leygardagur 3. juli 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
AFS
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit teknaðu okkum sum verts-
familju, tí Jóna, elsta dóttur okk-
ara, júst hevði verið í Portugal í
eitt ár við AFS, greiðir Birna
Larsen av Oyrabakka frá. –Vit
høvdu upprunaliga ætlað at bíða
eitt ár við at taka ein AFS næm-
ing, men hon yvirtalaði okkum
til at gera tað beinanvegin. Vit
teknaðu okkum, og tríggjar vikur
seinni stóðu vit á flogvøllinum
og tóku ímóti Matheus frá
Brasilia. Vit høvdu biðið um
onkran sum tosaði portugisiskt,
so Jóna kundi halda sítt portu-
gisiska við líka, eftirsum hon
júst var heimkomin. Vit settu
eisini sum treyt, at viðkomandi
skuldi tosa enskt, so eg og Hans
Pauli, maðurin, eisini fingu
kommunikera við hann, minnist
Birna.
Fyri Matheus sjálvan kom
hetta ikki so knappliga í lag, sum
tað gjørdi hjá Larsen familjuni.
Hann avgjørdi eitt heilt ár áðrenn
hann fór, at hann skuldi fara við
AFS.
– Eg søkti um at sleppa til
Danmarkar. Tey spurdu um Før-
oyar var í lagið. Eg visti ikki
hvat Føroyar var, so eg segði
bara ja, sigur Matheus á flótandi
føroyskum. – Áðrenn eg fleyg til
Føroyar var eg á eini AFS legu í
Danmark, sum skuldi fyrireika
okkum uppá komandi árið. Har
tosaði eg nógv við eina konu,
sum bara tosaði negativt um
Føroyar, so eg var eitt sindur
keddur av at skula koma higar.
Men nú eri eg ræðuliga glaður
fyri at eg kom. Tað einasta, sum
er eitt sindur keðiligt nú, er, at
vit ikki fáa riv til døgverða í
kvøld, sigur hann við einum
stórum smíli og hyggur uppá
"mammu" sína.
Ein fremmandur kallar
meg mamma
– Sjálvandi eru tað nógvir tank-
ar, sum mala í høvdinum, tá tú
játtar at taka ein púra fremmand-
an ungling inn í húskið, sigur
Birna. – Eg var nervøs fyri
hvussu hetta nú fór at rigga? Fór
hann at trívast, fór hann at hóska
inn í okkara familju? Hvussu fór
hann at føla seg? Eitt ár virkaði
ræðuliga leingi, tað má eg við-
ganga. Men nú, aftaná, vita vit
ikki hvar tíðin er blivin av. Tað
hevur sjálvandi ikki bara verið
ein dansur á rósum, men tað
hava heldur ikki verið nakrir
trupulleikar, sum eru verdir at
nevna. Men í byrjanini, tá vit t.d.
øll sótu rundanum borðið og
prátaðu og flentu, og hann ikki
skilti nakað sum helst, tá tók
mær ofta synd í honum. Vit tos-
aðu bara enskt við hann í byrj-
anini, so hann lærdi ikki nakað
serligt av føroyskum. Ikki fyrr
enn Jóna slóg nevan í borðið, og
bað okkum gevast at tosa enskt
við hann, fyri hansara egna
besta, greiðir Birna frá.
– Eg hevði jú sjálv verið í júst
somu støðu, brýtur Jóna inn. –
Eg minnist hvussu ringt tað var
ikki at skilja nakað, men eg
minnist eisini hvussu nógv lætt-
ari alt bleiv, tá eg endiliga lærdi
málið. So eg setti hart ímóti
hørðum, sigur hon. – Tey tóku so
synd í honum, men hann lærdi
málið rættiliga skjótt, tá hann
varð noyddur at duga tað, fyri at
kunna kommunikera við onnur.
Og tá hann lærdi málið fekk
hann nógvar nýggjar vinir bein-
anvegin. Føroyingar eru so serir,
teir vilja helst ikki tosa nakað
annað enn føroyskt, so tað var
ringt hjá honum fyrstu tíðina,
sigur hon.
