leygardagur 3. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2004
15
UTTAN ÚR HEIMI
Hjálpa fangum at flýggja
Teir seinastu mánaðarnar hevur amerikanska herseting-
arvaldið í Irak roynt at venja irakar at arbeiða sum løg-
reglumenn og fangavørðar, men nú vísir tað seg, at teir
iraksku fangavørðarnir hava hjálpt fleiri fangum at
flýggja.
Sambært amerikanarunum hava fangavørðarnir í Abu
Ghraib-fongslinum hjálpt minst trimum fangum at
flýggja. Í einum øðrum føri gjørdu nakrir fangar upp-
reistur við tí úrsliti, at teir iraksku fangavørðarnir tóku til
rýmingar. Amerikanski heryvirmaðurin David DiNenna
sigur við Reuters, at amerikanararnir hava størri stríð av
at halda eygað við fangavørðunum enn fangunum.
Síðani amerikanararnir yvirtóku eftirlitið við teimum
iraksku fongslunum, eru 15 fangar deyðir í fongslun-
um. Í fleiri førum er illgruni um, at amerikanskir her-
menn hava farið so illa við fangum, at teir eru deyðir,
og ætlanin er at kanna 11 av teimum 15 tilburðunum,
skrivar Reuters.
Milliardir til val
Demokratiski senatorurin John Kerry, sum skal bjóða
George W. Bush, forseta av á forsetavalinum í heyst,
hevur nú savnað meiri enn1,1 milliard krónur til val-
stríðið.
Mary Beth Cahill, sum leggur valstríðið hjá Kerry til
rættis, sigur, at í juni eydnaðist tað at savna meiri enn
200 milliónir krónur, og at higartil hava meiri enn ein
millión fólk og fyritøkur latið stuðul til valstríðið. Sjálv
heldur Mary Beth Cahill, at nógvir amerikanarar taka
undir við hugsjónini hjá Kerry um, at USA má endur-
vinna virðingina í umheiminum.
Sjálvt um John Kerry hevur savnað meiri enn 1,1
milliard krónur til valstríðið, skal hann savna eitt
sindur afturat, ætlar hann sær at hava líka nógvar peng-
ar sum Bush. Sambært teimum seinastu upplýsingun-
um hevur Bush savnað umleið 1,3 milliard krónur til
sítt valstríð.
Búgvin tolir ikki skvøtt
Tað ljóðar næstan sum skemt, men í Noregi hava vega-
myndugleikarnir trupulleikar av fuglaskvøtti.
Í september eru tíggju ár, síðani Nordhordalands-
búgvin við Bergen bleiv tikin í nýtslu. Fleiri av stabb-
unum á norðara enda á brúnni hava fingið ein grøn-
ligan lit, og sambært vegamyndugleikunum kemst tað
av, at likkur og másar javnan skvøtta á stabbarnar.
Verkfrøðingurin Einar Noremark sigur við tíðinda-
stovuna ANB, at í fuglaskvøtti er eitt evni, sum fer illa
við betongstabbunum, og tað er sera óheppið fyri brýr
sum eitt nú Nordhordalandsbrúnna, sigur hann.
Vanliga plag vindur og regn at loysa trupulleikarnar,
tá heystið kemur, men soleiðis var ikki í fjør, og tí eru
fleiri av stabbunum grønir á liti í ár. Kortini ætla vega-
myndugleikarnir ikki at gera nakað við trupulleikan nú,
tí sambært Einari Noremark er ikki neyðugt at gera
nakað, fyrr enn brúgvin er eini 20 ára gomul.
Dýrt "óhapp"
Í hálvleikinum í amerikonsku Super Bowl-kappingini
fyrr í ár sang songkvinnan Janet Jackson. Alt bleiv sent
beinleiðis í sjónvarpinum, men mitt undir sanginum
hendi tað, at plaggið, sum fjaldi annað bróstið hjá
songkvinnuni, datt niðurfrá.
Sjálv helt Janet Jackson uppá, at talan var um eitt
óhapp, men mong vildu vera við, at "óhappið" var til-
ætlað. Í øllum førum vildi fjølmiðlaeftirlitið ikki góð-
taka tað, sum hendi, og tað hevur nú dømt sjónvarpið
CBS at gjalda 3,3 milliónir krónur í bót. Sambært
eftirlitinum var tilburðurin ósømiligur.
