leygardagur 3. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
DAGBÓK FRÁ LO-SKÚLANUM Í
HELSINGØR
Ragnhild Olsen
Tað fyrsta man leggur merki til á
flogvøllinum í Manila er, at tempoið er
ikki tað sama, sum vit eru von við. Her
hava tey sera góða tíð. Tá vit endiliga eru
komin ígjøgnum pass-kontrollið og út í
forhøllina, kann túrurin veruliga byrja.
Nakrir av okkara filippinsku vinum eru
og taka ímóti okkum. Tey eru sera glað
fyri at síggja okkum, tey syngja og dansa,
og harumframt fáa vit øll blómukransar.
Ja, vit eru av sonnum í einum øðrum parti
av heiminum. Nú hava vit ein tríggjar
tímar langan busstúr fyri framman, áðrenn
vit koma til hotellið, har restin av okkara
filippinsku vinum frá Education for life
bíða eftir okkum…
Education for life
Education for life byrjaði av álvara í
1992, men var í veruleikanum úrslitið av
20 ára stríði fyri at upplýsa fólkið um
demokrati. Maðurin handan projektið
eitur Edicio Dela Torres, katólskur
prestur. Hann av mongum sæddur sum ein
av størstu frælsishetjunum á Filipsoyggj-
unum. Edicio Dela Torres hevur verið ein
av talsmonnunum fyri demokrati, og
hevur m.a. undir Marcos-stýrinum sitið í
fongsli í 13 ár, tí hann var mettur at vera
vandamikil fyri Marcos-stýrið. Tá Edicio
Dela Torres so endiliga varð leyslatin,
vórðu hann, og konan Girlie, útvíst av
Filipsoyggjunum. Tey búðu í Hollandi til í
1992, tá tey aftur fluttu til
Filipsoyggjarnar, og vóru móttikin sum
hetjur av Aquino-stýrinum. Education For
Life gjørdist veruleiki.
Hugskotið við Education For Life hevur
partvíst sínar røtur í grasrótsarbeiði og
partvíst í danska háskúlasiðinum. Edicio
hevur vitjað tann internationala háskúlan í
Helsingør, har hann gjørdist sera hugtikin
av háskúlaprinsippunum og lærdóminum
man fær á einum háskúla. Education for
Life gongur so út uppá, at fólk
ymsastaðni frá Filipsoyggjunum koma á
skúlan, fáa lærdóm um demokrati,
politikk og fakfelagsarbeiði, og fara aftur
til bygdina hjá sær og læra bygdafólkið
tað, tey hava lært. Flest teirra hava ikki
nakra serliga skúlagongd, so at lesa og
skriva fáa tey eisini undirvísing í.
Education for life hevur sera góð úrslit
at vísa á, og hevur tey síðstu árini verið
stuðlað av Folkekirkens Nødhjælp, sum
metir hetta vera eina ætlan, sum hevur
sera stóran týdning.
Aeta-fólkini
Ein bólkur sum Education for life hevur
roynt at havt við á skeiðunum eru Aeta-
fólkini. Aeta-stamman eru upprunafólkini
á Filipsoyggjunum, og eru upprunaliga
pygmear. Aeta-fólkini búðu uppi í
fjøllunum, tætt við gosfjallið Mt.
Pinatubo, og vóru rættiliga isolerað frá
øðrum fólkum. Tá gosfjalið fyri fyrstu
ferð í 600 ár, í 1991 fór at goysa, varð
teirra býur, eins og nógvir aðrir býir,
undirgravaður. Filippinsku
myndugleikarnir avgjørdu at geva teimum
jørð, so at tey kundu búseta seg av
nýggjum, og hetta hevur eydnast sera væl.
Tey hava nú etablerað seg av nýggjum, og
eru glað fyri teirra nýggju bygd.
Tey eru sera lág á vøkstri, hava myrkari
hold enn vanligi filippinin, og tey eru ikki
kristin. Tey hava ymsar gudar, og ein
stórur trupulleiki hjá teimum er, at lærarir,
sum koma til bygdina, aloftast eru
kristnir, og felagsskapir, sum vilja hjálpa
teimum at varðveita teirra samfelag, ofta
ikki vilja varðveita teirra livihátt, men
ynskja at kristna tey.
Aeta-samfelagið hevur ikki bjartar
framtíðarvónir. Samstundis sum tey
ynskja, at tey ungu skulu útbúgva seg, eru
nógv av teimum, sum ikki flyta aftur eftir
lokna útbúgving. So okkurt má gerast fyri
at tey ungu skulu hava hug til at verða
búgvandi og føra stammuna víðari.
