leygardagur 3. juli 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
9
6
Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004
Signar P. Heinesen
Teir karmar, sum politikarin
virkar undir, eru í høvuðsheitum
settir av teim málum, sum sett
verða og hvussu málini verða
rokkin. Hóast politisku talvini
hava mangar og ofta torgreiddar
leikir, verður tann einstaki
politikarin í prinsippinum valdur
ella vrakaður uppá tey úrslit,
hann kann vísa á. Tey mál, sum
rokkin eru.
Spurningurin um vit, sum fólk
og sum tjóð, fóta okkum í einum
globaliseraðum heimi, er ein
spurningur, um vit í felag seta
okkum hóskilig mál - og røkka
hesum málum.
Hvønn leiklut átekur tað
almenna sær
Ein tann fyrsti høvuðsspurning-
urin, sum tað almenna setir sær í
sambandi við ein málsetning, er
spurningurin um, hvønn leiklut
tað almenna skal átaka sær.
Spurningurin um leiklutin hjá
tí almenna er helst mest við-
kvæmur í sambandi við vinnulív
og fíggjarligar inntøkumøgu-
leikar hjá borgarunum. Í sam-
bandi við fiskivinnuna hevur
landið havt avgerandi ávirkan á
veiðuna. Til inn í 90-ini hevði
landið ikki stórvegis beinleiðis
ávirkan á sølu og framleiðslu,
men lat studning, sum ávirkaði,
hvat loysti seg hjá tí einstaka. Í
løtuni eigur landið størstu fiska-
søluna og størsta flakavirkið í
landinum eins og størsta bankan.
Í alivinnuni hevur tað almenna
eisini ein týðandi leiklut bæði
sum loyvismyndugleiki, um-
hvørvismyndugleiki og sum alari
av lívfiski.
Tá ið vit hugsa um aðrar vinn-
ur, er landið í nógvum førum
tann størsti keyparin og í summ-
um førum einasti keyparin.
Hugsa vit um møguleikarnar hjá
føroyskum fyritøkum at gera seg
galdandi á altjóða marknaðinum
við vørum og tænastum, sum
ikki eru tengdar at rávøruni, tá er
optimistiskt at rokna við, at hetta
verður gjørt uttan ein virknan
almennan leiklut.
Tey seinastu árini hevur kjakið
um, hvønn leiklut tað almenna
átekur sær, verið merkt av ótta
fyri studningsbúskapinum frá
áttatiárunum. Serliga hevur hug-
takið "eitt greitt ábyrgdarbýti"
verið ørkymlandi fyri hugburðin,
har landið at kalla ikki kundi
hava eitt skip uttan eisini at eiga
bryggjuna, sum skipið skal
leggja til. Hvar endar hesin hug-
burðurin? Skal landið gerast
pappírsframleiðari í Finlandi og
telduframleiðari í Taiwan, tí
pappír og teldur verða nýttar á
almennu skrivstovunum? Úrslitið
er eins týðiligt og tað er óynski-
ligt. Tað almenna eigur væl tann
størsta partin av føroyskum
vinnulívi.
Hvønn leiklut tað almenna
átekur sær í teim ymsu málunum
er ein høvuðsspurningur. Verður
hesin ikki viðgjørdur við skili,
fáast tær løgnastu niðurstøður-
nar. Eitt boð uppá eitt hugtak,
sum kann vegleiða í hesum
spurningi, er, hvussu væl tað
hepnast at røkja fjøltáttað áhuga-
mál við skili. Tá kann væl vera,
at landsstýrismaðurin í menta-
málum tekur avgerð, har sam-
ferðslumál verða havd í huga, at
landsstýrismaðurin í vinnumál-
um tekur avgerð, har kommunu-
mál verða havd í huga, og lands-
stýrismaðurin í heilsumálum
tekur avgerð, har vinnumál verða
havd í huga o.s.fr. Í fyrisitingar-
høpi hevur onkur brúkt hugtakið
"polycentrisk fyrisiting", sum
bendir á sama borð (sí t.d. "Selv-
skabt forvaltning", N. Å. Ander-
sen, 1995).
Samskifti
Demokratiska samfelagið er
grundað á samskifti. Tann, sum
misnýtir tað talaða orðið og til-
vitað leggur fótonglar fyri felags
fatan, meldar seg sjálvan úr
felagsskapinum.
