leygardagur 3. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 125 - 3. juli 2004
Nr. 125 - 3. juli 2004
17
Ferðasambandið
ímillum Suðuroynna
og Havnina hevur
ongantíð verið so gott
á nakrari jóansøku,
sum hesuferð
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Rættiliga nógv fólk úr
miðstað vóru á jóansøku í
Vági seinasta vikuskifti.
Strandferðslan
hevur
gjørt tølini upp fyri, hvussu
nógv ferðafólk vóru við
Smyrli seinasta vikuskifti.
Og tølini vísa, at hósdag-
in, fríggjadagin og leygar-
dagin flutti Smyril heili
2.500 fólk úr Havnini, til
Suðuroyar.
Hesar somu dagarnar
vóru 382 persónbilar suður
við Smyrli.
Í Suðuroy búgva 5.000
fólk, so á jóansøku vaks
fólkatalið eini 50%.
Hósdagin vóru 406 fólk
og 93 bilar suður. Fríggja-
dagin vóru 1300 fólk suður
við smyrli og 265 bilar og
leygardagin vóru 660 fólk
suður og 24 bilar. Men
leygardagin var hann fullur
av kappróðrarbátum.
Fleiri túrar
Hesa jóansøkuna hevði
Strandferðslan annars lagt á
annan bógv við tað, at siglt
varð munandi meiri enn
undanfarin ár.
Á jóansøku undanfarnu
ár hava trupulleikar javnana
tikið seg upp, tí nógv fólk
hava staðið eftir, sum ikki
eru sloppin við Smyrli.
Men í ár sigldi Smyril
tríggjar
ferðir
ímillum
Havnina og Suðuroynna
fríggjadagin og tvær ferðir
leygardagin.
– Hetta vísti seg, at rigga
avbera væl, tí ongatíð áður
hevur ferðafólkaflutningur-
in á Jóansøku gingið so væl
sum í ár, sigur Andrass Jen-
sen, ferðafólkaleiðari hjá
Strandferðsluni.
Tó varð Smyril seinkaður
ein tíma fríggjadagin. Men
tað komst av, at suður
fríggjamorgunin vóru fleiri
serligir bilar við og tað
gjørdi at tað gekk ikki so
væl at lasta Smyril, sum
ætlanin var.
– Men tað vísti seg at tað
hepnaðist væl at javna
flutningin. Tá ið fáir túrar
eru, mestsum trokast fólk
umborð. Men nú, vit sigldu
fleiri túrar, gjørdi ferða-
fólkið tað, at tey býttu seg
væl sundur ímillum teir
ymsu túrarnar.
Norðuraftur hevur heldur
ikki verið nakar trupulleiki,
uttan tann eina túrin mána-
dagin, tá ið tveir bilar stóð
eftir.
– Tey, sum fóru suður,
vóru fyri ein part suðuroy-
ingar, sum vórðu verandi í
Suðuroy og annars fóru
fólk norður aftur so hvørt,
tey fyrstu fóru norður aftur
leygarkvøldið, og annars
fóru fólk norður aftur
sunnudagin og mánadagin.
Men leygardagin, sunnu-
dagin og mánadagin fóru
2100 fólk norður við
Smyrli og 298 persónbilar.
Andrass Jensen sigur, at
av tí, at ferðafólkið varð
býtt sundur ímillum fleiri
túrar, far tað eisini róligari
og friðaligari umborð, enn
tað mangan hevur verið á
jóansøku.
– Tá ið túrarnir hava ver-
ið fáir, eru fólk mestsum
løgtst á skipið fyri at sleppa
við og tað hevur elvt til
trupulleikar,
bæði
hjá
manning og ferðafólki.
Men tað sluppu vit undan
hesuferð, sigur ferðafólka-
leiðarin hjá Strandferðsl-
uni.
Leygardagin vóru eisini
serlig vaktarfólk við Smyrli
at tryggja friðin umborð.
– Samgongan hevur
longu avtalað at
lækka skattin.Og
sum støðan er, verður
ómetaliga trupult at
fáa eina serliga avtalu
við fakfeløgini fyri at
fáa lønarkrøvini at
linka, sigur løgmaður
KOSTNAÐARSTØÐIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava longu bundið
okkum til at lækka skattin.
