leygardagur 3. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 125 - 3. juli 2004
Føroyameistaraheitið nærkast
Í dag kann Argjabát-
urin av røttum leggja
sjógv millum seg og
hinar bátarnar. Við
einum sigri í Vest-
manna í dag kunnu
teir koma tólv stig
fram um nummar
tvey, og so skal tað
vilja øgiliga illa til,
um teir ikki gerast
føroyameistarar
UPPTAKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kappróður verður í Vest-
manna í dag. Hetta er fyrstu
ferð, at tað verður róð í
Vestmanna á Fjarðastevnu.
Men tað er bara stevnu-
heitið sjálvt sum hevur skift
navn. Um tað fer at hava
nakað at siga fyri suverena
Argjabátin, tað fæst at vita
seinni í dag.
Í øllum førum er tað ein
sannroynd, at Argjabáturin
hevur vunnið tvær tær sein-
astu ferðirnar FM róður
hevur verið í Vestmanna – í
1996 og 2000.
– Tað ætla vit eisini at
gera hesuferð, sigur Høgni
Jacobsen, bátsformaður.
Men hann ger púra greitt, at
teir ikki síggja seg sum
føroyameistarar enn.
– Tað eru tríggir róðrar
eftir, og vit taka teir ein í
senn, sigur Høgni.
Men hann viðgongur tó,
at tað skal ganga øgiliga
illa í hond hjá teimum rest-
ina av kappingarárinum,
um teir ikki skulu enda
ovast.
Hugaligt
Høgni dylir ikki fyri, at tað
er serstakliga hugaligt at
rógva í ár. Argjabáturin
vann føroyameistaraheitið
seinast í 2000. Í 2002 vóru
teir sera nær við, men tað
gekk ikki. So tað er onki at
siga til, at teir eru gull tystir
í ár.
Høgni
hevur
sjálvur
drúgvar royndir sum rógv-
ari, og hann sigur, at
venjingin hevur verið sera
vælskipað í ár.
– Eg havi í øllum førum
ongantíð verið so væl fyri
sjálvur fyrr, slær hann fast.
Tað at teir vinna ferð eftir
ferð ger sjálvandi sítt til, at
tað er so hugaligt at rógva.
Men Høgni leggur dent á,
at móttøkan, sum felagið
fær, tá tey koma aftur av
stevnu, ger tað upp aftur
meiri hugaligt.
– Tað er altíð stuttligt at
koma aftur, og samanhaldið
í felagnum er avbera gott,
sigur Høgni Jacobsen, báts-
formaður á Argjabátinum.
Seinasta leygardag í Vági
fekk Argjabáturin harðari
kapping enn væntað. Um
tað verður líka hugaligt hjá
teimum at koma aftur í
kvøld, fæst skjótt at vita.
Í øllum førum er bátsfor-
maðurin ivaleysur, tá hann
sigur, at teir ætla at vinna
fyri triðju ferð á rað í
Vestmanna.
Hjá 5 mannaførum
við gentum er stórur
spenningur í kapp-
ingi um at gerast
meistari. Blikur og
Sílið, sum ávíkavist
hava 23 og 21 stig,
mugu sigast at vera
bestu boðini upp á
vinnararnar
UPPTAKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Bæði bátsformaðurin á Síl-
inum og á Bliki eru samdar
um, at betur hevði verið,
um føroyameistarin varð
funnin undan Ólavsøkuni.
Báðar kunnu tær hyggja
aftur á seinastu Ólavsøk-
una, har tað eydnaðist
Drekanum at vinna og har-
við meistaraheitið eisini.
Tá var kappingin eisini sera
tøtt í genturóðrinum.
– Tað er ræðuliga spenn-
andi áðrenn róðurin, og øll
tosa bara um kappróður,
men tað er líka ræðuligt at
vera tann, sum tapir gullið
á Ólavsøku, sigur Joan
Mikkelsen, bátsformaður á
Bliki, sum endaði eittans
stigi frá meistaraheitinum í
fjør.
Hesum er Marina Mora-
itis, bátsformaður á Sílin-
um, samd við henni í.
– Tað er ongantíð ov tíð-
liga at gerast føroyameist-
ari, sigur hon.
Men sum tað sær út nú,
so kunnu tær báðar ikki
vænta annað, enn at stríðið
um meistaraheitið verður
avgjørt á sjálvari Ólav-
søkuni.
Sílið og Blikur hava
vunnið hvør sínar tveir
róðrar. Sílið á norðoya-
stevnu og Jóansøku og
Blikur hinar báðar.
Báðar manningarnar eru
sum skilst væl fyri og sera
uppsettar, so tað er lagt upp
til ein spennandi róður hjá
gentunum í dag.