Møttu høvdinga
Í løtuni ganga fimm frá Aeta-stammuni á
Education for life, m. a. høvdingi teirra,
sum eitur Carling. Tað kendist ikki sørt
løgið at vera saman við einum høvdinga.
Og ikki minni løgið er tað at hugsa sær, at
hann kemur til Danmarkar. Men tað
verður sera spennandi. Education for life
kann kanska hugsast at vera bjarganin fyri
Aeta-samfelagið.
Eg haldi, at vit kunnu læra nógv av
Aeta-fólkinum, samstundis sum tey eisini
kunnu læra nógv av okkum. Tey hava sera
sterk familjubond, familjan hevur alt at
siga fyri tey. Eg helt eisini at tey ikki
kendu nakað til fakfeløg o. s. fr., og hjá
teimum er tað kanska ikki so væl organi-
serað sum hjá okkum, men tey ganga sera
høgt upp í at øll, ung sum gomul, hava ein
leiklut í at fáa samfelagið at hanga saman.
Børnini hava ábyrgd av ymiskum, t. d.
spæla tey sjónleik, har tey framføra
søguna hjá Aeta-stammuni. Kvinnurnar
hava sjálvandi ábyrgd av heiminum og
familjuni, men gera harumframt ymsar
prýðislutir og sápur, sum tey selja, og
peningurin fer til skúlan í bygdini.
Menninir eru veiðimenn, og uppihalda
familjuni.
Landið við mótsetningum
Filipsoyggjarnar verða ofta kallaðar
»landið við teimum mongu
mótsetningunum«, og hetta er eisini tað
fyrsta inntrykkið ein fær av landinum.
Fólkini eru sera blíð og fyrikomandi, og
vilja gera alt fyri at tú følir teg væl-
komnan. Fátækradømið er stórt, men
gestablídnið er tess størri. Fyrr vóru
fátækir og ríkir býarpartar. Nú er alt
blandað saman. Um tú sært eini stór hús
við einum stórum garði, kanst tú vera
vísur í, at beint uttan fyri garðin standa
nakrir pappkassar og konteynarar, har fólk
búgva. Og fert tú inn í eina keypsmiðstøð,
eru handlar við teimum flottastu
merkiklæðunum, sum tey flestu ikki hava
ráð at keypa. Men har eru nógv fólk, tí at
har er deiliga svalligt inni…
Vit vóru so heppin at vera stødd í
Manila á tí árliga »Earth Day
Celebration«. Earth Day er ein
felagsskapur sum arbeiðir fyri umhvørvið.
M. a. er ein ætlan sum eitur »Pasig«, sum
gongur út upp á at reinsa áirnar í Manila.
Manila er sera hart raktur av dálking.
Allastaðni í býnum eru ruskdungar og
áirnar eru oyðilagdar av dálking. Onki lív
finst í áunum í býnum, og luftin er tjúkk
av bilosi. Eisini er Manila ein av býunum
í heiminum, sum er harðast raktur av
smog. »Earth Day Celebration« er fyri at
minna fólk á, at vera góð við umhvørvið.
Dagurin byrjaði við, at kend fólk, sum t.
d. filmstjørnur og ítróttarstjørnur, hildu
talur, og síðani varð farið í bátar, sum
spakuliga sigldu eftir áunum. Tað var
ófatuligt at so nógv rusk bara varð blakað
í ánna, og enn meira ófatuligt tá vit sóu,
at sjálvt luttakarir á Earth Day bara
blakaðu tómar fløskur og plastikkposar í
ánna. Vit fingu at vita, at ætlanin hevði
koyrt í eini 6 ár, og at ymsir felagsskapir,
tilsamans hava stuðlað við 65 mió.
krónum. Her má av sonnum ein hugburðs-
broyting til!
Dagin eftir vóru vit á einari lítlari
strond, nakað uttan fyri Manila. Hetta var
í einari lítlari bygd, og av sonnum eitt
paradís á jørð. Luftin var frísk, himmalin
bláur og sandurin hvítur, so langt eygað
sá. Hetta var helst eisini fyrstu ferð at
fremmand ferðafólk vitjaðu hetta staðið.
At hugsa sær at so stórur munur kann
vera á tveimum plássum sum í
veruleikanum eru so stutt frá hvørjum
Landið við teim mongu
mótsetningunum
Nú eru eg og hini 25 á Vetrarskúlanum endiliga í flogfarinum á veg til
Filipsoyggjarnar. Hetta hava vit fyrireikað okkum til í tríggjar mánaðir, og
vit eru sera spent uppá hvat teir næstu 14 dagarnir fara at bjóða…
Umleið 100.000 fólk vóru til 1. mai-haldid í Manila. Tað var eitt stórt upplivilsi fyri meg og
sanniliga meir spennandi enn 1. mai á Vaglinum, sum ikki tykist hava stóran áhuga millum
fólk
Í miðbýnum í Manila, ímillum allan skittin í áunum og tær smáu og skirvisligu kroysurnar,
hevjar glæsiliga forsetaborgin seg
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
5
øðrum. Tað er ikki av ongum at
Filipsoyggjarnar verða kallaðar »Landið
við teimum mongu mótsetningunum«.