– Eina tíð hingu gulir seðlar
allastaðni runt í húsinum, sum
vit skrivaðu á, hvussu alt æt,
gardinur, stólur, málarí, hurð
o.s.fr. Tá lærdi hann tað ræðuliga
skjótt, sigur Birna. Men eitt var
málið, nakað annað var gerand-
isdagurin á Oyrabakka. Matheus
er úr einum býi uttanfyri Sao
Paolo, við 400.000 íbúgvum, so
tað var eitt veruligt umskiftið.
– Tá Matheus kom til Føroyar
hevði hann aldrin sett á borðið
sjálvur. Hann hevði aldrin sæð
eina trillubørðu og ongantíð lagt
klæðir saman. Tað hava tey fólk
til í Brasilia. So tað fyrsta vit
gjørdu, var at seta okkum niður
og práta um reglurnar í húsinum.
Øll dekka borð, øll rudda og
vaska upp eftir sær sjálvum, tú
veit, sum man nú ger í Føroyum.
Man hjálpist at. Tað skuldi hann
venja seg við. Og vit skuldu øll
venja okkum við henda fremm-
anda dreingin, sum kallaði okk-
um fyri mamma og babba.
– Tá eg kom, vóru tey í gongd
við at stoypa túni. Eg skuldi
hjálpa til, men eg hevði ongantíð
fyrr sæð einar gummistivlar ella
eina ketilsdrakt. Eg visti ikki
hvat eg skuldi gera, fortelur
Mathias og ristir við høvdinum.
Drápiligt land
Tann fyrsti smakkurin, sum
Mathias fekk av serføroyska
bygdarlívinum, var at fara við
monnunum í familjuni eftir hav-
hesti. Tað var ikki nøkur serliga
positiv uppliving. Nú flennir fa-
miljan eftir hesum, men Mathias
minnist hvussu ringt tað var.
– Tað fyrsta orðið, sum eg
lærdi á føroyskum var "spýggja",
og tað lærdi eg á tí túrinum.
Havhesturin bara spýði og spýði,
og tað rullaði so illa og var so
ógvusligt fyri meg, at eg eisini
bara spýði og spýði. Eg helt tað
vera forferdiligt bara at hála
høvdið av hesum fuglunum. Men
seinni lærdi eg, at soleiðis ger
man í Føroyum. Man drepur alt.
Fyrst vóru tað havhestarnir, so
kom flettingartíðin. Allur hesin
seyðurin, hann bleiv bara slakt-
aður heima við hús. Høvdið av
og blóð um tað heila. Og so
gingu tað nakrar fittar dunnur
her uttanfyri, knappliga mistu
tær eisini høvdið og vórðu etnar.
Og so mitt í tí heila var tað
grindadráp. Men tá hevði eg vant
meg við alt hetta drápið, sigur
Mathias, meðan familjan flennir
í kíki.
– Vit eta eisini seyð og kjøt í
Brasilia, men vit drepa einki
sjálvi, so tað mátti eg venja meg
við, og tað var nokk so ringt.
– Men hann hevur verið raskur
at royna, sjálvt um tað hevur
boðið honum ímóti, sigur Birna
forsvarandi. – Táið teir flettu,
gekk hann og mól uppí og royndi
at hjálpa til. Men tað var ein sera
sterk uppliving fyri hann. Tað
einasta hann hevði sæð verða
dripið fyrr, var havhesturin. Men
hann hevur ongantíð verið bang-
in fyri at royna nakað nýtt, og
tað hevur verið eitt stórt pluss
fyri bæði hann og okkum. Táið
grindadrápið var, stóð hann fyrst
saman við okkum konufólkum
og hugdi at. Men so brádliga
segði hann, at hann vildi eisini
vera ein føroyskur maður, og so
leyp hann í vaðið. Hann var mitt
í rokanum, við blóðugum sjógvi
uppundir háls. Og tað dámdi
honum væl, minnist Birna.
– Mær dámar ræðuliga væl
tann føroyska matin. Alt uttan
blóðpylsu og knettir. Tað besta
eg fái eru riv. Men nú gleði eg
meg allíkavæl at sleppa heim og
fáa bønir, rís og salat, sigur hann
við einum droymandi eygnabrái.
– Tú hevur ofta fingið salat frá
mær, vil Birna vera við.