Men her skal so sanniliga
eisini havast í huga, at tað
er tætt millum bátarnar, so
væl kann hugsast, at onkur
av hinum bátunum, sum
hava snoddað til oddin, fara
at blanda seg uppí stríðið.
Minni spenn-
ingur í nøkr-
um róðrum
Í fleiri av róðrunum er
meginparturin av spenn-
inginum burtur, hóast tað
eru tríggir F M róðrar
eftir enn. Ofta hava onkrir
meistarar verið funnir á
Vestanstevnu, og tað er
líkt til, at so verður aftur í
ár. Tí hóast fleiri av
manningunum kunnu
leggja seg sannførandi á
odda við einum sigri í
dag, so er meistaraheitið
kortini ikki 100 % sikkurt
í hús.
Hjá 5 mannaførum við
dreingjum, 6 manna-før-
um
við
kvinnum,
8
mannaførunum
er
alt
nærum leyst og liðugt um
tað verða teir somu vinn-
ararnir aftur í dag. Blikur
av Argjum, Jarnbardur úr
Havn og Argjabáturin
kunnu við einum sigri í
Vestmanna av sonnum
leggja seg á odda í róðrin-
um. Og har verður tað
helst bert ein spurningur
um avgreiðslu, um hesir
tríggir vinna róðurin á
Fjarðastevnu. Men so er
tað hitt við, at tað er nak-
að serligt at vinna Ólav-
søkuróðurin. Allar mann-
ingar vilja vinna tann róð-
urin, uttan mun til enda-
liga úrslitið.
Í hinum trimum róðrun-
um er nakað av spenningi
enn. Jarnbardur og
Sundabáturin liggja sum
nummar eitt og tvey hjá 6
m annaførum við monn-
um, Blikur og Sílið hjá
gentunum og Havnar-
báturin og Nólsoyingurin
hjá 10 mannaførunum.
Tó kann ikki sleppast
rundan um, at um nú
Havnarbáturin vinnur í
dag og Sundabáturin eis-
ini, so hava hesir við teirra
seks
og
sjey
stigum
framman fyri, lagt seg
nokk so trygt á odda.
Meðan tað hjá gentunum
eru einans tvey stig á muni
undan róðrinum í dag.
- sae –
Spenningurin er so við og við at vera burtur í fleiri av
róðrunum, men hjá millum annað 10 mannaførunum er
tó nakað av spenningi eftir. Havnarbáturin liggur á odda
við fýra stigum framman fyri Nólsoying á øðrum plássi
Mynd: Álvur Haraldsen
Ongantíð ov tíðliga at gerast
føroyameistari
Sílið og Blikur kappast harðast um fyrsta plássið hjá 5 mannaførum við gentum. Higartil hava
manningarnar vunnið tveir róðrar í part, men betur hevur hilnast í stigum hjá Bliki, og tí eru
tær tvey stig framman fyri Sílið undan róðrinum í Vestmanna
Mynd: Álvur Haraldsen
Manningin á Argjabátinum
hevur bæði beinini niðri á
lunnunum, hóast
føroyameistaraheitið neyvan
fer til nakra aðra manning,
sum nú sær út
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20
Nr. 125 • leygardagur • 3. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Við vinnuligari
menning sum dømi
Tinghellan á s. 8–9
CHRISTIANIA
Firouz Gaini
Ein gøta í Keypmannahavn hevur
seinastu tíðina verið fyri harð-
rendum álopum av monnum við
gassum, skjøldrum og enntá
pistólum. Í snarálopum hava teir,
mannsterkir og vápnaðir til tenn-
inar, ruddað gøtuna og handtikið
fólk í hópatali. Gøtan hevur ann-
ars í ein mansaldur drigið ferða-
fólk at sær; sjálvt skipaðar buss-
ferðir hava verið til hendan
heimskenda býarpartin í Keyp-
mannahavn. Talan er í veruleik-
anum um ein bý í býnum, ella
eitt land í landinum, tí her liva
fólk, ið ikki fylgja vanligu siðun-
um og reglunum í Danmark
annars. Íbúgvarnir í býarpartin-
um hava í meira enn tjúgu ár
fingið frið at liva sum tey sjálvi
ynskja, uttan uppílegging frá
myndugleikunum. Býarparturin
er ein friðstaður fyri alternativar
lívsstílar. Vegurin er Pusher
Street og býarparturin er Christi-
ania.
Ein reyður dúkur við trimum
gulum prikkum; soleiðis sær
flaggið hjá christianittunum út.
