leygardagur 3. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
svøvnleysar nætur, har tilburð-
urin rennur fram fyri hana ferð
eftir ferð.
– Eg kann ikki lýsa, hvussu
strævnar tær eru, og hvussu
einsamalla eg kenni meg, greiðir
hon frá, meðan hon heldur um
høvdið.
Ein styrki hjá henni er, at hon
dugir avbera væl at yrkja sangir.
Hon hevur yrkt mangan sangin
hesar svøvnleysu næturnar. Tað
hevur hjálpt henni til tíðir og
stytt um longu næturnar.
– Lívið verður ongantíð aftur
tað sama, tá ein hevur verið úti
fyri slíkum. Eg haldi heldur ikki,
at ein kann læra seg at liva við
slíkum. Tað stendur onkunstaðni,
at tað verða ikki lagdar tyngri
byrðar á herðarnar hjá okkum,
enn vit orka at bera, men eg
kenni tað sum, at eg sleipi hesa
byrðuna aftaná mær og bara
gangi runt og spyrji hví.
Nógvar slíkar dagar og nætur
hevur Anna Petra havt, men hon
leggur tó dent á, at ikki allir eru
soleiðis.
– Onkrar dagar er tað so nøku-
lunda, men eg komi aldrin yvir
tað, slær hon fast.
Gloymd
Hóast tað var ómetaliga ringt, so
fór Anna Petra til jarðarferðina.
– Eg vildi yvirvinna nakað við
at fara til jarðarferðina. Eg royndi
at sita still og vónaði, at ongin
kendist við meg, sigur hon.
Undir jarðartaluni varð tosað
um tragiska mátan hon doyði
uppá. Og tað gjørdi ikki støðuna
hjá Onnu Petru frægari. Síðani
varð biðið fyri systkjum, for-
eldrum og teimum, ið stóðu
henni nær.
Eftir sat Anna Petra og vildi
ynskt, at biðið eisini varð fyri
henni, tí ein var, sum var at-
voldin til alt. Tað vistu øll.
– Tá man fer at nevna mátan,
hon doyði uppá, kundi ein lítil
tanki verið sendur mær, heldur
Anna Petra, og hon vónar sam-
stundis, at hetta kann verða ein
áminning um, at tað til tíðir
eisini situr ein eftir, sum hevur
skuldina av einari vanlukku og
hevur tað ógvuliga ringt.
– Tað hevði uttan iva givið ein
fløvandi ugga til ein og hvønn,
sum kemur út fyri slíkum, sigur
Anna Petra.
Minningardagurin harður
Anna Petra kempar enn, fimm ár
eftir vanlukkuna, við at stápla
sær eitt so nøkulunda lív upp á
beinini. Hon er komin meira enn
einaferð út fyri, at fólk tosa um
vanlukkuna, uttan at hugsa um,
at hon er tilstaðar. Tað dugir hon
væl at takla í dag, við at fara sín
veg. Men tað rívur tó alt upp
innan í henni.
Og í so máta er minningardag-
urin fyri teimum, ið hava latið lív
í ferðsluni fyri hennara viðkom-
andi bert enn ein áminning um
syrgiligu vanlukkuna stutt fyri
jól í 1999.
Hon orkar nærum ikki at vera
til tann dagin, og hon stúrir fyri
honum langt frammanundan.
– Eg veit, at dagurin ger gott
fyri mong, men tað ger hann ikki
fyri meg.
– Lívið gongur víðari. Tó júst í
hesum førinum steðgar tað upp
aftur hvørjaferð, eg fái eitt aftur-
stig, og tey eru ikki so fá í tali.
Skuldarkenslan yvir at hava tikið
lívið hjá einum barni fer altíð at
verða har, og tað er ein tung
byrða at liva við restina av
lívinum, sigur Anna Petra
Winther.
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
7
2
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Beint yvir av kirkjugarðin við
Velbastaðvegin býr Anna Petra
Winther og familja hennara.
Maður og fimm børn.
Maður Onnu Petru, Karlon,
koyrir taxa og buss, og fyrr
plagdi Anna Petra at hjálpa
honum. Men tað ger hon ikki
longur. Tað fekk ein bráan enda,
tá ein tíggju ára gomul smágenta
lat lív undir bussinum, sum Anna
Petra koyrdi fram við SMS, tann
15. desember í 1999.