– Mamma, tað kann slett ikki
samanlíknast, svarar Matheus
aftur.
Táið prátið fellur á heimlandið
Brasilia, kemur eitt lítið smíl til
sjóndar. – Nú gleði eg meg at
sleppa heim aftur. Eg havi verið
leingi burtur nú, og eg havi havt
tað ómetaliga gott, men nú verð-
ur deiligt at koma heim til vinir
og familjuna, sigur hann. Mathe-
us greiðir frá, at tað serliga í
byrjanini var ringt at vera so
langt burturi. – Tað vóru løtur,
har eg bara hevði hug at liggja
inni á kamarinum og hugsa um
tey har heima. Men tað hevur
allíkavæl ikki verið so ofta. Tey
hava verið so góð við meg, og eg
havi veruliga kent meg heima
her á Oyrabakka, sigur hann.
Birna minnist eisini hvussu
torført tað var, táið Matheusi
longdist heim. – Men vit hava
roynt at verið her fyri hann, og
hann hevur vitað, at hann altíð
kundi koma til okkara og lossa
av. Mangan havi eg tikið meiri
synd í mammu hansara, sum
hevur longst illani eftir honum.
Eg veit sjálv hvussu tað kennist,
tá eitt barn er so langt burturi og
hevur onnur fólk, sum eita
mamma og babba. Mær longdist
illa eftir Jónu, tá hon var í Portu-
gal, so eg havi skilt mammu
hansara væl. Tá ung fólk hava
tað stuttligt, hugsað tey ikki so
nógv um at ringja heim til
mammu sína. Tað er náttúrligt,
heldur Birna.
– Mamma í Brasilia hevur ofta
ringt og grátið, tí henni hevur
longst eftir mær, men eg havi
ikki havt tíð at práta við hana, tí
eg havi skula út onkustaðni við
mínum vinum. Tá fær man eitt
sindur ringa samvittigheit. Men
tá man hevur tað stuttligt, hugsar
man ikki um at ringja heim. Tað
ger man mest táið man leingist,
sigur Matheus.
At læna eitt fremmant barn
– Eg havi mangan verið for-
ferdiliga bekymrað um hann,
nógv meiri enn um míni egnu
børn. Tey kenni eg so væl, eg
havi jú sjálv uppalt tey. Tey
kenna føroysku viðurskiftini, og
verða ikki tikin av bóli um okk-
urt óvæntað skuldi hent. Eg veit
at tey klára seg. Tað var øðrvísi
við Matheus, hann var púra
fremmandur, og eg kendi ikki
hansara máta at reagera uppá. So
tað var sum at fáa eitt lítið barn í
húskið aftur. Men eg havi loyvt
honum alt tað sama, sum eg
loyvi mínum egnu børnum. Eg
havi bara verið meiri bangin um
hann. Eisini tann tankin, at hetta
er barnið hjá onkrum øðrum,
sum eg nú havi ábyrgdina av.
Hugsað tær, um okkurt skuldi
hent honum, greiðir Birna frá.
– Eg havi verið hennara lítla
baby, sigur Matheus, og so
flenna tey bæði. Tað sæst týðu-
liga, at "mamma og sonur" eru
ógvuliga góð við hvønnannan,
og at tey eru sera tætt knýtt.
Allatíðina prika og skjóta tey
hvønnannan og flenna í kíki
saman.
– Á summar mátar var tú eisini
sum eitt baby, Matheus, sigur
Birna og hyggur uppá hann. –
Men tú kundi ikki vita betur.
Hon greiðir frá, at tað vóru nógv
smáting í gerandisdegnum, har
hann var púra hjálparsleysur.