Prikkarnir eru i-ini í navninum
Christiania. Eitt stuttligt merki,
ið er avmyndað á blusum, ið
síggjast kring alt Keypmanna-
havn, tí Christiania hevur nógv
fleiri stuðlar enn íbúgvar. Býar-
parturin - ella fríðstaðurin - ligg-
ur á einum fyrrverandi hernaðar-
øki hjá tí danska flotanum á
Christianshavn, og tann almenna
adressan er Bådsmandsstrædet.
Býarparturin hevur fleiri kend
konserthús, eisini góðar mat-
stovur, men er tó mest kendur
fyri Pusher Street, ið heilt fram
til tað stóra politi-átakið fyrr í
vár var ein stórur opin hassj-
marknaður, har ið onki varð gjørt
fyri at loyna handilsvørurnar. Á
smáum borðum á gøtuni lógu
vørurnar, næstan sum á loppu-
marknaði, og prísir og navn
stóðu á pappírslepum á borð-in-
um. Keyparar úr øllum Danmark,
men eisini úr øðrum Norðurlond-
um, settu kósina inn í fríðstaðin
fyri at handla. Nógv kilo av tí
brúna rúsevninum skiftu eigara
hvønn dag, og bakmenninir hava
ivaleyst tjent seg ríkar av hesum
brúna gulli. Hervilig brots-
mannalið, serliga Hells Angels,
sigast at hava stýrt hassjhandlin-
um við harðari hond, hóast rokk-
ararnir sjálvandi ikki sjálvir
stóðu við diskin. Christianittarnir
hava tískil ikki fingið tað stóra
burturúr reint fíggjarliga, men
ein partur av íbúgvunum hava
helst verið rættiliga góðir kundar
í Pusher Street.
At gøtan við tí opna hassj-
handlinum nú er ruddað, eru tey
flestu ivaleyst fegin um, men
tann rái og harði framferðar-
háttin, sum politistarnir vístu í
Christiania í vár, kann einans
vekja andstygd ímillum borgar-
arnar í býnum. Ovastin fyri
løgregludeildina, sum skuldi taka
sær av hesi uppgávu, var fleiri
ferðir í tí danska sjónvarpinum
frammanundan og fortaldi um
fyrireikingarnar til átakið; um
byrjanina til endan á Christiania:
hann skuldi rudda upp, reinsa,
vaska, snøgga býin... Talan var
sostatt um at gera býin reinari.
Og Pusher Street er einans byrj-
anin, tí alt Christiania er í vanda
fyri at blíva "ruddað upp" í
"høvuðsreingerðini" í Danmark
hesi árini. Christiania skal geva
pláss fyri modernaðum nýggjum
familjuíbúðum til penar íbúgvar
við fastari mánaðarløn, hundi og
summarhúsi. Samstundis sum
Christiania skal temjast og undir
strangt eftirlit, so verða danskir
hermenn sendir til Irak at
"hjálpa" irakum at byggja upp
ein demokratiskan tjóðstat. Og
samtundis verða øll portur inn til
landið eisini stongd fyri fremm-
andum innflytarum. Høvuðsrein-
gerðin í Danmark sæst á øllum
økjum. Við Ariel gólvsápu og
kusti verður skrubbað og sópað.
Átakið ímóti Christiania er ein
stórur súmbolskur sigur fyri teir
politisku myndugleikarnar, tí
býarparturin umboðar tað
alternativa Danmark, sum núver-
andi stjórn helst vil sópa burtur
av danskari jørð.
Vónandi kann Christiania, nú
Pusher Street tíbetur er burturi,
fáa eitt betri image á Christian-
borg og í fjølmiðlunum, tí býar-
parturin er meira enn rúsevnis-
brúk og -søla. Christiania er ein
leivd úr hippitíðini, ið hevur
verið fyri vaksandi trýsti frá um-
heiminum seinastu árini. Ein
heimskendur býarpartur í Keyp-
mannahavn úr tí tíðini tá
Danmark hevði orð fyri at vera
eitt tolerant og rúmsátt samfelag.
Ein býarpartur, ið legði líka í
búskaparligari menning og
marknaðarføring. Ein roynd at
skapa eitt frælst samfelag, sum
Kropotkin, Bakunin (um teir
vóru á lívi), og aðrir stórir
anarkistar, høvdu verið ovfarnir
av. Býurin verður fátækari,
innantómari, gráari, strævnari,
um frí rúm sum Christiania
hvørva. Høvuðsreingerðin vaskar
ov nógv fólk burtur úr eygsjón.
Endamál hennara er, fyrst og
fremst, at rudda ókrút burtur í
annað stað; at sleppa frá at síggja
"hini"; at verja og avbyrgja seg
frá teimum, sum eru øðrvísi; at
flyta trupulleikar, ikki at loysa
teir.
Býurin verður vaskaður
21