Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2004 19 Bæði liðini skerd Tað eru tvey skerd lið, ið fara á vøllin í Gundadali í dag, tá ið HB og VB hittast í seinnu hálvfinaluni. Bæði liðini noyðast at verða týðandi leikarar fyriuttan UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Oddadysturin í landskapp- ingini ímóti NSÍ miku- kvøldið kom at kosta HB dýrt, tá ið hugsað verður um hálvfinaluna í steypakapp- ingini. Verjuleikarin Janus Joensen fekk reyða kortið, og tað sama gjørdi liðskip- arin og miðvallargeneralur- in Rúni Nolsøe, og tískil er oddaliðið í 1 deild munandi skert undan hálvfinaluni ímóti vágbingum. Venjarin eisini ivasamur Umframt teir báðar leik- bannaðu er eisini ivasamt, um leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, verður førur fyri at spæla í dag. Hann hevur leingi drigist við trupulleikar í rygginum, og dysturin mikukvøldið gjørdi ikki støðuna betur. Harafturat fekk vandamikli danin ein snudd í andlitið í dystinum ímóti runavíkingum, og tað verður mett ógvuliga iva- samt, um hann verður við á liðnum í dag. Lítið man verða at ivast í, at tað verður unglingaleikar- in Rasmus Nolsøe, ið skal avloysa Janus Joensen á vinstra bakki. Janus hevur júst verið skaddur nakrar dystir, og tá spældi Rasmus á hesum plássi. Hinvegin er tað eitt sindur meiri ivasamt, hvør ið skal avloysa Rúna Nolsøe á sentrala miðvøllin- um. Ein møguleiki er, at unglingaleikarin Rókur Jes- persen kemur inn á liðið ella kanska Emil Nolsøe Leifs- son, ið eisini er unglinga- leikari. Ein annar møguleiki er, at Rógvi Jacobsen verður fluttur aftur á miðvøllin, og at Hendrik Rubeksen so kemur inn í álopið. Eingin litavi við hjá VB Hjá VB sær tað hampuliga gott út við fólki. Tó hevur litaviski áleyparin, Mindau- gas, leikbann í hálvfinal- uni, og landsmaður hansara í verjuni, Dalius, verður heldur ikki við á liðnum hjá VB í dag. Dalius gjørdist herfyri álvarsliga sjúkur, og eftir ein mánað sjúkralegu fór Dalius mikudagin heim til Litava at koma fyri seg. Í Vági siga tey, at tað er ivasamt, um Dalius kemur aftur til Føroya. Hinvegin er Mortan úr Hørg aftur tøkur hjá venjaranum, og tað er ein styrkur fyri liðið. Vágbingar hava góðar vón- ir undan dystinum, og tá ið VB fyrr í ár var á vitjan hjá HB í Gundadali í lands- kappingini, var talan um ein sera javnan dyst, sum HB vann 2-1, hóast tað eins væl kundi verið vágbingar, ið fóru avstað við sigrinum. Hinvegin hevur tað gingið sera væl hjá HB í lands- kappingini seinastu umfør- ini, meðan tað hevur verið eitt sindur óstøðugt hjá VB. Á jóansøku seinasta vikuskifti noyddust vág- bingar at lúta 2-4 fyri GÍ vesturi á Eiðinum, og tað úrslitið ætla vágbingar at koyra í gloymibókina við einum sigri á HB. Havnarmenninir vilja eisini gera nógv fyri at tryggja sær Løgmanssteyp- ið, tí HB, sum nærum hevur verið einaráðandi í før- oysku steypakappingunum, hevur ikki vunnið kapping- ina síðani 1998. Tvær ferðir síðani tá hevur havnarfel- agið verið í finaluni, men í 2000 noyddust teir at lúta fyri GÍ, og í 2002 vóru teir koppaðir av NSÍ. Fuglfirðingar ætla við einum sigri á NSÍ á Varmakeldu at spæla seg í finaluna í kapp- ingini um Løgmans- steypið. Mikudagin skifti felagið venjara, og fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaran- um er týdningarmikl- asti dysturin hjá ÍF í nógv ár UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á Varmakeldu í kvøld verður tað greitt, hvat fyri lið skal umboða Eystur- oynna í finaluni í