So vit meta avgjørt, at vit
hava nógv at tosa við
fakfeløgini um.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, tekur fegin ímóti ar-
beiðarafeløgunum og ar-
beiðsgevarunum, biðja t ey
um fund við Landsstýrið at
tosa um kostnaðarstøðið í
Føroyum.
Sum vit nevndu í Sosial-
inum í gjár, hava arbeiðara-
feløgini og Arbeiðsgevara-
felagið tosað saman um at
finna eitt felags útspæl,
sum tey kunnu fara til
landsstýrið við. Kjarnin í
hesum útspælinum verður
at royna at fáa eina greiða
avtalu við landsstýrið um at
lækka skattir og avgjøld.
Afturfyri skulu arbeið-
arafeløgini lata vera við at
seta so hørð lønarkrøv, sum
tey annars vildu gjørt.
Tað, sum er heilt avger-
andi fyri arbeiðarafeløgini
er, at keypiorkan veksur.
Og tað kann hon einsvæl
gera við eini skattalækking
sum við eini lønarhækking.
Enn eru partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ongan veg
komnir við einum slíkum
uppleggi til landsstýrið,
men teir eru samdir at
arbeiða víðari við hugskot-
inum fyri at vita, hvussu
langt tað ber.
Skulu vera vælkomin
At fáa eina avtalu ímillum
fakfeløgini og politiska
myndugleikan um lønarlag
og skattatrýst er nakað, sum
politikarar hava sóknast
eftir í nógv ár.
Og løgmaður sigur eisini,
at partarnir í arbeiðsmarkn-
aðinum skulu vera væl-
komnir í landsstýrið at um-
røða støðuna.
Hann er eisini spentur at
vita, hvørji ítøkilig uppskot
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum hava, skuldi tað
komið hartil, at teir biðja
um fund við landsstýrið um
viðurskiftini.
– Hetta er avgjørt nakað,
sum landsstýrið fer at taka
væl ímóti.
Men løgmaður ásannar
samstundis beinanvegin, at
sum støðan er, verður tað
ómetaliga trupult at fáa
serliga serliga avtalu við
fakfeløgini um at lækka
skattin.
–
Samgongan
hevur
longu bundið seg til at
lækka skattin tilsamans 240
milliónir í hesum val-
skeiðnum. Hendan skatta-
lætta standa vit við, so vit
meta avgjørt, at vit hava
nógv at tosa við arbeiðara-
feløgini um og at vit hava
nógv at greiða teimum frá.
– Men vit vita eisini, at
fíggjarlógini hevur stórt
hall. Fyri at avmarka hallið,
royna vit at spara alt tað, vit
kunnu.
– Og tað verður ómeta-
liga trupult at skerja inntøk-
urnar hjá landskassanum
meiri enn tað, uttan eisini at
seta sparingar í verk fyri at
skerja útreiðslurnar. Og
hvar hesar serligu sparing-
arnar skulu gerast, dugi eg
ikki at síggja við teimum
ovurstóru
trupulleikum,
sum landskassin hevur at
dragast við frammanundan,
sigur løgmaður.
Sostatt sigur hann, at
útyvir avtalaða skattalættan
upp á 240 milliónir, verður
tað ómetaliga trupult at fáa
eina serliga avtalu ímillum
landsstýrið og politiska
myndugleikan
um
enn
størri skattalækkingar og
um at lækka almenn av-
gjøld.
– Hetta er ikki ein ein-
faldur spurningur, tí verða
inntøkurnar hjá landskass-
anum skerdar við skatta-
lækkingum og avgjalds-
lækkingum, mugu sparing-
ar gerast. Inntøkur og út-
reiðslur hjá landskassanum
mugu eisini lagast til hvørt
annað, tí hallið á fíggjar-
lógini má avmarkast mest
møguligt og helst skal tað
heilt burtur.
Má ikki verða ein
undanførsla
Annars ásannar løgmaður,
at tað høga kostnaðarstøðið
er ein trupulleiki hjá vinn-
uni.