At samskifta er at vilja felags
fatan. Felags fatan er ein spurn-
ingur um at tora at flyta sínar
meiningar. Tá ið partar hava eina
felags fatan ber til at samskifta í
spurningum, har ósemjur stinga
seg upp. Onkur ósemja er so
grundleggjandi, at trupult er at
byggja brúgv yvir gjónna, men
fleiri ósemjur, enn fólk flest geva
sær far um, ber væl til at finna
felags stev um.
At byggja brýr um ymsar
fatanir er fremsta uppgávan hjá
tí, sum arbeiðir ovarlaga í skip-
anini. At framelska fremjandi
atferð er høvuðsuppgávan hjá tí,
sum leiðir. Soleiðis sum hesin
heimur einferð er háttaður, er tað
eisini ein høvuðsuppgáva hjá tí
sum leiðir, at forða maktlæruni.
Maktlæran hevur til endamáls at
fremja egin áhugamál við annara
tilfeingi. Maktlæran hevur tvey
høvuðsamboð - ósanna atferð og
at misnýta orkuna hjá øðrum.
Høvuðsamboðið hjá leiðslu-
læruni at forða hesi orkumis-
nýtsluni er eitt fjøltáttað og væl
skipað samskifti.
Ovasta leiðslan hevur heimild
at taka avgerðir. Ein demokratisk
avgerð er ein avgerð grundað á
felags fatan. At taka eina avgerð
uttan felags fatan er ein einvegis
- og primitivur - samskiftisháttur.
Tá ið felags mál skulu røkkast
krevst felags tilfeingi. Eitt
fjøltáttað samskifti er treytin fyri,
at fólk flest kunnu og vilja leggja
orku í eitt felags mál. Hóast
hugtakið um eitt greitt ábyrgdar-
býtið hevur verið nógv brúkt tey
seinnu árini, er hetta hugtak
sjáldsamt í sambandi við spurn-
ingin um, hvør hevur ábyrgdina
av samskiftinum. Hetta til mikið
ógagn fyri fleiri mál, enn vit ofta
geva okkum far um. Ábyrgdin
fyri samskifti liggur altíð hjá tí
ovara myndugleikanum. Ein
stjóri kann lasta ein millum-
leiðara fyri ikki at røkja sína
samskiftisuppgávu við tey, sum
arbeiða undir honum. Ikki øvugt.
Leiðslulæran leggur dent á tað
"Álit", sum starvsfólk hava ella
ikki hava á sínum leiðara.
Leiðslulæran leggur dent á tann
"Loyalitet", sum ein leiðari hevur
mótvegis sínum starvsfólkum.
Maktlæran leggur dent á tað
øvugta.
Virðini
Skulu vit røkka nøkrum málum í
felag, tá eru virðini mest grund-
leggjandi slóðirnar. Vit nýta
orðingar sum "frumskógarlóg"
(junglelóg), cowboy mentan o.a.
um tað virðisleysa, har alt er
loyvt, men einki ber til. Virðini
eru tær girðingar, sum fáa
okkum at gera sumt og halda
okkum frá summum, hóast tað
formliga er loyvt. Felags virði
eru teit leikvallir, har vit taka
felags tøk.
Í frælsa heiminum eru gomlu
griksku virðini "tað sanna", "tað
rættvísa", "tað vakra" og "tað
góða" ein grundvøllur. Saman.
Fyrr enn almenna skipanin í
landinum í mestan mun virkar
eftir hesum virðum verður
trupult at røkka nøkrum týðandi
málum. Á hendan grundvøll ber
til at byggja onnur virði, sum
styðja tey felags mál, ætlanin er
at røkka.
Ein hugburð - um ikki virði -
sum vit eiga at venja okkum við,
er, at í einum globaliseraðum
heimi hava vit skyldu at slóða
fyri - at verða fremst - á onkrum
økjum.
Ein annar hugburður - um ikki
virði - sum vit eiga at venja okk-
um við, er, at eitt og hvørt
arbeiðspláss í Føroyum er í
kapping við okkara kappingar-
neytar. Vit noyðast at venja
okkum við sama bardaga fyri
hvørt einasta arbeiðspláss -
hvørja uppgávu - sum tey í
øðrum londum hava gjørt í fleiri
áratíggju.