kapp- ingini um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli á Ólavsøku. Eftir javnleikin í Runavík í fyrru hálvfinal- uni, er alt opið undan dyst- inum, men tað skerst ikki burtur, at tað eru runavík- ingarnir, sum eru favorittar. Petur Mohr við róðrið Mikudagin var venjarin hjá ÍF, Sigfríður Clementsen, loystur úr starvi, og til fyri- bils at taka sær av venjing- ini og dystinum í dag hevur ÍF fingið fatur á Petur Mohr, sum er ein tann royndasti venjarin í Før- oyum. Hann kann undan dystinum ímóti NSÍ fegnast um, at fleiri mans hjá ÍF, sum ikki vóru á liðnum seinasta sunnudag, nú aftur eru tøkir. Bartal Eliasen var við flogbóltslandsliðnum í Luxembourg, men hann er heima aftur, og harafturat er Magni á Lakjuni eisini klárur aftur, eftir at hann í lemjandi 1-6 ósigrinum ímóti KÍ seinasta sunnudag sat allan dystin á beinkin- um, tí at hann var darvaður av einum skaða. Væntandi verða teir báðir Jan Gutte- sen og Rúni Elttør, sum heldur ikki vóru við ímóti KÍ eisini at síggja á liðnum hjá ÍF í dag, og um so er, er tað fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at allir mans í hópinum hjá ÍF eru tøkir til ein dyst. NSÍ skal hevna ósigurin Einasti sigurin hjá ÍF í landskappingini í ár var ímóti júst NSÍ í Fuglafirði, og tann ósigurin ætla runa- víkingar sær at hevna í hálvfinaluni í dag. Í Runa- vík eru teir øgiliga vón- brotnir um ósigurin ímóti HB mikukvøldið, og tí eru teir eyka uppsettir til dystin í dag. Sjúrður Jacobsen fekk reyða kortið í dystin- um í Havn, og tí er hann leikbannaður til dystin í kvøld, og tí verður Jónstein Petersen væntandi fluttur longur aftur á vøllin, og Andy Olsen kemur inn á liðið longur frammi á vøll- inum. Annars hevur NSÍ alt fólkið tøkt, og runavíkingar halda ikki sjálvir, at tað er nakar vansi hjá teimum, at teir hava leikt so nógvar dystir seinastu vikurnar. Kvinnu- finalan verður í dag Tað er ikki bert steypakappingin hjá monnum, sum er á skránni ídag. Klokkan 17 seinna- partin fara kvinnu- liðini hjá KÍ og EB/Streymi at leika steypafinalu á Tórsvølli KVINNUFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir áskoðarar, ið ætla sær til hálvfinaluna í kappingini um Løg- manssteypið millum HB og VB klokkan trý í dag í Gundadali, kunnu hóskandi leggja leiðina fram við Tórsvølli, tá ið tann dysturin er liðugur. Klokkan fimm seinna- partin verður steypafin- alan hjá kvinnum nevn- liga bríkslað í gongd á grasvøllinum í Havn. Ikki óvæntað er KÍ ann- að av liðunum í final- uni, meðan hitt liðið er EB/Streymur. KÍ stórfavorittur Tað skerst ikki burtur, at kvinnurnar hjá KÍ eru stórfavorittar undan steypafinaluni. Klaks- víkskvinnur hava verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti í fleiri ár nú, og tað tykist ikki sum um, at tað er nakað av hinum liðunum, ið ger nakað við tær. Ein stórur partur av mann- ingini á liðnum hevur verið við leingi nú, men eisini nakrar ungar kreftir eru slopnar framat. Kvinnurnar hjá EB/- Streymi hava neyvan nakrar serligar royndir við so týðandi dystum, og tí verður tað umráð- andi hjá teimum, at tær ikki verða darvaðar av nervum, tá ið dómarin Petur Skarðenni bríkslar dystin í gongd. Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjár, og á fundinum var samtykt, at ein avleikarunum hjá Royn í 2. deild skal hava leik- bann í seks dystir, eftir at hann undanfarna vikuskifti tók kvørkratak á dómaran í dystinum ímóti Sumba. Eisini gjørdi kappingar- nevndin av, at Sjúrður Jac- obsen hjá NSÍ, sum fekk reytt kort í dystinum ímóti HB mikukvøldið, skal hava tveir dagar leikbann. Tað sama er galdandi fyri lands- liðsskiparan Óla Johanne- sen, ið fekk reytt kort í dysti ímóti VB í 2. deild á jóan- søku. tn Millum áskoðararnar til oddabrakið millum HB og NSÍ mikukvøldið var hjálparvenjarin hjá AGF. Í hesum døgum fyrireika donsku superligafeløgini seg til komandi kappingarár, og tí verður nógv hugt eftir møguligum spælarum. Eisini her í Føroyum hava fleiri danskir venjarar verið í seinastuni, og mikukvøldið var hjáparvenjarin hjá AGF, Stefan Linder, í Gundadali og hugdi eftir dystinum millum HB og NSÍ. Um nakað navn er komið í bókina hjá Linder, er ilt at meta, tí dysturin bleiv nógv ávirkaður av trimum reyðu kortum, og tað sæst aftur á taktikkinum. tn Hjálparvenjarin hjá AGF var í Gundadali Hvalbingur fekk seks daga leikbann Nýggjur venjari skal lyfta ÍF VB skal í vikuskiftinum royna at fullføra dreymin um luttøku í steypafinaluni, tá teir í Gundadali hitta oddaliðið og FM- vinnaran HB Nýggi venjarin Petur Mohr skal reisa liggjanadi Karstin Joensen og hinar úr ÍF, tá teir taka ímóti Jónstein Petersen og NSÍ 19 Nr. 125 • leygardagur • 3. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Grikkar syrgdu fyri sensatiónini Við einum sonevnd- um silver-goal frá verjuleikaranum Dellas í hálvfinaluni ímóti Kekkia, eydn- aðist tað Grikkalandi at spæla seg í EM- finaluna, og tað er einki minni enn ein sensatión EM-ENDASPÆL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið lutakastið var, har londini blivu býtt í bólkar til EM-endaspælið, vóru tað ikki nógv, ið væntaðu, at Grikkaland fór at fáa nakað burturúr. Grikkar komu í bólk saman við so mætum fótbóltstjóðum sum Portugal, Spania og Russ- landi, og tey bæði iberisku liðini vóru stórfavorittar til at spæla seg í fjórðings- finaluna. Men við at vinna á portugisisku vertunum í fyrsta dystinum gjørdu grikkar veruliga vart við seg, og nú eru teir komnir í finaluna. Kekkar vóru nær við Tað er einki at ivast í, at tað var Kekkia, ið var favorittur undan hálvfinaluni, og tað vóru eisini kekkarnir, ið vóru vandamiklast størsta partin av dystinum. Longu tá ið knappir tríggir minuttir vóru leiktir, var sera nær við, at Kekkia legði seg á odda, tá ið Boroussia Dort- mund-leikarin Thomas Ros- icky langaði eitt frálíkt skot á griksku tværstongina. Kekkia hevði fleiri aðrar vandamiklar royndir á grikska málið, meðan tað gekk eitt sindur meiri strilt- ið hjá grikkum at gerast veruliga vandamiklir. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri kekkar, at mest týðandi leikarin hjá teim- um, Pavel Nedved, longu í fyrra hálvleiki noyddist at fara av vøllinum við einum skaða. Nedved var fyrr í ár kosin til ársins leikara í Evropa, og hann hevur ov- urhonds stóran týdning fyri kekkiska liðið. Eftir at Nedved var skiftur út, var tað so sum so við tí skipaða spælinum, og Grikkaland kom eisini meiri og meiri inn í dystin. Kekkarnir vaknaðu tó aftur, og seinastu 20 minutt- irnir av vanligu leiktíðini var bólturin fyri tað mesta á griksku hálvuni. Kekkar komu eisini til fleiri mál- møguleikar, og serliga tann risastóri Jan Koller hevði nakrar ordiligar stjórar, sum hann misnýtti skammiliga. Dellas gjørdist tjóðarhetja Eftir 90 málleysar minuttir var neyðugt at fara undir longda leiktíð, tað so- nevnda silver-goal. Hetta merkir, at leikt verður tvær ferðir 15 minuttir, og skorar annað liðið í teimum fyrstu 15 minuttunum, uttan at hitt liðið