Men hann heldur eisini,
at tað høga kostnaðarstøðið
eigur heldur ikki verða ein
undanførsla fyri ikki at
hugsa nýtt í vinnuni.
– Spurningurin er eisini,
um kappingarførið eigur at
fáa skyldina fyri allar trup-
ulleikarnar hjá vinnuni.
Hann spyr um tað er rætt
at geva kappingarførinum
skyldina fyri allan fiskin,
sum floymir á marknaðin
úr Kina. Hann spyr eisini
um tað er rætt at geva
kappingarførinum skyldina
fyri allan fiskin, sum fer
óvirkaður av landinum.
– Spurningurin er, hvat
vit skulu samanbera okkum
við. Tað er væl ongin, sum
heldur, at vit skulu niður á
skotskt
ella
kinesiskt
lønarlag.
– Er tað hetta, sum vit
skulu í holt við, er tað
longu greitt, at uppgávan
størri, enn vit makta.
Løgmaður heldur, at vit
hinvegin eiga at leggja okk-
um eftir at leggja vinnuna
um og at gera okkum
dugnaligari til at hava vinn-
una gangandi við tí kapp-
ingarføri, vit hava.
– Hóast alt hava vit stórar
fyrimunir. Vit liggja mitt í
fiskiríkidøminum og tað er
lutfalsliga stutt á marknað-
in. Málið hjá okkum má tí
vera at gagnnýta teir fyri-
munirnar, vit hava, til fuln-
ar við at komið á marknað-
in við spillfeskum fiski at
kalla hvønn dag.
– Tað ræður um at gera
vørur, sum ongin annar
kann gera betri enn vit!
Løgmaður sigur, at hetta
eru alt viðurskifti, sum
vinnulívmenn hava umrøtt
nógvar ferðir í seinastuni.
Men hann er eisini samd-
ur í, at skal hetta bera til,
verður neyðugt við betri
sambandi ímillum Føroya
og umheimin.
– Eitt nú hevði betri flog-
samband verið ein stórur
fyrimunur so at tað kundi
borið til at flogið feskan
fisk á marknaðin.
– Tað hava íslendingar
gjørt leingi, men vit eru
ikki so frægt sum byrjað.
Somuleiðis heldur hann,
at betri sjóvegis samband
til Skotlands hevði verið
ein fyrimunur
Kortini sigur hann, at
politiskt fyriliggur onki fyri
at bøta um hesi viðurskift-
ini.
– Flogvøllurin er danskt
málsøki og enn hevur ikki
eydnast at fáa eina avtalu
við danir um at yvirtaka
hann, so enn veit løgmaður
ikki, hvat hendir á tí økin-
um.
Men hann heldur tó, at
tað eigur at verða eitt polit-
iskt mál at gera nakað við
hesi viðurskiftini.
Trupult at fáa serliga avtalu um skattalætta
Flutti 2.500 fólk á jóansøku
– Ongantíð áður á jóansøku hevur ferðasambandið ímillum
Havnina og Suðuroynna verið so gott sum hesuferð, sigur
Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari
– Landskassin hevur sera stórar trupulleikar, so afturat tí
skattalætta, sum samgongan hevur bundið seg til, verður tað
ringt at gera nakra serliga avtalu við arbeiðarafeløgini um at
lækka skattir og avgjøld, sigur løgmaður
"Nýggj" sparikassadeild í Saltangará
Í summar verður aft-
ur skipað fyri føroya-
kvøldum í Eysturoy,
og komandi miku-
kvøld verður føroya-
kvøld í róðrarneyst-
inum á Glyvrum
FØROYAKVØLD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ferðavinnan í Eysturoy
hevur nú tikið uppaftur tey
vælumtóktu føroyakvøld-
ini, har borðreitt verður við
føroyskum viðskera og
ymiskum undirhaldi.
Tvey slík kvøld hava
longu verið í skótamiðdepl-
inum á Selatrað. Kvøldini
eru ætlaði bæði útlending-
um og føroyingum, og fólk
lata væl at og eru fegin um
hesi tiltøk.