–T.d tað, at hann ikki var
Brasilia–Føroyar
tur/retur
Tá flogfarið lendi í Vágunum 3. august 2003, var ein ungur brasilianari
við umborð. Hann hevði ongantíð verið í Føroyum áður og kendi
ongan. Hann var fjálturstungin og spentur. Innan fyri glasrútin á
flogvøllinum stóð ein familja og eygleiddi fólki, sum kom úr
flogfarinum. Tey vóru somuleiðis fjálturstungin og spent. Tey skuldu
nevniliga hýsa unga og fremmanda brasiliananum í eitt heilt ár.a
Birna Larsen av Oyrabakka, saman við Matheus Pedro úr Brasilia og lítlu
Randi. – Eg haldi, at Matheus er glaður, nú hann fer avstað aftur. Bæði tí
hann hevur havt tað gott hjá okkum og tí hann gleðir seg at sleppa heim-
aftur. So tað er bara gott. Men vit fara at sakna hann og hugsa nógv um
hann framyvir, sigur Birna
Mynd: Eydna Skaale
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
5
Um tríggjar vikur koma
161 AFS-næmingar til
Kastrup. Teir skulu búgva í
danska kongaríkinum í eitt
ár. Men higartil hava bara
74 av teimum fingið
familju at búgva hjá. Í
Føroyum er bert ein
familja funnin. – Hetta er
stórt spell, tí onkur
næmingur er, sum
beinleiðis hevur ynskt at
sleppa til Føroyar. Hetta
kann tó ikki lata seg gera,
tí eingin familja er at hýsa
viðkomandi, sigur
Elisabeth Holm, formaður
í AFS deildini í Føroyum
AFS
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit hava alstórar trupulleikar
at finna familjur til allar næm-
ingarnar. Tað er forferdiliga
spell, serliga tí at talið av før-
oysku næmingunum, sum fara
avstað er so stórt. Í ár fara um-
leið 20 føroyingar avstað, men
bert 1 familja hevur teknað seg
sum vertsfamilju. So her javn-
vigar ikki heilt, sigur Elisabeth
Holm, sum júst hevur havt ein
næming búgvandi sjálv. Hon
sigur at føroyska AFS deildin
bert er ein lokaldeild hjá danska
AFS felagskapinum, og at sami
trupulleiki er í Danmark. – Vit
plaga at seta okkum fyri at fáa 4
næmingar til Føroyar, men í ár
kunnu vit so bara taka ein, og
tað er stórt spell, tí onkur er,
sum hevur ynski um at sleppa
til Føroyar. Tað letur seg bara
ikki gera, harmast hon.
Lítil og eingi krøv
– Eg veit ikki um fólk halda seg
hava so lítið at bjóða, at tey ikki
tora at tekna seg sum verts-
familjur. Ella at tey eru bangin
fyri at skula verða barnagentur
fyri hesum nýggja næmingin-
um. Men tað er einki at vera
bangin fyri, sigur hon. Elisabeth
greiðir frá, at tað ikki er mein-
ingin at broyta gerandisdagin. –
Næmingarnir skulu behandlast
sum um tey eru partur av
familjuni, og tey skulu glíða inn
í tann gerandisdagin, sum
familjan hevur. Tað ger einki,
um familjan hevur fullan
arbeiðsdag ella eitt aktivt
frítíðarlív. Eingi krøv verða sett
um aldur, børn ella húsastødd.
Tað nýtist ikki vera ein sonevnd
kjarnufamlja við mammu, pápa,
fýra børnum og hundi. Tað
einasta vit krevja er, at familjan
er samd um at taka næmingin til
sín, sum ein part av familjuni.
Tey skulu vera útatvend og opin
fyri nýggjum sjónarmiðum. Tey
skulu hava ein áhuga at læra um
og læra av hesum nýggja næm-
inginum. Og so skulu tey duga
at vísa umsorgan, eisini í fyrst-
uni, tá tað kanska er eitt sindur
torført at tillaga seg hvønn
annan. Næmingarnir skulu hava
júst somu kor, sum hini børnini
í familjuni, greiðir Elisabeth frá.
– At vera vertsfamilja er
sjálvboðið og ólønt. Tað kemur
sjálvandi at kosta eitt sindur
meiri at halda hús, tí ein per-
sónur kemur afturat. Men kost
og logi eru tað einasta, sum vit
krevja at vertsfamiljan skal lata.
Elisabeth heldur, at tað eru
ógvuliga avmarkaðar peninga-
ligar útreiðslur sum familjan fær
afturat.