Altjóða arbeiðaradagur í Manila
1. mai var dagurin, vit øll høvdu glett
okkum sera nógv til. Á Filipsoyggjunum
verður nógv gjørt burturúr degnum, og
dagurin var eisini merktur av, at forsetaval
varð 10. mai. Vit vóru øll sera spent, og
eisini sera forvitin, hvussu dagurin mundi
fara at verða. Í Filipsoyggjunum hava
arbeiðararnir veruliga nakað at kempa
fyri. Fakfeløg eru, men nógvastaðni er tað
soleiðis, at um tú ert limur í einum
fakfelag, ja so fært tú ikki nakað arbeiði.
Vit fóru til Manila tíðliga um morgunin.
Vit skuldu fylgjast við okkara filippinsku
vinum og Akbayan, sum er ein vinstra-
vendur flokkur á Filipsoyggjunum. Nøkur
valdu ikki at koma við, tí vit høvdu fingið
at vita, at tað kundi vera ófriðarligt,
serliga tí forsetaval skuldi vera 10. mai.
Men, tá man hevur møguleika at uppliva
eitt 1. mai-dagshald í Manila, so tekur
man sjálvandi av, hugsaði eg. Og av tí at
vit frammanundan vórðu blivin ávarað
um, hvussu vit skuldu bera okkum at, og
allarhelst eisini tí at vit vóru hvít, so gekk
alt eisini friðarliga fyri seg fyri okkara
viðkomandi.
Byrjað var við at ganga í skrúðgongum,
hvør felagsskapur og flokkur fyri seg.
Teinurin var umleið 3 km., og so
samlaðust øll við eina brúgv mitt í
Manila. Har var ein stórur pallur, har allir
felagsskapirnir og flokkarnir vórðu
presenteraðir, og síðan var orðið frítt. Øll
høvdu møguleika at taka orðið, men bert
til man varð útkonkurreraður av onkrum
øðrum. Áhoyrarnir avgjørdu hvør talari
var best. Talurnar vóru nógvar, og
allarhelst eisini øsandi. Akbayan hevði
eisini eitt umboð á pallinum, sum til æru
fyri okkum, helt talu á enskum, og vit
vórðu boðin vælkomin til 1. mai-dagshald
í Manila. Tilsamans vóru eini 100.000
fólk til 1. mai-dagshaldið, og alt gekk
friðarliga fyri seg. Sanniliga meira
spennandi enn 1. mai á Vaglinum, sum
ikki tykist hava serliga stóran áhuga
millum føroyingar.
Um kvøldið høvdu okkara egna 1. mai-
dagshald, har røður og sangir vóru á
skránni. Hetta er eisini nakað sum
eyðmerkir filippinar, teimum dámar væl
at syngja, og oftani vísa tey teirra kenslur
við sangi og sjónleiki. Tey eru ikki so
bangin fyri at gera sær fyri skommum
sum vit, og hetta ger, at tey í nógvar mátar
eru nógv fríari enn vit.
Eg haldi at hetta hevur verið eitt ótrúligt
upplivilsi. Tá man hevur upplivað so nógv
og fingið so nógv ymisk inntrykk upp á
so stutta tíð er torført at siga, hvat man
hevur fingið burturúr. Man hevur brúk
fyri tíð til at hugsa um tingini, og fáa alt
at fella uppá pláss. Men higartil kann eg
so siga, at eg veit ikki um heimurin er
komin til mín, ella um eg kanska í
veruleikanum kom til heimin. Í hvussu so
er, fáa vit um eina viku vitjan av 26
filippinum, sum gleða seg sera nógv til at
síggja Danmark og LO-skúlan, og vit
royna at gera alt fyri, at tey koma at fáa
eitt líka gott og læruríkt uppihald her, sum
vit høvdu á Filipsoyggjunum.
Allastaðni vit komu var áhugin sera stórur fyri okkum. Fleiri ferðir vóru vit í sjónvarpinum og
søgdu frá verkætlanini hjá okkum
Tað var ótrúliga áhuga-
vert at vera á vitjan í
bygdini hjá Aeta-
fólkunum. Tey gera nógv
fyri at varðveita sína
mentan. Her síggja vit
nøkur børn í vanligu
klædnadraktunum hjá
teimum
C
M
Y
K
27
26