Á Glyvrum
Nú er so tíðin komin til, at
eitt føroyakvøld aftur verð-
ur í róðrarneystinum á
Glyvrum.
Kunningarstovan í Salt-
angará veit at siga, at hetta
kvøldið verður mikukvøld-
ið, 7. juli, og lagt verður
fyri klokkan 18.30.
Á skránni verður fjøl-
broytt úrval av føroyskum
mati, og haraftrat verður
ymiskt undirhald á skránni,
eitt nú upplestur um før-
oyska samfelagið, um søgu
og mentan. Eisini verður
vístur filmur um Føroyar,
og framsýning verður av
pløggum, sum eru virkað í
Føroyum.
Royna stev
Føroyakvøldið á Glyvrum
endar við dansiframførslu,
har gestirnir eisini sleppa at
royna stev, sum tikið verður
til.
Atgongumerkir til kvøld-
ið í kappróðrarneystinum á
Glyvrum kunnu bíleggjast
á Kunningarstovunum í
Fuglafirði og í Saltangará
og Hotel Runavík, Sjó-
mansheiminum.
– Umskipingin leggur
upp til, at viðskifta-
fólk skulu kenna seg
vælkomnan í deildini,
bæði til smá ørindir,
og tá ið tú hevur
meira uppá hjartað
og hevur tørv á
hollari fíggjarligari
ráðgeving. Málið er at
taka burtur forðingar,
sum kunnu vera
millum viðskiftafólk
og ráðgeva og soleiðis
skapa møguleikar fyri
eini lættari og fríari
atgongd, siga tey á
deildini í Saltangará
UMSKIPING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagurin, 1. juli, er sett-
ur sum nýggjur upplating-
ardagur hjá deildini hjá
Føroya Sparikassa í Salt-
angará. Hetta merkir tó
ikki, at deildin hevur verið
afturlatin og er latin upp-
aftur. Men seinastu tíðina
eru hølini, sum annars eru
tey somu sum framman-
undan, vorðin umskipað og
innrættað av nýggjum.
Hølini eru nú opnari og
litirnir frískari. Innbúgvið
er broytt, soleiðis at diskar,
kassar og annað eru færri.
Sum viðskiftafólk, ið leitar
eftir ráðgeving, situr tú ikki
yvir av ráðgevanum, sum er
krógvaður aftanfyri teldu-
skíggjar og skuffur.
Lættari atgongd
Jónleif Jacobsen, økisleið-
ari, sigur, at málið við
nýggju innrættingini er at
taka burtur forðingar, sum
kunnu vera millum við-
skiftafólk og ráðgeva og
soleiðis skapa møguleikar
fyri eini lættari og fríari at-
gongd hjá viðskiftafólki til
tey, sum starvast á deildini.
– Hevur tú eitt hvørt at
tosa við okkum um, nýtist
tær ikki at stilla teg við
kassan at bíða. Skjótast og
lættast er at venda sær
beinleiðis til ein ráðgeva,
sum er fúsur at hjálpa tær
við øllum spurningum og
ørindum.
Í deild sparikassans í
Saltangará
stendur
ein
einstakur kassi eftir, har tú
kanst avgreiða inngjøld og
útgjøld í reiðum peningi.
Sjálvtøka er eisini til pen-
ingaavgreiðslur.
– Broytingin merkir, at
vit eru farin frá tveimum
kassaavgreiðslum til ein
kassa. Í staðin hava vit nú
níggju avgreiðslur, har ráð-
gevar veita hjálp og góð ráð
í fíggjarligum spurningum.
Heldur enn at hava sam-
band við ein kassa, fært tú í
nýggju skipanini samband
við ein kundaráðgeva.
Arbeiða í bólki
Jónleif sigur, at umskiping-
in leggur upp til, at við-
skiftafólk skulu kenna seg
vælkomnan í deildini í
Saltangará, bæði til smá
ørindir, og tá ið tú hevur
meira uppá hjartað og hev-
ur tørv á hollari fíggjar-
ligari ráðgeving.