"Óhappið" hjá Janet Jackson vakti so stóran ans, at
amerikanskir politikarar valdu at taka málið upp. Kon-
gressin og Umboðsmannatingið hava síðani samtykt at
herða revsingina fyri at tílíkt - óhapp ella ikki.
Í Fraklandi eru tíggju
fólk dømd fyri at
hava misnýtt fleiri
børn
PEDOFILI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fronsku hjúnini Myriam og
Thierry Delay eru dømd
ávikavist 15 og 20 ára
fongsul. Tey bæði vórðu
funnin sek í at hava staðið á
odda fyri einum lítlum
bólki, hvørs virksemi var at
misnýta børn kynsliga.
Ímillum børnini var teirra
egni sonur.
Í rættinum í býnum Out-
reau viðgekk mamman
grátandi, at bæði hon og
maðurin vóru sek í at hava
oyðilagt lívið hjá fleiri
børnum.
Grannar teirra, hjúnini
Aurelie og David Del-
plaque, vóru uppi í bólkin-
um, og tey fingu ávikavist
fýra og seks ára fongsul.
Kanningarnar hjá fronsku
løgregluni avdúkaðu, at 17
fólk høvdu verið í bólkin-
um, og at tey høvdu misnýtt
18 børn í árunum frá 1995
til 2000. Tað yngsta barnið
vara bara trý ár.
Rættarmálið, sum byrjaði
tíðliga í mai, hevur skakað
Frakland, og fransmenn
bíða nú eftir tí næsta mál-
inum, eftir at ein skóg-
høggari hevur viðgingið, at
hann burturflutti, meyðtók
og myrdi fleiri gentur í
Fraklandi og Belgia.
Misnýttu sítt egna barn
og fleiri onnur
Bretska stjórnin góð-
tekur ikki, at Saddam
Hussein verður
dømdur til deyða
REVSING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Serdómstólurin í Irak hevur
ákært fyrrverandi einaræð-
isharran Saddam Hussein
fyri krígsbrotsverk og fyri
at hava beint fyri túsundtals
irakum. Í sambandi við
rættarmálið hevur irakska
stjórnin sett deyðarevsing í
gildi, og lítið er at ivast í, at
tað er gjørt fyri at geva
dómstólinum heimild til at
døma Saddam til deyða.
Men hesum eru fleiri
lond ímóti. Bretland, sum
var við til at koyra Saddam
Hussein frá, er ímóti, at
hann verður dømdur til
deyða.
– Vit eru ímóti deyða-
revsing, og í hesum førin-
um hava vit boðað iraksku
stjórnini frá støðu okkara,
segði ein talsmaður hjá
Tony Blair, forsætisráð-
harra í gjár. Hann ásannaði
kortini, at tað eru irakar,
sum
eiga
avgerðina
í
málinum.
Franska stjórnin hevur
somuleiðis gjørt greitt, at
eftir hennara tykki eigur
tann gamli einaræðisharrin
ikki at verða dømdur til
deyða.
Hann skal ikki dømast
til deyða
Fáa tey neyðstøddu
flóttafólkini í Darfur
ikki hjálp alt fyri eitt,
kunnu 10.000 doyggja
av kolera og øðrum
sjúkum í hesum
mánaðinum≤
NEYÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hjálparfólk, sum hava verið
í flóttafólkalegunum í sud-
anska landspartinum Dar-
fur, siga, at vandi er fyri, at
ein kolerasótt kann fara at
gera um seg í legunum, nú
regntíðin er byrjað.
David
Nabarro
hjá
heimsheilsustovninum
WHO sigur við tíðinda-
stovuna Reuters, at sjúkan
kann raka ímillum 200.000
og 300.000 flóttafólk.
– Vit vænta, at 10.000
fólk fara at doyggja í hes-
um mánaðinum, verður
einki gjørt fyri at hjálpa
teimum, sigur David Na-
barro. Hann sigur, at eydn-
ast tað at útvega teimum
ringast støddu hjálp, fara
munandi færri at doyggja,
men kortini roknar hann
við, at eini 3.000 fólk fara
at doyggja av kolera og
øðrum sjúmum.