– Tað gongur ikki ein dagur
uttan, at eg hugsi um hana og
hennara familju, sigur Anna
Petra, sum hevur sera ilt við at
tosa um vanlukkuna. Ferð eftir
ferð steðgar gráturin henni, og
tað sást væl, at hon ikki er komin
yvir tað, hóast góð fýra ár eru
farin framvið.
– Eg komi ongantíð yvir tað.
Eg var atvoldin til, at eitt barn lat
lív. Ynskti so, at tað var eitt av
mínum børnum, tí so rakti hetta
bert okkum. Men ístaðin rakti
tað eina heila aðra familju eisini,
sigur Anna Petra, sum ikki hevur
nakað samband við mammu
gentuna í dag.
Hon hevur hitt hana onkuntíð.
Anna Petra var við til jarðarferð-
ina og hevur yrkt ein sang um
gentuna til mammuna. Tann
sangin hevur hon eisini givið
teimum.
Men enn tann dag í dag rennur
tað kalt niður eftir rygginum á
Onnu Petru, tá tað nærkast jólun-
um. Og minningardagurin fyri
teimum, ið hava latið lív í ferðsl-
uni, er ein ringur dagur hjá
henni. Hon sigur, at hon veit, at
tað er gott hjá øðrum, men fyri
hana er tað bert enn ein ræðulig
áminning, um at hon var atvoldin
til, at ein smágenta lat lív í
ferðsluni.
– Eg orki ikki fyri hasum
degnum, sigur Anna Petra og
turkar sær um andlitið.
Gleið undir bussin
Vanlukkan stendur klokkuklár í
høvdinum á Onnu Petru.
Tað var sera hált hetta kvøldið,
men Anna Petra hevði júst verið
í Danmark og tikið hálkuskeið,
so hon kendi seg trygga við at
koyra, hóast tað var hált. Hon
koyrdi býbussin, sum koyrir nið-
an millum Gilja og á Løgmanna-
breyt og so oman í Steinatún.
Allastaðni uppi á Løgmanna-
breyt og millum Gilja vóru
vegirnir saltaðir, so har var ikki
hált. Kortini koyrdi hon sera
varliga.
Tá hon kemur koyrandi oman
móti SMS frá Hálsi av, sær hon
eina lítla gentu, sum stendur við
vegkantin og skal yvir um vegin.
Anna Petra steðgar fyri at lova
henni yvirum. (Hetta var áðrenn
rundkoyringina við SMS,
blaðkv.)
Gentan byrjar at ganga, men
setist so aftur og vinkar til Onnu
Petru og ger tekin um, at hon
bara skal koyra. Anna Petra
koyrir so avstað og hugsar við
sær sjálvari, at hatta var skilagott
av gentuni, tí hon hevur so vána-
ligt sýni yvir hinar banarnar, tí
bussurin er so stórur.
Hon hevur eyguni eftir gentuni
allatíðina í síðuspeglinum.
Gentan byrjar so at ganga, men
so brádliga hvørvur hon. Anna
Petra steðgar bussinum og fer út.
Gentan er ongastaðni at síggja.
Hon spyr nakrar menn, sum
koma framvið, um teir ikki hava
sæð eina smágentu har. Men tað
høvdu teir ikki. Anna Petra hygg-
ur allastaðni, og menninir við,
men gentan er horvin. So hyggja
tey undir hjólið, og tá liggur
gentan har.
Júst hvat er hent, veit Anna
Petra ikki, men tað var sum sagt
sera hált hetta kvøldið, og so
løgið tað ljóðar, so var tað ikki
saltað á vegnum við SMS.
– Um gentan gleið undir buss-
in, tá hon byrjaði at ganga ella
hvat hendi, tað veit eg ikki, sigur
Anna Petra, meðan tárini renna í
stríðum streymum niður eftir
kjálkunum á henni.
Tá hon sá gentuna, steðgaði alt
upp hjá henni. Hon var púra for-
virrað, og panikkurin breiddi seg
skjótt millum bæði hana og tey
fólkini, sum komu til. Túsund
tankar rasaði inni í høvdinum á
henni, og hon visti ikki, hvat hon
skuldi gera. Onkur bað hana
bakka, onnur bóðu hana koyra
fram. Og hon var sera nær við at
bakka, men gjørdi tað kortini
ikki. Og tað vísti seg seinni at
vera tað rætta.
Tað fekk hon at vita frá løg-
regluni, men tað var ikki nakar
serligur uggi.