– Næmingarnir hava egnar
lummapengar, og tú ert ikki
forpligtaður til at rinda nakað
fyri tey. Harafturímóti mást tú
vera klárur at geva nógv av tær
sjálvum. Tú ert noyddur at fáa
næmingin at kenna seg tryggan
og vælkomnan. Men tað við at
geva gongur báðar vegir, tí tú
fært so ómetaliga nógv aftur
eisini. Tú verður góður við
næmingin, og hann kann ofta
læra teg nógv. Tú fært ein son
ella eina dóttur, úr einum heilt
øðrum landi, fyri lívið. Tey
síggja tingin uppá ein heilt
annan máta, og tað gevur ofta
gerandisdegnum meira lit.
– Tað er eisini sera stuttligt
fyri skúlarnar at hava fremm-
andan íblástur í eitt ár, heldur
Elisabeth.
Trygdarnet
Elisabeth sigur, at tá ein familja
teknar seg, kemur ein nevnd út
at tosa við familjuna. Familjan
greiðir so frá um seg sjálvan.
Um gerandisdagin, frítíðarítriv,
áhugamál o.s.fr. Síðani verður
leitað eftir tí næmingi, sum
hóskar best til júst ta lýsingina.
Nógv arbeiði verður lagt í at fáa
familju og næming at passa so
væl saman sum gjørligt. Elisa-
beth leggur tó dent á, at um so
skuldi verið at tað als ikki rigg-
ar, tá næmingurin er komin, so
hava tey eitt trygdarnet. – Næm-
ingurin hevur ein kontaktpersón,
sum allatíðina fylgir við hvussu
tað gongur. Um tað ikki gongur,
verður alt gjørt fyri at finna eina
nýggja familju, ella verður
næmingurin sendur heimaftur.
Eingin familja kemur at hanga
uppá ein næming, sum tey ikki
vilja hava, sigur hon. – Men,
leggur hon afturat, – í allar, allar
flestu førum eru tað fitt ung-
fólk, sum veruliga eru motiver-
að uppá at hóska inn og fáa eitt
gott uppihald. Tey gera alt tey
eru ment, fyri at fáa tað at glíða
so væl sum gjørligt.
Ætlanin við AFS er, at næm-
ingarnir skulu uppliva gerandis-
dagin í vertslandinum. Tískil er
alneyðugt at næmingarnir eisini
fáa sær sín egna gerandisdag.
– Næmingarnir ganga í skúla,
teir flestu í studentaskúla, men
summir eisini í 10. flokki. Teir
fáa vinir og hava frítíðarítriv,
júst sum allir føroyskir tann-
áringar. Teir skulu vera sum ein
partur av familjuni, og tí er ikki
neyðugt at fyrireika seg so væl
ella at hugsa um at fyriskipa alt
møguligt. Tey eru ung og finna
sjálvi útav tí. Men man má vera
góður við tey og hava áhuga í
teirra dagliga lívið. Júst sum tú
ger -ella hevði gjørt, við tíni
egnu børn, sigur Elisabeth. –
Tey, ið hugsa, at tey nú kunnu
fáa eina reingerðingshjálp ella
eina barnagentu fara tó stórliga
skeiv, tí tað er ikki endamálið,
sigur hon.
–Skiftisnæmingarnir skulu
taka eina hond við í dagliga
húsarhaldinum, júst sum øll hini
í familjuni. Men teir eru ikki
au-pair.
Er nakað hjartarúm?
AFS hevur í eitt heilt ár havt
lýsingar í gulu síðunum, har tey
hava lýst eftir familjum. Eyð-
kendu lýsingarnar, ið siga: "har
hjártarúm er, er eisini húsrúm",
hava tó ikki givið ætlaða úr-
slitið. Tí higartil hevur bert ein
familja teknað seg. Elisabeth
vónar tó, at hetta rópið um hjálp
fer at fáa føroyingar at umhugsa
at taka ein skiftisnæming.
– Næmingarnir koma sum
sagt um tríggjar vikur, og 113
av teimum hava ongastaðni at
vera. Vónandi er onkur familja í
Føroyum, sum hevur hug at lata
hurðarnar og hjartað upp fyri
einum av teimum. Um so er, so
hava vit profilar av øllum næm-
ingunum, har til ber at síggja
hvørji áhugamál næmingarnir
hava, hvønn gerandisdag teir
eru vanir við o.s.fr. Báðir partar
verða væl kunnaðir um hvønn
annan, so man veit nøkulunda
hvat man kann vænta sær. Og
vit fylgja allatíðina væl við, so
fólk verða ongantíð slept uppá
fjall, sigur Elisabeth at enda.