ST og fleiri hjálparfel-
agsskapir læra seg um, at
tað gongur ov striltið at út-
vega flóttafólkunum í Dar-
fur hjálp. Fleiri felagsskap-
ir leggja ta sudansku stjórn-
ina undir at forða hjálparar-
beiðinum, og tí hevur USA
biðið ST seta tiltøk í verk
ímóti Sudan.
10.000 fara doyggja í juli
Bretland og Frakland eru ímóti, at Saddam Hussein fær deyðarevsing
15
14
Nr. 125 - 3. juli 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 25. juni vóru próvtøkur á Føroya Sjómansskúla, har
heimaskiparar, skiparar og skipsførarar fingu prógv.
Skiparar: Aftara rað f.v.: Regin Brattaberg Absalonsen, Vágur, Knút Brandal, Klaksvík, Gundur
Gaardbo, Søldarfjørður, Hans-Kári Fríðrik Jacobsen, Vestmanna, og Torbjørn Jacobsen,
Kaldbak.
Aftara rað f.v.: Johnny Sigurdsonur Johannesen, Oyri, Sigvald Kristiansen, Strendur, Bárður
Mikkelsen, Vágur, og Hans Petur Samuelsen, Haldórsvík.
Vanta á myndini: Haldor Hammer Haraldsen, Sandavágur, og John Johansen, Tórshavn.
Virðislønir: Regin Brattaberg Absalonsen hevur fingið klokkusett frá Tryggingarfelagnum
Føroyar, Knút Brandal hevur fingið pennasett frá Søfartens Ledere, Sigvald Kristiansen, Skipari
hevur fingið kikara frá J. C. Hempels Legatfond.
Mynd: Lasse Borðoy
Heimaskiparar. Aftara rað f.v.: Regin Brattaberg Absalonsen,
Vágur, Bárður Sonni Dimon, Vágur, Óli Andreas Hanusarson
Hammer, Eiði, Jørgin Joensen, Morskranes, Johnny
Sigurdsonur Johannesen, Oyri, Hans Pauli Juul, Skopun,
Bárður Mikkelsen, Vágur, og Ragnar Groth Mortensen,
Øravík.
Framra rað f.v.: Ragnar Mouritsen, Hoyvík, Mikkjal Petur
Næs, Hvalba, Ólavur Groth Olsen, Tórshavn, Rógvi Olsen,
Skopun, Sámal Olsen, Rituvík, Ronni Svalbard, Nes Eysturoy,
og Rúni Weihe, Selatrað.
Vanta á myndini: Magnus Bjarnason, Tórshavn, Kári
Lindenskov Dal Christiansen, Hoyvík, Helgi Hansen,
Strendur, og Djóni Kári Thomassen, Miðvágur
Virðislønir: Ragnar Mouritsen hevur fingið barograf frá
Skipara- og Navigatørfelagnum, Ragnar Groth Mortensen
hevur fingið kikara frá Føroya Sparikassa, og Rógvi Olsen
hevur fingið Alisfrøði, Fiskivinna og Fiskivinnumál 1-3 frá
Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Lasse Borðoy
Skipsførar: Fremra rað f.v: Bárður Kjartansson Egholm, Eiði, Ingi Ellingsgaard, Eiði, Martin
Gøthe, Norðragøta, Rúni Hansen, Hoyvík, og Hanus Debess Højgaard, Tórshavn.
Aftara rað: Niels Johannes í Buð, Hvannasund, Kjell Johansen, Strendur, Sverrir Bjørn
Kjærbo, Skopun, og Janus Petersen, Húsavík.
Virðislønir: Bárður Kjartansson Egholm hevur fingið ur frá Rederiet A. P. Møller, Janus
Petersen hevur fingið pennasett frá Søfartens Ledere, og Kjell Johansen, skipsførari hevur fingið
klokku og barometur frá Skipafelagnum Føroyar
Mynd: Lasse Borðoy
Próvtøkur á Føroya Sjómannskúla
C
M
Y
K
14