Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Tað var stór avbjóðing at fáa fót­bóltin frá hondini í viku­ skiftinum, men tað eydn­ aðist, og tað var í sær sjálv­ um stórur sigur. Tá ið NSÍ leygardagin hevði vitjan av EB/Streymi, vóru líkindini ikki so galin, hóast vindurin arg­aði nakað. Sunnudagin var tað lutfalsliga gott veður at spæla fótbólt í Klaksvík og Fuglafirði, tá ið teir løgdu til brots, men sum dysturin leið varð tað alt meiri ótýdligt. Serliga í 1. hálvleiki var mest sum stormur á Argjum, har TB vitjaði tíð­liga seinna­ partin. Seinni á deg­num var veðrið betri, tá ið meistar­ arnir í B36 høvdu vitjan av steypa­vinnaranum Víkingi, men sum tað leið vóru hvítu ælingarnir øgiliga frekir. Eftir tvey umfør er tað bara NSÍ, sum hevur fulla úr­ tøku. FC Suðuroy eigur fram­ vegis fyrsta stigið til góða. KÍ hevur fýra stig, og einki av hinum liðunum hevur enn vunnið. Undan kappingar­ byrjan varð roknað við, at B36, HB og Víkingur skuldu fara at vera millum FM favo­ ritt­arnar, og tað er fram­ vegis møguleiki fyri tí. Men higar­til eru øll trý liðini tvær ferðir farin av vøllinum utt­ an at hava vunnið fulla úr­ tøku. Í fyrsta umfari vóru fýra javnleikir, og í gjár vóru tríggir javnleikir. Ein av teim­um var í Gundadali, har tað var intenst og undir­hald­ andi millum B36 og Víking. Úrslitið var 3-3. B36 megn­aði tríggjar ferðir at svara aftur, eftir at Andreas Lava Olsen hevði skorað fyri Víking. Lands­liðsvenjarin var í Gunda­dali, og hann man hava skrivað sær Lava aftan­ fyri oyrað. Næsta vikuskifti verður triðja umfar. Tá verða tveir dystir leygardagin: EB/ Streymur-ÍF og granna­upp­ gerðin á Vágseiði, har FC Suðuroy fær vitjan av TB. Sunnu­dagin vera tríggir dystir: KÍ-HB, B36-NSÍ og AB-Víkingur. B36 og HB verða roknað at vera favorittar mest sum hvørja ferð. Eftir soltnu úrtøkuna burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum er tað sera týdningarmikið fyri høvuðsstaðarfeløgini at vinna ella í hvussu so er ikki at tapa í triðja umfari. Um tað eydnast higartil væl upp­ lagda NSÍ at vinna í Gunda­ dali á B36, so verður fjar­ støðan frá FM vinnarunum og fram til NSÍ sjey stig! Sundalagið sligið í gólvið Eftir fína avrikið og 1-1 í Gunda­dali ímóti B36 varð EB/Streymur hølvað av ímóti NSÍ, sum á heimavølli vann 5-1 og harvið hevur seks stig og mál­munin 11-2! – Vit hava spildurnýtt lið, og tá er tað altíð vandi fyri at fáa ein upp á kassan. So­leiðis var tað í dag, hóast vit vóru væl fyrireikaðir. Eftir 1. hálvleik stóð væl til, tí støðan var 1-1, og sera væl upp­lagdi Rasmus Dan Sørensen hevði skorað fínt mál. Vit tosaðu tá um, hvussu týdningarmikið tað var at ansa eftir Klæminti A. Olsen, sum oftast fær mál við handara stólpa eftir innlegg úr síðunum. 2. hálv­leik tapa vit 4-0, og tá skoraði Klæmint tvær ferðir við hand­ara stólpa, staðfesti EB/Streyma hjálparvenjarin Teitur Joensen eftir dystar­ lok. Í fjør var Klæmint A. Olsen toppskjútti við 22 mál­ um. Í ár hevur hann lagt sera bragdliga fyri. Eftir trý mál ímóti FC Suðuroy skoraði hann tvær ferðir ímóti EB/ Streymi, og tað var Klæmint, sum var framvið og pressaði Rógva E. Nielsen at stýra bóltin í egið mál og 1-0 til NSÍ eftir fínt uppspæl og innlegg úr høgru frá Johan Jacobsen. Við Lars Olsen, lands­liðs­ venjara, sum eygnavitni legði evnaríki og væl upplagdi Árni Frederiksberg við fínum lang­skoti NSÍ framum 2-1, og so var tað, at Klæmint við hand­ara stólpa skoraði tvær ferðir. Fagnaðurin í Runavík var størstur, tá ið innskifti og evnaríki Meinhard Egilsson Olsen staðfesti rimm­ar sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Meinhardi í bestu deildini. – Vit tóku dystin í stórum álvara, tí EB/Streymur kom at vitja við stórum sjálvsáliti eftir 1-1 á útivølli ímóti B36. Spælið var gott í longum løt­ um, men vit vóru kløkkir, tá ið teir javnaðu, og tá ið teir vóru um at leggja seg fram­ um beinanvegin í 2. hálvleiki. Alt í alt høvdu vit nógvar møgu­leikar, og eg eri serliga fegin um, at tað eydnaðist Meinhardi Olsen at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini, segði væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen: – EB/Streymur hevur óroynt lið við evnaríkum spæl­arum. Teir fara heilt víst at vinna stig í nógvum dyst­um. Tí er tað so sera týdningarmikið hjá okkum at vinna fulla úttøu í dag, var við­merkingin hjá Trygva Mortensen. ÍF og HB bíða eftir sigrunum Fuglfirðingar vóru illa skerd­ ir í framrættaða part­inum, tá ið teir høvdu vitjan av HB. Úrslitið var 1-1, og fyri báðar partar var hetta endurtøka av javnleiki. Bæði málini vórðu skorað eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Kristoffur Jakobsen, sum ikki var við í 2-2 javnleikinum í Gøtu, men hesa ferð fekk møgu­leikan í fremstu røð saman við Dánjali á Lakjuni, legði heima­liðið framum eftir inn­legg, og Pál Mohr Joensen, sum var í fremstu HB røðini saman við Arnbirni Hansen, javnaði við fín­um skoti eftir góðan stikk­bólt og einmansavrik. HB hjálparvenjarin Símun Samuelsen er nøgdur við leik­liga avrikið og møgu­ leik­arnar, sum hansara menn høvdu myndað. Hann harm­ast um úrslitið, men ásann­ar samstundis, at um tað vildi heilt illa við, so hevði ÍF skorað sigursmálið fram ímóti dystarenda: – Hugburðurin var góður. Vit vunnu returbóltarnar, vit stýrdu spæl­inum, og vit høvdu møgu­leikarnar at skora fleiri mál, men marginal­ir­nir vóru ikki við okk­um. Tað er ikki so ofta, at HB eftir tvey umfør hevur tvey stig? – Vit hava spælt javnt tvær ferðir. Tað er tíðliga á ár­inum, og tað verður ikki fyrr­enn um nakrar vikur, at tað fer at síggjast, hvør verð­ur í toppinum, miðjuni og botn­inum. Nú skulu vit til Klaks­víkar, og tað verður gott høvi hjá okkum at lyfta okk­um nærri toppinum, sig­ ur Símun Samuelsen. ÍF liðformaðurin Fritleif í Lambanum ásannar, at HB var leikliga omaná: – Serliga var tað í 1. hálv­ leiki, at munurin var stórur. Eftir steðgin vóru vit væl betri við, og um Dánjal á Lakjuni var heppin, so skor­ aði hann sigursmálið, tí hann hevði síðstu fimm min­uttir­ nar tveir heilt góðar møgu­ leikar. Vit hava spælt ímóti Víkingi og HB og ikki tapt. Pílurin peikar rætta vegin, og vit hava gott mót, sigur Fritleif í Lambanum. Jákup B skoraði framúr mál Tað eydnaðist KÍ at vinna trivaligan 3-0 sigur á FC Suðuroy í fyrsta heima­ dyst­inum í ár. Heimaliðið var nógv meiri á bóltinum, men tað gekk striltið at fáa hol á. Gestirnir løgdu dent á verju­spælið, og tað eydn­aðist teimum at halda tætt, inntil átta minuttir Eftir tvey umfør er NSÍ einasta felagið, sum hevur fulla úrtøku, og framvegis hava fleiri av FM favorittunum ikki vunnið fulla úrtøku Stóri sigurin var á vetrar­ veðrinum Rógvi Dam EB/Streymur Vit spældu gott í 45min, men restina snakka vit ikki um. Nú vinna vit næsta dyst. Saman standa vit sterk!. fjepparin Allan Enghamar hb 2 dystir og 2 javnleikir. Vit mangla at verða meira avgjørdir í støðum í dystinum, vit fáa javna og so hendir ikki meira. Vit koyra viðari, næstu ferð koma 3 stig. fjepparin Sæbjørn Leiti íf Vit vóru hepnir at fáa 1 stig, men allíkavæl óhepnir ikki at fáa 3 stig. Ljóðar løgið, men tað er veruleiki. Fínur dystur, fínt úrslit. Koyr á ÍF! fjepparin