At menna fíggjarligu
inntøkumøguleikarnir -
eitt dømi um eitt týðandi
felags mál
Seta vit okkum fyri at menna
fíggjarligu inntøkumøguleikarnar
í landinum, er tað eitt dømi um
eitt felags mál, sum flestøll helst
kunnu taka undir við. Ein for-
treyt fyri at fóta okkum, sum
fólk og sum tjóð, í einum
globaliseraðum heimi í dag, er,
at vit røkka hesum máli.
Størsta týdningin fyri at røkka
málinum um eina menning í
inntøkumøguleikum føroyinga
fær tað almenna gjøgnum sítt
samskifti og tey galdandi virðini.
Um tað almenna átekur sær eitt
fjølbroytt samskifti við vanliga
borgaran og í øllum málum setir
sær fyri at vera opin fyri møgu-
leikum, og verður hetta gjørt
"satt" og "rættvíst" og "vakurt"
og "gott" sambært teim gomlu
griksku virðunum, ivist eg onga
løtu í, at vit røkka langt.
Tey mongu smámálini, har
atferðin hjá tí almenna ikki er í
samsvari við hesi virði, skapa
helst fleiri forðingar, enn vit
geva okkum far um. At vit ikki
vísa virðing fyri bardaganum um
hvørt einasta arbeiðspláss, hevur
longu kostað okkum bæði menn-
ingarmøguleikar og trísiffraðar
milliónaupphæddir seinastu 5
árini. Vandin næstu 5 árini er væl
størri. Hvussu nógv tað hevur
darvað hesi seinastu árini, at
eingin virðing stendur um tað
neyðturviliga í, at í onkrum
førum krevst av okkum, at vit
eru fremstir, vita vit ikki.
Hvussu stóran leiklut tann hart
trýsta føroyska leiðslumentanin
seinastu øldina hevur havt, er ilt
at meta um. Trýstið á føroysku
leiðslumentanina kemur frá
maktlærani. Eini maktlæru, sum
summi okkara hava fingið frá
fremmandum, sum í hesum tíð-
um brúka nógva orku til tess at
sleppa av við somu maktmentan.
At hetta trýst neyvan er til fyri-
munar fyri Føroyar og føroyingar
er lítil ivi um.
Mangir spírar eru í føroyska
vinnuliga aldingarðinum. Tað
kann væl hugsast, at onkur av
hesum spírum megnar at vinna á
altjóða marknaðinum, men uttan
ein virknan almennan leiklut,
uttan eitt gott samskiftislag í tí
almenna og uttan tey gomlu
griksku virðini í tí almenna, eru
møguleikarnir munandi skerdir
samanborið við tað, sum kundi
verið. Við gomlu føroysku
leiðslumentanini eru møguleik-
arnir enn betur.
Tá ið málini skulu røkkast
Hvussu kann tað vera, at hjá
summum ber so mangt til. Tað
tykist so ómakaleyst hjá teimum
at røkka settu málunum. Hjá
øðrum ber snøgt sagt einki til,
uttan at rok fæst burturúr og fá
kenna seg væl? Hegni, hepni og
annað hent, er helst ein munur,
men mest týðandi munurin man
tó vera, at hesi fólk samskifta
opið, lata seg ávirka og virka
annars eftir førimuni í samsvari
við gomlu grisksku virðini, tí
sanna og tí rættvísa og tí vakra
og tí góða. Fólk, sum starvast
undir slíkum leiðarum hava álit á
teimum, kenna seg væl, seta sín
vilja inn at røkka felags málum
og samskifta í allar ættir. Hesir
leiðarar eru loyalir mótvegis
sínum starvsfólkum.
Tað almenna fyllir nógv í før-
oyska samfelagnum. Ein ófanta-
lig ávaring, ein ófantalig upp-
søgn, eitt ófantaligt svar, ein
korruptiónskend avgerð, ein
ófantalig stjórasetan, ein avbrend
brúgv á altjóða pallinum, eini
ósannindi frá ovasta embætis-
verki, ein ófantalig viðferð av
tænastuveitarum, eitt óbúgvið
tilmæli o.a. leggja forðingar í
føroyska virksemið. Øll hesi mál,
sum vit so dánt hoyra um uttan í
einstøkum førum, tá ið tey gerast
‘søgur’, hava helst størri týdning
fyri okkara møguleikar, enn vit
geva okkum far um. Eitt arbeiðs-
pláss fyri og annað eftir missir
sína kraft, eitt virki fyri og annað
eftir missir álitið á skipanina, ein
familja fyri og onnur eftir verður
frátikin sína fremjandi megi.