Bíðaði eftir blóðroynd
Vanligt er, tá ferðsluvanlukkur
henda, at bilførarin verður kann-
aður. Anna Petra varð biðin um
at fara á Landssjúkrahúsið til
blóðroynd. Hon minnist ilt aftur
á hetta. Hon mátti bíða ein heilan
tíma í bíðirúminum, áðrenn hon
slapp framat.
– Eg minnist, hvussu øll
gløddu at mær, tí eg sat og græt
og roytti meg sjálva og venaði
meg, greiðir hon frá. Men hon
var fullkomuliga frá sær sjálvari,
og tá var tað enn ikki staðfest,
um gentan var deyð ella ikki.
Men Anna Petra var bangin fyri
tí.
Langt um longi varð blóð-
royndin tikin, og Anna Petra
kundi fara.
Seinni hetta kvøldið tosaði hon
so við ein løgreglumann. Hon
spurdi hann, um gentan var deyð.
Hesin svaraði við at spyrja, hvat
hon helt sjálv. Hon svaraði, at
hon helt, at hon var deyð, og hon
fekk játtandi aftursvar.
– Hevði hon bara havt grátið
ella okkurt, so vistu vit, at hon
var á lívi, men har var onki lív,
sigur Anna Petra stillisliga.
Ongin meining
Anna Petra endurtekur ferð eftir
ferð, at hon ikki dugir at síggja
meiningina í hesum.
– Hví skuldi ein so ung genta
doyggja, og hví skuldi tað júst
vera eg, spyr hon. Har er ongin
meining í, og tað kann vera
líkamikið hvønn veg eg vendi
hesum, so finni eg onga meining
í tí, sigur hon.
Anna Petra hevur verið ræðu-
liga óð við Gud fyri tilburðin og
beisk.
– Eg eri trúgvandi og havi
Jesus í mínum hjarta, men hetta
havi eg verið øgiliga ill við hann
um, sigur hon.
Eisini hevur hon verið ill um
mannagongdina við at salta veg-
irnar. Hon fýlist á, at tað ikki
varð saltað á vegnum við SMS
hetta kvøldið. Tað var glerstoytt,
og stutt fyri jól.
– Eg spyrji bara, hví tað ikki
varð saltað á einum vegastrekki,
har tað koyrir so nógv ferðsla og
so serliga so tætt upp undir jól.
Men tað hjálpir ikki Onnu
Petru at hugsa so. Hon fær ikki
broytt tað, sum hendi, sjálvt um
hon hevði viljað givið alt fyri
tað.
Svøvnleysar nætur
Anna Petra hevur havt nógvar
Eg komi aldri yvir tað
Stutt fyri jól í 1999 hendi ein vanlukka við
SMS. Ein tíggju ára gomul smágenta varð
yvirkoyrd og lat lív. Anna Petra Winther
koyrdi bussin, og lívið hjá henni fór í knús.
Hon sigur,at lívið steðgaði upp hesa løtuna,
og tað verður aldrin tað sama aftur
Hendan sangin yrkti Anna Petra
til smágentuna
Rósan
Lag: Sóljugentan
Ein lítil rósa í hava liggur
hon blomstrað hevur í tíggju ár
við tárum væta vit hesa rósu
tí djúpt í hjarta har eru sár.
Í heimi blomstraðu fýra rósur
ein mamma bar allar við á ferð
við eitt so vóru tað bara tríggjar
tann eina var ikki meira her.
Tann lítla rósan hon heim er farin
ei blomstrar aftur foldum á
ein eingil bar hana heim ístaðin
hon trygg í faðirsins ørmum lá.
Hvør skuldi trúð hendan fitta rósan
ei aftur verður at síggja her
vit minnið um hana altíð goyma
tann besta rósa í hesu verð.
Har mangar rósur í hava liggja
men hendan rósan hon kærast er
tað er so tungt og vit ei tað skilja
at hendan rósan hon var á ferð.
Vit lýsa frið yvir hesa rósu
sum hvílir trygt í várs faðirs búð
vit hjálp og styrki frá Gudi fáa
ein dag vit rósuna skulu sjá.
– Eg havi sitið uppi nógvar nætur og spurt umaftur og umaftur hví. Hóast tað onki nyttar at spyrja, ber tað ikki til at lata vera. Hetta er ein ov tung byrða at bera, sigur Anna Petra Winther
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
23
22