fær javnað, er dysturin avgjørdur. So skjótt sum farið var undir longdu leiktíðina sást, at nú var vent í holuni. Nú vóru tað grikkar, ið vóru nógv ágrýtnar, meðan kekkarnir tóktust dúva uppá, at teir fóru at basa grikkum í einari brots- sparkskapping, men so var ikki. Fleiri ferðir í fyrra hálv- leiki av longdu leiktíðini hóttu grikkar tað kekkiska málið, og beint áðrenn teir fyrstu 15 minuttirnir vóru farnir, kom avgerandi løt- an. Grikkar fingu eitt hornaspark í høgru síðu, og tá ið tað bleiv sent innfyri, kom verjuleikarin Dellas rennandi við nærmastu stong, og hegnisliga skall- aði hann bóltin aftur um seg og í kekkiska málið, samstundis sum tíðin fór upp um teir 15 minuttirnar. Rómurin á griksku leikar- unum og viðhaldsfólkunum var øgiligur, og Kekkia fekk ikki stundir til meira enn geva bóltin upp, so bríkslaði italski dómarin Pierluigi Collina fyri sein- astu ferð, og harvið var sensatiónin veruleiki. Kekkia-Grikkaland 0- 1(0-0) eftir longda leiktíð 0-1 Dellas 115. Í Portugal eru øll á gosi undan EM-fin- aluni sunnudagin, har heimaliðið skal dystast við sensa- tiónsmanningina úr Grikkalandi um Evropameistaraheitið í fótbólti 2004 UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo At EM-finalan í ár kom at verða millum Portugal og Grikkaland, vóru tað neyvan nógv, ið høvdu spátt framm- anundan. Portugal taldist millum favorittarnar aftaná lond sum Frakland, Italia og Spania, meðan Grikkaland hevur tikið øll á bóli. Scolari hevur dirvið Í fyrsta dystinum í EM- endaspælinum vóru tað júst Portugal og Grikkaland, ið dystaðust. Tann dystin vann Grikkaland heldur óvæntað 2-1, og tað fall ikki í góða jørð hjá portugisiska lands- liðsvenjaranum, Luis Scol- ari, og hann broytti beinan vegin upp á liðið. Í mun til fleiri av sínum undan- gongumonnum hevur Scol- ari dirvið til at koyra stórar stjørnur út á beinkin, um teir ikki spæla nóg væl eftir hansara tykki, og tað var júst tað, ið hann gjørdi. Kend nøvn sum táverandi liðskiparin Fernando Couto og Manuel Rui Costa blivu avsettir, og eitt nú fekk Deco møguleikan sum spælskipari í staðin fyri Rui Costa. Hetta skuldi skjótt vísa seg at verða skilagott, tí síðani tá er portugisiska liðið blivið betur og betur fyri hvønn dyst. Grikkar hava einki at tapa Mótstøðuliðið hjá Portugal í finaluni, Grikkaland, er fullkomiliga óvæntað kom- ið so langt í kappingini, og tí hava teir einki at tapa. Liðið tykist verða ein væl samansjóðað eind uttan tær stóru stjørnurnar, sum til dømis tað portugisiska liðið hevur. Í finaluni noyðist Grikka- land at verða sterka miðvallaran Karagounis fyriuttan, tí at hann er leik- bannaður. Týski venjarin hjá Grikkalandi, Otto Re- hagel, er ein taktiskur meistari, og ein tann størsta dygdin hjá grikska lands- liðnum er, at teir eru so ómetaliga væl skipaðir. At grikkar verða við undirlutan á áskoðarapláss- unum til finaluna sunnudag- in, er neyvan nakað ivamál, men spurningurin er so, um teir eisini verða tað á vøllinum. Um tað verður Portugal, ið vinnur evropa- meistaraheitið, so er heilt vist, at tað verður veitsla í portugisisku gøtunum í fleiri dagar. Vinnur Grikka- land hinvegin, verður Otto Rehagel helst útnevndur sum ein nýggjur grikskur gudur. Vertirnir eru favorittar EM-toppskjúttin Milan Baros (h.m) og liðfelagin Jan Koller iðra seg eftir enn ein misnýttan málmøguleika í hálvfinaluni móti Grikkalandi. Løtu seinni gjørdist ilt verri, tá Grikkaland fekk avgerandi málið og nú er EM-finalistur C M Y K 18