Ráðgevingin í deildini í
Saltangará er annars skipað
soleiðis,
at
kundaráð-
gevarnir arbeiða í bólkum,
og tað metir deildin hevur
stórar fyrimunir fyri teg
sum viðskiftafólk.
– Tú hevur tín egna
kundaráðgeva, men um ráð-
gevin av eini ella aðrari or-
søk ikki er at hitta, ber
bólkaskipanin í sær, at hinir
ráðgevarnir á deildini kunnu
veita tær líka holl ráð ella
hjálp. Bólkaskipanin ber
nevniliga í sær, at ráðgev-
arnir kenna tíni viðurskifti
við Sparikassan. Soleiðis
kemur tú sum viðskiftafólk
við tíðini at heilsa uppá allar
ráðgevarnar í bólkinum, og
á henda hátt verður tað altíð
onkur á deildini, tú kennur –
og, sum kennur teg sum við-
skiftafólk, sigur økisleið-
arin.
Børnini við
Børn keða seg ofta, tá ið tey
bíða eftir foreldrunum, sum
avgreiða síni ørindi í pen-
ingastovni.
Hetta hava tey á deildini í
Saltangará eisini hugsað
um.
Kristina
Ellingsgaard,
varaleiðari, sigur, at fólk
kunnu saktans hava børnini
við tær inn í Sparikassan í
Saltangará.
– Miðskeiðis í hølunum
kunnu børnini eitt nú lesa
bøkur, tekna og hyggja at
filmi, meðan foreldrini av-
greiða tey "keðiligu" ørind-
ini. Eru tú og kundaráð-
gevin í trúnaðarpráti, hava
vit eyguni eftir barninum,
sigur varaleiðarin, ið er væl
nøgd við umskipingina,
sum hon vónar fer at vera
til gagns fyri viðskifta-
fólkini.
Vælumtókt føroyakvøld í Eysturoy
Vælumtóktu føroyakvøldini í Eysturoy eru ætlað bæði útlendingum og føroyingum
Jónleif Th. Jacobsen, økisleiðari, Kristina Ellingsgaard, vara-
leiðari og Frithleif Olsen, nevndarformaður í Føroya Sparikassa
Mynd: Vilmund Jacobsen
Málið við nýggju innrættingini er at taka burtur forðingar,
sum kunnu vera millum viðskiftafólk og ráðgeva og soleiðis
skapa møguleikar fyri eini lættari og fríari atgongd hjá við-
skiftafólki til tey, sum starvast á deildini
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Vit eru bidnir um
at geva tilboð uppá
nøkur arbeiðir, og
tað hava vit gjørt,
men vit fara ikki í
kapping við aðrar at
bjóða uppá arbeiði,
sum verða boðin út
alment, sigur Jan
Danielsen, stjóri hjá
P/F Klement Petersen
BJÓÐA IKKI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni høvdu vit grein
um ein part av virksemin-
um hjá fyritøkuni, P/F
Klement Petersen í Salt-
angará, sum eitt nú hevur
bygt fleiri bygningar fyri
kommunur.
Fyritøkan, sum hevur
eitt rættiliga stórt vøruúr-
val av eitt nú byggitilfari
og hvítvørum, er veitari til
fleiri arbeiðstakarar.
Nú P/F Klement Peter-
sen hevur bygt fleiri al-
mennar bygningar, eru
viðskiftafólk hjá fyritøk-
uni farin at fregnast eftir,
um fyritøkan fer at taka
upp kappingina um út-
bjóðingar á jøvnum føti
við aðrar fyritøkur.
– Nei, tað fara vit ikki,
sigur stjórin, Jan Danielsen.
Hann vísir á, at P/F
Klement Petersen bjóðar
ikki og fer ikki at bjóða
uppá arbeiði, sum verða
alment útboðin.
– Vit eru bidnir um at
geva tilboð uppá nøkur ar-
beiðir, og tað hava vit
gjørt, men vit fara ikki í
kapping við aðrar at bjóða
uppá arbeiði, sum verða
boðin út alment, sigur Jan
Danielsen, stjóri hjá P/F
Klement Petersen.
Bjóða ikki uppá
alment útboðin
arbeiði
C
M
Y
K
17
16