27 4 Neistin 19 8 - 2 - 9 473 501 -28 18 5 KÍF 18 7 - 1 - 10 459 483 -24 15 6 StÍF 19 4 - 1 - 14 169 516 -347 9 7 Team Klaksvík 19 3 - 0 - 16 418 550 -132 6