Um onkur er, sum ivast í
onkrum, eru tey vælkomin at
heita á Elisabeth Holm, for-
mann fyri føroyadeildini hjá
AFS, ella at leita sær inn á
www.afs.dk, har meiri kann
lesast um felagskapin.
vanur við føroyska vetrarkuldan,
og ikki vildi lata seg ordiliga í, tí
tað var hann ikki vanur við. Eg
noyddist ofta at renna aftaná
honum við húgvum og handsk-
um, og fáa hann at lata seg í. So
eg havi hjúklað nógv meiri um
hann enn um míni egnu børn,
sigur hon. Hon greiðir frá, at
hann heimanífrá er vanur at hava
eina housekeaper, sum ornar alt.
Tí virkaði hann øgiliga hjálpar-
leysur, tá hann kom, og ikki
dugdi so frætt sum at leggja
hosur saman.
– Men øll í familjuni hava
tikið óalmindiliga væl ímóti
honum. Tey skuldu eisini venja
seg við, at tað kom ein fremm-
andur inn og kallaði tey omma,
abbi, fastur o.s.v. Men tey hava
tikið væl ímóti honum. Eg og
maðurin hugsaðu eisini nógv um
tað, áðrenn hann kom. Hann
skuldi veruliga kenna, at vit vóru
familjan hjá honum, og ikki bara
tey fólkini, sum hann búði hjá,
sigur Birna.
– Eg var eitt sindur bangin.
Men eg hugsaði, at nú skal eg
vera her í eitt ár, og hetta er mín
familja. Sjálvt um eg ikki kenni
tey, so má hetta verða familjan, tí
eg havi ongan annan. Og tað
hevur gingið fínt. Tey hava verið
ordiliga fitt, sigur Matheus og
smílist uppá mammu sína.
– Hann hevur verið so fittur og
lættur at at hava við at gera. Tað
hevur verið stuttligt at gjørt
ymiskt fyri hann, tí alt imponerar
hann. Hann verður so glaður. Tá
er tað nemt at vera fittur, heldur
Birna.
Ljósareytt kamar
– Eitt, sum vit settu sum okkara
fyrsta mál, var at gera alt fyri at
fáa dreingin at trívast, tó uttan at
broyta okkara gerandisdag nakað
serligt. Tað kostar nógv at fara
við AFS, og tí vildu vit, at hann
veruliga skuldi fáa eina góða
uppliving fyri pengarnar. So vit
hava roynt at verið góð við hann,
og hann hevur merkt, at hann
varð viðfarin akkurát sum hini
børnini hjá mær. Júst tey somu
krøvini verða sett honum og júst
tey somu loyvini verða givin,
sigur Birna. Hon sigur, at tað
ikki krevst tann stóra peningaliga
orkan, fyri at taka ein skiftis-
næming. – Tað er ikki tann stóri
munurin at gera mat til 6 fólk
ístaðin fyri 5. Og gerandisvørur,
sum tannkrem og shampoo, tað
er altso ikki nakað sum eg havi
hugsað um. Tað skal keypast
allíkavæl. Hann hevur havt sínar
egnu lummapengar og klárað
seg. Eg liggi heldur ikki og keypi
uppá tey størru børnini hjá mær
sjálvum. Tað klára tey sjálvi.
Birna sigur, at ein trupulleiki
var, at tað einki kamar var tókt,
tá tey settu sær fyri at taka
Matheus. Øll børnini høvdu eitt
kamar í part og so var eitt rúm,
nýtt til pulturkamar. Tað bleiv
ruddað og ætlað Matheusi.
Kamarið hjá yngstu dóttrini,
Randi, sum er 8 ár, var júst bliv-
ið sett í stand og var blivið
ljósareytt og diddiligt. Men tá
hon sá hetta lítla fitta kamarið,
vildi hon heldur hava tað. So
Matheus hevur búð í einum
veruligum barbiedukku-kamarið.