Soleiðis kundu vit hildið fram.
Stór orka verður brúkt til einkis,
eins og tað mangan er størsta
uppgávan í einum menningar-
prosjekti at stýra uttanum tær
mongu almennu skipanirnar, har
leiðslan og samskiftið ikki virkar
optimalt.
Tað eru orsøkir til, at tað tykist
so trupult at røkka mennandi
málum í Føroyum í løtuni. Tað
eru orsøkir til, at tað higartil
ikki hevur eydnast okkum so
mikið sum at seta skjøtil á upp-
gávuna at menna aðrar vinnu-
møguleikar til útflutnings. Hetta
hóast tað longu fyri 10-15 árum
síðani sást rættiliga greitt, at tað
var neyðugt, skuldu vit fram-
haldandi tosa um einar sjálv-
bjargnar og framkomnar Føroyar
í einum altjóðagjørdum heimi -
sum ikki er smátjóðavinarligur,
sum mangur vil gera hann til.
Mangar orsøkir munnu vera,
men nakrar av teim mest týðandi
eru helst:
• at almennu Føroyar eru í eini
virðiskreppu
• at evnini at samskifta í al-
mennu Føroyum tola bata
• at vilji og evni hjá almennu
Føroyum at átaka sær ein við-
komandi og virknan leiklut í
eini menning ikki standa mát
við tann partin av landsins
orku, sum verður brúkt í tí
almenna
• at stýrisamboðini í almennu
Føroyum annars ikki virka
optimalt
• at leiðslumentanin í Føroyum
er undir stórum trýsti frá
maktlæruni
Hesar orsøkirnar eru eitt boð
uppá, hví Føroyar helst eru í ella
ávegis í djúpastu strategisku
kreppuna síðani Trappubrøðurnir
í 1876 við sluppini Fox løgdu
lunnarnar undir einum føroysk-
um altjóðagjørdum fiskivinnu-
samfelag næstu øldina.
Í høvuðsheitum er vinnulig
menning ein spurningur um
vinnuligt initiativ, vinnuligar
uppgávur millum síni egnu,
risikospjaðing og samskifti úti og
heima. Tað ber tí almenna til at
átaka sær ein virknan leiklut í
eini menning av inntøkumøgu-
leikum føroyinga.
• Tað almenna kann brúka
leiklutin sum størsti keypari -
og ofta einasti keypari - í eini
vinnuligari menning.
• Tað almenna kann brúka
leiklutin sum mest týðandi
samskiftispartur til at skapa og
halda eitt samskifti við líka -
innanlands og uttanlands.
• Tað almenna kann brúka
leiklutin sum mest avgerandi
ásetari av galdandi virðum til
tess at nytta fæst burturúr teim
kreftum, sum liggja í tí
einstaka.
Spurningurin um tað ber vinnuni
til - uttan almennan leiklut - at
vinna á uttanlanda marknaðum,
er helst trupul at svara eintýðugt.
Í praksis kann tað gerast ómeta-
liga trupult. Onnur lond hava
helst eisini góðar orsøkir til at
brúka stóra orku millum tey
kongaligu, ráðharrar og sendi-
harrar at røkja vinnulig áhuga-
mál á altjóða pallinum. Helst er
tað heldur ikki tilvild, at tey
leggja heil málsøki til rættis við
atliti at vinnuligari menning, har
danska umhvørvislóggávan er
eitt tað týðiligasta dømi um
okkara leiðir.
Spurningurin um vit fóta
okkum sum tjóð í einum globali-
seraðum heimi stendur opin fyri
hesi samgonguni, eins og
spurningurin stendur opin fyri
Føroya fólki. Lata vit okkum
egna við einum vegastubba her
og einum skúla har í okkara
valdømi, eru vit neyvan verdug
altjóða samfelagnum.
• Seta vit okkum hóskilig felags
mál
• Seta vit felags vilja og hegni at
røkka hesum málum
• Gera vit, hvør í sínum lagi,
okkara til at byggja upp felags
virði og samskifti
• Eru politikarar loyalir mót-
vegis fólkinum og megna at
samansjóva krefturnar tá er
uppgávan helst til at loysa.
Tá ið málini skulu røkkast
Við vinnuligari menning sum dømi
C
M
Y
K
29
28