– Men tað ger ikki petti, heldur
Birna. Har hjartarúm er, har er
eisini húsrúm, og vit hava klárað
tað fínt.
– Um eg skal geva nakað ráð
til onkran sum umhugsar ein
skiftisnæming, so er tað bara at
leypa útí tað. Tey hjá AFS duga
sera væl at seta familjur og
næmingar saman. Um tað ikki
riggar, so riggar tað ikki. Øll fólk
kunnu ikki saman, men tað eigur
ikki at verða nøkur forðing fyri
at royna, staðfestir Birna. – Fáa
tey ungu umsorgan, og um man
roynir at skilja tey í teirra støðu,
so gongur tað nokk. Tí so kenna
tey seg trygg, staðfestir hon.
Lærurík tíð
– Eg eri broyttur nógv, hesa tíð-
ina sum eg havi verið í Føroyum.
Eg merki væl, at eg eri nógv
meiri búgvin nú, enn tá eg kom,
sigur Matheus. – Eg havi gjørt
alt, sum hoyrir bygdarlívinum til.
Eg dugi at egna og eg dugi
øgiliga væl at baka pannukøkur,
sigur hann og flennir. – Eg dugi
eisini nógv betur við pengum nú.
Tá eg kom, var tað ringt at fáa
lummapengarnar at strekkja til
ein heilan mánað. Eg dugi eisini
betur at taka avgerðir og at hugsa
meg um. Eg merki væl at eg eri
búgvin. Tað fara vinirnir heilt
sikkurt eisini at siga við meg, tá
eg komi aftur til Brasilia, sigur
Matheus.
Hann fortelur, at hann hevur
gjørt nógv ymisk ting, sum hann
aldri hevur gjørt áður. M.a. var
hann í praktikk umborð á Brimli.
Sjóverkur spældi inn, so tað
gekk ikki so væl, men mann-
ingin var ótrúliga fitt og blíð.
Hann hevur gingið á studenta-
skúlanum á Kambsdali, saman
við systrini Jónu. Hann hevur
upplivað, at fyri at eta kjøt, so
má okkurt drepast. Hann hevur
hildið ein fyrilestur á føroyskum
um Brasilia, fyri eini stúgvandi
fullari høll. Hann hevur spælt
fótbólt við EB-Streymi og
drukkið øl í garaguni saman við
pápanum. Alt sum hoyrir bygd-
arlívinum til. Onkur daman
hevur eisini verið, skilst á lag-
num.
– Hetta er tað besta sum eg
nakrantíð havi prøvað í lívinum,
og eg havi havt eitt fantastiskt ár.
Viðhvørt havi eg verið eitt sindur
deprimeraður av ikki at síggja
sólina alla vetrarhálvuna, men
tað hevur ikki bilað allíkavæl.
– Vit hava havt hann sum ein
av okkara, og vit hava havt hann
við til alt, bæði jarðarferðir,
gullbrúdleyp, brúdleyp og
konfirmatiónir. So hann hevur
upplivað bæði gleði og sorg,
sigur Birna. – Hendan síðsta
tíðin hevur tó verið ein
blandingur av báðum. Tað verður
deiligt hjá honum at fara heim,
men tað verður ræðuligt at skula
siga honum farvæl. Her hava
longu verið fult av ungfólki og
familju og sagt farvæl við hann,
so nú er alt eitt sindur trist, sigur
Birna. – Eg kann absolut
anbefala øllum at taka ein
næming inn í húskið í eitt ár. Tað
er so forferdiliga stutt tíð, tá alt
kemur til alt. Og man verður so
góður við tey. Sjálvandi skal man
geva nógv, men man fær so
sanniliga eisini nakað afturfyri.
Og fólk eru vælkomin at spyrja
okkum, um tey ivast í nøkrum,
sigur Birna.
– Vit fara at sakna hann
ómetaliga nógv. Men vit fara at
vitja hann í Brasilia, tá hann
einaferð skal giftast, sigur hon
og hyggur uppá hann.
– Tá mugu tit minnast til at
taka riv við, sigur Matheus
smílandi.
113 AFS-næmingar ongastaðni at búgva
C
M
Y
K
25
24